Hetta til 6.november er listaframsýningin Tell It To My Heart hjá Jóhan Martin Christiansen at síggja í Steinprenti. Framsýningin er myndað av skulpturum, relieffum og prentum, og tað tilfarsliga - stál, gips og pappír - hevur rættiliga stóran týdning í verkunum, sum á ein hátt eru tað, sum tey eru – what you see is what you get og so kortini ikki bara. Tí framsýningin er full av tilfarsligum mótsetningum, sum seta gongd á myndir í huganum á áskoðaranum. Vit varnast poetiska undirstreymin, sum tutlar undir heitum, skapum og endurtøkum, og sum samlast eins og smá delta av týdningum og tilsipingum. Millum hart og bleytt tilfar, stál og húð, millum harðrendar samansetingar og kenslubornar flatur tysja fram týdningar. Við framsýningarheitinum koma hugsambond til tann lætta, festliga og grunna poppheimin, tí framsýningarheitið er heitið á einum fýrsaraslagara. Men tá heitið verður latið úr poppsanginum og tí heldur jabbuta niðurlagnum og í staðin verður nýtt sum framsýningarheiti, er tað eins og orðingin umbroytist og í staðin verður insisterandi við einum romantiskum, døkkum tóna og í boðshátti: Sig Tað Við Mítt Hjarta. Stuðlað framsýningini hava Mentanargrunnur Landsins, Uttanríkis og Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommuna.