Hesa fínu vatnlitsmyndina hevur Anna Seppälä málað og er hon partur av framsýningini HUMAN, sum letur upp í Víngarðinum í Tróndargøtu 31 mitt í Havn leygardagin 25.september klokkan 15-17. Á framsýningini eru vatnlitsmyndirnar settar saman við øðrum listaverkum, ið á ymiskan hátt snúgva seg um tað at vera menniskja. Náttúran hevur stóran leiklut í hesum myndunum. Í einari mynd er ein bláviolett krukka við ójøvnum greinandi mynstrum sett upp monumentalt í myrka myndarúminum. Heitið á myndini er Mystery Vase - ein blómuleysur vasi, ið sýnist um somu tíð ítøkiligur og surrealistiskur eins og eitt mikrokosmos við einum flótandi meldri av onkrum, sum líkist bæði trøum og æðrum. Og henda sameiningin millum menniskjað og gróður er at síggja í fleiri av myndunum hjá Onnu Seppälä, sum eru litríkar og vakrar, samstundis sum tær eru dramatiskar og ekspressivar og til tíðir eisini stuttligar, t.d. myndin Full Moon Disco av nøkrum herligum verum, sum dansa og hugna sær undir einum fullmána, ið einamest líkist eini risastórari diskokúlu.
Anna Seppälä er fødd í 1974 í Finnlandi, har hon býr og arbeiðir (í Helsinki). Hon hevur havt nógvar framsýningar í Finnlandi og í Danmark og er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon hevur framsýnt í yvir tjúgu ár á bólkaframsýningum, ólavsøkuframsýningum og á serframsýningum ikki minst í Steinprenti, har hon eisini hevur gjørt fleiri grafisk verk. Hjartaliga vælkomin til vernissage leygardagin 25.sept. kl 15-17.