Ein rødd, sum sigur nakað nýtt

Tað er nakað síðani eg legði merki til ein sang í útvarpinum, sum fekk meg at ressast við á sofuni, har eg lá og slappaði av. Tað var ikki minst byrjanin á sanginum, sum kløkkaði; hon er óvanlig “I almost shat my pants at a Christian camp the summer I turned 9. Accept Jesus Christ as youre one and only saviour or you´ll burn in hell”.

Hesin teksturin sigur mær okkurt, kanska tí eg sjálv var á Zarepta, tá eg var 11 (og fleiri ferð aftaná tað), men hesa fyrstu ferðina var upplivingin serliga óttafull. Eg haldi tað var tí vit sóu óhugnaliga filmin A thief in the night (1972), ið snýr seg um ta sonevndu Burturrykkingina - tað er eitt fyribrigdi, ið summi trúgva fer at henda móti evsta dagi, at tey frelstu verða tikin heim til Guð, meðan tey ófrelstu skulu ganga eftir í einum helviti á jørð. Filmurin rakti beint eitt sera eymt stað hjá mær og helst hjá børnum sum heild í sjálva ræðsluna fyri at verða forlátin av foreldrum og familju, gloymd og einsamøll í myrkrinum. Aftaná filmin var møti og mann skuldi vitna og eg minnist, at sjálvt tey mest smædnu reistu seg at vitna: “Takk Gud, at eg eri frelst” teskaðu tey og settu seg bums niðuraftur á stólin korkareyð í andliti. Har vóru ikki nógv, ið eins og eg lótu vera við at vitna, men tey vóru helst ørkymlað eins og eg. Trýstið kendist øgiligt, men tað bar mær ikki til at vitna, at eg var frelst, tí hugtakið var fullkomiliga abstrakt fyri meg, eg skuldi eisini fata útgangsstøðið, at eg eyðsýniliga var ófrelst og hetta var fullkomiliga nýtt fyri meg. Í staðin fór eg í telefonboksina, ringdi heim at siga, at eg vildi sleppa heim, men fekk at vita, at eg skuldi taka tað róligt, minnast til hvat omma segði og annars hugna mær. Í dag høvdu foreldrini helst komið til Vatnsoyrar eftir einum ørkymlaðum og forskrektum barni, men soleiðis var tað ikki tá. So eg minti meg á tað, sum omma segði, at Gud er góður við øll børn og vaksin og so hugnaði eg mær og har var nógv hugnaligt og stuttligt - ikki minst Rólant í Skorini var ein eminentur bíbliusøgusigari (og morgunfimleikari). Tíverri slapp óttin kortini so langt inn í barnasinnið, at eg hevði ilt við at sova einsamøll í langa tíð aftaná. Eg minnist, at eg eftirhondini legði upplivingina á eina hill í huganum í tí, at eg staðfesti fyri meg sjálva, at eg mundi vera øðrvísi, møguliga meira kenslusom enn hini børnini og at tað mundi vera tí eg reageraði soleiðis. Lívið hevur lært meg tað øvugta, at eg eri akkurát líka sum øll onnur menniskju og also eisini havi følt tað sama sum Jósef Zachariassen, sum í áhugaverdum viðtali við Rebekku Manuelu Behrens í útvarpinum á sera gløggskygdan og kærleiksfullan hátt fanst at helvitishóttanum og revsing, ið hvørgin kann brúkast til at frelsa ella uppdraga við, men sum bara elvir til stúran og bangin børn. Áðurnevndi sangurin hjá honum, Human er tann fyrsti, ið er almannakunngjørdur av komandi útgávuni, Summer. Sangurin er álvarsligur og eitt sindur speiskur. What about the dinosaurs, spyr hann, skulu vit ikki taka vísindi í álvara? Human er eisini eitt sorgblítt og vakurt lag við djørvum teksti og einum kærleiksfullum og musikalskum millumstykki. Síðst men ikki minst er hetta ein av fleiri ungum røddum í løtuni, sum sigur nakað annað enn tað, mann væntaði at hoyra, nakað nýtt og bara tað fær meg til at gleða meg til at hoyra restina av útgávuni hjá Jósefi Zachariassen.