Turvelvandi Teitur

Nýggja útgávan hjá Teiti, Cazador de Ostras er turvelvandi og púra perfekt til hesa appilsingulu, sorgblíðu kensluna av heysti, sum treingir seg uppá sjálvt um Kringvarpið enn koyrir við summarskrá og sólin júst í dag hevur skinið sum var tað hásummar. Eg havi ummælt útgávuna í Dimmalætting, har stendur m.a: “Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakendur í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum: “Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself…”