Installatiónslist
Talan er um eina risastóra installatión, sum fyllir framsýningarhølini á Norðurbryggjuni á báðum hæddum. Installatiónin er gjørd á staðnum til hølini og er altso staðbundin. Í einum viðtali greiðir listakvinnan frá ymiskum íblástri, hon hevur fingið gjøgnum árini. Hon starvaðist einaferð í einum fornlutahandli og fann har nakrar blómur, sum vóru gjørdar úr menniskjahári. Hetta hugtók hana; bæði tað løgna, eitt sindur óhugnaliga tilfarið og siðbundna handarbeiði, sum gav henni íblástur til at brúka hár og syntetiskar tægrir í verkum sínum. Á framsýningini NERVESCAPE IX hevur hon einans brúkt syntetiskt hár í sterkum litum. Sjálvt tilfarið hevur stórt árin á framsýningini og av tí, at framsýningin er so kroppslig sum hon er av tí, at tú sum áskoðari gongur runt inni í verkunum, undrar valið av syntetiskum tilfari. Hinvegin sýnist tað tilvitað og gevur verkunum eitt týðiligt brá av poppmentan og av fýrsunum.
Íslendsk popplist
Yvirhøvur er talan um eina ómetaliga óføroyska framsýning, sum júst av hesi orsøk er áhugaverd hjá føroyingum at uppliva. Tí hvat er listarliga óføroyskt og hví yvirhøvur hugsa um tað, tá listakvinnan jú er íslendsk og býr í New York? Tankin um tað óføroyska kemur millum annað av, at eg kurateraði eina framsýning í somu hølum við føroyskari list, Samrøður um Mjørka, sum endaði fyrr í ár. Hon var sera øðrvísi enn hendan. NERVESCAPE IX tykist óføroysk í sínum formati, tilfari og við sínum popplistaligu tilsipingum. Tað er áhugavert og gevandi at samanbera íslendska myndlist við føroyska, tí gongdin um somu tíð er so eins og so øðrvísi í báðum londunum. Íslendsk list kyknaði nøkulunda um somu tíð sum tann føroyska og íslendsk listafólk fingu eisini í mong ár franskan íblástur umvegisk Kunstakademiið í Keypmannahavn. Men sambandið millum íslendsk listafólk og Bandaríkin ella USA kom so mikið tíðliga, at pop art og annar amerikanskur íblástur longu sæst í íslendskari list frá trýssunum t.d. í verkum hjá listamanninum Erró (f.1932). Í Føroyum vóru føroysk listafólk inspirerað av fronskum postimpressionistiskum, prekubistiskum og øðrum modernistiskum rákum langt fram í tíðina inntil Hansina Iversen, Rannvá Kunoy o.o. fóru aðrar leiðir í hálvfemsunum. Tann slætta, glitrandi og speiska popplistin kom ikki til Føroya fyrr enn um aldarskifti, tá Edward Fuglø hevði ment sín popplistaliga stíl og onnur tílík meta-list kom ikki fyrr enn seint í 1990´unum og nullunum. Tað nyttar lítið at gráta um súra mjólk ella seina listarliga menning, mann kann bara staðfesta støðuna og fegnast um tey mongu dugnaligu føroysku samtíðarlistafólkini, sum virka í hesum árum. Men eftir stendur, at Føroyar enn ikki hava tikið lut á Venesiabiennaluni. Tað hevur Ísland síðani 1960 og frá 1984 hava íslendingar havt sína egnu árligu framsýningarpavilliong í Venesia. Venesiabiennalan varð stovnað í 1895, hon hevur verið hildin annaðhvørt ár síðani og verður framegis mett at vera ein av teimum mest týdningarmiklu altjóða pallunum hjá samtíðarlistini. Ein týdningarmikil orsøk til, at føroysk list ikki hevur luttikið í Venesia er sjálvsagt, at Føroyar ikki eru eitt sjálvstøðugt land. Men eru vit ein partur av Danmark, kann mann undrast um, at danir enn ikki hava boðið føroyskum og grønlendskum listafólkum at framsýnt í Venesia. Eitt er vist og tað er, at vit høvdu klárað tað. Tí – eru vit framvegis eitt sindur afturúr við ávísum skipanum kring listina og hóast vit enn einki samtíðarlistasavn hava í Føroyum, eru vit væl á veg við merkiliga nógvum framúrskarandi listafólkum, ið enn eru púrasta ókend innan heimslistina.
NERVESCAPE IX
NERVESCAPE IX er fyrsta serframsýningin hjá Hrafnhildur Arnardóttir í Danmark og níggjanda avbrigdi av Nervescape, sum hevur verið framsýnt kring allan heimin seinastu tíggju árini. Installatiónin fekk serliga stórt uppmerksemi á Veneziabiennaluni í fjør, haðani selfies í litríka verkinum hjá Shoplifter floreraðu á instagram og á øðrum sosialum miðlum. Verkið er ein installatión úr syntetiskum hári, sum listakvinnan hevur komponerað og sett upp frá lofti til gólv. Hon, sum eg fylgdist við á framsýningini, hevði frammanundan upplivað installatiónina hjá Shoplifter á Venesiabiennaluni og tann upplivingin var helst meira intens fyri hana enn hendan á Norðurbryggjuni. Tá dekkaði hárbendlarnir hølini fullkomiliga soleiðis, at tað sá út sum ein loðin hola. Í Norðurbryggjuni er arkitektururin sjónlig bakgrund allastaðni. Men mær dámdi væl framsýningina, ta dynamisku orkuna í litunum og í teirri diagonalu kompositiónini niðriundir, tilfarsliga skemtingasemið og maksimalistiska yvirskotið umframt tær mongu, mongu assosiatiónirnar eg fekk meðan eg var í framsýningini. Eg kom í tankar um alt møguligt, um karneval, hawaiiblómuhálsleinkjur, at kreppa hár í fýrsunum, fjøðurboa, dukkuhár og til at pynta seg við sminku og carmen curlers hjá mammu, tá mann er smágenta. Allur hesin gandakendi, men stokkuti heimurin stóð ljóslivandi fyri mær eina løtu.