Verðinsmaður heiman av Sandi fyllir 60

sunleifrasmussen.jpg

Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fyllti 60 fríggjadagin og í hesum sambandi var nýggja tónleikaútgávan Territorial Songs við verkum eftir tónaskaldið givin út. Eg skrivaði eina heilsan í Dimmalætting, sum sæst niðriundir hesum tekstinum, men har er longu hent alt møguligt síðani mína deadline. Territorial Songs hevur longu fingið framúrskarandi ummæli frá m.a. týska tónleikaritinum Klassik Heute, har útgávan fær besta skotsmál innan allar kategoriir. Tónleikaummælarin, Thomas Baack staðfestir: Um tú leitar eftir samtíðartónleiki, sum evnar at røra teg, skalt tú avgjørt lurta eftir hesum. Tað er eitt mást fyri blokkfloytuspælarar, ið vilja vita hvussu tey mest torføru tónleikastykkini mugu verða spæld við elegansu og optimalum, vøkrum klangi.. - Hann endar við at geva útgávuni sítt besta viðmæli í ummælinum, sum kann lesast her: http://www.klassik-heute.de/4daction/www_medien_einzeln?id=23555

At siga, at Sunleif hevur brotið upp úr nýggjum í føroyskari tónleiki er at gera alt ov lítið av. Hann stendur at kalla einsamallur um at hava framt sera mong tónleikalig nýbrot. Hann hevur til dømis skrivað ta fyrstu føroysku symfoniina og ta fyrstu føroysku operuna og so er hann harumframt fyrsta føroyska tónaskaldið við konservatoriuútbúgving. Hesa nam hann árini frá 1990 til 1995 á Det kongelige danske Musikkonservatorium hjá Ib Nørholm og elektroniskan tónleik hjá Ivar Frounberg. Hann hevur fingið heiður og styrk frá Leonie Sonning Grunninum og Statens Kunstfond – í 2002 vann hann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri symfoniina Oceanic Days og í 2010 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.

Sama um sjónarmiðið er heiman ella tað vendir hin vegin úr stóru verð, fevnir Sunleif bæði. Hann er heimakunnigur í operahúsum og á altjóða  tónleikapallum, men fýrir ikki fyri at vera við, tá fjøllini verða gingin og seyður verður flettur. Hann er ein ógvuliga sermerktur maður, sum hevur sett Føroyar á altjóða samtíðarmusikalska heimskortið, og sum í øllum sínum mongu samrøðum við útlendskar miðlar heldur fast við sín uppruna og ongantíð troyttast av at lýsa bygdina og landið, haðan hann kemur.

Tey góðu úrslitini koma ikki av ongum. Sunleif L. Rasmussen er ein ómetaliga arbeiðssamur og passioneraður musikkmaður, sum arbeiðir javnt og samt við sínum tónleiki. Tey, sum hava ferðast saman við honum vita, at hann brúkar allar løtur, sum eru til yvurs, til at skriva tónleik. Tað merkir ikki á nakran hátt, at hann er turrisligur ella verðinsfjarur, Beint tvørturímóti er hann eitt sera stuttligt, gløggskygt og fjálgt menniskja og ein partur av frágreiðingini um stóru viðgongd hansara, snýr seg um hansara persón. Hann er sjáldsama harmoniskur og glaður, og dugir ógviliga væl at miðla tónleik fyri bæði leikum og lærdum. Hann er sera opin fyri tí listarliga, serliga fyri yrkingum, men eisini fyri myndlist og er altíð fúsur at greiða frá sínum tónleiki. Íblástur fær hann úr náttúruni og hennara ljóðum, umframt upplivingar av føroyskum upprunatónleiki, kvæðum og sálmum. Hetta er ikki soleiðis at skilja, at hann beinleiðis brúkar fólkatónleikin í sínum tónleiki – referensurnar verða umbroyttar í ymiskum seriellum og spektralum skipanum, soleiðis at endaúrslitið kann tykjast ógvuliga fjart frá byrjanini. Allíkavæl hómast ein týðilig náttúrukensla í verkum sum Territorial Songs t.d., sum hann hevur skrivað til unnustuna, heimskenda blokkfloytusolistin, Michalu Petri, ið hann hevur samstarvast nógv við nú í fleiri ár.

Sunleif L. Rasmussen hevur í viðtali um sína aðru symfoni ”The Earth Anew” greitt frá, at hann heldur seg vera romantikara soleiðis at skilja, at menniskja og náttúra eftir hansara meting eru eitt og tað sama: ”Vit eru náttúrunar børn. Náttúran hevur síni gosfjøll og menniskjan hevur síni. Innan í okkum menniskjum eru verjuskipanir sum t.d. immunverjan og uppaftur aðrar skipanir, ið loypa á verjuskipanina, og soleiðis er tað eisini í menniskjans sálarliga og sosiala lívi. Fyri meg var tað umráðandi at fáa fram tey ekstremu útmørkini. Myrkrið og ljósið, og bæði í senn. Tað ógvusliga og ljóta, og blíða og vakra. Og at hetta skuldi vera so víðgongt, sum eg nú einaferð evnaði at gera tað. Sera vakurt, sera myrkt, og sera ógvisligt”. Hiðani verður ynskt Sunleif L. Rasmussen hjartaliga til lukku á seksti ára føðingardegnum við tøkk fyri verkið higartil - til lukku eisini við nýggju útgávuni og móttøkuni av henni.