Vitjið Frits Johannesen framsýningina í Víngarðinum Mentanarnáttina

235454953_546440083332832_8138034059554647434_n.jpg

Fríggjadagin 10.september er Mentanarnátt í Havn við alskyns tilboðum. Í Víngarðinum er opið frá klokkan fýra til á midnátt. Har ber til at keypa sær eitt leskandi glas av víni og okkurt til matna og so kann mann síggja framsýningina hjá Frits Johannesen, “Tað, sum rørir hjartað”. Framsýningin er av givnum orsøkum longd, men hetta er kortini næstsíðsta vikuskiftið, at høvið býðst at uppliva fínu vatnlitamyndirnar hjá Frits í Víngarðinum, leygardagin 11.sept er opið frá 18-24. Í litsterku vatnlitsmyndunum hjá Frits Johannesen kenna vit fleiri myndevni og myndaliðir aftur, sum eru eyðkend fyri listamannin– her eru húsaskjøldrar, hjólskap og ljóðføri og hetta við teimum mongu umskaringunum, sum hevur við sær, at skap bara síggjast partvíst í hálvum líki, er framvegis grundleggjandi. Fleiri av vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar, elskuligir og skálkaligir skúlanæmingar og annað, hann hevur sæð og sær. Har er ein ørgrynna av myndum at hyggja at - far og hygg!

Næsta framsýningin í Víngarðinum, Human letur upp 25.september við framúr fínum verkum eftir m.a. finsku listakvinnuna, Onnu Seppälä m.a.

239231475_1499495113741229_7989023131828491314_n.jpg