Tónar taka skap - Ummæli

Fríggjadagin 3. september læt framsýningin "TÓNAR TAKA SKAP" upp á Listasavni Føroya. Har var tónleikur – Anthony Charles diskaði - fitt av fólki høvdu leitað sær til upplatingina, temaið var pink og lagið var avbera gott. Leiðarin á Listasavninum, Karina Lykke Grand var eisini í pink – hon beyð vælkomin og greiddi frá listaligum fyrimyndum hjá Heiðriki um aldarskiftið kring 1900 frá symbolismuni, art noveau og teimum sonevndu prerafaelittunum. Síðani greiddi Heiðrikur sjálvur frá sínum arbeiði og týdningarmikla leiklutinum hjá vinmanninum, scenografinum, Sámali Blak, sum hevur pallsett listina hjá Heiðriki á framsýningini, sum teir báðir hava ment saman í Listasavninum. At enda sang Guðrið Hansdóttir nøkur løg og so vóru pinklittir drinks, øl og rosévín, umframt góðir spritubitar at fáa.

Í maskinrúminum

Ætlanin við framsýningini var sambært tíðindaskrivi frá Listasavninum at geva innlit í listaligu tilgongdirnar frá tónleiki til visuellan samleika hjá fjøllistamanninum Heiðriki á Heygum og at geva áskoðarunum høvi at kaga inn í hansara arbeiðsrúm og síggja hvussu hann arbeiðir við t.d. at umskapa tónleik til visuellan samleika og úttrykk. Hetta eydnast rættiliga væl; mann fær eina kenslu at vera í maskinrúminum hjá listamanninum uttan tó, at framsýningin heilt fær foldað út hansara kreativitet. Til tað er nakað trongt í aftasta hølinum í Listaskálanum, har sum Steinprent plagdi at húsast. Gjøgnum eina ørgrynnu av storyboards, plakatum, búnum, rekvisittum, plátum, skitsum og øllum møguligum memorabilia verður arbeiðsgongdin hjá Heiðriki lýst í einum gesamtverki av einari nostalgiskari uppseting, sum minnir um eitt ungdómskamar frá trýssunum og sum sostatt tykist vera júst í rætta anda um hugsað verður um nostalgiska listamannin. Heiðrikur lítur ofta aftur í tíðina bæði innihaldsliga og eftir stílsligum íblástri. Annars hugsi eg, at mann kann siga, at dentur í uppsetingini er lagdur á videoverkini og tað er rætt disponerað, tí tað er her og ikki minst innan tónleikin, at vektin liggur higartil í verkinum hjá Heiðriki á Heygum.  

Gávuríkur og fjølbroyttur

Heiðrikur á Heygum er ómetaliga gávuríkur innan so mong øki og hevur útbúgving innan film og myndlist; BA frá Listaháskúla Íslands og leikstjóri frá danska filmskúlanum Super16. Tá eg sjálv hugsi um verkið hjá Heiðriki, stendur ikki minst tónleikaútgávan Funeral sterk í huganum sum eitt samanhangandi, vakurt og djarvt høvuðsverk. Ein tónleikaútgáva, sum í tónum, teksti og visuelt lýsir fortíðina hjá listamanninum sum ungur LGBT´ari í Føroyum - dukkufilmurin til hittlagið Monster (hann er við á framsýningini) er nemandi at síggja eisini í dag, eins og vakri filmurin Aldur um svimjiommuna í Vestmanna, Sigarett um longsulsfullan ungdóm í Havn og effektivi nøtrifilmurin Skuld somuleiðis sita eftir í minninum og vitna um eitt breitt talent, ið gongur fleiri vegir eisini innan tey einstøku listasløgini. Í fleiri av sjónbandaløgunum er Heiðrik inspireraður av listafólkum sum Michel Gondry og Chris Cunningham sum hann endurgevur á ymiskan hátt og til tíðir nokk so tætt.  

Lív í Listasavnið

Uppsetingin hjá Sámali Blak riggar væl, ikki minst videohølið við beinkjum, har áskoðarar kundu sita og uppliva nøkur útvald sjónbandaløg hjá Heiðriki. Framsýningin kundi fyri mær bara verið hesin parturin ella skuldi hon verið størri í vavi. Men um ætlanin er at faa lív í Listasavnið og at fáa yngri áskoðarar at møta, so er mission accomplished við hesum smærri framsýningunum, sum Listasavnið er farið í holtur við og tað er í grundini ikki hissini. Men fyri meg sum áskoðara tykist tað heldur enn ikki ørkymlandi fyrst við eini móttøku, sum gongur fyri seg millum verkini á framsýningini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og bøkur og tinganeyst í handils- og caféøkinum. Síðani skulu vit oman ígjøgnum framsýningina um Heimstaðin við nýggjum og eldri verkum fyri at koma til installatiónina hjá Sámali um verkið hjá Heiðriki.

At blása við mjøli í munninum

Hurlivasan skulu listamenninir neyvan lastast fyri – hetta kemst av eini umskipan av framsýningarvirkseminum í Listasavninum, sum roynir at ganga øllum á møti og sýna fram bæði unga samtíðarlist, crossover verkætlanir og umboða ta gomlu listasøguna samstundis sum mann stríðist við alt ov trongar hølisumstøður og tað er í roynd og veru hetta, sum hevur við sær, at framsýningarnar hjá t.d. Aldu Mohr Eyðunardóttir og Heiðriki á Heygum gerast ov avmarkaðar í stødd. Vit trongja til eitt føroyskt samtíðarlistasavn, so at Listasavn Føroya kundi miðsavna seg um ta gomlu klassisku modernistisku listina. Sjálvandi ber tað væl til at blása við mjøli í munninum, men tað blívur óruddiligt og hvat er tað so eg royni at skriva? Jú, at tað er gott, at Listasavnið er nóg dynamiskt til tess at rúma ungari og øðrvísi list, men at tað ikki nyttar at gera nakað hálvt og als ikki, tá tað snýr seg um presentatión av yngri list. Tað, sum mann ger, má mann gera fullt og heilt. Listasavnið er okkara hægsti (einasti) almenni listastovnur, ið ikki bara má vera garantur fyri listarliga góðsku, men sum ikki minst má taka atlit til listina og listafólkini og geva teimum framsýnandi virðiligar karmar og pláss til at framsýna í.

Karina Lykke Grand og Heiðrik á Heygum hildu hvør sína røðu.jpeg
Heiðrikmynd.jpeg
Tónar taka skap.jpeg
Nógv fólk í framsýningini.jpeg
Arbeiðsborðið hjá Heiðriki.jpeg