Tað, sum rørir hjartað - framsýningin opin um vikuskiftið

234498037_1005993773272898_6799848362695739803_n.jpg

Framsýningin, Tað, sum rørir hjartað við verkum eftir Frits Johannesen er at síggja í Víngarðinum, Tróndagøtu 31. Har er opið í vikuskiftinum, fríggjadagin frá klokkan 16 til á midnátt og leygardagin frá klokkan 18 og til midnátt. Vatnlitsmyndirnar eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Hygg bara at myndini omanfyri, har ein flygil er transformeraður til ein svimjihyl ella er talan kanska um ein dunnuhyl og hvør er klaverspælarin? Nokk so abstraktur. -

Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar og annað, hann hevur sæð og sær. Umframt at mála og tekna, er Frits Johannesen listmiðlari og dugir sera væl at greiða frá sínum egna verki. Hann greiðir frá, at vatnlitsmyndirnar hava havt serligan týdning fyri hann. Um hesar skrivar hann m.a. soleiðis: ”Havi alt mítt liv gjørt vatnlitsmyndir. Faðir var sjómaður og sigldi víða um. Hann var mangan í Grimsby og í Arberdeen og seldi fisk aloftast við trolara. Ofta keypti hann mær litstiftir og farviladu, sum vóru góðir lunnar at fáa inn um dyrnar á Bakkanum í Fuglafirði, og brúkti eg hesar litir í skúlanum, tá ið vit høvdu tekning. Pápi plagdi at seta seg við síðuna av mær, og sjálvur gera onkra vatnlitsmynd. Havi eina hangandi framman fyri mær, har eg dag og dagiliga siti við telduna sum hann gjørdi í 1955. Hetta er ein slupp, hann hevur teknað við seglum og hevur skrivað “ Star of Hope” úr Fuglafirði, sum var ein slupp, sum hoyrdi til bygdina. Her er sin slupp við fullum seglum, sum hevur leitt meg gjøgnum alt lívið um dalar og skørð, hálvar skjøldrar, inn til grannan, ymisk andlitsbrøgd, hugamyndir við mannakroppinum, tónleikarum saman við krokudilluni o.s.fr”. Hjartaliga vælkomin inn á gólvið, har fæst bæði vín og kaffi, men tað ber eisini til bara at hyggja at myndunum í Víngarðinum.

Víngarðurin foto 2.jpg