KVIR
/Eitt nýtt føroyskt poddvarp er sett á stovn við heitinum, Kynsvillingarnir. Sambært luttakarunum er talan um eitt sonevnt kvir poddvarp, sum hevur í hyggju at hugleiða og ráðgeva um kvir sex, kærleika og samleika - og alt har ímillum! Men hvat er kvir og hvørnn týdning hevur fyribrigdið í list og mentan?
Kvir er føroyskt fyri queer, sum í beinleiðis týðing er eitt lýsingarorð, ið merkir løgin ella margháttligur og áður hevur verið brúkt vanvirðisliga sum slang um samkyndar menn á enskum. Í dag er orðið tikið aftur av teimum, tað upprunaliga var brúkt um, og verður brúkt seriøst og í víðum týdningi sum hugtak, ið fevnir um kynsminnilutar, also grundleggjandi øll menniskju, sum ikki eru hinskynd. Í akademiskum høpi verður hugtakið nýtt í sambandi við gransking av kynsleiklutum og samleika við atliti til korini hjá kynsminnilutum. Serliga á amerikanskum universitetum, men eisini aðrastaðni verður granskað í queerhugtakinum og queerástøði.
Kynsvillingarnir
Tey trý, Dina Barbara Abrahamsen, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, sum hava stovnað poddvarpið, brúka heitið Kynsvillingarnir - eitt ikki serliga gott orð, ið tíverri enn livir sítt fríska lív í Sprotanum sum føroyska orðið fyri tað enska ”homosexual”, har tað stavast uttan s í miðjuni. Kynvillingur er bæði við og uttan s eitt vanvirðiligt orð, ið indikerar, at ein persónur er vilstur í kynum og ikki finnur leið sína fram. Mann kann kanska siga, at teir tríggir stovnararnir av poddvarpinum við sínum heiti taka orðið aftur. Tey ”owna” tað, sum tað eitur á nýføroyskum og gera hetta við yvirskoti og humor og kanska tí tey eru vill við kyni heldur enn vilst. Í øllum førum er kyn stórur partur av prátinum, eisini av presentatióninum, tá tey siga hvat tey eita og gera osfr. Tey upplýsa heilt natúrliga hvat teirra pronoun er, tvs. hvat kyn, tey kenna seg sum og hvat ella hvørji kyn tiltrekkja tey. Ein av luttakarunum í orðaskiftinum er t.d. panseksuel – tá kann mann vera drigin at einum og hvørjum menniskja, eisini at teimum, sum ikki passa inn okkara vanligu, sonevndu bineru fatan av kyni sum verandi antin maskulint ella feminint. Tey trý eru nokk so bersøgin og flenna nógv í hesum poddvarpi, sum longu við 2.parti er vorðið betri, eisini tí mikrofonin er betri. Samrøðan, ið á ymiskan hátt nertur við eina kenslu hjá einstaklingum um ikki at passa inn í samfelagsbygnaðin, er djúptøkin og eigur at vera tikin í álvara. Tað er eisini beinleiðis hjartanemandi at hoyra Dan Helga í Gong greiða frá hvussu hann hevði tað í kynsbúningarárunum, tí hann føldi eitt ávíst ósamsvar millum sín samkynda samleika og sína trúgv. Ófrættakent er at hoyra tey tosa um, at LGBT´arar í samkomum føla seg heimleys sum trúgvandi, tí samkoman ikki góðtekur teirra kynsliga samleika. Sagt verður, at trupulleikin við vantandi accept er størri í samkomum enn í fólkakirkjuni.
Heteronormativ list
Sjálv má eg viðganga, at eg ikki havi verið serliga tilvitað um fyribrigdið kvir í sambandi við list og mentan. Men tá eg hugsi meg um, eru tílík signal í nógvum av tí, ið var frammi í fýrsunum, í móta, tónleiki og list. Í reklamum hjá Calvin Klein, í videoløgum t.d. The Chauffeur hjá Duran Duran og Smalltown Boy hjá Bronski Beat, sum vit dyrkaðu á ungum døgum. Á eini framsýning í Steinprenti hjá Hans Paula Olsen fyri nøkrum árum síðani við hópin av modeltekningum og standmyndum, prátaði eg við ein samkyndan vinmann, ið saman við mær hugdi at øllum teimum naknu crocquisfigurunum. - Jú flott var tað helst, helt hann, men tað segði honum ikki tað stóra. Eg vísti á, at eisini naknir menn vóru á tekningunum, men hetta gjørd tað sama, tí úttrykkið var so heilt øgiliga hetero, segði vinmaðurin. Síðani havi eg hugsað nógv um hvussu kynsleiklutir kunnu ávirka listarliga fatan og úttrykk.
The Chauffeur (Duran Duran)
Marknasteinar
Fyrsta stóra samlaða kvira listaframsýningin í USA var á Smithsonian í 2010. Um hugsað verður um hvussu langt frammi USA annars er innan LGBT-økið, tykist tað undrunarvert, at hetta er so lutfalsliga seint í tíðini, men tað hevur sínar søguligu og bygnaðarligu frágreiðingar. Framsýningin æt Hide/Seek: Difference and Desire in American Portraiture og tann eini kuratorurin, Jonathan Katz greiddi frá í fjølmiðlunum, at hann í 15 ár hevði roynt at fingið í lag eina tílíka framsýning við denti á samkyndleika og kvir. Hann greiddi frá, at hetta at varpa ljós á kvira list í amerikanskum savnshøpi í grundini hevði verið bannað í áratíggju – líka síðan framsýningina hjá Robert Mapplethorpe í 1989, sum varð stongd orsakað av politiskari (republikanskari) uppílegging. Orsøkina helt Katz vera stýringina, sum privatir grunnar hava á listini, sum í mongum førum eru konservativt republikanskt stýrdir. Tað var serliga eitt verk eftir David Wojnarowicz (1954-1992), Fire in my belly, ið skakaði fólk og sum at enda var tikið úr framsýningini. Við hesum verkinum verður líðingin í kjalarvørrinum av AIDS sjúkuni samanborin við líðingina hjá Jesusi á krossinum og hetta skapti mikið kjak og uppstandilsi ikki minst í teirri katólsku kirkjuni. Tað eru bara fýra ár síðani, at tann allarfyrsta stóra listaframsýningin við kvirari myndlist var á Tate Britain. Framsýningin QUEER BRITISH ART 1861–1967 við listafólkum sum John Singer Sargent, Dora Carrington, Duncan Grant og David Hockney fekk ómetaliga stóran týdning í og við, at hesi verkini á fyrsta sinni vórðu savnað og sæð úr einum nýggjum sjónarhorni við atliti til queer hugtakið. Nógv hevur verið skrivað um framsýningina, sum eisini hevur ávirkað onnur etablerað listasøvn til at vera meira opin við at viðgera kvira list. Í 2017 var til dømis framsýningin Ditlev Blunck: En anderledes guldaldermaler á Nivaagards Malerisamling og í 2020 var framsýningin Kristian Zahrtmann. Queer, kunst og lidenskab á Hirschprungsavninum í Keypmannahavn.
Ditlev Blunck altartalvumyndin í Dómkirkjuni
Hvat er natúrligt?
Beint fyri ólavsøku í 2012 skipaði LGBT fyri slóðbrótandi vísinda- og listaframsýning í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin, sum hevði heitið: ”Hvat er natúrligt?” var ein roynd at gera fólk varug við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið. Samkyndleikin sæst nógva staðni í føroyskari list, í filmum, tónleiki og í bókmentum – hetta síðsta gjørdi Turið Sigurðardóttir vart við í einum fyrilestri í sambandi við áðurnevnda LGBT tiltak, at í okkara elsta tátti, Ánaniasartáttur, sum skal vera yrktur í Sumba um ár 1700 kanska áðrenn tað, verður ástarleikur millum tveir menn á fyrsta sinni alment festur á blað í Føroyum. Í táttinum hoyra vit, at Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið.”Hoyr tú tað tú Ánanias, mær tykir einki betur enn hetta: Tú ert søtur um munn, sum tú hevði verið genta.”…So leingi kystu báðir teir, til hvørgin kundi snakka, hendur hildu teir um hvønn annans nakka
Hvat er natúrligt
Breið allýsing
Kvir myndlist verður breitt definerað sum list, ið viðger LGBT evni, list úr LGBT umhvørvum ella list, sum er framleidd av LGBT persónum. Tílík list hevur verið til so leingi sum menniskjað hevur verið til og hevur verið framleidd meira og minni opið og við størri og minni gølum í farvatninum. Allýsingin av kvirari list er í veruleikanum bæði ov breið og ov smøl, tí tað finst list, sum ikki inniheldur kyn og einki hevur beinleiðis við kyn, kropp ella seksualitet at gera, sum vit kortini fata sum kvir. Tað finst eisini list, ið er skapt av LGBT´arum, ið ikki beinleiðis hevur eitt kvir úttrykk, eins og tað finst kvir list, skapt av hinskyndum listafólkum sum t.d. designaranum, Barbara í Gongini, ið summastaðni leggur dent á tað androgyna.
Eitt dømi um hvussu torført tað er at kategorisera hesa listina er vakra og kensluborna myndin av Gravlegging Kristusar, sum er altartalvumálningur í Havnar Kirkju. Listamaðurin Ditlev Blunck úr Holstein var samkyndur. Hann livdi frá 1798-1854 og flutti til Danmarkar at búgva, har hann var fataður sum øðrvísi á so mangan hátt - m.a. málaði hann heldur øðrvísi enn sínir dansku starvsfelagar og so hetta, at hann var samkyndur. Hann hevur verið meira ella minni tagdur burtur í danska almenninginum í langa tíð eftir at hann í 1840 varð burturvístur úr Danmark orsakað av sínum samkyndleika, sum tá í tíðini var kriminaliseraður atburður – samkyndur atburður er framvegis í skrivandi stund í 2021 lógarbrot í heili 72 av heimsins londum. Tað er óskiljandi. Framúrskarandi barokkmálarin, Caravaggio var somuleiðis samkyndur og málaði sansaligar vakrar málningar av ungum monnum við frukt og blómum, ið vaktu ans og øði, men sum ikki vóru nógv øðrvísi enn hópurin av sansaligum málningum av ungum kvinnum við frukt og blómum, sum vit eru so von við, at vit kanska ikki varnast hvussu sensuelt og sexuelt tær eru lýstar.
Robin Ova Tolfsen
Kvir føroysk list
Tað valdast sjálvsagt hvussu mann fatar allýsingarnar av hugtakinum kvir, men eg haldi vit kunnu staðfesta, at vit í Føroyum hava havt fleiri dømi um kvira list og kvir listafólk, men uttan at hetta er serliga nógv viðgjørt skrivliga. Undirritaða hevur roynt at taka eina lítla uppgerð við hetta krógvilyndið, tí tað heilt einfalt ikki eigur at vera neyðugt longur. Í komandi katalogi um framsýningina Samrøður um Mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn eru orð sett á, at listin hjá Robin Ova Tolfsen, sum í listahøpi nevnir seg Dennis Agerblad, er kvir. Hetta tosaðu vit ikki nógv um, tá ein onnur stór framsýning við føroyskari list varð hildin á Den Frie Udstillingsbygning í 1999. Tá hevði fjøllista- og undangongumaðurin innan fyri kvira føroyska list, Robin Ova Tolfsen nakrar monumentalar málningar við, ið greidliga arga og viðmerkja normalitetin. Talan er um sjálvsmyndir, har listamaðurin hevur pallsett seg sum vanligan meðalhampa- normcore-føroying í tjóðveldistroyggju við silvurknappum, ið skína sum gull. Men hann snerkir og gálvar og larmar so mikið illa, at hann sýnist vera á veg út úr tronga myndarúminum. Longu í 1989 gav hann út slóðbrótandi tónleikaútgávuna maður:glotti saman við Terja Messel og í 2009 var hann boðin við á Várframsýningina, har hann til upplatingina poseraði í føroyskum klæðum og plateauskóm og gav allari framsýningini kviran dám.
Robin Ova Tolfsen kvirar Várframsýningina - Fotomynd: Birgir Kruse
Heiðrikur á Heygum: Videolag Orka
Homoerotikkur
Av beinleiðis homoerotiskari list hava vit annars ikki havt tað nógva í Føroyum - (vit hava heldur ikki øgiliga nógva heteroerotiska list), men hesi seinastu árini eru fleiri listamenn farnir at arbeiða tann vegin, t.d. Dennis Agerblad, eins og eitt ávíst lyndi er til, at listafólk í samtíðarlistini koma út alment við sínari list. Dan Helgi í Gong og Heiðrik á Heygum í videoverkum og í tónleiki og nú eisini Beinir Bergsson, hvørs nýggja yrkingasavn m.a. viðger samkyndleika t.d. í hesari yrkingini, ið er á tremur av kroppi og av krevjandi sagnorðum í boðshátti: ”Bora fingrarnar í ryggin á mær/ tá eg trýsti teg upp at vegginum/ halt um skøvningin og síggj/ lívæðrina í mínum hálsi/ meðan tú liggur á bakinum/ kroyst undirarmarnar/ inn móti bringuni á mær/ tveit meg til síðis/ og set teg á meg…”. Hjá ungu kvinnunum verður tað kvira úttrykkið í fleiri førum sett saman við einum feministiskum tilviti, sum eitt nú felagsskapurin Damudomi varpar ljós á t.d. á Instagram.
Marsden Hartley
Dirvi at seta orð á
Kvir er eitt hugtak, sum ikki er lætt at allýsa, avmarka ella fasthalda. Í bókum um samkynda og kvira list eru áhugaverdar royndir at taka saman um, men ofta ber til at siga tað øvugta av valdu lýsingarorðunum, sum verður valt. Also um mann heldur uppá, at queer list dyrkar tað androgyna, kann svarið vera, at tann kvira listin somuleiðis ger nógv av at dyrka ávikavist maskulint og feminint. Um uppáhaldið er, at queer list er sensuel og dyrkar tað kynsliga, kann svarið vera, at queer list eisini er kaldgløgg og dyrkar tað intellektuella. Og so framvegis. Ein fyribils niðurstøða er, at tað kundi sæð út sum um, at tann kvira listin er eins fjølbroytt og øll hin listin. Kortini skulu vit hava dirvi at seta orð á og ikki krógva kvir eyðkenni burtur – tí eisini tey ríka okkum listina og listafatanina.
Kinna Poulsen
Kristian Zahrtmann: Adam í Eden
Carvaggio
Catherine Opie
David Hockney