Jón Sonni Jensen sýnir fram í Steinprenti
Leygardagin 17.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti við verkum hjá Jón Sonna Jensen. Framsýningin INDUSTRIAL BONDAGE er myndað av spildurnýggjum verkum, ið øll eru framleidd til framsýningina. Eisini verður givið út eitt framsýningarkatalog við myndum og teksti, sum Kim Simonsen hevur skrivað í sambandi við framsýningina.
Tað enska framsýningarheitið tykist altjóða hugsað og tað sama kann sum heild sigast vera galdandi fyri framsýningina, ið er myndað av standmyndum, relieffum og objektum. Heitið er sett saman av tveimum hugtøkum, ið koma frá hvør sínum universi, ið hvørki tykist hava nakað við list at gera sum so. Tað fyrra, INDUSTRIAL sipar jú til maskinir og okkurt slag av skipaðari vøruframleiðslu úr ráevnum á verksmiðjum ella við maskinamboðum, meðan tað seinna BONDAGE upprunaliga sipar til trælahald og at vera í fjøtrum. - Í dag verður tað kortini mest brúkt til at lýsa eina seksuella praksis, har ein verður kynsliga øst av at verða bundin og dominerað. Men hvussu skal samansetingin tá skiljast? Eg hugsi, at framsýningin, sum sami listamaður hevði á Granskingarsetrinum Inova fyri nøkrum árum síðani, kann geva okkum eina ábending. Tí hon hevði somuleiðis eitt sera samansett heiti, Viscera Construct, ið ávikavist sipar til bleytar innvølir og harða byggiverkfrøði. Listamaðurin hevur also áður roynt hesa mannagongdina við mótsetningum í framsýningarheitinum, ið hevur við sær eina rúgvu av assosiatiónum, sum ofta fara í hvør sína ætt. T.d. í mun til eitt verk, sum hongur á vegginum og sær út til at vera sett saman av tveimum tilfarum, sum ovast minnir um ljósareytt skúm sum í einum vaskisvampi, meðan tað niðara minnir um gips. Verkið er kvadratiskt, men við fýrkantaðum innvikum í erva og í neðra og millum hesi bæði heldur eitt silvurlitt folie eftir øllum at døma pørtunum saman í eini dynamiskari rørslu, sum gongur á skák. Rukkurnar í silvurlitta tilfarinum eru spentar og minna í skapi um eitt bind fyri eyguni samstundis sum tað líkist einum pakningi í onkrum byggjaríi. Her verður also latið upp fyri tveimum sera ymiskum søgum.
Í sambandi við framsýningina hevur Jón Sonni Jensen arbeitt á verkstaðnum við steinprenti í eina tíð – hesi prent verða at síggja á framsýningini. Steinprentið er um somu tíð eitt einfalt og komplekst tøkni í og við, at tað fevnir um eina serstakliga umstendiliga prosess, sum krevur, at listafólkið dugir at hugsa bæði mannagongd og harvið ta komandi myndina ígjøgnum. Tey lata væl at á verkstaðnum, so tað verður spennandi at síggja litografiskar debutmyndir eisini.
Jón Sonni Jensen hevur líka síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Tað er polyurethan-skúm, gips, latex, nylon reimar og mylar (silvurfolia). Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar nakað náttúrliga kroppsligt og nakað, sum beint tvørtur í móti er ónatúrligt og kunsturligt. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila. Hetta er ein trídimensjonal framsýning, sum skal upplivast við øllum kroppinum í Steinprenti, við øðrum orðum: Far og hygg!