28.mars 2021 fyllti listamaðurin Anker Mortensen trýss ár. Hetta verður feirað á Listaportalinum við eini mynd av einum av minstu listaverkunum í mínum listasavni - myndin er 14 x 9 cm, men er hon lítil í vavi, er hon tess størri í týdningi - í øllum førum fyri meg. Talan er um eina lítla abstrakta runda kompositión, sum er teknað við oljukriti og penni á ein rukkutan pappírslepa. Innasta skapið er ein lýsandi sólgulur rundingur, rundan um hann eru pennastrikur teknaðar eins og strálur og rundan um tær er ein avgjørd ljósagrøn rípa, ið sær út til at vera gjørd við ferð uttan at endarnir møtast. Anker hevur signerað myndina í antin 93 ella 98, eg síggi ikki ordiliga og allarniðast stendur skrivað við smáum bókstavum A MAN WAS DANCING ALONE ON A STAGE, eg minnist ikki hvørjum yrkjara reglan kom frá, men tað ger tað sama, tí innihaldsliga flættar setningurin seg saman við runda bygnaðinum í eini framhaldandi rørslu, sum bæði er fullkomiliga abstrakt og sannførandi centrifugal. Hjartaliga til lukku, góði Anker.