TÓNAR TAKA SKAP

16d53181efdae64f00ffdca1ccdc71fa5c60410a_w1150_h0_fS.jpg

Fríggjadagin 3. september letur upp framsýningin TÓNAR TAKA SKAP við listamanninum Heiðriki á Heygum. Listaliga arbeiðið hjá Heiðriki á Heygum fevnir um eitt fjølbroytni av háttaløgum innan myndlist, film og tónleik. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin. Í fleiri ár hevur hann arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir hann úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Á framsýningini fáa vit innlit í arbeiðshættirnar hjá Heiðriki, og hvussu hann umsetir tónleik til eitt visuelt úttrykk. Vit fáa kennskap til listaliga samleikan, sum hann mennir fyri tey listafólk, hann arbeiðir saman við. Hetta kemur til sjóndar í tekningum, grafiskum verkum, klædnapløggum, rekvisittum og sjónbandaløgum. Til framsýningina eru vald út trý sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Eitt av teimum er til lag hjá Heiðriki sjálvum.

Á hesi framsýningini fær áskoðarin innlit í eina listaliga tilgongd, ið upprunaliga ikki var hugsað til almenningin at síggja. Í fyrsta parti av framsýningini koma vit heilt nær at tilgongdini. Á vegginum hanga sokallað “storyboards” til sjónbandaløg og viðmerkingar frá listamanninum. Rekvisittir standa á gólvinum, og tann tómi stólurin framman fyri skriviborðinum mitt í rúminum vekir eina kenslu av, at listamaðurin er mitt í eini verkætlan og hevur júst reist seg. Í øðrum parti av framsýningini kann endaliga úrslitið – 8 útvald sjónbandaløg – upplivast á stórskermi, pallsett við tungum leikhúsgardinum.

Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.

 

FAKTA

Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmsskúlanum Super16

Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design