Frits Johannesen í Víngarðinum - vernissage

221588136_585183232641108_3266986379430068612_n.jpg

Leygardagin 14.august læt framsýning upp í Víngarðinum við verkum hjá Frits Johannesen. Fitt av fólki var til upplatingina og sum tað kanska sæst á fotomyndum, t.d. hesari omanfyri, var lagið gott. Fleiri nýttu høvið at heilsa uppá listamannin og Alexandru. Eg helt eina stutta røðu, sum ljóðaði nakað soleiðis: Góðu tit øll - Her á framsýningini hjá Frits Johannesen í Víngarðinum eru ikki færri enn 62 vatnlitsmálningar. Á ein hátt tær eyðkendar fyri Frits -her er í hvussu so er okkurt, vit kenna aftur í litríka og lívsfegna úttrykkinum. Vatnlitsmyndir – akvarellir sambinda vit einamest við landslagsmyndevnið. Hildið verður, at týski renesansumálarin Albrecht Dürer var ein tann fyrsti at brúka hetta tøknið. Hann málaði í 1502 sína víðagitnu vatnlitsmynd av einari haru. Myndin er einastandandi – haran so árvakin við blonkum, klárum eygum, mjúkum pelsi og spentum oyrum. Hvørt hár er neyvt endurgivið, so at áskoðarin følir tað í huganum og tí følist myndin enn fullkomiliga fesk og sprellivandi meira enn fimmhundrað ár aftaná, hon varð málað.

Vatnlitstøknið var annars serliga frammi millum naturalistar og impressionistar í 19.øld og enn eru vatnlitsmálarar, sum leggja seg eftir at mála hav og landslag. Tøknið er eisini sum skapt til hetta. Sum skilst á orðinum sjálvum, eru vatnlitsmyndir málaðar við litum, ið eru upploystir í vatni. Við tað, at vatn ógvuliga skjótt fordampar úr málingini, torna akvarellir skjótt, tú skalt altso bera skjótt at, tá tú arbeiðir við vatnlitum og hetta kann hava við sær, at vatnlitsmyndir kunnu hava eitt spontant úttrykk, har málingin rennur. Av stórum týdningi fyri vatnlitsmyndir er pappírið, tær eru málaðar á. Tí tað er ljósið í pappírinum, sum kemur aftanfrá og skapar lív og ljós í vatnlitsmyndina. Men hetta valdast alt tættleikan í pigmentunum, hvussu nógv vatn og hvør mannagongd verður nýtt við meira og minni vatni og neyvleika. Sum vit síggja í áðurnevndu mynd hjá Dürer, kann mann at arbeiða detaljerað og neyvt í akvarellum. Tað ber eisini til at stramma úttrykkið og halda myndabygnaðinum saman við blýanti ella tusj, sum vit síggja í fleiri av vatnlitsmyndunum her á framsýningini.

Impressionistisk og naturalistisk listafólk mála tað, tey síggja, sólarljós, tám, trø og sirm í grasi og trøum. Frits Johannesen málar ikki tað, hann sær, men tað hann sá. Myndevnini stava við øðrum orðum úr minninum av tí nógva, hann hevur upplivað. Stílsliga kunnu vit í hansara myndum eygleiða íblástur úr europeiskari modernismu við einum myndarúmi, sum ofta er merkt av umskaringum (- tvs. yvirlapping, sum sker myndaliðir í partar) og dekorativum mynstrum og sum tíðum er flatt eins og í kubistiskum og konstruktivistiskum myndum, meðan aðrar myndir sýnast meira ekspressivar. Litirnir eru ofta bjartir. Myndevni og myndaliðir eru afturvendandi, antin tað eru húsaskjøldrar, hjólskap, tónleikarar, ljóðføri, mytiskir figurar ella myndir av næmingum, sum sita og kýta seg. Fleiri av hesum vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi. Hetta við avmarkaðu støddini klæðir myndunum og ger tær konsentreraðar og livandi, men hongur eisini væl saman við innihaldinum. Heitið á hesari framsýningini “Tað, sum rørir hjartað” er valt fyri at leggja dent á tað, sum løðir hesar myndir, tí tað kann vera so mangt. Ein romantikari vil kanska vísa okkum okkurt stórbært í einum landslagi, impressionisturin ynskir at vísa okkurt serligt ljós, meðan ekspressionisturin ber onkra ávísa kenslu fram. Frits vil vísa okkum okkurt, sum hann hevur upplivað og sum hevur rørt hann. Sum lærari hevur hann upplivað eitt ótal av næmingum og hann hevur málað eina rúgvu av teimum. Lítla vatnlitsformatið hóskar ómetaliga væl til hesar myndir, tí tær snúgva seg um tað stóra í tí lítla – hesi smáu menniskjuni, børnini, opin, summi smæðin, onkur eitt sindur kúllaslig og øll eru tey framtíðin. Hetta eru myndir, løddar av kærleika og takksemi fyri livað lív.

236435153_540372730413011_7308679268217005917_n.jpg
236864655_838239493723468_488177640247738154_n.jpg
236347233_427342451902229_2597991980105509587_n.jpg
236128927_1151079762082474_559506677323319340_n.jpg