Forspæl
Upplivingin byrjar longu á vegnum yvir til matstovuna, har okkara sansir verða vaktir bæði av undurvakra landslagnum og góða anganum av fiski í smáttuni. Kenslan av at vera á veg til nakað óvanligt, kemur alt fyri eitt og sum gestur verður tú spent og eitt sindur fjálturstungin, tí hvat man nú fara at henda og er hetta yvirhøvur fyri vanlig fólk? - Tá vit nærkast matstovuni verða vit blídliga móttikin fyrst av okkara tænara, sum tekur í móti, tá vit stíga úr bilinum – á veg innar skoða vit brádliga eitt kritahvítt lið av kokkum, tænarum og starvsfólki, sum býður okkum vælkomnum. Sjónin av hesum fúsu fólkunum er ótrúliga flott og merkiliga rørandi, og sum gestur skilir tú í hesi løtu, at eisini starvsfólkini eru spent um tað, ið henda skal.
Fjølbroytni
Vínskráin byrjar og endar við øl, tveimum øltypum, hvørs markleysi ymiskleiki avspeglar fjølbroytnið í eini máltíð á KOKS. Tann síðsta verður serverað aftur við dessertini – her verði eg fyrst eitt sindur vónbrotin, tí eg aftaná eitt fantastiskt glas av reyðvíni, ikki havi hug at drekka nakað annað enn júst tað reyðvínið - talan er um Le Point du Jour 2019 frá Philippe Tessier – eitt stórfingið natúrvín frá einum vínbónda í Cheverny í Loiredalinum, sum hevur fingist við natúrvín síðani 1998. Men júst tí hetta vínið er so ríkt uppá bæði smakk og søgu, kemur ógvusliga skiftið til dessertølina í tøkum tíma. Hetta veit ein dugnaligur vínserfrøðingur sum Karin Visth, ið eins og høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska, er ein sannur fongur fyri føroyska gastronomi. Hennara val av drykkjuvørum er heilt sjáldsama gott, grundað á holla vitan, hugflog, men eisini dirvi, frælsi og álit frá teimum, hon arbeiðir saman við, eitt stórt og originalt uppfinnsemi fyri ikki at tala um ans fyri smakki, sum m.a. hevur við sær, at hon velur at runda vínskránna á við ølini BIANCA. Tað er ein eiggilig, vínreyð goseøl frá svenska bryggjarínum, Omnipollo við ymiskum berum, ahornsiroppi og laktosusukri. Ein framúr fruktøl í vakurt prýddari dós við intensum berjasmakki og einum tanka av saltlakresi, serverað køld við lekrum, tjúkkum, pinklittum skúmi, sum bæði í smakki og konsistensi er perfekt til súrligu frísku dessertirnar við m.a. krystalliseraðum berum og søl, sum er eitt slag av broysknum korkalittum tara. Tann fyrsta ølin, vit fáa, er ein heilt øðrvísi, frísk og beisk hveitiøl, Ræstur Fiskur, sum Mikkeller og OKKARA hava bryggjað til KOKS og sum verður borðreidd aftur við søltum turrfiskakipsi, sum knasar lystiliga millum tennirnar. Innkomin verða vit sett til borðs – okkara er eitt lítið fitt tveymansborð haðani vit síggja út yvir stórfingna landslagið og tann fyrijáttandi og fjálga hjallin. Vit fáa fyrst ein aromatiskan, heitan temunn at hita okkum við – teið er bryggjað av ribs, villum urtum; timian og baraldi. Harumframt er smeltað feitt í frá eini skinku, sum hevur hingið í Múla. Runda, fína koppin hevur Guðrið Poulsen evnað til við glasering úr grótbroti í Skopun og soleiðis tykjast allir staklutir á KOKS hava bæði týdning og søgu. Heiti drykkurin er vælgerandi og smakkar av so nógvum, at eg væl kundi brúkt longur tíð uppá hann. Men so eru vit í gongd, og tænarin skeinkir okkum eina broyskna og eleganta grand cru champagne. Hon smakkar væl í sær sjálvum, men afturvið sjógætinum, sum vit fáa, smakkar hon beinleiðis himmalskt. Hetta er forrestin galdandi allan vegin í gjøgnum kvøldið, at matur og drekka ikki bert komplementera hvørt annað, men at samansetingin økir um góða smakkin báðar vegir. Aftur við sevjumikla hummaranum fáa vit eina bourgogne av chardonnaydrúvum, sum angar eitt sindur av petroleum og smakkar fruktkent og løgið, men bara til tú hevur bitið í hummaran. Royn so vínið aftur, sum nú er perfekt.
Hugtakandi smakkir
Í ein ávísan mun fylgir raðfylgjan av rættunum á KOKS klassiskari fyrimynd soleiðis, at vit byrja við sjógæti og skeljadjórum, síðani fáa vit fisk, kjøtrættir og eftir hetta søtt omaná. Men samansetingin av einstøku rættunum kann ikki sigast at vera av handahógvi merkt. Serveringarnar eru at síggja til smáar, men bert til tær koma innum varrarnar. Inni í munninum eksplodera tær í smakkum, sum skapa samanhang og mynda minnir og inn í millum bresta vit út úr við illbønum – ikki tí nakað ilt er til staðar í upplivingini, tvørturímóti, meira tí, at smakkupplivingin fullkomiliga tekur okkum á bóli. Rættirnir eru so vakrir og skroypiliga yndisligir at síggja til, men hava eina ófatiliga megi í smakkinum, konsistensinum og í samansetingini. Hendan er so væl gjøgnumførd, at tað nærkast tí yvirnatúrliga soleiðis at skilja, at kompositiónin av staklutunum er so væl skapað, at heildin sýnist fullkomiliga lýtaleys. Vit sita tískil í heilum nevslignar og undrast og duga ikki heilt at gjøgnumskoða hvussu rættirnir eru samansettir.