Fríggjadagin 19. mars klokkan 13 fer Paula Gaard at verja sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "Verjurøða ummælarans - sjálvsmyndan í føroyskum bókaummælum 1997-2007", sum viðger ummæli av føroyskum føgrum bókmentum, skrivað í føroysk bløð og tíðarrit. At viðgera ummæli sum sjálvstøðugt tekstaslag hava vit ikki gjørt tað nógva av her um leiðir. Vit hava fyri tað mesta brúkt ummæli sum eitt slag av hjálpartekstum í sambandi við bókmentagransking annars. - Fyri meg er ritgerðin hjá mínum góða starvsfelaga, Paulu Gaard sera spennandi og eg eri eisini sloppin at lesa hana. Hon er væl skrivað og áhugaverd og eg eri stolt av, at tekstir hjá mær verða mettir nóg áhugaverdir at verða viðgjørdir. Út yvir hetta ætli eg mær ikki at at skriva um avrikið - tað er bæði ov tíðliga og ov tætt - fólk mugu sjálvi sleppa at gera sær egnar metingar við at lesa ritgerðina og/ella lurta eftir verjuni í Kongshøll ella á netinum, har verjan verður stroymd.
Men ritgerðin hevur fingið meg at hugsa um mítt egna virksemi innan ummæli - Tað er so merkiligt við tíð. Dagar koma og fara og brádliga er tað ein lítil ævinleiki síðani mann gekk á universitetinum í Keypmannahavn tá í hálvfemsunum og kom í samband við onnur bókmentaáhugað og listaáhugað ungfólk og síðan fór at skriva í Oyggjaskeggja og í kollegiiblaðið Thisis. Eg skrivaði um ymisk tiltøk, um yrkingar og um list. Fyrsta greinin á føroyskum, sum eg sjálv haldi okkurt er við, er eitt slag av eini rapport frá eini konsert og yrkingaupplestri í Samuelskirkjuni í 1997. Eg haldi tað var mest tað - eitt slag av rapportum ella frágreiðingum um tað, eg upplivdi, sum eg varpaði út, tá nú eingin annar gjørdi tað. Síðani havi eg skrivað og tosað nógv um list. Eg veit ikki hví, men haldi ikki tað snýr seg um at pallseta meg sjálva. Tað snýr seg um list, um myndir, yrkingar, sjónleikir, filmar o.a. Og tað er mest tí eg ikki kann lata vera júst sum eg ikki kann lata vera við at skriva hetta eg nú skrivi. Og kanska snýr tað seg eisini um at gera tingini uppá sín egna máta, sum eg í stóran mun havi kent meg noydda til m.a. við at fáa mær mína egnu heimasíðu. Kritikkur er eitt einsamalt yrki - tað eru løtur, har fólk eru samd við tær, men aloftast eru tey eitt sindur ósamd ella irriterað, tí mann hevur verið ov kritisk ella ov lítið kritisk. Tað ringasta er um mann sjálv er disponerað fyri iva, tað eru tey flestu og eg ivist ofta í mínum egnu niðurstøðum. Kortini royni eg at koma fram til niðurstøður og vera erlig og tað er einki lætt, tá mann alla tíðina veit hvat tað er, sum fólk vilja hava ein at siga ella skriva. Í so máta er eingin munur millum list og kritikk - tað er einki fyri at skriva ella siga tað, sum øll vænta og at endurtaka tað, sum einki vágar og einki flytir. Í so máta er tíðin løgin. Fólk renna og tuska og flyta dekk og ketur, men mentalt og intellektuelt skal tað helst vera lætt og yvirkomiligt innan fyri konsensus. Tað er ein avbjóðing at skriva tað, sum mann meinar og at vera tann fyrsta at ummæla eitt listarligt avrik - tað krevur dirvi. Omanfyrinevnda ritgerð gjørdi meg varuga við, at eg í grundini ikki havi ordiliga stýr uppá hvat eg havi skrivað. So eg fór í gongd við at gera mær eitt yvirlit, men mátti ásanna, at hetta er stórarbeiði í sær sjálvum. Eg havi fingið nakað av hjálp frá Landsbókasavninum, sum á síni heimasíðu hevur eitt imponerandi savn av ummælum, sum tó ikki ger mun á tíðindaskrivum og ummælum. Eg seti eitt yvirlit inn her. Fyrst og fremst er hetta ein støðumeting yvir tað, sum eg geri við síðuna av lærarastarvinum og sum hevur stóran týdning fyri meg. Um tað hevur týdning fyri nakran annan, mugu onnur døma um. Kritikkur er bara ein partur av mínum nokk so breiða listmiðlanaravriki, eg haldi sjálv, at eisini tíðindaskriv og kuratoruppgávur eru umráðandi partar av hesum virksemi. Yvirlitið er ikki fullkomið og onkrastaðni umskarast partar, tí eg t.d. nevni onkrar tekstir av Listablogginum, sum eg hevði saman við Inger Smærup Sørensen, men ikki allar. Aðrastaðni nevni eg samlaða talið av greinum á blogginum.
2021 Ummæli Ingálvur - Ferðin inn í tað ókenda. Dimmalætting
2021 Kurateri framsýning við Fríðu Matras Brekku. Víngarðurin
2021 Millum opinbering og mikrochip – ummæli av Frits Johannesen. Dimmalætting
2021 Menn og maskinir – ummæli av tónleikaframførslu. Dimmalætting
2021 Tíðarleys tunnilslist – ummæli av Tróndi Patursson. Dimmalætting
2021 Kuraterað Summer in the city Jóhan Martin Christiansen Víngarðurin
2022 Kurateri Lyset i Nord - Skæret fra Paris – La Maison du Danemark í Paris
2018 Astrid Andreasen 70 ár – Ummæli. Listaportal.
2018 Ummæli:Ólavsøkuframsýning við orðafrágreiðingum. Dimmalætting og Listaportal
2018 Kuraterað Ape rules hjá Claus Carstensen í Steinprenti
2018 Skrivað katalogtekst til framsýning hjá Claus Carstensen Ape Rules, O.K.! Steinprent
2018 Katalogtekst + PR til framsýning hjá Randi Samsonsen In Search of Lost Colour
2018 Kuraterað Summarframsýningina í Steinprenti Ljós í mjørk: Rannvá Kunoy, Per Kirkeby, Hanni Bjartalíð, Tóroddur Poulsen, Fríða Matras Brekku, Louise Aakerman, Hansina Iversen
2018 Skrivað DA/FO tíðindaskriv til framsýning, sum Anna Seppala hevði í Steinprent
2018 Ummælt VATN - ein summarframsýning við áhugaverdum verkum í NLH. Listaportal
2018 Ummælt Silvurbók hjá Trygva Danielsen í Dimmalætting og Nón KVF. Listaportal
2018 Katalogtekst til Lonely Hearts v Hansinu Iversen og Jóhan Martin Christiansen +PR
2018 Mediator í samrøðu við Hansinu Iversen og Johan Martin Christiansen
2018 Sorg, sálarkvøl og heimloysi. Umrøða av framsýning hjá Elini Smith í Smiðjuni í Lítluvík
2018 The importance of dialogue. Ummæli av framsýning hjá Julie Sass A brief history of abstraction Rønnebæksholm. Listaportal
2018 Ein modernistiskur slóðbrótari – ummæli av Jack Kampmann í Listasavni Føroya. Listaportal
2018 Portrait of the loved ones/ Hansina Iversen. Tíðindaskriv og disponering
2018 Ummæli av yrkingasavninum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir Korallbruni Listaportal
2016 Kuraterað Myndaódn 2016 Silja Strøm, Hanni Bjartalíð, Claus Carstensen, Tóroddur Poulsen, Zacharias Heinesen, Fríða Matras Brekku, Tórbjørn Olsen, Erik Heide, Marius Olsen, Zven Balslev, Peter Carlsen, Tróndur Patursson, Ian McKeever, Hansina Iversen, Julie Sass, Margrethe Odgaard og Louise Sass, umframt bøkur hjá m.a. Daniel Milan og Pernille Kløvedal Helveg. Eisini er ein lítil minnisframsýning við grafiskum verkum hjá ávikavist Roj Friberg, Emil Westmann Hertz og Nils Erik Gjerdevik
2015 Skrivað tíðindaskriv til The people and the Things hjá Silju Strøm Steinprent
2015 Svallig sum eitt summarlot Eivør bridges. Listaportal
2015 Blindvunnir dagar – úrval og týðing av yrkingum hjá Claus Carstensen
2015 Umheinging/Umramming fyri Bank Nordik
2015 Damlandi undir dreymsins bjørgum Tóroddur Poulsen. Listaportal
2015 Kuraterað framsýningina Grafisk Sambond í Norðurlandahúsinum: Zven Balslev, Peter Carlsen, Claus Carstensen, Nils Erik Gjerdevik, Jonas Hvid Søndergaard, John Kørner, Fie Norsker, Bjørn Nørgaard, Julie Sass, Andreas Schulenburg, Svend-Allan Sørensen og Kathrine Ærtebjerg
2015 Kuraterað framsýningina Frontal í Steinprent: Hansina Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð og Tóroddur Poulsen
2015 Kuraterað framsýningina Søguligt í Steinprent: Silja Strøm, Katrine Ærtebjerg, Fie Norsker, Daniel Milan, Bárður Oskarsson, Jóhan Martin Christiansen, Hansina Iversen og Claus Carstensen
2015 Skrivað og fyriskipað katalog til Grafiske Forbindelser
2014 Kuraterað framsýningina DRESS í Steinprenti v. Jóhan Martin Christiansen. Skrivað katalogtekst.
2014 Framløgu um Eg síggi teg betur hjá Carl Jóhan Jensen í Steinprenti
2014 Fyrilestur fyri norðurlendskum pensionistum um føroyska list.
2015 Koparrør við poetiskum flogi. Katrin Ottarsdóttir. Ummæli Listaportal
2015 Sterkar vakrar hyasintir við fagurskrift. Sissal Kampmann. Ummæli Listaportal
2014 Kritikarin skal ikki leggja í hvat onnur halda LISTIN
2014 Framúrskarandi millumrúm – ummæli av Mítt navn við hondskrift Lív Maria Róadóttir Jæger og Lasse Thorning Jæger
2014 Hildið røðu til bókareseptión hjá Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen
2014 Markleys list í markleysum heimi, samrøða við Bjørn Nørgaard Dimmalætting
2014 Kuraterað framsýningina Kanska er tað bara spæl- Hanni Bjartalíð Steinprent
2014 Kuraterað Ólavsøkuframsýningina
2014 Kuraterað framsýningina Feskt. Framsýning í Tryggingini
2014 Tóm Rúm, eitt leiklistarligt bragd. Ummæli LISTIN
2014 Grein um Bárð Oskarsson í Atlanticblaðnum
2014 Nú er stund at gleða seg – ummæli av Vencil LISTIN
2014 Ein nýggj tøgn – ummæli av Leyvið haldi eg Tóroddur Poulsen. Listabloggurin
2014 Story Music Teitur. Ummæli Listaportal
2014 Kuraterað framsýningina Billedord Ordbilled á Norðurbryggjuni: Svend-Allan Sørensen, Knud Odde, Toni Larsen, Zven Balslev, Vibeke Mencke Nielsen, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Claus Carstensen og Peter Laugesen. Samt originalgrafiske bøger/udgaver af Daniel Milan, Pernille Kløvedal, Bjarne Werner Sørensen, Tóroddur Poulsen, Malene Bang, Zven Balslev, Emil Westmann Hertz, Stefan Rotvit, Søren Petersen, Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen
2014 Fyrilestur um altartalvuvariatiónirnar hjá Tórbirni Olsen í Hoyvíkar Kirkju
2014 Kuraterað framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen í Glostrup Kunstforening
2014 Eitt sindur um at ganga inn uppá intentión listaverksins ella at lata vera. Um LUDO - Listaportal
2014 Ummæli Mánadagskonsert við løtum av musikalskari nærveru. Listaportal
2013 Kuraterað Ólavsøkuframsýningina: M.a.Zacharias Heinesen, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Dennis Agerblad, Silja Strøm, Jóhanna av Steinum, Steinprent, Anna Kathrina Højgaard, Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen, Steinprent, Hanni Bjartalíð og Jóhan Martin Christiansen
2013 Ummæli av prýðing av Boðanesheiminum Dimmalætting
2013 Ummæli av umheinging av Listasavninum. Dimmalætting
2013 Skrivað katalogtekst um Hanna Bjartalíð til Liverpool Biennaluna
2013 Fyrilestur um Ruth Smith og Hansinu Iversen í Vági. Dimmalætting
2013 Framsýning við fotomyndum hjá Ásmundi Poulsen
2013 Fyriskipað katalog til framsýning hjá Ásmundi Poulsen
2013 Skriva fororð í Fjalum hjá Tóroddi Poulsen
2013 Um list og líkislist á Boðanesheiminum í Tórshavn. LISTIN
2012 Í Degi og Viku saman við Birni Kalsø, mentamálaráðharra um skerjing av listastuðli
2010 Fyrilestur um Steffan Danielsen á Føroya Fólkaháskúla
2010 Meistaraverk gloppið føroyingum av hondum. Dimmalætting
2010 Kuraterað og fyriskipað Summarframsýningina og sett saman og skrivað katalogið um Rannvá Kunoy við tekstum eftir: Pernilla Holmes, Gunnar Hoydal, Kinna Poulsen og Tom Morton
2010 Skrivað tekst í fløguni Eitt sindur av tí bláa hjá Jensinu Olsen
2010 Skrivað tíðindaskriv til framsýning hjá Hanna Bjartalíð og Onnu Seppälä í Steinprenti
2010 Skrivað grein um Knud Odde og verkætlan við Statens Kunstfond í Dimmalætting
2010 Marengs Ummæli Astri Luihn - Alt tað sum hevur fuglaflog. Dimmalætting
2010 Tankar um list – Ummæli av framsýning v Frida Zachariasen LISTIN
2010 Kuraterað framsýningina Deyðan geniala relieff v Hanna Bjartalíð í Steinprenti
2010 Tey ungu stillu. Ummæli LISTIN
2010 Heiðrik - hin óvanligi. Grein um Heiðrik á Heygum í Dimmalætting
2010 Kuraterað og fyriskipað framsýningina Skriften på Stenen í Norðurlendska Ráðharraráðnum við verkum hjá Tóroddi Poulsen og Claus Carstensen
2010 Kuraterað framsýningina Svart og reytt við ymiskum listafólkum í Steinprenti
2010 Kuraterað framsýningina Sort og rød í Glostrup Kunstforening
2010 Gull og mentanarligt overkill ummæli. LISTIN
2010 Var ein av stovnarunum til grafikkáhugafelagið Steinbrá. Nevndarlimur frá 2016 formaður.
2009 Kuraterað framsýningina Myndaódnin 2009 í Steinprenti
2009 Darwin og Traðarmaðurin. Fyrilestur um skulpturlist í Studentaskúlanum í Hoydølum
2009 Kuraterað framsýningina Steinverur við norðurlendskum listafólkum í Steinprenti
2009 Skrivað bókina Steffan Danielsen. Bókagarður
2009 Fyrilestur á Fróðskaparsetrinum: Faroese Art - historical outline. Summer University
2009 At tora tað ljóta. Ummæli av framsýning hjá Silju Strøm í Sosialinum
2009-08 Skrivað fleiri tekstir um føroyska list (Bárður Jákupsson, Hansina Iversen, Tóroddur Poulsen, Svend-Allan Sørensen o.o) til Glostrup Kunstforening
2009 Lívið sum listaverk, grein um Øssur Johannesen í Sosialinum
2009 Fyrilestur um Steffan Danielsen í Nólsoy
2009 Kuraterað framsýning við myndum hjá Steffani Danielsen á Látrinum í Nólsoy
2009 Ummælt Útsýni hjá Tóroddi Poulsen á kinnapoulsen.blogspot.com
2009 Gestsins eyga. Ummæli. Sosialurin
2009 Ganga fram í myrkri... Ummæli Sosialurin
2009 Várlig Heystframsýning, ummæli í Sosialinum
2009 Sálin á verkstaðnum. Sosialurin
2009 Bad Taste Party í Fínustovu Ummæli av Várframsýningini Sosialurin
2008 Danskjävlar - en svensk kærlighedserklæring. Ummæli Sosialurin
2008 Faroese art. Tekstur til Samvit http://samvit.info/index.php/arts/faroese-art
2008 Working in a fish factory is more important than art, ummæli í Sosialinum
2008 STENSÆTNINGER. Framsýning hjá Tóroddi Poulsen. Katalog v. tekstum hjá Tóroddi Poulsen, Ove Mogensen og Kinnu Poulsen. Museum Sønderjylland.
2008 Landslag.aja Sosialurin
2008 Skuggamyndir – Ummæli. Sosialurin
2008 Skrivað tekst í húsanum til fløguna Døgg hjá Tarira
2008 Ávegis. Ummæli av Silju Strøm í Sosialinum
2008 Nýbrot í føroyskari list. Grein um Tórodd Poulsen
2008 Endurnýggjan. Ummæli av Hanna Bjartalíð í Sosialinum
2008 Nossligt vár. Ummæli av Várframsýningini
2008 Skrivað greinina Landslagið - uttan og innan til katalog: Natúrligvís. Norðurlandahúsið Tórshavn og Sophienholm
2008 Aftur í landslagið. Ummæli av norðurlendskari framsýning í Statens Museum for Kunst í Sosialinum
2008 Abstraktar damur 100 ár. Grein um Picasso og Ingálv av Reyni í Sosialinum
2007 Forelskað í málarínum. Grein um Rannvá Holm Mortensen í Sosialinum
2000 Fyrilestur um myndlistina hjá William Heinesen í Føroyahúsinum
2000 Ummæli av altartalvuni hjá Torbjørn Olsen í Miðvágs Kirkju í Dimmalætting
2000 Tekstur á føroyskum og donskum til katalog hjá listafólkabólkinum Imaga
2000 Tekstur til myndaskrá hjá Kára Svensson
2000 Fyrilestur Fine arts in the Faroe Islands. Føroya Fólkaháskúli
2000 Góðskukrøv mugu setast til Ólavsøkuframsýningina - ummæli
2000 Introduktiónstekstur á føroyskum og donskum til summarframsýningina Zachariasi Heinesen í Norðurlandahúsinum í Tórshavn
1999- Myndaredaktør í mentanartíðarritinum Bragi
1999 Gyltar speglingar ummæli. Dimmalætting
1999 Skrivað tekst um Ruth Smith til Dansk Kvindebiografisk Leksikon
1999 Dalurin fagri. Ummæli Dimmalætting
1999 Bæði góðska og gróður ummæli av føroyskari listaframsýning í DK Dimmalætting
1999 Fyrilestur um unga føroyska list. Føroyska listafelagið í Danmark
1999 Ummæli av bókini Thomas Arge eftir Bárð Jákupsson í Oyggjaskeggja
1998 Ummæli av framsýningini Den Gyldne í Oyggjaskeggja
1998 Ummæli av Ólavsøkuframsýningini Dimmalætting
1998 Ummæli av Ingálvi av Reyni. Hvørja ferð mynd verður gjørd mást tú hava mist tráðin Í Dimmalætting
1998 Eyðun er Eyðun. Ummæli í Oyggjaskeggja
1997- Ummæli av Den Nordiske í Oyggjaskeggja
1997 Norðurlendsk list á Den Frie Oyggjaskeggja
1997 Ummæli av framsýning hjá Bjarne Werner Sørensen í Oyggjaskeggja
1997 Grein: Yrkingar og Tónleikur í Samuelskirkjuni í Oyggjaskeggja
1996 Grein um føroyska listafatan í Oyggjaskeggja
1996 Grein um Goya í Oyggjaskeggja
1996 Ummælt Ólavsøkuframsýningina í ÚF
1995 Bókin á náttborðinum – Hærværk. Fjølnir nr 5
UM UMMÆLI 2013
”Í grundini eru ummæli rættiliga víttfevnandi og tað er ikki løgið, tí tey skulu helst avspegla listina. Tú kanst meta um mátan eitt listaverk er plaserað á eini framsýning ella um eina bók ella ein leik í mun til hinar leikirnir, sum høvundurin skrivaði. Tú kanst meta um listabólkin, rákið ella hinar listabólkarnar, listastovnin ella aðrar listastovnar, stovnsleiðslu, stovnsskrá, framsýningarætlanir og -visiónir, mentanarpolitikk ella mangul uppá sama og so framvegis. Krøvini til ummæli eru sera ymisk. Meðan brúkarin ynskir undirhaldandi ummæli, ella ummæli, sum eru væl orðað og spísk og helst eisini uppbyggilig, tosa listafólkini aftur og aftur um saklig ummæli og kompetentar ummælarar, sum eru fakliga útgjørdir innan ta listina, sum teir ummæla. Listin er rættiliga kompleks og kontekstuel og tí kann tað eisini vera rættiliga víttfevnandi at fyrihalda seg sakliga til listina eisini sjálvt um tú hevur relevanta útbúgving og serliga samtíðarlistin er ofta torfør at fáast við, tí hon ofta er framman fyri sína tíð.
Eg haldi sjálv, at listaviðgerð, listakjak og ummæli eru ómetaliga umráðandi, tí tað flytir og mennir okkum. Vit hava ótrúliga nógva góðskulist í Føroyum innan øll listasløgini, men enn darlar mentanarøkið aftaná. Vit hava enn ikki fatað hvussu nógv mentan og list kann gera fyri eitt elalítið samfelag sum okkara bæði í mun til at gera okkum sjónlig úti í heimi og í mun til trivnaðin innanlands. Politiska skipanin hevur enn ikki fatað hvussu nógv vit kunnu fáa burtur úr listini, um vit stýra henni við virðing og professionalismu. Enn hava vit ongan hug at skilja í millum áhugalist og yrkislist, hetta sæst aftur í stuðulsskipanini. Eg ivist ikki í, at hetta fer at vera gjørt sum ein natúrligur partur av yrkisgerðini av listaøkinum, tað snýr seg um at uppstiga mentanarpolitiska økið, listaútbúgvingar, listaumhvørvi, listastovnar, stuðulsskipanir osfr.
UMMÆLARAFÍS 2013
Tað eru ov fá ummæli av føroyskari list! Hetta verður javnan ført fram, eisini millum listafólk, tað vil siga bara inntil, tey fáa eitt negativt ummæli. Tá er tað brádliga ikki ummælarar, sum tróta, nei, tá er tað KOMPETENTAR ummælarar, sum okkum vantar í Føroyum. Og nógv í millum hvat støðið er hægri í Weekendavisen, ella í DR ella tá mann lurtar eftir ymsum mentanartættum í BBC, á SV2, og tá mann lesur New York Times, Information ella whatever. Og jú - tað er væl møguligt, at føroysk intellektuel trívast best í hægri, útlendskum løgum enn her heimliga dunnuhylinum, men vit halda altso, at tað er umráðandi at hava okkara egna perspektiv við. Á Listablogginum royna vit eftir førimuni at ummæla og at miðla list í heimliga umhvørvinum, og á føroyskum, sjálvt um okkara donsku innlegg eftir øllum at døma hava størri áhuga millum okkara føroysku lesarar! Hatta við teimum vantandi førleikunum hjá ummælarum, verður orðað á rættiliga ymiskan hátt. Summi hava ilt av akademiska støðinum ella manglinum uppá sama - og so hevur eisini verið ført fram, at undirritaði ummælari er studentaskúlalærarinna. Tað argumentið havi eg so ongantíð skilt. Tú verður neyvan verri ummælari av at vera studentaskúlalærarinna… Eg toli somuleiðis eisini væl at verða skýrd áfallin, betrivitandi, ekskluderandi, mannsjavinist (!) hánddukka hjá málarum á Skipasmiðjuni (listamonnum sum konum!), gívur, listasnobb, ikki óvildig, maktgrað, eliter osfr. Og sjálvandi er tað í fínasta lagi, at fólk gera vart við, tá tey eru ósamd við mínum uppáhaldum, tað dámar mær bara væl og eg eri samd í, at tað er troyttandi, at eg eri lutfalsliga einsamøll sum ummælari á myndlistaøkinum.
Ert tú ikki samd við ummælaranum, kanst tú altíð ivast í hansara ella hennara motivum;-Er tað ikki okkurt við, at ummælarin og listakvinnan eru vinir? Ella er daman hjá honum ikki starvsfelagi við konuna hjá avvarðandi tónleikara/ høvundi/ myndlistakvinnu/ sjónleikara/ filmslistafólki? Og í denn dur, men eg leggi heldur ikki so nógv í hendan kritikkin. Tekur tú tær tykni av hesum sum ummælari, ert tú í skeivari bransju. Og tað er ein løgin bransja, tí hvat fær mann burturúr? Um mann er uppmerksemisjunkie og typan, sum elskar at koma inn í eitt rúm, fullt av fólkum við ringari uppsikt, sum teska saman og við jøvnum millumbilum hyggja óblídliga eftir einum, - ja, so fær mann heilt vist eitt satt kick burtur úr ummælaravirkseminum. Og um mann er óvanliga konfliktfegin og elskar at møta fólkum í Keypsamtøkuni, sum brádliga halda uppat við at heilsa, tí mann hevur kritiserað teirra listarliga avrik - um mann elskar tílíkar smáar, vemmiligar gerandiskonfliktir uppi yvir mánadagsinnkeypinum, - ja so er ummælaríið akkurát fyri.
Bert tá kritiska undirlagið er í ordan, gevur tað meining við fagnandi ummælum. Allur fagnaður verður munarleysur og uttan týdning, um ikki hann settur í relieff av kritiskum atliti. Eg tori at pástanda, at tað, sum er óerligt, er týdningarleyst og vit vita tað øll. Tá vit hoyra ein ummælara í útvarpinum ella aðra staðni, sum sigur "áhugavert og spennandi" upp í saman, men ikki torir at siga tað, sum hon ella hann erliga hugsa, er tað eins og oyruni ella eyguni á lurtarunum ella lesaranum dovna og sovna. Tá er frægari at hoyra ein erligan ummælara, sum sigur ella skrivar tað, hon ella hann meinar, eisini sjálvt um próvgrundirnar kunnu tykjast nóg so stupidar.