Skógvanirvana
Allastaðni har eg líti meg íkring í Firenze eru vakrir bygningar, smøl hús í brendum litum við lúkum fyri vindeyguni, stórar, flottar kirkjur, torn, skínandi spír og smalar hugnaligar gøtur, og sjálvt um vit eru í oktober, sita fólk uttandura og práta, meðan tey fáa sær at eta og drekka. At fáa sær eitt glas av víni í Firenze gerst næstan listarligt í sjálvum sær, tí umhvørvið er so vakurt. Men á slitnum gøtum og gomlum bygningum síggjast livandi, modernað menniskju og allastaðni eru handilsvindeygu við tí nýggjasta nýggja av móta, Gucci, Roberto Cavalli og eitt satt nirvana av skóm og taskum hvørt meira hondgjørt og lekkurt enn hitt.
Tá vit vóru giggut og býtt og fitt
Míni fyrstu tólv liviár ferðaðist eg ikki longur burtur enn norður til Eiðis, men tað var eisini nokk so langt tá og enn longur áðrenn brúgvin yvir um streymin kom í 1973. At ferðast uttanlands var ikki nakað mann bara gjørdi, men tey flestu ferðaðust til Danmarkar tá í hálvfjersunum og fýrsunum við England ella Winston Churchill og hvat tær itu, stóru ferjurnar, og mann kundi eisini flúgva til flogvøllin í Kastrup við tí ljósabláa flogfarinum frá Maersk Air. Har var heitur matur umborð og ein lítil fínur plastikkpakki við salti, pipari, sukuri og einum væl angandi vætulappa. Allar møguligar merkiligar detaljur minnist eg frá fyrstu ferðini uttanlands, tá eg sum tólv ára gomul fór við foreldrunum til Keypmannahavn. Tað var so løgið og fremmant og stórt, at eg ræddist. Gloymi ongantíð sundurknúsandi løtuna, tá eg varð burtur í Tivoli og hvørki fann mammu ella babba. Tey søgdu aftaná, at talan bara var um eina heilt stutta løtu, men hjá mær føldist tað sum ein infernalskur ævinleiki. Vit vóru eisini í onkrum stuttleikahøli, sum æt Skærsilden við trapputrinum, sum fluttu seg undan, tá mann gekk á teimum, so mann alla tíðina datt ella var við at detta. Ræðuligt og margháttligt helt Havnagentan, sum neyvan bara var stuttlig at hava við í Tivoli. Nakað seinni - tað var einaferð í fýrsunum, var eg sunnanfyri við einum føroyskum ferðalagi og royndi ta serligu, løgnu men merkiliga tryggu, av handahógvi merktu ferðalagssiðvenjuna tá, har man “át, ferðaðist og var glað” (Spies, rejs og vær glad) í grísafest og øðrum intensum reyðvínsdrekkaríum, ið øll vóru hildin at vera serliga autentisk og sponsk. Tað spanska var annars ikki so øgiliga høgt í metum hjá okkum í føroyska ferðalagnum, sum hugnakvøld og -dagar heldur vildi lurta eftir føroyskum country og Kim Larsen enn sponskum flamenco. Eg minnist enn kollektiva ovfarakæti, tá onkur í ferðalagnum av tilvild var dottin fram á eina danska matstovu, har mann kundi keypa “ordiligan” mat so sum danskan hakkibúff við stoktum leyki og eina púra vanliga tuborg afturvið. Himmalskt!
Alheimsgerð
Eg veit ikki nær alt hetta býtta og eitt lítið sindur fitta broyttist, men tað hendi helst so líðandi við einari støðugt vaksandi alheimsgerð, har stóra verð spakuliga tódnaði, fyritøkur gjørdust multinationalar og tað at ferðast gjørdist alt meira vanligt. Hugtakið alheimsgerð verður jú nýtt um eina tilgongd har virkin samantvinning av búskaparligum og øðrum virksemi t.d. mentanarligum gongur fyri seg yvir um landamørk og hetta er als ikki so nýtt, sum mann skuldi hildið. Í veruleikanum er globalisering eitt eyðmerki hjá sjálvari sivilisatiónini heilt afturi frá teirri tíðini, tá sambond vóru knýtt millum heimspartar frá 15.øld og fram til tá kolonialisman var í hæddini í 19.øld og síðani tað hava ymisk tøkni sum telegrafurin, jarnbreytir og telefonin sett ferð á alheimsgerðina. Seinni verður eisini altjóða útbreiðslan av t.d. útvarpsrásum og sivilari flogferðslu roknað uppí globaliseringina og harvið hava vit merkt árin av gongdini, alt meðan vit lurtaðu eftir norðmanninum og Radio Luxembourg langt áðrenn vit kendi til globalisering sum fyribrigdi. Hugtakið lærdu vit øll at kenna, tá internetið varð veruleiki við tess omnipresenta kunningartøkni. Einki var nakrantíð tað sama aftur, men internetið minkaði enn meira um heimin og kann framvegis eisini gera tað øvugta av at informera. Undirhald er framvegis tað, vit vilja hava og tað fáa vit ikki minst, tá vit lesa um onnur.Tey seytjan árini at Facebook hevur verið til og síðan tað eisini Instagram, hava vit javnt og samt bæði í vikuskiftum og mitt í viku sæð fotomyndir av okkara brosandi facebookvinum, sum eta lekkurt og skála í øllum møguligum meira og minni eksotiskum ferðamálum. Men á Grækarismessu í fjør broyttist ferðafegni facebookmyndastreymurin hjá føroyingum til okkurt meira fjallakent og heimligt frá føroyskum ferðamálum, tá fólk fóru at “ferðast í egnum landi”.
Við víðopnum móttakara
Tað góða við óætlaða ferðasteðginum er, at vit ikki longur halda tað vera eina sjálvfylgju at ferðast. Ella soleiðis havi eg í hvussu er upplivað tað og eg haldi, at hetta var orsøkin til, at mín móttakari kendist óvanliga opin og tendraður dagarnar í Italia, har eg sá ymiskt, sum eg hevði ætlað mær, men sanniliga eisini upplivdi alt møguligt, sum eg ikki visti, at eg kundi vænta mær. At fara upp um morgunin og fáa sær ein kaffimunn við útsýni yvir á stórbæra kupulin hjá Brunelleschi og við ljóminum av kirkjuklokkunum har í oyrunum - tað var nakað heilt serligt. Men eisini herliga sannroyndin, at tær ikki nýtist at ferðast, at taka buss, tok ella taxa, tá tú ert í býnum í Firenze, tí so nógv av tí, ið er vert at síggja, er savnað saman í gamla miðbýnum. Um bara tú letur eyguni upp er listin allastaðni.