EG ERI ELDGOSIÐ - vernissage
/Anna Malan Jógvansdóttir sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 1.mai klokkan 15-17 letur listaframsýningin EG ERI ELDGOSIÐ hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Sæð burtur frá eini uppheinging á Reinsarínum, sum var gjørd í sambandi við framløguna av bókini Psykosudrottningin sigur frá, er hetta fyrsta serframsýning hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Á framsýningini í Víngarðinum er eitt úrval av tusjmyndum á pappír. Myndirnar eru figurativar, dekorativar og kunna við sínum bjørtu litum og greitt defineraðu, ævintýrkendu skapum kanska tykjast góðvarnar, fittar ella naivistiskar. Naivisma verður brúkt um sera ymiska list, ið miðar eftir at brúka eitt góðvarið, barnsligt ella upprunakent myndamál, ið minnir um barnatekningar og eitt myndevnisval, sum ofta er merkt av friðsælu og gleði. Tó at myndirnar hjá Onnu Maluni á skræðuni taka seg rættiliga litfagurt og lutfalsliga einfalt út uttan dýpdarperspektiv og ljós og skugga ella nakað annað slag av realistiskari illusionismu, hómast innihaldslig dýpd og álvarsemi í hesum verkum. Í fleiri av myndunum sæst ein kvinna miðskeiðis í myndarúminum. Í eini lýsandi gulari mynd amast grammir, grønir drekar uppi í kvinnuni mitt í myndini. Men kvinnan er sjálv ikki fyriuttan megi og mátt – hon hevur bæði spískar tenn og kløur á bæði hond og fót og er við sínum reydligu flættum als ikki ólík teirri bummsterku Pippi Langsokki, so hon skal nokk klára seg. Sostatt er ein øgilig megi í hesum myndunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, ið varpa ljós á valdsgerðir, men sum eisini fagna lívi og náttúru, blómum, kyktum og djórum við symbolløddum myndamáli. Symbolini tykjast um somu tíð upprunalig og frásagnarlig sum í gomlum ævintýrum ella fólkavísum við drotningum og kongum, fuglum, drekum og slangum. Men talan er um samtíðarlist og samtíðarkenslur, sum eru ílætnar ævintýrmyndamál. Tøkniliga er tað áhugavert, at Anna Malan velur at taka útgangsstøði í gentumiðlinum yvir allar gentumiðlar; teirri didduligu tusjtekningini, men tusjirnar eru dygdar- og haldgóð listaamboð og hyggja vit eina løtu, síggja vit, at gentan er eitt satt spreingigos av ótálmaðum kenslum og lívi. Framsýningarheitið kemur úr eini yrking hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, har kvinnuliga yrkjaraegið verður knýtt at eini goysandi vulkan: ”sært tú mína vreiði nú?/ sært tú eg eri eldgosið/ sum brýtur út/ mín magma/ rennur reyð/ tjúkk/ allastaðni.” Myndamálsliga hava bæði yrkingar og myndir hesa somu styrkina og uppreistrarhugin, ið gevur hugasamband við Metoo-rørsluna. Framsýningin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir verður hangandi í Víngarðinum í mai. Hjartaliga vælkomin til vernissage.
INDUSTRIAL BONDAGE - vernissage
/Hetta var eitt ordans listavikuskifti við óvanliga væl vitjaðum framsýningarupplatingum. Í gjár læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, INDUSTRIAL BONDAGE upp. Talan er um eina maksimalistiska framsýning út yvir tað vanliga við nógvum sansaligum upplivingum og assosiatiónsmøguleikum. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.
Til minnis um Gunnar
/Eitt óstøðugt ljósmynstur rakar stovuveggin. Sólskygdur morgun. Kanska er várið endiliga komið? Í dag letur Várframsýningin upp. Náttúran vaknar og svarar list og fuglalát í garðinum. - Men eina løtu er tað sum steðgar alt upp, tá eg lesi og skilji, at Gunnar Hoydal er farin í annað ljós. Enn ein partur av trygga manngarðinum út móti einkisleikanum er farin. - Rúm tíð er gingin, síðani eg seinast sá hann, Gunnar og bæði hann og Jette hava verið inniliga saknað til allar ferniseringar og tiltøk, sum hava verið hildin, síðan hann ikki longur kundi vera við meira.
Gunnar var maður, pápi, abbi, yrkjari, arkitektur, sangskrivari og listmiðlari. Hann var tvíburðabeiggi Kjartan, ið andaðist fyri fimm árum síðani. Avrikið hjá Gunnari Hoydal er stórt og breitt. Tað fevnir um arkitektur, at skipa fyri, at tekna, at varðveita og at siga frá byggilistini. Avrikið kenna vit ikki minst gjøgnum sangirnar, sum hann m.a. skrivaði til systir sína, Anniku. Skaldsøgan "Undir suðurstjørnum" hevur fingið status sum nýklassikari og harumframt skrivaði hann skaldsøgurnar “Dalurin fagri” í 1999 og “Í havsins hjarta” í 2007. Í 2002 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Gunnar Hoydal skrivaði eina rúgvu av greinum, ritroyndum og týðingum - í løtuni njóta vit her í húsinum hansara frálíku týðing av Harry Potter. Gunnar Hoydal hevur verið við á so mongum mótum, har arbeitt hevur verið fyri list og mentan, eitt nú var hann fyrsti formaður í Listafólkasambandinum LISA í fýrsunum, tá fá vistu hvussu týdningarmikið eitt tílíkt felag er fyri bæði listafólk og samfelagið sum heild. Hann hevur eisini verið formaður í Rithøvundafelagnum, har hann var heiðurslimur. Hann var limur í nevndini í Mentanargrunni Løgtingsins og var stýrisformaður í Listasavni Føroya, tá tað leikaði harðast á í listastríðnum. Eisini tá undir torførum umstøðum úttalaði hann seg djarvt og visionert við virðing fyri listarligum serkunnleika. Hesa virðing og henda áhuga merktu tey í Steinprenti og í grafikkfelagnum Steinbrá, har hann var ein av ítastu stuðlunum. So leingi sum tað bar honum til, var Gunnar Hoydal aktivur partur av føroyska samfelagnum. Tann, sum lesur hansara tekstir, fær varhugan av einum sera sosialum hugsunarhátti, har tað eru "vit", sum síggja og uppliva og har sjónarhornið altso ofta er hjá fleiri persónum. Við inniligastu samkensluheilsan til tey nærmastu hjá Gunnari, siga vit takk fyri hann við eini vikuyrking, sum stóð í Dimmalætting herfyri.
Gunnar Hoydal gav í 1987 út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Hús úr ljóði. Mæti býararkitekturin hevði tá laðað eini poetisk hús úr kenslum og litum og við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka. Yrkingin er lutfalsliga drúgv, hon tekur seg sosialt og atfinnandi upp í lýsingini av ymsum bústaðum, har ”vit” hava búð. Í fyrstani er huglagið sostatt heldur myrkt við húsum, ið minna um fongsul og bumbuskýli. Yrkingin fær samfelagskritiskt bit, tá tosað verður um rændar verjugarðar av ovuráti. Víðari verður varpað ljós á heimloysi, ein trupulleika, sum eftir øllum at døma ikki er nýggjur her um leiðir, tí tey eru mong, sum alt ov væl munu kenna seg aftur í reglunum um at hava búð so leingi í kjallarum gjørdum úr heimloysi og harmi, at vandi er fyri at missa seg sjálvan og sína rødd burtur. Miðskeiðis í yrkingini kemur eitt avgjørt ”Nú” og her vendist lagið og gerst meira positivt við áræði at byggja eini nýggj hús úr viti og dirvi og góðum menniskjaligum førningi. At enda broytist yrkingin og verður til eina kærleiksyrking.
Húsini
Í so nógvum húsum hava við búð
so nógvir veggir
so nógvar dyr
so nógvir karmar við rimum fyri
og við farnum rútum.
Í bumbuskýlum hava vit búð
stoyptum úr nátt og eldi
lokaðum við øsku og ótta
umgirdum av oyðimørkum
í okkara geislandi hjørtum.
Í skansunum hava vit búð
aftan fyri verjugarðar av ovuráti
rændum frá heimsins svøltandi
og laðaðir so sterkir
at bara byrsumúlarnir
hoyra skotriðini í okkara æðrum.
so leingi hava vit búð í kjallarum
gjørdum úr heimloysi
og bróstaðum innan við harmi
at røddirnar kámaðust
og eiturfon veiftraði í okkara andadrátti.
Nú er tíðin komin
at grunda av nýggjum
úr drúgvum starvi
er tilfarið vaksið
til sterkari grindir:
Eitt hús úr kenslum
borið av huga
styrkt av viti og dirvi
og við látri út gjøgnum allar gluggar
varmin er til
hann rennur kaldur eftir bakinum
andlitið er opið
og tárini dryppa niður í urtagarðarnar
ímóti skansunum stendur samkenslan
ímóti ræðsluni hugurin
gleðin og longsulin
ferðast í grønum frumskógum
kærleikin og tann reyða ástin
bíða á hvørjum húsarhorni
at taka teg av fótum
og syfta teg óvardan
inn í látur og grát .
Eitt hús úr litum
við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka
eitt hús úr vøkstri
har eg komi óbiðin til tín
og tú tekur ímóti við ongum spurningum
elskaða,
unnusta mín.
INDUSTRIAL BONDAGE
/Jón Sonni Jensen sýnir fram í Steinprenti
Leygardagin 17.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti við verkum hjá Jón Sonna Jensen. Framsýningin INDUSTRIAL BONDAGE er myndað av spildurnýggjum verkum, ið øll eru framleidd til framsýningina. Eisini verður givið út eitt framsýningarkatalog við myndum og teksti, sum Kim Simonsen hevur skrivað í sambandi við framsýningina.
Tað enska framsýningarheitið tykist altjóða hugsað og tað sama kann sum heild sigast vera galdandi fyri framsýningina, ið er myndað av standmyndum, relieffum og objektum. Heitið er sett saman av tveimum hugtøkum, ið koma frá hvør sínum universi, ið hvørki tykist hava nakað við list at gera sum so. Tað fyrra, INDUSTRIAL sipar jú til maskinir og okkurt slag av skipaðari vøruframleiðslu úr ráevnum á verksmiðjum ella við maskinamboðum, meðan tað seinna BONDAGE upprunaliga sipar til trælahald og at vera í fjøtrum. - Í dag verður tað kortini mest brúkt til at lýsa eina seksuella praksis, har ein verður kynsliga øst av at verða bundin og dominerað. Men hvussu skal samansetingin tá skiljast? Eg hugsi, at framsýningin, sum sami listamaður hevði á Granskingarsetrinum Inova fyri nøkrum árum síðani, kann geva okkum eina ábending. Tí hon hevði somuleiðis eitt sera samansett heiti, Viscera Construct, ið ávikavist sipar til bleytar innvølir og harða byggiverkfrøði. Listamaðurin hevur also áður roynt hesa mannagongdina við mótsetningum í framsýningarheitinum, ið hevur við sær eina rúgvu av assosiatiónum, sum ofta fara í hvør sína ætt. T.d. í mun til eitt verk, sum hongur á vegginum og sær út til at vera sett saman av tveimum tilfarum, sum ovast minnir um ljósareytt skúm sum í einum vaskisvampi, meðan tað niðara minnir um gips. Verkið er kvadratiskt, men við fýrkantaðum innvikum í erva og í neðra og millum hesi bæði heldur eitt silvurlitt folie eftir øllum at døma pørtunum saman í eini dynamiskari rørslu, sum gongur á skák. Rukkurnar í silvurlitta tilfarinum eru spentar og minna í skapi um eitt bind fyri eyguni samstundis sum tað líkist einum pakningi í onkrum byggjaríi. Her verður also latið upp fyri tveimum sera ymiskum søgum.
Í sambandi við framsýningina hevur Jón Sonni Jensen arbeitt á verkstaðnum við steinprenti í eina tíð – hesi prent verða at síggja á framsýningini. Steinprentið er um somu tíð eitt einfalt og komplekst tøkni í og við, at tað fevnir um eina serstakliga umstendiliga prosess, sum krevur, at listafólkið dugir at hugsa bæði mannagongd og harvið ta komandi myndina ígjøgnum. Tey lata væl at á verkstaðnum, so tað verður spennandi at síggja litografiskar debutmyndir eisini.
Jón Sonni Jensen hevur líka síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Tað er polyurethan-skúm, gips, latex, nylon reimar og mylar (silvurfolia). Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar nakað náttúrliga kroppsligt og nakað, sum beint tvørtur í móti er ónatúrligt og kunsturligt. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila. Hetta er ein trídimensjonal framsýning, sum skal upplivast við øllum kroppinum í Steinprenti, við øðrum orðum: Far og hygg!
Tróndur Patursson í fokus
/Í gjár frættist, at ætlanirnar um at seta upp ein 17 metrar høgan glaskross hjá Tróndi Patursson á Høganesi á Toftum eru sleptar. Tað eru mong fegin um og tað er gott, tó at gleðin ikki er líka larmandi sum øðin um krossverkið var. Eg havi skrivað eina grein í Dimmalætting, sum kemur í dag, um krossin ella um kjakið, ið stóðst av ætlanunum.
Nú um dagarnar varpaði KVF út ein nýggjan listadokumentar við heitinum, Ringurin í Atlantis um listaverkið hjá Tróndi Patursson, sum varð veruleiki og kundi upplivast á fyrsta sinni, tá Eysturoyartunnilin læt upp fyri jól í fjør. Tað eru teir báðir, Hans Petur Hansen og Ivan Hentze Niclasen, ið hava gjørt filmin, sum er áhugaverdur, upplýsandi og í grundini serstakur, tí tað er sjálvdan, at samtíðarlistin á henda hátt er í fokus í sjónvarpinum. Og Tróndur Patursson syrgir sjálvur fyri, at tað er tað listarliga, sum er í fokus, tí hann er sjálvur ein fínur listmiðlari. Í februar koyrdi eg sjálv á fyrsta sinni gjøgnum Eysturoyartunnilin og skrivaði ummæli til Dimmalætting. Ummælið er her undir - Her er leinki til dokumentarin: https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=122364
Tíðarleys tunnilslist
-Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir. – Hetta sigur Tróndur Patursson við meg á veg í Eysturoyartunnilin.
Tíð er á so mangan hátt týdningarmikil partur av samtíðarlistini og í nýggja verkinum hjá Tróndi Patursson í Eysturoyartunlinum er tíðin avgerandi. Fyri tað fyrsta er tíðin ein grundtreyt til tess at uppliva verkið. Hetta er jú ikki ein málningur, men ein rund standmynd, sum tú koyrir framvið ella rundanum og sum tú harvið upplivar í tíð. Stóra ljós- og stálverkið, ið fevnir meira enn 80 metrar í heimsins fyrstu rundkoyring undir sjónum hevur bara tikið eitt ár at framleiða. Tróndur Patursson varð spurdur fyri bara einum ári síðani um hann vildi vera við í verkætlanini, men hann hevur arbeitt nógv og hart hetta seinasta árið og sonurin, Brandur Patursson hevur eisini hjálpt honum væl, sigur hann.
Ljós
Hesum greiðir listamaðurin mær frá ein hvítan kavatýsdag fyrst í februar. Vit sita í hansara stóra, gráa rugbreyði á veg til Eysturoyartunnilin, sum eg nú skal síggja á fyrsta sinni. Eg havi bíðað eftir røttu løtuni ella eftir teimum røttu ljósunum, tí eg eri greið yvir hvussu stóran týdning ljósini hava í einum tílíkum verki. Tað øvugta sæst alla møguliga staðni kring landið, har vit hava fingið eina merkiliga kensludeyva ljósseting, ið als ikki tekur atlit til umhvørvið. Eitt serliga keðiligt stað er á trappuni í Vágsbotni, har syntetiskt diskoljós tekur tað áður so fína og fjálga kvøldarútsýnið yvir á kirkjutornið og klokkuna í Havnar kirkju. Sama er galdandi fyri fossar og aðrar náttúruperlur, sum við bíligum litaðum ljósi verða vanbøttar og í grundini minkaðar niður í turistbrosjurustødd. Eg veit ikki hvør finnur uppá at seta ljósini upp og eg havi ikki møtt nøkrum, sum dámar tað.
Tróndur sigur, at tunnilin var liðugur ov tíðliga. Tá vóru tey røttu ljósini ikki komin fram og tí var okkurt annað sett fyribils. Beint áðrenn vit koyra inn í sjálvan tunnilin fara vit ígjøgnum nakrar elegantar, bogaðar hvítar stengur ella portalar, sum Eyðun Eliasen, arkitektur hevur teknað. Hesir sýnast funktionellir og vakrir og tað sama er galdandi fyri ljósdesignið gjøgnum allan tunnilin, sum sami arkitektur stendur fyri. Óheppið haldi eg tað tó vera, at arkitekturin brúkar litað ljós í byrjanini og seinni í tunlinum, tí mann heldur hetta hanga saman við listaverkinum og tað ger tað nettupp ikki serliga væl, frástøðan er ov stór millum litaðu ljósini har.
Atlantis
Vit koyra nokk so leingi nøkulunda beint fram uttan, at tað hendir tað stóra. Eitt sindur huldusligur og drúgvur tunnil og heilt løgið er tað at hugsa sær, at mann nú er onkrastaðni undir firðinum, sum mann annars altíð hevur koyrt rundanum, men so dagar brádliga blátt ljós fyri framman og so er berømta jellyfish-skapið har mitt í Atlantis. Tunnilin er eitt sindur trølsligur, og bláa, reyða og grøna ljósið er djúpt, intenst og ekspressivt og nakað heilt serligt at koyra inní. Tróndur sigur, at verkið í útgangsstøði er skapt eftir praktiskum atlitum. Tá tankin kom at lýsa miðsúluna upp, gjørdist skjótt greitt, at hetta ljósið ikki mátti blenda bilførararnar og at tað tessvegna fór at gerast neyðugt við einum skermi. Tróndur helt sjálvur, at súlan tóktist eitt sindur ber ella endaleys niðri við fundamentið og harvið kom hugskotið at seta eitt slag av skermi upp har. Í staðin fyri at brúka vanligt stál, ið sambært listamanninum er eitt sindur keðiligt, deytt og mekaniskt og minnir um bilar, so valdi hann at brúka sonevnt cortenstál, ið fær ein vakrari rustaðan lit. Men so var tað hvat hesin skuldi ímynda. Hann hugsaði fyrst um okkurt slag av landslagi og om onnur myndevni, hann hevur brúkt, men kom skjótt í tankar um menniskjaskapið: “Eg avmyndi ikki ofta menniskju, men fór at hugsa um tingstaðir, sum vit hava havt kring allar Føroyar og so tað, at henda rundkoyringin onkursvegna er ein miðja í Føroyum, sum fer at savna fólk. Av hesum kom hugskotið at skera tilfarið út, so at tað líkist menniskjum, sum áskoðarin sær eins og skuggamyndir. Hetta eru vit føroyingar, sum hóast alt standa saman, lið við lið, vit sum hava liva her í øldir eisini tá tað ikki var lætt at lívbjarga sær her”.
Eitt logandi bál
Sjálv súlan mitt í rundkoyringini er ótrúliga imponerandi bæði tí hon er so stór, men eisini tí hon sýnist halda øllum rúminum uppi. Litirnir flóta saman, blátt og reytt verður violett og ljósliturin tykist livandi og skærur sum var eitt logandi bál innanfyri ella ein lýsandi fossur. Eg komi alt fyri eitt í tankar um tvey listaverk hjá Tróndi Patursson. - Tað eina er ein vatnlitamynd, sum stendur á permuni á eini kvæðabók hjá Marianne Clausen, kanska er hetta okkurt slag av dansiringi í bláum og reyðum – eg nevni hetta fyri Tróndi, sum nikkar og sigur seg hava gjørt sær stóran ómak við at gera skapini av øllum persónunum ymisk, so at individualiteturin hjá hvørjum einstøkum traðkar fram. Støddin er monumental, tann hægsti figururin er 3 metrar høgur og so niður til 1.80. Hetta við dansinum er annars ein vælkomin assosiatión, skilji eg, av tí at kvæðini hava givið okkum so nógv og hava so alstóran týdning í okkara mentan og máli. Samstundis er tað sjálv samanhangskraftin, sum tað snýr seg um, sigur listamaðurin.
Tað dionysiska vertshúsið
Eg sigi við hann, at hitt listaverkið, eg kom í tankar um, er Vertshúsið í Havn frá fyrst í hesi øldini, ið Tróndur prýddi inni sum totalinstallatión við bæði málarí, glaslist og spegling. Hølini vóru málað við sterkum “Trónd-litum”, barrin var eitt stórt, glógvandi glaslistaverk. Í loftinum hekk ein veldigur bláur glashvalur og lampurnar vóru naknar kvinnubulmyndir. Tað var Tivoli, ramasjang, suggestión og too much uppá allar møguligar mátar. Eitt kvøldið, tá Vertshúsið júst var latið upp, møtti eg listamanninum har og forvitnaðist um um hvørjir tankar lógu í hesum óvanliga ótálmaða verki. Eg minnist so væl svarið - ikki neyvu orðingina, men innihaldið, sum gekk út uppá, at tað var ov keðiligt at vera til um man bara skuldi gera sovorði, sum mann var púra vísur í fór at halda. – “Onkuntíð mást tú leypa á bláman og so finna út av seinni um tú grynnur ella um tú druknar ella bara fánar av tíðarinnar tonn”. Vertshúsið fekk eina vána lagnu og slapp hvørki at fána ella at skína. Kanska var ølið ov bíligt ella ov einstáttað, men tað var prýðingin, sum fekk toyggið. Í eini roynd at fáa fleiri gestir at trívast har vóru veggirnir málaðir ljósir og henda normaliseringsroyndin var í veruleikanum at oyðileggja verkheildina. Um Vertshúsið hevði verið varðveitt, hevði tað verið ein av kulturperlunum í Havnini. Eg hugsi, at tað verkið kom ov tíðliga. Tí tíð hevur týdning og fyri tjúgu árum síðani skiltu fólk ikki verkið og hildu tað vera smakkleyst og ólátað og tey spældu punktónleiki í kjallaranum – møguliga var reaktiónin eisini tengd at gomlum føroyskum truplum, skuldfestum viðurskiftum við rúsdrekka.
Eitt høvuðsverk
Eg spyrji Trónd um hvussu hann heldur, at hetta nýggja verkið skal síggjast í mun til restina av hansara verk og hann svarar, at talan í øllum førum er um eitt tað størsta verkið hann hevur gjørt, men at tað annars er upp til okkum áskoðarar og tíðina at meta um. Saman við einum parkeringshúsi í Vejle, ymsum konteynaraverkunum, kosmiskum rúmum, glas- og ljósprýðingum úti og inni og øllum hinum verkunum á eini serstakari virkisleið, er listaverkið í Eysturoyartunlinum eitt høvuðsverk hjá Tróndi Patursson. Uppgávan at gera eitt verk undir sjónum má hava verið fantastisk í sær sjálvum hjá einum listamanni, hvørs verk í stóran mun er grundað á havið og á upplivingar, hann hevur havt av havi, himmal og kosmos á søguligu sjóferðum sínum. At tað eydnast so væl kemst av væl hugsaða einfaldleikanum og menniskjaleikanum, ið tekur umstøður áskoðarans við og ger, at áskoðarin fatar verkið eisini í ferðini á veg í gjøgnum og fram við verkinum.
Meðan vit bíða eftir ódn og uppreisn
/Leygardagurin millum Langa Fríggjadag og Páskadag er ein løgin dagur, sum liggur ímillum tveir av teimum ordiliga tungu kristnu heiligdøgunum. Hesin leygardagur reyði er sambært bíbliusøguni merktur av bíðistøðu, tá Jesus liggur í grøvini og tað yvirhøvur sær eitt sindur svart út tað heila. Ovasti málningurin er altartalvumynd í Havnar Kirkju - tað er Kristi Gravlæggelse hjá Ditlev Blunck frá umleið 1825 (smb Statens Museum for Kunst, ið eigur málningin). Vit síggja alt fyri eitt á hvíta lina kroppinum, at Jesus er deyður. Krossarnir upp móti reyða vesturskininum siga søguna um hvat Jesus er deyður av meðan kropsmálið hjá teimum livandi sigur okkum eina nemandi søgu um kærleika, sorg og samanhang. Á steinprentinum hjá Torbirni Olsen, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2005, er Jesus somuleiðis steindeyður - tað lirrar ikki í honum. Kortini vísir radikala, diagonala kompositiónin okkum, at støðan ikki er blívandi. Her fer at henda nakað, kompositiónin og litljósini í myrkrinum vísa vón um komandi uppreisn.
Tað er páskaleygardagur. Vit bíða eftir uppreisn og kavaódn, men enn er veðrið upplagt at gera sær ein framsýningartúr. Hesar dagarnar er síðsti kjansur at síggja ella enduruppliva listaframsýningarnar í ávikavist Listasavninum og Steinprenti. Í Listasavninum endar serframsýningin um havið 5.apríl og í Steinprenti er tað framsýningin hjá Onnu Seppälä, ið verður rundað av og kann síggjast í dag, leygardagin 3.apríl, týsdagin 6.apríl og mikudagin 7.apríl.
Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin. Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Ístaðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19.øld. Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon framsýndi á fyrsta sinni fyri góðum tjúgu ár síðani.
Á framsýningini í Listasavninum eru verk eftir hesi listafólk: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Torbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen, Tóroddur Poulsen o.o. Á Listasavninum er opið leygardag frá 13-16. Í Steinprenti er opið leygardag frá 14-17.
Málningurin her undir er við á framsýningini í Listasavninum. Tað er Kjalarvørrur, sum Mikines málaði í 1929, tá hann hevði gingið á kunstakademinum í eitt ár. Karl Niclasen - Karl í Bókhandlinum keypti málningin, sum Grunnur H.N.Jacobsens eigur. Sambært Bárði Jákupsson er hann málaður umborð á Tjaldrinum á staffeli, sum Mikines setti upp afturi á bátadekkinum. Tað er áhugaverd upplýsing, tí myndin hjá 23 ára gamla listamanninum sýnist ikki serliga impressionistisk. Dentur verður heldur lagdur á eitt dreymakent og romantiskt huglag. Hesin kjalarvørrur sigur eina søgu um menniskjans spor og hvussu lítlan týdning, vit hava í stórbæru náttúruni. Kompositiónin er dynamisk við einum kjalarvørri, sum gongur á skák gjøgnum myndarúmið - um eina lítla løtu er hann horvin sum ein hvørvisjón.
Her í húsinum hongur ein onnur mynd hjá Mikines av havinum, sum eisini er málað í 1929 - sí niðastu fotomynd. Eisini her er sjónarringurin høgur. Grátt er í veðrinum og aldurnar eru at síggja til um at bróta sær veg út úr myndini. Men heldur enn at úrslita í einum gamalsligum náttúruromantiskum málningi, tykist myndin hjá Mikines í stóran mun at snúgva seg um málarí. - í báðum havmyndunum er tað sum bjóðar Mikines báðum elementum av; havinum og málarínum.
KVIR
/Eitt nýtt føroyskt poddvarp er sett á stovn við heitinum, Kynsvillingarnir. Sambært luttakarunum er talan um eitt sonevnt kvir poddvarp, sum hevur í hyggju at hugleiða og ráðgeva um kvir sex, kærleika og samleika - og alt har ímillum! Men hvat er kvir og hvørnn týdning hevur fyribrigdið í list og mentan?
Kvir er føroyskt fyri queer, sum í beinleiðis týðing er eitt lýsingarorð, ið merkir løgin ella margháttligur og áður hevur verið brúkt vanvirðisliga sum slang um samkyndar menn á enskum. Í dag er orðið tikið aftur av teimum, tað upprunaliga var brúkt um, og verður brúkt seriøst og í víðum týdningi sum hugtak, ið fevnir um kynsminnilutar, also grundleggjandi øll menniskju, sum ikki eru hinskynd. Í akademiskum høpi verður hugtakið nýtt í sambandi við gransking av kynsleiklutum og samleika við atliti til korini hjá kynsminnilutum. Serliga á amerikanskum universitetum, men eisini aðrastaðni verður granskað í queerhugtakinum og queerástøði.
Kynsvillingarnir
Tey trý, Dina Barbara Abrahamsen, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, sum hava stovnað poddvarpið, brúka heitið Kynsvillingarnir - eitt ikki serliga gott orð, ið tíverri enn livir sítt fríska lív í Sprotanum sum føroyska orðið fyri tað enska ”homosexual”, har tað stavast uttan s í miðjuni. Kynvillingur er bæði við og uttan s eitt vanvirðiligt orð, ið indikerar, at ein persónur er vilstur í kynum og ikki finnur leið sína fram. Mann kann kanska siga, at teir tríggir stovnararnir av poddvarpinum við sínum heiti taka orðið aftur. Tey ”owna” tað, sum tað eitur á nýføroyskum og gera hetta við yvirskoti og humor og kanska tí tey eru vill við kyni heldur enn vilst. Í øllum førum er kyn stórur partur av prátinum, eisini av presentatióninum, tá tey siga hvat tey eita og gera osfr. Tey upplýsa heilt natúrliga hvat teirra pronoun er, tvs. hvat kyn, tey kenna seg sum og hvat ella hvørji kyn tiltrekkja tey. Ein av luttakarunum í orðaskiftinum er t.d. panseksuel – tá kann mann vera drigin at einum og hvørjum menniskja, eisini at teimum, sum ikki passa inn okkara vanligu, sonevndu bineru fatan av kyni sum verandi antin maskulint ella feminint. Tey trý eru nokk so bersøgin og flenna nógv í hesum poddvarpi, sum longu við 2.parti er vorðið betri, eisini tí mikrofonin er betri. Samrøðan, ið á ymiskan hátt nertur við eina kenslu hjá einstaklingum um ikki at passa inn í samfelagsbygnaðin, er djúptøkin og eigur at vera tikin í álvara. Tað er eisini beinleiðis hjartanemandi at hoyra Dan Helga í Gong greiða frá hvussu hann hevði tað í kynsbúningarárunum, tí hann føldi eitt ávíst ósamsvar millum sín samkynda samleika og sína trúgv. Ófrættakent er at hoyra tey tosa um, at LGBT´arar í samkomum føla seg heimleys sum trúgvandi, tí samkoman ikki góðtekur teirra kynsliga samleika. Sagt verður, at trupulleikin við vantandi accept er størri í samkomum enn í fólkakirkjuni.
Heteronormativ list
Sjálv má eg viðganga, at eg ikki havi verið serliga tilvitað um fyribrigdið kvir í sambandi við list og mentan. Men tá eg hugsi meg um, eru tílík signal í nógvum av tí, ið var frammi í fýrsunum, í móta, tónleiki og list. Í reklamum hjá Calvin Klein, í videoløgum t.d. The Chauffeur hjá Duran Duran og Smalltown Boy hjá Bronski Beat, sum vit dyrkaðu á ungum døgum. Á eini framsýning í Steinprenti hjá Hans Paula Olsen fyri nøkrum árum síðani við hópin av modeltekningum og standmyndum, prátaði eg við ein samkyndan vinmann, ið saman við mær hugdi at øllum teimum naknu crocquisfigurunum. - Jú flott var tað helst, helt hann, men tað segði honum ikki tað stóra. Eg vísti á, at eisini naknir menn vóru á tekningunum, men hetta gjørd tað sama, tí úttrykkið var so heilt øgiliga hetero, segði vinmaðurin. Síðani havi eg hugsað nógv um hvussu kynsleiklutir kunnu ávirka listarliga fatan og úttrykk.
The Chauffeur (Duran Duran)
Marknasteinar
Fyrsta stóra samlaða kvira listaframsýningin í USA var á Smithsonian í 2010. Um hugsað verður um hvussu langt frammi USA annars er innan LGBT-økið, tykist tað undrunarvert, at hetta er so lutfalsliga seint í tíðini, men tað hevur sínar søguligu og bygnaðarligu frágreiðingar. Framsýningin æt Hide/Seek: Difference and Desire in American Portraiture og tann eini kuratorurin, Jonathan Katz greiddi frá í fjølmiðlunum, at hann í 15 ár hevði roynt at fingið í lag eina tílíka framsýning við denti á samkyndleika og kvir. Hann greiddi frá, at hetta at varpa ljós á kvira list í amerikanskum savnshøpi í grundini hevði verið bannað í áratíggju – líka síðan framsýningina hjá Robert Mapplethorpe í 1989, sum varð stongd orsakað av politiskari (republikanskari) uppílegging. Orsøkina helt Katz vera stýringina, sum privatir grunnar hava á listini, sum í mongum førum eru konservativt republikanskt stýrdir. Tað var serliga eitt verk eftir David Wojnarowicz (1954-1992), Fire in my belly, ið skakaði fólk og sum at enda var tikið úr framsýningini. Við hesum verkinum verður líðingin í kjalarvørrinum av AIDS sjúkuni samanborin við líðingina hjá Jesusi á krossinum og hetta skapti mikið kjak og uppstandilsi ikki minst í teirri katólsku kirkjuni. Tað eru bara fýra ár síðani, at tann allarfyrsta stóra listaframsýningin við kvirari myndlist var á Tate Britain. Framsýningin QUEER BRITISH ART 1861–1967 við listafólkum sum John Singer Sargent, Dora Carrington, Duncan Grant og David Hockney fekk ómetaliga stóran týdning í og við, at hesi verkini á fyrsta sinni vórðu savnað og sæð úr einum nýggjum sjónarhorni við atliti til queer hugtakið. Nógv hevur verið skrivað um framsýningina, sum eisini hevur ávirkað onnur etablerað listasøvn til at vera meira opin við at viðgera kvira list. Í 2017 var til dømis framsýningin Ditlev Blunck: En anderledes guldaldermaler á Nivaagards Malerisamling og í 2020 var framsýningin Kristian Zahrtmann. Queer, kunst og lidenskab á Hirschprungsavninum í Keypmannahavn.
Ditlev Blunck altartalvumyndin í Dómkirkjuni
Hvat er natúrligt?
Beint fyri ólavsøku í 2012 skipaði LGBT fyri slóðbrótandi vísinda- og listaframsýning í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin, sum hevði heitið: ”Hvat er natúrligt?” var ein roynd at gera fólk varug við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið. Samkyndleikin sæst nógva staðni í føroyskari list, í filmum, tónleiki og í bókmentum – hetta síðsta gjørdi Turið Sigurðardóttir vart við í einum fyrilestri í sambandi við áðurnevnda LGBT tiltak, at í okkara elsta tátti, Ánaniasartáttur, sum skal vera yrktur í Sumba um ár 1700 kanska áðrenn tað, verður ástarleikur millum tveir menn á fyrsta sinni alment festur á blað í Føroyum. Í táttinum hoyra vit, at Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið.”Hoyr tú tað tú Ánanias, mær tykir einki betur enn hetta: Tú ert søtur um munn, sum tú hevði verið genta.”…So leingi kystu báðir teir, til hvørgin kundi snakka, hendur hildu teir um hvønn annans nakka
Hvat er natúrligt
Breið allýsing
Kvir myndlist verður breitt definerað sum list, ið viðger LGBT evni, list úr LGBT umhvørvum ella list, sum er framleidd av LGBT persónum. Tílík list hevur verið til so leingi sum menniskjað hevur verið til og hevur verið framleidd meira og minni opið og við størri og minni gølum í farvatninum. Allýsingin av kvirari list er í veruleikanum bæði ov breið og ov smøl, tí tað finst list, sum ikki inniheldur kyn og einki hevur beinleiðis við kyn, kropp ella seksualitet at gera, sum vit kortini fata sum kvir. Tað finst eisini list, ið er skapt av LGBT´arum, ið ikki beinleiðis hevur eitt kvir úttrykk, eins og tað finst kvir list, skapt av hinskyndum listafólkum sum t.d. designaranum, Barbara í Gongini, ið summastaðni leggur dent á tað androgyna.
Eitt dømi um hvussu torført tað er at kategorisera hesa listina er vakra og kensluborna myndin av Gravlegging Kristusar, sum er altartalvumálningur í Havnar Kirkju. Listamaðurin Ditlev Blunck úr Holstein var samkyndur. Hann livdi frá 1798-1854 og flutti til Danmarkar at búgva, har hann var fataður sum øðrvísi á so mangan hátt - m.a. málaði hann heldur øðrvísi enn sínir dansku starvsfelagar og so hetta, at hann var samkyndur. Hann hevur verið meira ella minni tagdur burtur í danska almenninginum í langa tíð eftir at hann í 1840 varð burturvístur úr Danmark orsakað av sínum samkyndleika, sum tá í tíðini var kriminaliseraður atburður – samkyndur atburður er framvegis í skrivandi stund í 2021 lógarbrot í heili 72 av heimsins londum. Tað er óskiljandi. Framúrskarandi barokkmálarin, Caravaggio var somuleiðis samkyndur og málaði sansaligar vakrar málningar av ungum monnum við frukt og blómum, ið vaktu ans og øði, men sum ikki vóru nógv øðrvísi enn hópurin av sansaligum málningum av ungum kvinnum við frukt og blómum, sum vit eru so von við, at vit kanska ikki varnast hvussu sensuelt og sexuelt tær eru lýstar.
Robin Ova Tolfsen
Kvir føroysk list
Tað valdast sjálvsagt hvussu mann fatar allýsingarnar av hugtakinum kvir, men eg haldi vit kunnu staðfesta, at vit í Føroyum hava havt fleiri dømi um kvira list og kvir listafólk, men uttan at hetta er serliga nógv viðgjørt skrivliga. Undirritaða hevur roynt at taka eina lítla uppgerð við hetta krógvilyndið, tí tað heilt einfalt ikki eigur at vera neyðugt longur. Í komandi katalogi um framsýningina Samrøður um Mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn eru orð sett á, at listin hjá Robin Ova Tolfsen, sum í listahøpi nevnir seg Dennis Agerblad, er kvir. Hetta tosaðu vit ikki nógv um, tá ein onnur stór framsýning við føroyskari list varð hildin á Den Frie Udstillingsbygning í 1999. Tá hevði fjøllista- og undangongumaðurin innan fyri kvira føroyska list, Robin Ova Tolfsen nakrar monumentalar málningar við, ið greidliga arga og viðmerkja normalitetin. Talan er um sjálvsmyndir, har listamaðurin hevur pallsett seg sum vanligan meðalhampa- normcore-føroying í tjóðveldistroyggju við silvurknappum, ið skína sum gull. Men hann snerkir og gálvar og larmar so mikið illa, at hann sýnist vera á veg út úr tronga myndarúminum. Longu í 1989 gav hann út slóðbrótandi tónleikaútgávuna maður:glotti saman við Terja Messel og í 2009 var hann boðin við á Várframsýningina, har hann til upplatingina poseraði í føroyskum klæðum og plateauskóm og gav allari framsýningini kviran dám.
Robin Ova Tolfsen kvirar Várframsýningina - Fotomynd: Birgir Kruse
Heiðrikur á Heygum: Videolag Orka
Homoerotikkur
Av beinleiðis homoerotiskari list hava vit annars ikki havt tað nógva í Føroyum - (vit hava heldur ikki øgiliga nógva heteroerotiska list), men hesi seinastu árini eru fleiri listamenn farnir at arbeiða tann vegin, t.d. Dennis Agerblad, eins og eitt ávíst lyndi er til, at listafólk í samtíðarlistini koma út alment við sínari list. Dan Helgi í Gong og Heiðrik á Heygum í videoverkum og í tónleiki og nú eisini Beinir Bergsson, hvørs nýggja yrkingasavn m.a. viðger samkyndleika t.d. í hesari yrkingini, ið er á tremur av kroppi og av krevjandi sagnorðum í boðshátti: ”Bora fingrarnar í ryggin á mær/ tá eg trýsti teg upp at vegginum/ halt um skøvningin og síggj/ lívæðrina í mínum hálsi/ meðan tú liggur á bakinum/ kroyst undirarmarnar/ inn móti bringuni á mær/ tveit meg til síðis/ og set teg á meg…”. Hjá ungu kvinnunum verður tað kvira úttrykkið í fleiri førum sett saman við einum feministiskum tilviti, sum eitt nú felagsskapurin Damudomi varpar ljós á t.d. á Instagram.
Marsden Hartley
Dirvi at seta orð á
Kvir er eitt hugtak, sum ikki er lætt at allýsa, avmarka ella fasthalda. Í bókum um samkynda og kvira list eru áhugaverdar royndir at taka saman um, men ofta ber til at siga tað øvugta av valdu lýsingarorðunum, sum verður valt. Also um mann heldur uppá, at queer list dyrkar tað androgyna, kann svarið vera, at tann kvira listin somuleiðis ger nógv av at dyrka ávikavist maskulint og feminint. Um uppáhaldið er, at queer list er sensuel og dyrkar tað kynsliga, kann svarið vera, at queer list eisini er kaldgløgg og dyrkar tað intellektuella. Og so framvegis. Ein fyribils niðurstøða er, at tað kundi sæð út sum um, at tann kvira listin er eins fjølbroytt og øll hin listin. Kortini skulu vit hava dirvi at seta orð á og ikki krógva kvir eyðkenni burtur – tí eisini tey ríka okkum listina og listafatanina.
Kinna Poulsen
Kristian Zahrtmann: Adam í Eden
Carvaggio
Catherine Opie
David Hockney
Religiónsstríð á Nesi?
/Kjakið um 17 metrar høga krossin á Høganesi heldur fram og skulu vit meta eftir viðmerkingunum á miðlum á internetinum er talan meira um eitt átrúnaðarligt enn eitt listarligt stríð. Skipað er fyri innsavning av undirskriftum ímóti krossinum, og higartil hava meira enn 100 fólk skrivað undir. Jóhan Magnus Gunrim, sum býr á sjálvum Høganesvegnum, er ein av stigtakarunum til innsavningina av undirskriftum, ið verða savnaðar umvegis facebook og seinni fara tey at ganga hús úr húsi. Ein borgari á Saltangará, tónleikarin og tónaskaldið Kári Sverrison hevur skrivað eitt lesararbræv á portalinum, har hann harmast um ætlaninar um at byggja krossin: “Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her. Á fundinum løgdu teir dýran við, at hetta var so sanniliga ikki ætlanin. Øll skuldu kenna seg fevnd av hesum góða krossi, hann skuldi vera øllum til mikla gleði, og ikki vera nakar hamari í høvdið á nøkrum. Men tað er hann so kortini, og tað slepst ikki uttanum.” - Lesið restina av mótmælinum her: https://lesarin.fo/motmaeli+moti+krossi+a+hoganesi.html
Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen heldur í støðulýsing á Facebook, at tað kennist margháttligt, at hvørki Sjóvar kommuna ella Runavíkar kommuna verða hoyrdar í máli sum hesum, sum kann hava ávirkan á borgarar í hesum báðum kommunum.
Fríggjadagin vóru eg og Poul Guttesen í Nón og kjakaðust. Eg kom fram til, at kjakið snýr seg um krossmerkið og leggur seg báðumegin gjónna, sum vit høvdu frammanundan millum kristiligt og humanistiskt, millum konservativt og progressivt osfr. Tað er við øðrum orðum júst sum tað hevur verið her á landi. Eg havi stórt álit á listina og á Trónd Patursson. Men sjálvandi var tað betri um listamaðurin sjálvur slapp at avgera myndevnið á standmyndini. Heldur enn tað æviga polariseraða skotgravaklandrið, sum einki flytur, hevði tað verið nógv betri um kjakið var listarligt og um øll tann fría listin kundi verið við í eini kapping um at gera eina standmynd á Høganesi, har tey sjálvi kunnu avgera hvussu standmyndin skal síggja út og hvat myndevnið skal vera. Spurningurin er so bara um fíggingin á nakran hátt er treytað av, at standmyndin er ein krossur. Síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli, her er samrøðan í Nón: https://kvf.fo/non?sid=122198
Anker Mortensen 60
/28.mars 2021 fyllti listamaðurin Anker Mortensen trýss ár. Hetta verður feirað á Listaportalinum við eini mynd av einum av minstu listaverkunum í mínum listasavni - myndin er 14 x 9 cm, men er hon lítil í vavi, er hon tess størri í týdningi - í øllum førum fyri meg. Talan er um eina lítla abstrakta runda kompositión, sum er teknað við oljukriti og penni á ein rukkutan pappírslepa. Innasta skapið er ein lýsandi sólgulur rundingur, rundan um hann eru pennastrikur teknaðar eins og strálur og rundan um tær er ein avgjørd ljósagrøn rípa, ið sær út til at vera gjørd við ferð uttan at endarnir møtast. Anker hevur signerað myndina í antin 93 ella 98, eg síggi ikki ordiliga og allarniðast stendur skrivað við smáum bókstavum A MAN WAS DANCING ALONE ON A STAGE, eg minnist ikki hvørjum yrkjara reglan kom frá, men tað ger tað sama, tí innihaldsliga flættar setningurin seg saman við runda bygnaðinum í eini framhaldandi rørslu, sum bæði er fullkomiliga abstrakt og sannførandi centrifugal. Hjartaliga til lukku, góði Anker.
Lat várið koma - vernissage
/Har var sannur várrómur í Víngarðinum, tá ljósa framsýningin hjá Fríðu Matras Brekku læt upp. Framsýningin kann síggjast í dag frá klokkan 18. Tað verður stongt í Víngarðinum um páskirnar, men vit kunnu lata upp eftir avtalu um onkur ynskir at síggja framsýningina. Her eru myndir frá framsýning og upplating.
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Á veg inn
Mynd av framsýningini
Mynd av framsýningini
Reyðvín og list
Eitt landslag við serligum laveringum og ljósi
Vatnlitamálað steinprent
Fagra Fríða
Dreymsólja
Tey lurta
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Nýggjasta steinprentið á framsýningini
J.H.O.Djurhuus
Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021
/Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Vit á Bókadeildini fegnast og ynskja Marjuni hjartaliga til lukku við tilnevningini!
Grundgevingin hjá Norðurlandaráðnum
Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina:
Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv.
Stutt um bókina
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Sum rótskot út í 2020. Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?
Stutt um høvundin
Marjun Syderbø Kjelnæs (1974) hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina Skriva í sandin í 2011. Sum rótskot fekk Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs í 2020, og í ár fekk Marjun eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt.
Fríða Matras Brekku sýnir fram í Víngarðinum
/Fríggjadagin 26.mars klokkan 16-18 letur upp serframsýning í Víngarðinum í Havn við verkum eftir Fríðu Matras Brekku. Framsýningin í Víngarðinum er opin fríggjadagar og leygardagar.
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Verðinsmaður heiman av Sandi fyllir 60
/Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fyllti 60 fríggjadagin og í hesum sambandi var nýggja tónleikaútgávan Territorial Songs við verkum eftir tónaskaldið givin út. Eg skrivaði eina heilsan í Dimmalætting, sum sæst niðriundir hesum tekstinum, men har er longu hent alt møguligt síðani mína deadline. Territorial Songs hevur longu fingið framúrskarandi ummæli frá m.a. týska tónleikaritinum Klassik Heute, har útgávan fær besta skotsmál innan allar kategoriir. Tónleikaummælarin, Thomas Baack staðfestir: Um tú leitar eftir samtíðartónleiki, sum evnar at røra teg, skalt tú avgjørt lurta eftir hesum. Tað er eitt mást fyri blokkfloytuspælarar, ið vilja vita hvussu tey mest torføru tónleikastykkini mugu verða spæld við elegansu og optimalum, vøkrum klangi.. - Hann endar við at geva útgávuni sítt besta viðmæli í ummælinum, sum kann lesast her: http://www.klassik-heute.de/4daction/www_medien_einzeln?id=23555
At siga, at Sunleif hevur brotið upp úr nýggjum í føroyskari tónleiki er at gera alt ov lítið av. Hann stendur at kalla einsamallur um at hava framt sera mong tónleikalig nýbrot. Hann hevur til dømis skrivað ta fyrstu føroysku symfoniina og ta fyrstu føroysku operuna og so er hann harumframt fyrsta føroyska tónaskaldið við konservatoriuútbúgving. Hesa nam hann árini frá 1990 til 1995 á Det kongelige danske Musikkonservatorium hjá Ib Nørholm og elektroniskan tónleik hjá Ivar Frounberg. Hann hevur fingið heiður og styrk frá Leonie Sonning Grunninum og Statens Kunstfond – í 2002 vann hann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri symfoniina Oceanic Days og í 2010 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Sama um sjónarmiðið er heiman ella tað vendir hin vegin úr stóru verð, fevnir Sunleif bæði. Hann er heimakunnigur í operahúsum og á altjóða tónleikapallum, men fýrir ikki fyri at vera við, tá fjøllini verða gingin og seyður verður flettur. Hann er ein ógvuliga sermerktur maður, sum hevur sett Føroyar á altjóða samtíðarmusikalska heimskortið, og sum í øllum sínum mongu samrøðum við útlendskar miðlar heldur fast við sín uppruna og ongantíð troyttast av at lýsa bygdina og landið, haðan hann kemur.
Tey góðu úrslitini koma ikki av ongum. Sunleif L. Rasmussen er ein ómetaliga arbeiðssamur og passioneraður musikkmaður, sum arbeiðir javnt og samt við sínum tónleiki. Tey, sum hava ferðast saman við honum vita, at hann brúkar allar løtur, sum eru til yvurs, til at skriva tónleik. Tað merkir ikki á nakran hátt, at hann er turrisligur ella verðinsfjarur, Beint tvørturímóti er hann eitt sera stuttligt, gløggskygt og fjálgt menniskja og ein partur av frágreiðingini um stóru viðgongd hansara, snýr seg um hansara persón. Hann er sjáldsama harmoniskur og glaður, og dugir ógviliga væl at miðla tónleik fyri bæði leikum og lærdum. Hann er sera opin fyri tí listarliga, serliga fyri yrkingum, men eisini fyri myndlist og er altíð fúsur at greiða frá sínum tónleiki. Íblástur fær hann úr náttúruni og hennara ljóðum, umframt upplivingar av føroyskum upprunatónleiki, kvæðum og sálmum. Hetta er ikki soleiðis at skilja, at hann beinleiðis brúkar fólkatónleikin í sínum tónleiki – referensurnar verða umbroyttar í ymiskum seriellum og spektralum skipanum, soleiðis at endaúrslitið kann tykjast ógvuliga fjart frá byrjanini. Allíkavæl hómast ein týðilig náttúrukensla í verkum sum Territorial Songs t.d., sum hann hevur skrivað til unnustuna, heimskenda blokkfloytusolistin, Michalu Petri, ið hann hevur samstarvast nógv við nú í fleiri ár.
Sunleif L. Rasmussen hevur í viðtali um sína aðru symfoni ”The Earth Anew” greitt frá, at hann heldur seg vera romantikara soleiðis at skilja, at menniskja og náttúra eftir hansara meting eru eitt og tað sama: ”Vit eru náttúrunar børn. Náttúran hevur síni gosfjøll og menniskjan hevur síni. Innan í okkum menniskjum eru verjuskipanir sum t.d. immunverjan og uppaftur aðrar skipanir, ið loypa á verjuskipanina, og soleiðis er tað eisini í menniskjans sálarliga og sosiala lívi. Fyri meg var tað umráðandi at fáa fram tey ekstremu útmørkini. Myrkrið og ljósið, og bæði í senn. Tað ógvusliga og ljóta, og blíða og vakra. Og at hetta skuldi vera so víðgongt, sum eg nú einaferð evnaði at gera tað. Sera vakurt, sera myrkt, og sera ógvisligt”. Hiðani verður ynskt Sunleif L. Rasmussen hjartaliga til lukku á seksti ára føðingardegnum við tøkk fyri verkið higartil - til lukku eisini við nýggju útgávuni og móttøkuni av henni.
Aftur á slóðina við Ingálvi
/Ummæli (Hevur staðið í Dimmalætting)
Í farnu viku sýndi Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda – og var undirritaða millum hepnu áskoðararnar at síggja filmin, ið eisini hevur verið vístur í KVF.
Sjálvt um hetta kvøldið á so mangan hátt og heilt frá fyrstu fetunum inn í tann gamla, slitna biografsalin – fyrst og fremst var ein ferð inn í tað kenda, var talan um eina góða ferð. Tilfar um og við Ingálvi av Reyni er eins og listamaðurin sjálvur av alstórum týdningi og tí hava teir rós og tøkk uppiborið, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, ið hava lagt filmin, sum varir 84 undirhaldandi minuttir, til rættis. Og í og við, at bæði Føroyar og Listasavnið eftir øllum at døma gloymdu at halda hundrað ára føðingardagin hjá okkara týdningarmesta listamanni - ja, so kom hesin filmurin í tøkum tíma.
Ein metafilmur
Filmurin er eitt slag av metafilmi, tvs. tað er ein filmur um ein film, ið er meistaraverkið av einum portrettfilmi um Ingálv av Reyni við heitinum, Svartur Sannleiki (1999). Meðan tann gamli filmurin er lutfalsliga neyvt og stramt bygdur upp um eina listarliga kreppu, sum nívir Ingálv av Reyni í stríði hansara fyri erligari list, er hesin nýggi filmurin eitt sindur leysari vovin og kanska eisini meira nostalgiskur. Ein av mannagongdunum í filminum er at fólk verða filmað, meðan tey hyggja at upptøkum av Ingálvi av Reyni. Og tað er rørandi at síggja eitt nú kærleiksfulla andlitsbráið hjá soninum, Eyðuni av Reyni, meðan hann lítur at pápa sínum á einum teldilskíggja.
Óhátíðarlig fráklipp
Við nýggja filminum koma vit tættari at samkomumanninum og familjumanninum enn í gamla filminum. Vit hitta sjarmerandi konuna, Elsu av Reyni, sum eisini árini eftir, at maðurin doyði, møtti til allar ferniseringar. Vit síggja eisini nøkrum av børnum teirra - tey hittast til ein drekkamunn í filminum fyri at práta um pápan. Tað er listamaðurin, Eyðun av Reyni, sum staðfestir ta fantastisku sannroyndina, at Ingálvur av Reyni eftir filmsupptøkurnar, skapti fleiri framúrskarandi stórverk. Fleiri nýggir upplýsingar koma fram í filminum, m.a. at Ingálvur av Reyni í roynd og veru var illa sjúkur, tá Svartur Sannleiki varð innspældur. Annars eru í hesum nýggja filminum bæði endurtøkur og útgreiðingar av upplýsingum í gamla filminum, ið alt samalt staðfestir varhugan av einum edeligum, eyðmjúkum og stillførum listamanni, sum heldur vil tosa um list enn um seg sjálvan, og sum heldur, at lívið er betri at liva, tá tú hevur alt í lagi við fólk. Og so kortini! Í onkrum “fráklippi” er listamaðurin eitt sindur meira óhátíðarligur og privatur. Teir tosa um hetta, at fleiri av óvart eru komin til at venda abtraktu málningunum hjá Ingálvi á Reyni øvugt, so at tað sum vendi niður vendi upp. Ingálvur sigur brosandi, at tað leggur hann ikki í, men kemur so í tankar um, at hann í grundini einaferð bleiv firtin av nøkrum tílíkum. Og so nevnir hann ein persón við navni og greiðir frá, at hesin keypti eina gentumynd frá sær, sum hann helt rigga betur sum landslag liggjandi á síðuni. Hann ætlaði eyðsýnliga eisini, at Ingálvur skuldi signera málningin í hesum liggjandi formatinum. men tað vildi listamaðurin sjálvsagt ikki.
Hevd
Fatanin av Ingálvi av Reyni er sum heild rættiliga hevdbundin í filminum. Ávirkanin frá teknilæraranum, Bizzie Høyer og renesansulistamanninum, Pisanello, hvørs myndir hanga í atelierinum hjá Ingálvi á Reyni. Men mann kundi jú eisini hugt yvir á hin veggin. Har hongur ymiskt rættiliga progressivt, t.d. ein av teimum hvítu avantgardemyndunum hjá Anker Mortensen frá 1990´unum, sum Ingálvur av Reyni var hugtikin av. Tá Anker skuldi framsýna á fyrsta sinni í danska gallarínum Galleri Trap í 2002, var tað við einum viðmæli frá Ingálvi á ferniseringskortinum: “Við fáum ofta sera einføldum miðlum sigur Anker Mortensen munandi meira enn vit onnur megna við stórum armrørslum. Hansara reina málarí opinberar fyri okkum nógv meir enn tað, vit síggja við fyrsta eygnabrá”.
Mannligir serfrøðingar
Tað eru ómetaliga nógvir menn í nýggja filminum um Ingálv av Reyni. Allir serfrøðingar, sum eru spurdir, eru menn, Bárður Jákupsson, Nils Ohrt, Bent Irve og Mikael Wivel. Talan er um fakfólk, ið vita og duga síni ting, men kynsliga vanbýtið tykist eitt sindur gamaldags. Tað sama kann í grundini eisini sigast um listarligu viðgerðina, sum í mongum er ein endurtøka og útdýping av teimum sjónarmiðum, sum Ingálvur av Reyni sjálvur slóðar fyri í filminum Svartur Sannleiki, at undirvísingin hjá Axel Jørgensen professara við tíðini gjørdist honum eitt haft osfr. Um mann heldur fylgdi øgiligu framdriftini í listini, sum Ingálvur av Reyni fekk av skafti aftaná 1999, kundi mann fingið eina meira progressiva mynd av listamanninum við t.d. at gera viðtal við hansara listarligu eftirkomarar, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy, ið øll hava ment ta føroysku abstraktu listina víðari.
Einki kemur av ongum
Einastaðni í filminum staðfestir frásøgumaðurin (Dánjal Højgaard), at einki kemur av ongum og hetta vísir seg at passa fyri mítt egna viðkomandi. Tí tá gamli málningurin hjá Ingálvi av Reyni av fjósinum í Porkeri frá 1946 verður vístur í filminum saman við viðmerkingum Mikael Wivels um hvussu tætt hetta legði seg at læraranum, Axel Jørgensen, tá kom brádliga júst tað øvugta mær til hugs og hetta havi eg ongantíð hugsað áður, hóast eg kendi málningin. Sjálvt um violetta ljósið og litavalið sum so minnir um verk hjá Jørgensen, ger perspektivið myndina rættiliga abstrakta. Her er at síggja til ikki tann stóri áhugin fyri rúmligari illusión, men kanska heldur fyri flatanum og strukturunum á honum. Hetta er sera áhugavert, tí Ingálvur av Reyni fór ikki í gongd við tað abstrakta fyrr enn umleið 1960 ella gott tað. Leggjast kann aftrat, at mótsetningslitirnir jú eisini koma afturíaftur í verkunum hjá Ingálvi av Reyni. Hetta síggja vit t.d. í stóra málninginum, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum listamaðurin málaði í 2002 og sum Tryggingin keypti.
Ein gáva til Føroya fólk
Í filminum frá 1999 var Ingálvur av Reyni sjálvur frásøgufólk og hetta varð gjørt sera ómaksfult við einum sera konsentreraðum úrsliti uttan uttanumtos yvirhøvur. Í og við, at listamaðurin doyði í 2005 mátti onnur loysn finnast til nýggja filmin og tað hava fyriskipararnir gjørt á sera skilagóðan hátt og við ansi fyri at skapa samanhang millum tær ymisku fláirnar í filminum m.a. við at Dánjal Højgaard er frásøgufólk og at hann eisini ítøkiliga gongur inni í atelierinum hjá Ingálvi av Reyni, har vit annars hava sæð meistaran mála og práta. Dánjal Højgaard dugir somuleiðis væl at spyrja og at skapa gott samband við tey, hann spyr. Myndatøkurnar hjá Hans Peturi Hansen sýna somuleiðis ein serligan fotografiskan ans fyri bæði tí stórbæra og tí inniliga við skiftandi sjónarhornum úr neðra og úr erva og við skiftum millum veldug náttúrupanorama, ekspressivar myndir av listamanninum í føroyskum klettalandslagi í mótljósi og meira neutralt frásagnarligar upptøkur av fólkum, ið greiða frá. Upptøkurnar av ovfarakáta listamanninum inni á Louvre savninum eru einastandandi góðar og upplyftandi.
Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.e. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála, har hann greiðir frá týdninginum, ið løgini av undirmáling hevur og annars sigur hvat hann sær og hvat tað er, hann roynir at fáa fram av ljósi, anga, fuglum, hegni, steyrum og fólki í náttúruni.
STATUS
/Torbjørn Olsen: Ummælarin (2020)
Fríggjadagin 19. mars klokkan 13 fer Paula Gaard at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007", sum viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. At viðgera ummæli sum sjálvstøðugt tekstaslag hava vit ikki gjørt tað nógva av her um leiðir. Vit hava fyri tað mesta brúkt ummæli sum eitt slag av hjálpartekstum í sambandi við bókmentagransking annars. - Fyri meg er ritgerðin hjá mínum góða starvsfelaga, Paulu Gaard sera spennandi og eg eri eisini sloppin at lesa hana. Hon er væl skrivað og áhugaverd og eg eri stolt av, at tekstir hjá mær verða mettir nóg áhugaverdir at verða viðgjørdir. Út yvir hetta ætli eg mær ikki at at skriva um avrikið - tað er bæði ov tíðliga og ov tætt - fólk mugu sjálvi sleppa at gera sær egnar metingar við at lesa ritgerðina og/ella lurta eftir verjuni í Kongshøll ella á netinum, har verjan verður stroymd.
Men ritgerðin hevur fingið meg at hugsa um mítt egna virksemi innan ummæli - Tað er so merkiligt við tíð. Dagar koma og fara og brádliga er tað ein lítil ævinleiki síðani mann gekk á universitetinum í Keypmannahavn tá í hálvfemsunum og kom í samband við onnur bókmentaáhugað og listaáhugað ungfólk og síðan fór at skriva í Oyggjaskeggja og í kollegiiblaðið Thisis. Eg skrivaði um ymisk tiltøk, um yrkingar og um list. Fyrsta greinin á føroyskum, sum eg sjálv haldi okkurt er við, er eitt slag av eini rapport frá eini konsert og yrkingaupplestri í Samuelskirkjuni í 1997. Eg haldi tað var mest tað - eitt slag av rapportum ella frágreiðingum um tað, eg upplivdi, sum eg varpaði út, tá nú eingin annar gjørdi tað. Síðani havi eg skrivað og tosað nógv um list. Eg veit ikki hví, men haldi ikki tað snýr seg um at pallseta meg sjálva. Tað snýr seg um list, um myndir, yrkingar, sjónleikir, filmar o.a. Og tað er mest tí eg ikki kann lata vera júst sum eg ikki kann lata vera við at skriva hetta eg nú skrivi. Og kanska snýr tað seg eisini um at gera tingini uppá sín egna máta, sum eg í stóran mun havi kent meg noydda til m.a. við at fáa mær mína egnu heimasíðu. Kritikkur er eitt einsamalt yrki - tað eru løtur, har fólk eru samd við tær, men aloftast eru tey eitt sindur ósamd ella irriterað, tí mann hevur verið ov kritisk ella ov lítið kritisk. Tað ringasta er um mann sjálv er disponerað fyri iva, tað eru tey flestu og eg ivist ofta í mínum egnu niðurstøðum. Kortini royni eg at koma fram til niðurstøður og vera erlig og tað er einki lætt, tá mann alla tíðina veit hvat tað er, sum fólk vilja hava ein at siga ella skriva. Í so máta er eingin munur millum list og kritikk - tað er einki fyri at skriva ella siga tað, sum øll vænta og at endurtaka tað, sum einki vágar og einki flytir. Í so máta er tíðin løgin. Fólk renna og tuska og flyta dekk og ketur, men mentalt og intellektuelt skal tað helst vera lætt og yvirkomiligt innan fyri konsensus. Tað er ein avbjóðing at skriva tað, sum mann meinar og at vera tann fyrsta at ummæla eitt listarligt avrik - tað krevur dirvi. Omanfyrinevnda ritgerð gjørdi meg varuga við, at eg í grundini ikki havi ordiliga stýr uppá hvat eg havi skrivað. So eg fór í gongd við at gera mær eitt yvirlit, men mátti ásanna, at hetta er stórarbeiði í sær sjálvum. Eg havi fingið nakað av hjálp frá Landsbókasavninum, sum á síni heimasíðu hevur eitt imponerandi savn av ummælum, sum tó ikki ger mun á tíðindaskrivum og ummælum. Eg seti eitt yvirlit inn her. Fyrst og fremst er hetta ein støðumeting yvir tað, sum eg geri við síðuna av lærarastarvinum og sum hevur stóran týdning fyri meg. Um tað hevur týdning fyri nakran annan, mugu onnur døma um. Kritikkur er bara ein partur av mínum nokk so breiða listmiðlanaravriki, eg haldi sjálv, at eisini tíðindaskriv og kuratoruppgávur eru umráðandi partar av hesum virksemi. Yvirlitið er ikki fullkomið og onkrastaðni umskarast partar, tí eg t.d. nevni onkrar tekstir av Listablogginum, sum eg hevði saman við Inger Smærup Sørensen, men ikki allar. Aðrastaðni nevni eg samlaða talið av greinum á blogginum.
2021 Ummæli Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda. Dimmalætting
2021 Kurateri framsýning við Fríðu Matras Brekku. Víngarðurin
2021 Millum opinbering og mikrochip – ummæli av Frits Johannesen. Dimmalætting
2021 Menn og maskinir – ummæli av tónleikaframførslu. Dimmalætting
2021 Tíðarleys tunnilslist – ummæli av Tróndi Patursson. Dimmalætting
2021 Kuraterað Summer in the city Jóhan Martin Christiansen Víngarðurin
2022 Kurateri Lyset i Nord - Skæret fra Paris – La Maison du Danemark í Paris
2021 Trap – leksikongrein um føroyska myndlist
2020 Grein um Ingálv av Reyni 100 Dimmalætting
2020 Kuraterað Myndaódnina 2020 í Steinprenti
2020 Kuraterað Jólaframsýningin 2020 í VG (Bárður Jákupsson, Hansina Iversen, Zacharias Heinesen, Randi Samsonsen, Fríða Matras Brekku)
2020 Kuraterað Silja Strøm This face is ambiguous Víngarðurin
2020 Portrettmálarin og eg. Dimmalætting
2021 Skrivað katalogtekst til Samtaler om tåge. Norðurbryggjan
2020 Luttikið í Nón og greitt frá um Samtaler om Tåge
2020 Filmsbrot um listaverk í Samtaler om Tåge
2020 Bag tågen – fyrilestur um framsýningina Samtaler om Tåge
2020 Kuraterað Samtaler om Tåge – Norðurbryggjan Keypmannahavn
2020 Kuraterað framsýningina Vit eru her enn við Vibeke Mencke og Poul Janus Ipsen
2020 Skrivað katalogtekst um listina hjá Poul Janus Ipsen til framsýningina Den vågne drøm. Sophienholm
2020 Upplatingarrøða Silja Strøm Gamla Seglhúsið
2020 Kuraterað framsýningina So gjørdi Hann vatnið til perlandi vín i VG
2020 Ólavsøkuframsýningin FOREVER – hugleiðing í Dimmu (Ólavsøku)
2020 Ummælt Fragmentir hjá Daniellu Andreasen. Listaportal
2020 Pestin & Listin hugleiðing í Dimmalætting
2020 Grein um Føroyska list undir koronakreppuni Atlantic North
2020 Skrivað tekst um verk hjá Julie Sass til komandi katalog
2020 Kuraterað Eg oyggjar veit. Víngarðurin
2020 Kuraterað Girltalk. Víngarðurin
2019 Fyrilestur um kritikk og bók um Tórodd Poulsen - AICA KBH
2019 Um listprýði – Atlantic Review
2019 Tey ungu skulu takast í álvara. Sosialinum
2019 Um Elinborg Lützen í Barnaútvarpinum (sent 11.mars 2021)
2019 Ummæli av Vinaliga (brævaskifti) til Varðan
2019 Grein um Rannva Kunoy til Varðan
2019 Alda slapp gjøgnum nálareygað Dimmalætting
2019 Kuraterað MY OWN SPACE – summarframsýning í Steinprenti
2019 Always coming home – fyrilestur á G! á eventi hjá Eksil og Laboratory for Aesthetics and Ecology
2019 Grein um Ruth Smith – Art North
2019 Grein um Julie Sass BLACK FOG RISING – Dimmalætting
2019 Grein um Julie Sass BLACK FOG RISING – Art North
2019 Limur í nevndini AICA DK
2019 Rørandi vakrar dreymsjónir – ummæli av Anný D.Øssursdóttir. Listaportal
2019 Aftur á slóðina við nýggjum kvirrum – Hansina Iversen. Listaportal
2019 Mie Mørkeberg i Steinprent. Listaportal
2019 Ummæli av Cadavre Exquis hjá Jesper Just á Revolver - Listaportal
2019 Ummæli av framsýning hjá Sonju Ferlov Mancoba á SMK - Listaportal
2019 Ummæli av framsýning hjá Anker Mortensen á Norðurbryggjuni, Dimmalætting
2019 Ummæli av Ikki fyrr enn tá/ Oddfríði M.Rasmussen. Listaportal
2019 í Morgunsendingini KVF um at skilja millum list og listafólk
2019 í Nón um Norðurlandavirðislønirnar
2019 Í Nón um Silju Strøm
2019 Grein Listaárið 2019 Listaportal
2019 After history : Kinna Poulsen explores the complex work of Rannva Kunoy. Art Norh.
2019 Tekst um Tórodd Poulsen í bókini A cultural history of the avant-garde in the nordic countries (ikki útgivin enn)
2019 Tíðindaskriv og hugskot til framsýning hjá Peter Callesen í Steinprenti/Sinking boats –Lítlum báti rekist eg á
2019 Upplatingarrøðu á Listaleikum, serframsýning hjá Silju Strøm í Listasavni Føroya
2019 Magnificence of life. Green Renaissance https://www.youtube.com/watch?v=EHGIwJD9ipc
2019 Grein um Steinprent í innleggsblaði í Jyllandsposten (fyri Visit Faroe Islands)
2019 Skrivað bók um Bárð Oskarsson fyri NÁM og BFL (ikki útgivin enn)
2019 Skeið fyri miðnámsskúlalærarar í myndagreining, NÁM
2019 Yvirlitsgrein: Art in the Faroe Islands then and now. Art North
2018 Contributing editor í ART NORTH og ummælari
2018 Stór lítil list og lítil stór list, grein á Listaportal
2018 Kuraterað Myndaódn 2018 Steinprent
2018 Í Góðan morgun Føroyar um listaútbúgving
2018 Grein um tekstillistaverkini hjá Ragnhild Hjalmarsdóttir Højgaard á Glasi Listaportal
2018 Bíðirúm – fyrilestur um Jóanes Nielsen á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum
2018 Fyrilestur um føroyska samtíðarlist á Norðurbryggjuni
2018 Ummæli av framsýning hjá Bjarne Werner Sørensen. Listaportal og Dimmalætting
2018 Glæsilig trappulist – ummæli av listini á Glasi. Dimmalætting
2018 Katalogtekst um føroyska samtíðarlist og design. Kunstetagerne
2018 Røðu fyri Bárði Jákupsson. Norðurbryggjan. Keypmannahavn
2018 Astrid Andreasen 70 ár – Ummæli. Listaportal.
2018 Ummæli:Ólavsøkuframsýning við orðafrágreiðingum. Dimmalætting og Listaportal
2018 Kuraterað Ape rules hjá Claus Carstensen í Steinprenti
2018 Skrivað katalogtekst til framsýning hjá Claus Carstensen Ape Rules, O.K.! Steinprent
2018 Katalogtekst + PR til framsýning hjá Randi Samsonsen In Search of Lost Colour
2018 Kuraterað Summarframsýningina í Steinprenti Ljós í mjørk: Rannvá Kunoy, Per Kirkeby, Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Louise Aakerman, Hansina Iversen
2018 Skrivað DA/FO tíðindaskriv til framsýning, sum Anna Seppala hevði í Steinprent
2018 Ummælt VATN - ein summarframsýning við áhugaverdum verkum í NLH. Listaportal
2018 Ummælt Silvurbók hjá Trygva Danielsen í Dimmalætting og Nón KVF. Listaportal
2018 Katalogtekst til Lonely Hearts v Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen +PR
2018 Mediator í samrøðu við Hansinu Iversen og Johan Martin Christiansen
2018 Sorg, sálarkvøl og heimloysi. Umrøða av framsýning hjá Elini Smith í Smiðjuni í Lítluvík
2018 The importance of dialogue. Ummæli av framsýning hjá Julie Sass A brief history of abstraction Rønnebæksholm. Listaportal
2018 Ein modernistiskur slóðbrótari – ummæli av Jack Kampmann í Listasavni Føroya. Listaportal
2018 Portrait of the loved ones/ Hansina Iversen. Tíðindaskriv og disponering
2018 Ummæli av yrkingasavninum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir Korallbruni Listaportal
2018 https://kunsten.nu/journal/kinna-poulsen-jeg-bryder-mig-ikke-om-tanken-ikke-at-engagere-mig/
2018 Himnahyljar Eitt Tóroddskt savn. Ummæli Listaportal og Dimmalætting
2018 Ummæli av Várframsýningini. Dimmalætting og Listaportal
2018 Tíðindaskriv DK/FO til framsýning hjá Erik Heide í Steinprenti Listaportal
2018 Framúrskarandi Hamferð. Ummæli á Listaportal
2018 Rannvá Kunoy framsýnir í London. Grein á Listaportal og Dimmalætting
2018 Hanni Bjartalíð Nýggj verk. Steinprent Kuratering + tíðindaskriv
2018 Blinded by the light. Ummæli av Látur Medusu. Listaportal
2018 Millum firring og fagnað Marius Olsen – PR fyri Steinprent
2018 Fyrilestur um Marius Olsen Orð & Tónar Sprotin
2018 Ummæli av Sansarúm hjá Hansinu Iversen Norðurlandahúsið
2018 Burtur í blundi berast vit øll. Ummæli av leikinum Soli deo Gloria á Tjóðpalli Føroya. Listaportal
2018 Tað sum hjartað er fult av – ummæli av framsýning í Listasavni Føroya hjá Sigrun Gunnarsdóttir í Dimmalætting og Listaportal
2018 Ikki eitt orð um kamelar og nálareygu – Ummæli av sendirøð í KVF hjá Heina í Skorini á Listaportal
2018 Silja Strøm Tað sterka í tí stilla Grein á Listaportal
2018 Mentanarmiðlingin kvalist av kurteisi Grein á Listaportal
2017 Kuraterað Myndaódn 2017 við: Hanni Bjartalíð, Julie Sass, Hansina Iversen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, Erik Heide, Marius Olsen, Anker Mortensen, Tóroddur Poulsen, Jonny Forsström og Henrik Have. Steinprent
2017 Tá myrkrið køvir (60 ára Heiðursgrein til Tórodd Poulsen). Varðin
2017 Ummæli av femi-jólakalendaranum hjá GUT// Productions. Nón. KVF
2017 Framløga og ummæli av Sær/ Ein fuglabók av gloymsku hjá Carl Jóhan Jensen í Reinsarínum og Kvf.
2017 Bókaútgáva Listamál. Tekstir úr tíggjunum um list og mentan. Sprotin
2017 Kuraterað framsýning til Hoyvíkar Kirkju. Ein framsýning um tað góða sjálvt um tað ónda er til
2017 Viðtal í bókini North as a state of mind. Vol1. Andrea Rauschenbusch. Hochschule für Kunst Bremen.
2017 Fyrilestur um Úr myrkrinum í smb. við Bókadagar/Um allar gáttir. Norðurlandahúsið.
2016 Ummæli: Farið á framsýning hjá Anný. Listaportal
2017 Kuraterað Tóroddur & Co. Steinprent
2017 Ummæli av Gudahøvd. Dimmalætting
2017 Grein í Minnisrit 1937-2017 Føroya Studentaskúli
2017 Kuraterað framsýningina Abstrakt Summar v.Rannva Kunoy, Hansina Iversen, Ian McKeever, Julie Sass
2017 Menn í klædningi – konur í ongum – Grein um standmyndir Listaportal
2017 Úr myrkrinum ein bók um Tórodd Poulsen. Sprotin
2017 Undirhaldandi sending um Ebbu Hentze. Ummæli. Listaportal
2017 Grein Notes on Julie Sass in Steinprent. Listaportal
2017 Grein um Luther og altartalvur í Kirkjutíðindi
2017 Ljós og mótljós – Anna Kathrina Højgaard. Listaportal
2017 Grein um William Heinesen í Atlantic Review
2017 Ummæli av Beintu av Reyni framsýning í Listasavninum, Listaportal
2017 Grein um Bjørn Nørgaard. Sunnudag seinnapart í Steinprent. Søndag eftermiddag i Steinprent. Listaportal
2017 Grein um Bárð Jákupsson í Dimmalætting í sambandi við framsýning í Steinprenti
2017 Ummæli av Várframsýningini. Listaportal
2017 Størstur er kærleikin – ummæli av filminum Dreymar við havið. Listaportal
2017 Poetisk einglavernd – ummæli Gudahøvd. Listaportal
2017 Ummæli um ummæli – KVF
2017 Grunt endaloysi í Listasavninum. Ummæli av Beintu á Reyni. Listaportal
2017 Gjøgnumførd og ambitøs framsýning Ummæli av Jón Sonna Jensen. Listaportal
2017 Viðtal við Zven Balslev í bókini Pulp Magma
2017 Framløga og rundvísing í Bank Nordik
2017 Ummæli av Marius Olsen framsýning Marius, myrkur og ljós. Listaportal
2017 Ummæli Ein flóðalda av ljósi og ljóði. Eivør Pálsdóttir. Listaportal
2017 Heiðursrøða til Steinprent, tá tey fingu Mentanargávu Landsins.
2016 Viðtal í bókini Vi, der er færinger hjá Jan Cortzen
2016 Viðtal í grein um føroyska list í Magasinet Kunst nr 6/2016
2016 Ummæli Framúrskarandi og drúgv Havfrúgv. Dimmalætting
2016 Artikel om Steffan Danielsen i tidsskriftet CCCP
2016 Interview við Peter Carlsen Dimmalætting og Listaportal (FO/DK)
2016 Sjá tú blánar – Udstilling i Glostrup Kunstforening. Åbningstale
2016 Sjá tú blánar Summarframsýning í Steinprenti
2016 Tekst om Zven Balslev til Glostrup Kunstforening
2016 Tíðindaskriv fyri Toni Larsen
2016 Alt sum er fast loysnar – yrkingatiltak v. Jóanes Nielsen, Claus Carstensen, Sissal Kampmann og Onnu Maluni Jógvansdóttir í Steinprenti
2016 Skrivað katalogtekst fyri Knud Odde: “Om troen på det ensomme menneske”
2016 Zacharias í Listasavninum ummæli. Listaportal
2016 Skipað fyri og hildið grundskeið í myndagreining fyri miðnámslærarum í Hoydølum
2016 Fríða hevur fingið arbeiðsfrið – grein. Listaportal
2016 Kuraterað Myndaódn 2016 Silja Strøm, Hanni Bjartalíð, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Tórbjørn Olsen, Erik Heide, Marius Olsen, Zven Balslev, Peter Carlsen, Tróndur Patursson, Ian McKeever, Hansina Iversen, Julie Sass, Margrethe Odgaard og Louise Sass, umframt bøkur hjá m.a. Daniel Milan og Pernille Kløvedal Helveg. Eisini er ein lítil minnisframsýning við grafiskum verkum hjá ávikavist Roj Friberg, Emil Westmann Hertz og Nils Erik Gjerdevik
2015 Skrivað tíðindaskriv til The people and the Things hjá Silju Strøm Steinprent
2015 Svallig sum eitt summarlot Eivør bridges. Listaportal
2015 Blindvunnir dagar – úrval og týðing av yrkingum hjá Claus Carstensen
2015 Umheinging/Umramming fyri Bank Nordik
2015 Damlandi undir dreymsins bjørgum Tóroddur Poulsen. Listaportal
2015 Kuraterað framsýningina Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum: Zven Balslev, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Fie Norsker, Bjørn Nørgaard, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Svend-Allan Sørensen og Kathrine Ærtebjerg
2015 Kuraterað framsýningina Frontal í Steinprent: Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen
2015 Kuraterað framsýningina Søguligt í Steinprent: Silja Strøm, Katrine Ærtebjerg, Fie Norsker, Daniel Milan, Bárður Oskarsson, Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen og Claus Carstensen
2015 Skrivað og fyriskipað katalog til Grafiske Forbindelser
2015 Ummæli - Royndur debutantur skrivar viðkomandi og vaksnar samtíðarsøgur. Listaportal
2015 Drottningin av Svørtum – grein um Barbaru í Gongini. Listaportal
2015 Ein tónleikalig tøkk til lívið. Um plátuna Endurljós Annika Hoydal. Listaportal
2015 Listasøguligt upplegg á skeiði hjá Hansinu Iversen
2015 Hildið upplatingarrøðu á framsýningini Between the Stone and the Paper hjá Ian Mckeever í Steinprenti
2015 Rópandi Tómleiki – ummæli av kvf dokumentar um Torbjørn Olsen. Listaportal
2014 Samskipað ferðaframsýningina Grafiske Forbindelser
2014 Kuraterað framsýningina DRESS í Steinprenti v. Jóhan Martin Christiansen. Skrivað katalogtekst.
2014 Framløgu um Eg síggi teg betur hjá Carl Jóhan Jensen í Steinprenti
2014 Fyrilestur fyri norðurlendskum pensionistum um føroyska list.
2015 Koparrør við poetiskum flogi. Katrin Ottarsdóttir. Ummæli Listaportal
2015 Sterkar vakrar hyasintir við fagurskrift. Sissal Kampmann. Ummæli Listaportal
2014 Kritikarin skal ikki leggja í hvat onnur halda LISTIN
2014 Framúrskarandi millumrúm – ummæli av Mítt navn við hondskrift Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger
2014 Hildið røðu til bókareseptión hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen
2014 Markleys list í markleysum heimi, samrøða við Bjørn Nørgaard Dimmalætting
2014 Kuraterað framsýningina Kanska er tað bara spæl- Hanni Bjartalíð Steinprent
2014 Kuraterað Ólavsøkuframsýningina
2014 Kuraterað framsýningina Feskt. Framsýning í Tryggingini
2014 Tóm Rúm, eitt leiklistarligt bragd. Ummæli LISTIN
2014 Grein um Bárð Oskarsson í Atlanticblaðnum
2014 Nú er stund at gleða seg – ummæli av Vencil LISTIN
2014 Ein nýggj tøgn – ummæli av Leyvið haldi eg Tóroddur Poulsen. Listabloggurin
2014 Story Music Teitur. Ummæli Listaportal
2014 Kuraterað framsýningina Billedord Ordbilled á Norðurbryggjuni: Svend-Allan Sørensen, Knud Odde, Toni Larsen, Zven Balslev, Vibeke Mencke Nielsen, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Claus Carstensen og Peter Laugesen. Samt originalgrafiske bøger/udgaver af Daniel Milan, Pernille Kløvedal, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Malene Bang, Zven Balslev, Emil Westmann Hertz, Stefan Rotvit, Søren Petersen, Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen
2014 Fyrilestur um altartalvuvariatiónirnar hjá Tórbirni Olsen í Hoyvíkar Kirkju
2014 Kuraterað framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen í Glostrup Kunstforening
2014 Eitt sindur um at ganga inn uppá intentión listaverksins ella at lata vera. Um LUDO - Listaportal
2014 Ummæli Mánadagskonsert við løtum av musikalskari nærveru. Listaportal
2014 Stovnað mentanarheimasíðuna www.listaportal.com
2013 Mentanarárið í nýggjárssending í sjónvarpinum.
2013 Kuraterað framsýningina Gul orka. Framsýning í Steinprent
2013 Fyrilestur um list á starvsfólkadegi hjá Tryggingarsambandi Føroya
2013 Um ummæli – Mentanarnátt á landsbókasavninum LISTIN
2013 Ummæli Einglasuð hjá Tóroddi Poulsen
2013 Kuraterað framsýning við Tóroddi Poulsen og Claus Carstensen í Flensborg.
2013 Skrivað tíðindaskriv til framsýning hjá Andreas Schulenburg í Steinprenti/ Lutfalsliga ørt/ Proportional verrückt
2013 Byggilist snýr seg ikki bert um vakurleika. Sosialurin 27.9-13
2013 Kuraterað Klaksvikaffærer Claus Carstensen. Norðurbryggjuni
2013 Kuraterað Ólavsøkuframsýningina: M.a.Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen
2013 Ummæli av prýðing av Boðanesheiminum Dimmalætting
2013 Ummæli av umheinging av Listasavninum. Dimmalætting
2013 Skrivað katalogtekst um Hanna Bjartalíð til Liverpool Biennaluna
2013 Fyrilestur um Ruth Smith og Hansinu Iversen í Vági. Dimmalætting
2013 Framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen
2013 Fyriskipað katalog til framsýning hjá Ásmundi Poulsen
2013 Skriva fororð í Fjalum hjá Tóroddi Poulsen
2013 Um list og líkislist á Boðanesheiminum í Tórshavn. LISTIN
2012 Í Degi og Viku saman við Birni Kalsø, mentamálaráðharra um skerjing av listastuðli
2012 Vitskuvíðkandi. Avbyrgingar Tóroddur Poulsen. Dimmalætting
2012 Eitt sindur um tað óendaliga lítla í tí øgiliga stóra. Ummæli LISTIN
2012 Sinnislig upplating í sikk og sakk (Jóhan Martin Christiansen) LISTIN
2012 Infernalsk heimvitisferð – ummæli Tóroddur Poulsen. LISTIN
2012 Upplegg um standmyndalist og Steinprent fyri Folketingets Færøudvalg
2012 Fyriskipað og skriva bókling um list Stuðlandi listagávur frá ALS
2012 Ó-søgur av hinum slagnum – Um samkyndleika í føroyskari myndlist
2012 Við Eivør í sæluskapandi fríum falli. ummæli LISTIN
2012 Misjøvn, tveydimensjonal útflytingarframsýning. ummæli LISTIN
2012 Fyrilestur um Tòrodd Poulsen á bókadegnum í Norðurlandahúsinum.
2012 Tekstur um Marius Olsen til hefti hjá Glostrup Kunstforening
2012 Fyrireiking og røða til framsýningina Hvat er natúrligt LGBT
2012 Ein ólavsøkuframsýning og onnur. LISTIN
2012 Sponsk myndlist. Innslag í Rás2
2012 John Kørner við føroyskum íblástri. Dimmalætting
2012 Føðingardagsrøða til Arnold Vegghamar á 75 ára føðingardegnum
2012 Skrivað grein í kataloginum Hanni Bjartalíð Gandahús. Listasavn Føroya
2012 Hanni Bjartalíð. English text Liverpool Art Biennial
2012 Kuraterað framsýning Øssur Johannesen Norðurlandahúsið
2012 Daprar skuggamyndir – Katrin M Einarsson. Listin
2012 Eitt monument yvir tilverunnar sorg og kærleika. Ummæli av Room Eivør. LISTIN
2012 Ummælt Avbyrgingar og Heimvitisferðina eftir Tórodd Poulsen saman við Heðini M.Klein í In mente KVF
2012 Keyp føroyskt, keyp Endurtøkur – ummæli Sissal Kampmann. LISTIN
2012 Gjørt katalog til framsýning Øssur Johannesen. Norðurlandahúsið
2012 Tíðindaskriv og røðu til framsýning hjá Bárði Jákupsson í Steinprent
2011 Inn í eina kjøtleysa framtíð Ummæli Tóroddur Poulsen Bræddur firvaldur LISTIN
2011 Hanni Bjartalíð Is anybody home. Bryggen, fyriskipað og skrivað tekst til faldara.
2011 Saman við Vár í Ólavstovu ummælt 3 kvinnuligar debutantar. In mente KVF
2011 Saman við Carl Jóhan Jensen ummælt Rottan eftir Sólrun Michelsen
2011 Sterk nýggj yrkjararødd (Sissal Kampmann). LISTIN
2011 Sosial list – grein um grafikaran Palle Nielsen. LISTIN
2011 Gjørt tilmæli um listasavnið hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, skipað uppheinging
2011 Skrivað og fyriskipað bóklingin Tjúgu Trygg Valaverk
2011 Kuraterað og fyriskipað framsýningina Klaksvikaffærer við verkum hjá Claus Carstensen í Norðurlandahúsinum og Steinprenti
2011 Skrivað og sett saman katalog til Klaksvikaffærer við tekstum eftir: Kinna Poulsen, Claus Carstensen og William Heinesen
2011 Skrivað greinina Vakuleikin og fjølmiðlabeistið Dimmalætting
2011 Várframsýningin RIP? Ummæli LISTIN
2011 Skrivað tíðindaskriv í smb við framsýning hjá Anker Mortensen í Listahøllini
2011 Fremmandgjørdir fáplar í Focus Ummæli av Silju Strøm. LISTIN
2011 Ein grafiskur meistari spílar seg út. Grein um Marius Olsen í Dimmalætting
2011 Hugskotsborin tekstillist – ummæli Tita Vinter. LISTIN
2011 Í Refleksjón saman við Jógvani Arge og kjakast um almennar prýðingar
2011 Skrivað greinina Ikke meget at grine ad... um Sekel. Sosialurin og www.denfri.dk
2011 Kuraterað framsýningina Gullnám hjá Hanna Bjartalíð í Steinprenti
2010 Septemberyrkingar í oktober ummæli. LISTIN
2010-13 Útgivið tíðarritið Listin x 4 saman við Inger Smærup Sørensen á forlagnum Í Støplum
2010 Stovnað www.listinblog.blogspot.com saman við Inger Smærup Sørensen. Vit hava skrivað 2337 tekstir um list
2010 Eg eri bert ein miðalhampamaður. Ummæli Peter Carlsen. LISTIN
2010 Hugskot og fyriskipan av framsýningini Myndaódnin í Steinprenti
2010 Ummæli av Innrás, ung listafólk í Müllers Pakkhúsi LISTIN
2010 Tomhedens Poesi - Steffan Danielsen. Fyrilestur í Norðuratlantsbryggjuni
2010 Hin seinasta Heystframsýningin, ummæli í Dimmalætting
2010 Hugans meistaraverk, ummæli av framsýning hjá Arnold Vegghamar Dimmalætting
2010 Amatøranna spælipláss Ólavsøkurframsýningin ummæli Dimmalætting
2010 Fyrilestur um Steffan Danielsen á Føroya Fólkaháskúla
2010 Meistaraverk gloppið føroyingum av hondum. Dimmalætting
2010 Kuraterað og fyriskipað Summarframsýningina og sett saman og skrivað katalogið um Rannvá Kunoy við tekstum eftir: Pernilla Holmes, Gunnar Hoydal, Kinna Poulsen og Tom Morton
2010 Skrivað tekst í fløguni Eitt sindur av tí bláa hjá Jensinu Olsen
2010 Skrivað tíðindaskriv til framsýning hjá Hanna Bjartalíð og Onnu Seppälä í Steinprenti
2010 Skrivað grein um Knud Odde og verkætlan við Statens Kunstfond í Dimmalætting
2010 Marengs Ummæli Astri Luihn - Alt tað sum hevur fuglaflog. Dimmalætting
2010 Tankar um list – Ummæli av framsýning v Frida Zachariasen LISTIN
2010 Kuraterað framsýningina Deyðan geniala relieff v Hanna Bjartalíð í Steinprenti
2010 Tey ungu stillu. Ummæli LISTIN
2010 Heiðrik - hin óvanligi. Grein um Heiðrik á Heygum í Dimmalætting
2010 Kuraterað og fyriskipað framsýningina Skriften på Stenen í Norðurlendska Ráðharraráðnum við verkum hjá Tóroddi Poulsen og Claus Carstensen
2010 Kuraterað framsýningina Svart og reytt við ymiskum listafólkum í Steinprenti
2010 Kuraterað framsýningina Sort og rød í Glostrup Kunstforening
2010 Gull og mentanarligt overkill ummæli. LISTIN
2010 Var ein av stovnarunum til grafikkáhugafelagið Steinbrá. Nevndarlimur frá 2016 formaður.
2009 Kuraterað framsýningina Myndaódnin 2009 í Steinprenti
2009 Darwin og Traðarmaðurin. Fyrilestur um skulpturlist í Studentaskúlanum í Hoydølum
2009 Kuraterað framsýningina Steinverur við norðurlendskum listafólkum í Steinprenti
2009 Skrivað bókina Steffan Danielsen. Bókagarður
2009 Fyrilestur á Fróðskaparsetrinum: Faroese Art - historical outline. Summer University
2009 At tora tað ljóta. Ummæli av framsýning hjá Silju Strøm í Sosialinum
2009-08 Skrivað fleiri tekstir um føroyska list (Bárður Jákupsson, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen o.o) til Glostrup Kunstforening
2009 Lívið sum listaverk, grein um Øssur Johannesen í Sosialinum
2009 Fyrilestur um Steffan Danielsen í Nólsoy
2009 Kuraterað framsýning við myndum hjá Steffani Danielsen á Látrinum í Nólsoy
2009 Ummælt Útsýni hjá Tóroddi Poulsen á kinnapoulsen.blogspot.com
2009 Gestsins eyga. Ummæli. Sosialurin
2009 Ganga fram í myrkri... Ummæli Sosialurin
2009 Várlig Heystframsýning, ummæli í Sosialinum
2009 Sálin á verkstaðnum. Sosialurin
2009 Bad Taste Party í Fínustovu Ummæli av Várframsýningini Sosialurin
2008 Danskjävlar - en svensk kærlighedserklæring. Ummæli Sosialurin
2008 Faroese art. Tekstur til Samvit http://samvit.info/index.php/arts/faroese-art
2008 Working in a fish factory is more important than art, ummæli í Sosialinum
2008 STENSÆTNINGER. Framsýning hjá Tóroddi Poulsen. Katalog v. tekstum hjá Tóroddi Poulsen, Ove Mogensen og Kinnu Poulsen. Museum Sønderjylland.
2008 Landslag.aja Sosialurin
2008 Skuggamyndir – Ummæli. Sosialurin
2008 Skrivað tekst í húsanum til fløguna Døgg hjá Tarira
2008 Ávegis. Ummæli av Silju Strøm í Sosialinum
2008 Nýbrot í føroyskari list. Grein um Tórodd Poulsen
2008 Endurnýggjan. Ummæli av Hanna Bjartalíð í Sosialinum
2008 Nossligt vár. Ummæli av Várframsýningini
2008 Skrivað greinina Landslagið - uttan og innan til katalog: Natúrligvís. Norðurlandahúsið Tórshavn og Sophienholm
2008 Aftur í landslagið. Ummæli av norðurlendskari framsýning í Statens Museum for Kunst í Sosialinum
2008 Abstraktar damur 100 ár. Grein um Picasso og Ingálv av Reyni í Sosialinum
2007 Forelskað í málarínum. Grein um Rannvá Holm Mortensen í Sosialinum
2007 Málandi markloysi. Ummæli. Sosialurin
2007 Tann góða, tann sanna og tann virkuliga vakra – Ummæli. Heystframsýningin. Sosialurin
2007 Kristilig humanisma. Grein um Sigrun Gunnarsdóttir í Sosialinum
2007 Lítið gallarí, stór list. Ummæli av Torbjørn Olsen í Sosialinum
2007 Innslag um Heystframsýningina í Mentanartíðindum SVF
2007 Innslag um føroyska list á internetuppboðssølum í Rás2
2007 Upplatingarrøða á Heystframsýningini 2007
2007 Tann góða, tann sanna og tann veruliga vakra. Sosialurin
2007 Gulur veruleiki. Grein um John Kørner í Sosialinum
2007 Málandi markloysi. Grein um norðurlendskt málarí í Sosialinum
2006 Hygg hvussu stórar mínar blómur eru. Grein um Katrine Ærtebjerg í Sosialinum
2006 Førka teg spakuliga yvirum orðini : um ummæli og ummælarar í Føroyum. Sosialurin
2006 Rundvísingar á íslendskari listaframsýning í Føroya Banka.
2006 Litveitslan heldur áfram. Ummæli av Torbjørn Olsen í Sosialinum
2006 Føroysk list við fronskum íblástri í Sosialinum
2006 Ritroynd í kataloginum til framsýningina ZH06
2006 Gjørt samrøðu við Zacharias Heinesen í Kultura, ÚF
2006 Skipslastir av spraklandi yrkingum. Sosialurin
2006 Grein um brúkslist og myndlist í Sosialinum
2006 Innslag um politiska list í Mentanartíðindum SVF
2006 Hvar er rák – ummæli av Vencil (Ebba Hentze, Gunnar Hoydal Carl Johan Jensen m.a.) Dimma 27.okt
2006 Málaraskaldið 100 ár. Grein um Mikines í Sosialinum
2006 Megnarverk við lýtum – ummæli av mikinesbók. Sosialurin
2005 Myndlistin 2005. Grein í Sosialinum
2005 Sjónlig poesi. Grein um myndlistina hjá Tóroddi Poulsen í Dimmalætting
2005 Ivin sum reyður tráður. Dimmalætting
2005 ÚTBROT – ummæli av Heystframsýningini Sosialurin
2005 Fleiri ummæli í Kultura ÚF
2004 Íblástur valdast Ummæli Sosialurin
2004 Luttikið í pallborðsfundi fyri Rithøvundafelagið har kjakast var um ummæli
2004 Fyrilestur um kvinnur í føroyskari myndlist í Mettustovu 8.mars
2004 Greinarøð: Konubrot um kvinnur í myndlistini Dimmalætting
2004 Úrval og uppheinging av listaverkunum hjá Føroya Tryggingarfelag í nýumvældu hølum teirra
2004 Várreingerð. Ummæli av Várframsýningini. Fregnir
2004 Fepursjónir í Focus Fregnir
2004 Litirnir hinumegin, grein um Rannvá Kunoy í Fregnum
2004 Skrivað tekst til fløguna Veðrið eigur orð við Lot og Tóroddi Poulsen
2004 Ummæli av framsýning hjá Bárði Jákupssyni í Listasavninum, Fregnir
2004 Húðsemi. Grein um m.a. Beintu av Reyni í Fregnum
2003 Hamskifti – ummæli av Eivør. Fregnir
2003 Upplegg á Ráðstevnu um list í Norðurlandahúsinum
2003 Listin – Gud er danskari ummæli og umrøða. Fregnir
2003 Føroysk list 03 - samrøða við Suna Merkistein í ÚF
2003 Støddin munar – Ummæli av Várframsýningini. Fregnir
2003 Fastur teigur "Listin" í Fregnum við greinum um list
2003 Strok. Framsýningartekstur til framsýning hjá Hansinu M.Iversen í Listasavninum
2003 Deja vu – ummæli Olsen, Torbjørn | Heinesen, Zacharias | Iversen, Hansina | Poulsen, Guðrið | Reyni, Ingálvur av | Kunoy, Rannvá | Bjartalíð, Hanni | Svensson, Kári | Olsen, Marius. Fregnir
2003 Sóleygað. Framsýningartekstur til framsýning hjá Anker Mortensen í Galerie Focus
2003 Gráir týdningar av sonnum – ummæli. Fregnir
2003 Melancolic Underdogs – grein um Gestir. Fregnir
2003 Fyrilestur um føroyska list í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
2003 At gera tað ósjónliga sjónligt – Ummæli av bókini Tróndur Patursson hjá Finn Terman Frederiksen. Fregnir
2003 Fyrilestur um landslagið í føroyskari myndlist. Í Føroyahúsinum í Keypmannahavn
2003 Hurlivasi á Bryggjuni – ummæli av Kolonialen. Fregnir
2003 Ting og Tign – grein um Jensinu Olsen. Fregnir
2002 Ummæli av bókini Kunstnere på tale Lisbeth Bonde í Dimmalætting
2002 Tá tað at hvørva er at koma aftur sum orð – ummæli av Húðsemi TP Dimmalætting
2002 Ummæli av sjónvarpsrøðini Myndlist í Føroyum hjá Bárði Jákupssyni. Dimmalætting
2002 Staðbundin verðinslist. Ummæli av framsýning á Norðurbryggjuni.
2002 Grein um funktionalismu og Arne Jacobsen í Dimmalætting
2002 Fyrilestur. Færøsk kunst i Norden. Norðuratlantsbryggjan, Kph.
2002 Installatiónslyst. Ummæli av framsýning hjá Chris Cunningham. Fregnir
2002 Ummæli av norðurlendskari listaframsýning á Norðuratlantsbryggjuni, Kph, Dimmalætting
2002 Ummæli av yrkingarsavni hjá Tóroddi Poulsen. Dimmalætting
2002 Yrkingamarglæti ummæli av Oddfríði Rasmussen, Tóroddi Poulsen og Jóanesi Nielsen. Dimmalætting
2001 Ummæli av bókini Per Kirkeby - Rejsen til Færøerne. Í Dimmalætting
2001 Ummæli av bókini Ingálvur av Reyni - 25 vatnlitamyndir. Í Dimmalætting
2001 Listarbók og bókalist – Villvísi Tóroddur Poulsen/ Bjarne Werner Sørensen. Dimmalætting
2001 Grein um Hansinu Iversen í Atlantic Review
2001 Fyrilestur um føroyska list í Foreningen Norden, Allerød
2001 Fyrilestur um føroyska list í Hillerød Kunstforening
2001 Nálareygað ov rúmt. Sosialurin
2001 Sjónvarpsummæli av Várframsýningini
2001 Grein um føroyska list á heimasíðuni www.faroearts.com
2001 Fyrilestur um Ingálv av Reyni í Føroyahúsinum, Kph
2001 Fyrilestur um unga ættarliðið innan føroysku myndlistina í mentanartíðarritinum Bragi
2001 Ummæli av bókini Ingálvur av Reyi í mentanartíðarritinum Bragi
2001 Samrøður við yngra ættarliðið innan føroyska myndlist í mentanartíðarritum Bragi
2001 Grein um Mikines og symbolismu í Dimmalætting
2001 Livst so spyrst. Dimmalætting
2001 Grein um Ingálv av Reyni í Sosialinum
2000 Samrøða við Amariel Norðoy í Dimmalætting
2000 William Heinesen og myndlistin. Grein í Dimmalætting
2000 Intensiv blóðroynd. Ummæli Blóðroyndir Tóroddur Poulsen. Sosialurin
2000 Fyrilestur um myndlistina hjá William Heinesen í Føroyahúsinum
2000 Ummæli av altartalvuni hjá Torbjørn Olsen í Miðvágs Kirkju í Dimmalætting
2000 Tekstur á føroyskum og donskum til katalog hjá listafólkabólkinum Imaga
2000 Tekstur til myndaskrá hjá Kára Svensson
2000 Fyrilestur Fine arts in the Faroe Islands. Føroya Fólkaháskúli
2000 Góðskukrøv mugu setast til Ólavsøkuframsýningina - ummæli
2000 Introduktiónstekstur á føroyskum og donskum til summarframsýningina Zachariasi Heinesen í Norðurlandahúsinum í Tórshavn
1999- Myndaredaktør í mentanartíðarritinum Bragi
1999 Gyltar speglingar ummæli. Dimmalætting
1999 Skrivað tekst um Ruth Smith til Dansk Kvindebiografisk Leksikon
1999 Dalurin fagri. Ummæli Dimmalætting
1999 Bæði góðska og gróður ummæli av føroyskari listaframsýning í DK Dimmalætting
1999 Fyrilestur um unga føroyska list. Føroyska listafelagið í Danmark
1999 Ummæli av bókini Thomas Arge eftir Bárð Jákupsson í Oyggjaskeggja
1998 Ummæli av framsýningini Den Gyldne í Oyggjaskeggja
1998 Ummæli av Ólavsøkuframsýningini Dimmalætting
1998 Ummæli av Ingálvi av Reyni. Hvørja ferð mynd verður gjørd mást tú hava mist tráðin Í Dimmalætting
1998 Eyðun er Eyðun. Ummæli í Oyggjaskeggja
1997- Ummæli av Den Nordiske í Oyggjaskeggja
1997 Norðurlendsk list á Den Frie Oyggjaskeggja
1997 Ummæli av framsýning hjá Bjarne Werner Sørensen í Oyggjaskeggja
1997 Grein: Yrkingar og Tónleikur í Samuelskirkjuni í Oyggjaskeggja
1996 Grein um føroyska listafatan í Oyggjaskeggja
1996 Grein um Goya í Oyggjaskeggja
1996 Ummælt Ólavsøkuframsýningina í ÚF
1995 Bókin á náttborðinum – Hærværk. Fjølnir nr 5
UM UMMÆLI 2013
”Í grundini eru ummæli rættiliga víttfevnandi og tað er ikki løgið, tí tey skulu helst avspegla listina. Tú kanst meta um mátan eitt listaverk er plaserað á eini framsýning ella um eina bók ella ein leik í mun til hinar leikirnir, sum høvundurin skrivaði. Tú kanst meta um listabólkin, rákið ella hinar listabólkarnar, listastovnin ella aðrar listastovnar, stovnsleiðslu, stovnsskrá, framsýningarætlanir og -visiónir, mentanarpolitikk ella mangul uppá sama og so framvegis. Krøvini til ummæli eru sera ymisk. Meðan brúkarin ynskir undirhaldandi ummæli, ella ummæli, sum eru væl orðað og spísk og helst eisini uppbyggilig, tosa listafólkini aftur og aftur um saklig ummæli og kompetentar ummælarar, sum eru fakliga útgjørdir innan ta listina, sum teir ummæla. Listin er rættiliga kompleks og kontekstuel og tí kann tað eisini vera rættiliga víttfevnandi at fyrihalda seg sakliga til listina eisini sjálvt um tú hevur relevanta útbúgving og serliga samtíðarlistin er ofta torfør at fáast við, tí hon ofta er framman fyri sína tíð.
Eg haldi sjálv, at listaviðgerð, listakjak og ummæli eru ómetaliga umráðandi, tí tað flytir og mennir okkum. Vit hava ótrúliga nógva góðskulist í Føroyum innan øll listasløgini, men enn darlar mentanarøkið aftaná. Vit hava enn ikki fatað hvussu nógv mentan og list kann gera fyri eitt elalítið samfelag sum okkara bæði í mun til at gera okkum sjónlig úti í heimi og í mun til trivnaðin innanlands. Politiska skipanin hevur enn ikki fatað hvussu nógv vit kunnu fáa burtur úr listini, um vit stýra henni við virðing og professionalismu. Enn hava vit ongan hug at skilja í millum áhugalist og yrkislist, hetta sæst aftur í stuðulsskipanini. Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera gjørt sum ein natúrligur partur av yrkisgerðini av listaøkinum, tað snýr seg um at uppstiga mentanarpolitiska økið, listaútbúgvingar, listaumhvørvi, listastovnar, stuðulsskipanir osfr.
UMMÆLARAFÍS 2013
Tað eru ov fá ummæli av føroyskari list! Hetta verður javnan ført fram, eisini millum listafólk, tað vil siga bara inntil, tey fáa eitt negativt ummæli. Tá er tað brádliga ikki ummælarar, sum tróta, nei, tá er tað KOMPETENTAR ummælarar, sum okkum vantar í Føroyum. Og nógv í millum hvat støðið er hægri í Weekendavisen, ella í DR ella tá mann lurtar eftir ymsum mentanartættum í BBC, á SV2, og tá mann lesur New York Times, Information ella whatever. Og jú - tað er væl møguligt, at føroysk intellektuel trívast best í hægri, útlendskum løgum enn her heimliga dunnuhylinum, men vit halda altso, at tað er umráðandi at hava okkara egna perspektiv við. Á Listablogginum royna vit eftir førimuni at ummæla og at miðla list í heimliga umhvørvinum, og á føroyskum, sjálvt um okkara donsku innlegg eftir øllum at døma hava størri áhuga millum okkara føroysku lesarar! Hatta við teimum vantandi førleikunum hjá ummælarum, verður orðað á rættiliga ymiskan hátt. Summi hava ilt av akademiska støðinum ella manglinum uppá sama - og so hevur eisini verið ført fram, at undirritaði ummælari er studentaskúlalærarinna. Tað argumentið havi eg so ongantíð skilt. Tú verður neyvan verri ummælari av at vera studentaskúlalærarinna… Eg toli somuleiðis eisini væl at verða skýrd áfallin, betrivitandi, ekskluderandi, mannsjavinist (!) hánddukka hjá málarum á Skipasmiðjuni (listamonnum sum konum!), gívur, listasnobb, ikki óvildig, maktgrað, eliter osfr. Og sjálvandi er tað í fínasta lagi, at fólk gera vart við, tá tey eru ósamd við mínum uppáhaldum, tað dámar mær bara væl og eg eri samd í, at tað er troyttandi, at eg eri lutfalsliga einsamøll sum ummælari á myndlistaøkinum.
Ert tú ikki samd við ummælaranum, kanst tú altíð ivast í hansara ella hennara motivum;-Er tað ikki okkurt við, at ummælarin og listakvinnan eru vinir? Ella er daman hjá honum ikki starvsfelagi við konuna hjá avvarðandi tónleikara/ høvundi/ myndlistakvinnu/ sjónleikara/ filmslistafólki? Og í denn dur, men eg leggi heldur ikki so nógv í hendan kritikkin. Tekur tú tær tykni av hesum sum ummælari, ert tú í skeivari bransju. Og tað er ein løgin bransja, tí hvat fær mann burturúr? Um mann er uppmerksemisjunkie og typan, sum elskar at koma inn í eitt rúm, fullt av fólkum við ringari uppsikt, sum teska saman og við jøvnum millumbilum hyggja óblídliga eftir einum, - ja, so fær mann heilt vist eitt satt kick burtur úr ummælaravirkseminum. Og um mann er óvanliga konfliktfegin og elskar at møta fólkum í Keypsamtøkuni, sum brádliga halda uppat við at heilsa, tí mann hevur kritiserað teirra listarliga avrik - um mann elskar tílíkar smáar, vemmiligar gerandiskonfliktir uppi yvir mánadagsinnkeypinum, - ja so er ummælaríið akkurát fyri.
Bert tá kritiska undirlagið er í ordan, gevur tað meining við fagnandi ummælum. Allur fagnaður verður munarleysur og uttan týdning, um ikki hann settur í relieff av kritiskum atliti. Eg tori at pástanda, at tað, sum er óerligt, er týdningarleyst og vit vita tað øll. Tá vit hoyra ein ummælara í útvarpinum ella aðra staðni, sum sigur "áhugavert og spennandi" upp í saman, men ikki torir at siga tað, sum hon ella hann erliga hugsa, er tað eins og oyruni ella eyguni á lurtarunum ella lesaranum dovna og sovna. Tá er frægari at hoyra ein erligan ummælara, sum sigur ella skrivar tað, hon ella hann meinar, eisini sjálvt um próvgrundirnar kunnu tykjast nóg so stupidar.
Mentanarstarvslønir latnar
/Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um knappar 37 mio. kr. Grunnurin kundi í ár lata gott 4,5 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 34 umsøkjarar starvsløn, og tríggir fingu íverksetanarstuðul.
Nevndin hevur á fundi tann 17. februar 2021 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Jóhan Martin Christiansen (myndlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
6 mánaðir:
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)
Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)
Katrina í Geil (bókmentir)
Kim Simonsen (bókmentir)
Leivur Thomsen (tónlist)
Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)
Mikael Blak (tónlist)
Randi Samsonsen (myndlist)
Sakaris Fríði Stórá (filmslist)
Ein umsøkjari fekk 5 mánaðir, tríggir fingu 4 mánaðir, átta fingu 3 mánaðir, tíggju fingu 2 mánaðir og ein fekk 1 mánað.
Tilsamans vóru 140 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2021 (sí fylgiskjal).
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Eitt ár
Jóhan Martin Christiansen (myndlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
Seks mánaðir
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist og annað)
Hanni Julius Bjartalíð (myndlist)
Katrina í Geil (bókmentir)
Kim Simonsen (bókmentir)
Leivur Thomsen (tónlist)
Magni Husgaard (tón- og ljóðlist)
Mikael Blak (tónlist)
Randi Samsonsen (myndlist)
Sakaris Fríði Stórá (filmslist)
Fimm mánaðir
Kristina Ougaard Sørensen (palllist)
Fýra mánaðir
Silas Olofson (bókmentir)
Bárður Persson (palllist)
Atli Kamban (filmur)
Tríggjar mánaðir
Andreas Tykjær Restorff (tónlist)
Birita Adela Davidsen (tónlist)
Bjarni Mohr (bókmentir)
Eli Tausen á Lava (tónlist)
Gutti Winther (bókmentir)
Hans Tórgarð (palllist)
Jasmin Mote (tónleikur)
Rúni Brattaberg (bókmentir)
Tveir mánaðir
Búi Rouch (dansur)
Guðrið Poulsen (myndlist)
Katrin Joensen-Næs (filmslist)
Rannvá Holm Mortensen (myndlist)
Súni Joensen (ljóðlist)
Theodor Kapnas (tónlist)
Pauli Nielsen (týðing)
Martin Schürholz (týðing)
Jákup Sørensen (týðing)
Marita Thomsen (týðing)
Ein mánað
Trygvi Danielsen (bókmentir
Tjóðpallurin umaftur
/Den nationale scene Bergen - foto: wikipedia
Tað er einki at taka seg aftur í, at mann skal hava eitt Jobs tol fyri at fáast við list her á landi. Tað hjálpir eisini at vera jalig fyri ikki at siga lalliglað við púra markleyst opnum sinni og einum ikki serliga munagóðum minni. Hetta hugsi eg súrliga við mær sjálvari nú fagnaðarboð ljóða úr Mentamálaráðnum, at Bursatangi skal vera staðseting fyri einum Tjóðleikhúsi. Og meðan eg skrivi hesar reglur, hugsi eg hví eg skrivi hesar reglur, tí tað hevur neyvan nakran týdning heldur. Eg trúgvi heilt einfalt ikki uppá projektið. - Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilin versus leiklistini - Eg giti, at okkurt problem verður við Bursatanga, hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni etc. Ikki at eg havi nakað ímóti Bursatanga – ikki tað minsta, men er tann tangin ikki nokk so lítil og hvat við farleiðini til Nólsoyar? Tey vænta kanska, at Erla Kongsdóttir liggur still eisini tá einaferð um tjúgu ár, tá spaki verður settur í Bursatanga til Tjóðpallin. Nei eg veit ikki, men Vágaportalurin veit, at siga frá tíðindafundi í dag:
Niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at økið við Bursatanga er besta staðseting fyri Tjóðleikhúsið.
Tvey uppskot hava bestu staðsetingina, og tað eru Henning Larsen Arcitects og ZETA / BRIM Arcitects.
Nú skal staðsetingin viðgerast í Tórshavnar býráð.
Í niðurstøðuni frá dómsnevndini stendur millum annað:
- Niðurstøðan tekur serliga støði í uppskotunum 3 og 4, sum lýsa, at ein bygningur við Bursatanga kemur at standa á markamótinum millum bý og havn, millum land og hav.
- Eitt nýtt Tjóðleikhús á hesum staði kann standa sum ein stakbygningur og hervið bera sermerki og tign, sum Tjóðleikhúsið og virksemið í húsinum eigur at hava.
- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.
- Samstundis kann staðsetingin tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru Vág, soleiðis at byrningurin ikki ger seg inn á útsýnið á havnarøkið ella á Tinganes.
- Útiøkini verða sjónlig frá býnum og bjóða gangandi til sjónleik, ella at fara til gongu framvið bryggjukantinum.
- Henda staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um Tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.
- Atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin yviri við Strond.
- Parkering kann skipast á landsynningspartinum av havnarøkinum, og vørukoyring til og frá húsinum kann skipast í sambandi við parkeringsøkið, uttan at vera til ampa fyri økini, sum venda móti vágni, ið rúma góðar møguleikar fyri fríløtuvirksemi.
- Ein staðseting við Bursatanga kann harafturat verða fyrsta stigið í einari býarmenning á Eystaru Bryggju, verður sagt í niðurstøðuni.