Anna Malan Jógvansdóttir sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 1.mai klokkan 15-17 letur listaframsýningin EG ERI ELDGOSIÐ hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Sæð burtur frá eini uppheinging á Reinsarínum, sum var gjørd í sambandi við framløguna av bókini Psykosudrottningin sigur frá, er hetta fyrsta serframsýning hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Á framsýningini í Víngarðinum er eitt úrval av tusjmyndum á pappír. Myndirnar eru figurativar, dekorativar og kunna við sínum bjørtu litum og greitt defineraðu, ævintýrkendu skapum kanska tykjast góðvarnar, fittar ella naivistiskar. Naivisma verður brúkt um sera ymiska list, ið miðar eftir at brúka eitt góðvarið, barnsligt ella upprunakent myndamál, ið minnir um barnatekningar og eitt myndevnisval, sum ofta er merkt av friðsælu og gleði. Tó at myndirnar hjá Onnu Maluni á skræðuni taka seg rættiliga litfagurt og lutfalsliga einfalt út uttan dýpdarperspektiv og ljós og skugga ella nakað annað slag av realistiskari illusionismu, hómast innihaldslig dýpd og álvarsemi í hesum verkum. Í fleiri av myndunum sæst ein kvinna miðskeiðis í myndarúminum. Í eini lýsandi gulari mynd amast grammir, grønir drekar uppi í kvinnuni mitt í myndini. Men kvinnan er sjálv ikki fyriuttan megi og mátt – hon hevur bæði spískar tenn og kløur á bæði hond og fót og er við sínum reydligu flættum als ikki ólík teirri bummsterku Pippi Langsokki, so hon skal nokk klára seg. Sostatt er ein øgilig megi í hesum myndunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, ið varpa ljós á valdsgerðir, men sum eisini fagna lívi og náttúru, blómum, kyktum og djórum við symbolløddum myndamáli. Symbolini tykjast um somu tíð upprunalig og frásagnarlig sum í gomlum ævintýrum ella fólkavísum við drotningum og kongum, fuglum, drekum og slangum. Men talan er um samtíðarlist og samtíðarkenslur, sum eru ílætnar ævintýrmyndamál. Tøkniliga er tað áhugavert, at Anna Malan velur at taka útgangsstøði í gentumiðlinum yvir allar gentumiðlar; teirri didduligu tusjtekningini, men tusjirnar eru dygdar- og haldgóð listaamboð og hyggja vit eina løtu, síggja vit, at gentan er eitt satt spreingigos av ótálmaðum kenslum og lívi. Framsýningarheitið kemur úr eini yrking hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, har kvinnuliga yrkjaraegið verður knýtt at eini goysandi vulkan: ”sært tú mína vreiði nú?/ sært tú eg eri eldgosið/ sum brýtur út/ mín magma/ rennur reyð/ tjúkk/ allastaðni.” Myndamálsliga hava bæði yrkingar og myndir hesa somu styrkina og uppreistrarhugin, ið gevur hugasamband við Metoo-rørsluna. Framsýningin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir verður hangandi í Víngarðinum í mai. Hjartaliga vælkomin til vernissage.