Hetta var eitt ordans listavikuskifti við óvanliga væl vitjaðum framsýningarupplatingum. Í gjár læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, INDUSTRIAL BONDAGE upp. Talan er um eina maksimalistiska framsýning út yvir tað vanliga við nógvum sansaligum upplivingum og assosiatiónsmøguleikum. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.