Aftur á slóðina við Ingálvi
/Ummæli (Hevur staðið í Dimmalætting)
Í farnu viku sýndi Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda – og var undirritaða millum hepnu áskoðararnar at síggja filmin, ið eisini hevur verið vístur í KVF.
Sjálvt um hetta kvøldið á so mangan hátt og heilt frá fyrstu fetunum inn í tann gamla, slitna biografsalin – fyrst og fremst var ein ferð inn í tað kenda, var talan um eina góða ferð. Tilfar um og við Ingálvi av Reyni er eins og listamaðurin sjálvur av alstórum týdningi og tí hava teir rós og tøkk uppiborið, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, ið hava lagt filmin, sum varir 84 undirhaldandi minuttir, til rættis. Og í og við, at bæði Føroyar og Listasavnið eftir øllum at døma gloymdu at halda hundrað ára føðingardagin hjá okkara týdningarmesta listamanni - ja, so kom hesin filmurin í tøkum tíma.
Ein metafilmur
Filmurin er eitt slag av metafilmi, tvs. tað er ein filmur um ein film, ið er meistaraverkið av einum portrettfilmi um Ingálv av Reyni við heitinum, Svartur Sannleiki (1999). Meðan tann gamli filmurin er lutfalsliga neyvt og stramt bygdur upp um eina listarliga kreppu, sum nívir Ingálv av Reyni í stríði hansara fyri erligari list, er hesin nýggi filmurin eitt sindur leysari vovin og kanska eisini meira nostalgiskur. Ein av mannagongdunum í filminum er at fólk verða filmað, meðan tey hyggja at upptøkum av Ingálvi av Reyni. Og tað er rørandi at síggja eitt nú kærleiksfulla andlitsbráið hjá soninum, Eyðuni av Reyni, meðan hann lítur at pápa sínum á einum teldilskíggja.
Óhátíðarlig fráklipp
Við nýggja filminum koma vit tættari at samkomumanninum og familjumanninum enn í gamla filminum. Vit hitta sjarmerandi konuna, Elsu av Reyni, sum eisini árini eftir, at maðurin doyði, møtti til allar ferniseringar. Vit síggja eisini nøkrum av børnum teirra - tey hittast til ein drekkamunn í filminum fyri at práta um pápan. Tað er listamaðurin, Eyðun av Reyni, sum staðfestir ta fantastisku sannroyndina, at Ingálvur av Reyni eftir filmsupptøkurnar, skapti fleiri framúrskarandi stórverk. Fleiri nýggir upplýsingar koma fram í filminum, m.a. at Ingálvur av Reyni í roynd og veru var illa sjúkur, tá Svartur Sannleiki varð innspældur. Annars eru í hesum nýggja filminum bæði endurtøkur og útgreiðingar av upplýsingum í gamla filminum, ið alt samalt staðfestir varhugan av einum edeligum, eyðmjúkum og stillførum listamanni, sum heldur vil tosa um list enn um seg sjálvan, og sum heldur, at lívið er betri at liva, tá tú hevur alt í lagi við fólk. Og so kortini! Í onkrum “fráklippi” er listamaðurin eitt sindur meira óhátíðarligur og privatur. Teir tosa um hetta, at fleiri av óvart eru komin til at venda abtraktu málningunum hjá Ingálvi á Reyni øvugt, so at tað sum vendi niður vendi upp. Ingálvur sigur brosandi, at tað leggur hann ikki í, men kemur so í tankar um, at hann í grundini einaferð bleiv firtin av nøkrum tílíkum. Og so nevnir hann ein persón við navni og greiðir frá, at hesin keypti eina gentumynd frá sær, sum hann helt rigga betur sum landslag liggjandi á síðuni. Hann ætlaði eyðsýnliga eisini, at Ingálvur skuldi signera málningin í hesum liggjandi formatinum. men tað vildi listamaðurin sjálvsagt ikki.
Hevd
Fatanin av Ingálvi av Reyni er sum heild rættiliga hevdbundin í filminum. Ávirkanin frá teknilæraranum, Bizzie Høyer og renesansulistamanninum, Pisanello, hvørs myndir hanga í atelierinum hjá Ingálvi á Reyni. Men mann kundi jú eisini hugt yvir á hin veggin. Har hongur ymiskt rættiliga progressivt, t.d. ein av teimum hvítu avantgardemyndunum hjá Anker Mortensen frá 1990´unum, sum Ingálvur av Reyni var hugtikin av. Tá Anker skuldi framsýna á fyrsta sinni í danska gallarínum Galleri Trap í 2002, var tað við einum viðmæli frá Ingálvi á ferniseringskortinum: “Við fáum ofta sera einføldum miðlum sigur Anker Mortensen munandi meira enn vit onnur megna við stórum armrørslum. Hansara reina málarí opinberar fyri okkum nógv meir enn tað, vit síggja við fyrsta eygnabrá”.
Mannligir serfrøðingar
Tað eru ómetaliga nógvir menn í nýggja filminum um Ingálv av Reyni. Allir serfrøðingar, sum eru spurdir, eru menn, Bárður Jákupsson, Nils Ohrt, Bent Irve og Mikael Wivel. Talan er um fakfólk, ið vita og duga síni ting, men kynsliga vanbýtið tykist eitt sindur gamaldags. Tað sama kann í grundini eisini sigast um listarligu viðgerðina, sum í mongum er ein endurtøka og útdýping av teimum sjónarmiðum, sum Ingálvur av Reyni sjálvur slóðar fyri í filminum Svartur Sannleiki, at undirvísingin hjá Axel Jørgensen professara við tíðini gjørdist honum eitt haft osfr. Um mann heldur fylgdi øgiligu framdriftini í listini, sum Ingálvur av Reyni fekk av skafti aftaná 1999, kundi mann fingið eina meira progressiva mynd av listamanninum við t.d. at gera viðtal við hansara listarligu eftirkomarar, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy, ið øll hava ment ta føroysku abstraktu listina víðari.
Einki kemur av ongum
Einastaðni í filminum staðfestir frásøgumaðurin (Dánjal Højgaard), at einki kemur av ongum og hetta vísir seg at passa fyri mítt egna viðkomandi. Tí tá gamli málningurin hjá Ingálvi av Reyni av fjósinum í Porkeri frá 1946 verður vístur í filminum saman við viðmerkingum Mikael Wivels um hvussu tætt hetta legði seg at læraranum, Axel Jørgensen, tá kom brádliga júst tað øvugta mær til hugs og hetta havi eg ongantíð hugsað áður, hóast eg kendi málningin. Sjálvt um violetta ljósið og litavalið sum so minnir um verk hjá Jørgensen, ger perspektivið myndina rættiliga abstrakta. Her er at síggja til ikki tann stóri áhugin fyri rúmligari illusión, men kanska heldur fyri flatanum og strukturunum á honum. Hetta er sera áhugavert, tí Ingálvur av Reyni fór ikki í gongd við tað abstrakta fyrr enn umleið 1960 ella gott tað. Leggjast kann aftrat, at mótsetningslitirnir jú eisini koma afturíaftur í verkunum hjá Ingálvi av Reyni. Hetta síggja vit t.d. í stóra málninginum, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum listamaðurin málaði í 2002 og sum Tryggingin keypti.
Ein gáva til Føroya fólk
Í filminum frá 1999 var Ingálvur av Reyni sjálvur frásøgufólk og hetta varð gjørt sera ómaksfult við einum sera konsentreraðum úrsliti uttan uttanumtos yvirhøvur. Í og við, at listamaðurin doyði í 2005 mátti onnur loysn finnast til nýggja filmin og tað hava fyriskipararnir gjørt á sera skilagóðan hátt og við ansi fyri at skapa samanhang millum tær ymisku fláirnar í filminum m.a. við at Dánjal Højgaard er frásøgufólk og at hann eisini ítøkiliga gongur inni í atelierinum hjá Ingálvi av Reyni, har vit annars hava sæð meistaran mála og práta. Dánjal Højgaard dugir somuleiðis væl at spyrja og at skapa gott samband við tey, hann spyr. Myndatøkurnar hjá Hans Peturi Hansen sýna somuleiðis ein serligan fotografiskan ans fyri bæði tí stórbæra og tí inniliga við skiftandi sjónarhornum úr neðra og úr erva og við skiftum millum veldug náttúrupanorama, ekspressivar myndir av listamanninum í føroyskum klettalandslagi í mótljósi og meira neutralt frásagnarligar upptøkur av fólkum, ið greiða frá. Upptøkurnar av ovfarakáta listamanninum inni á Louvre savninum eru einastandandi góðar og upplyftandi.
Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.e. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála, har hann greiðir frá týdninginum, ið løgini av undirmáling hevur og annars sigur hvat hann sær og hvat tað er, hann roynir at fáa fram av ljósi, anga, fuglum, hegni, steyrum og fólki í náttúruni.