Tíðarleys tunnilslist
-Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir. – Hetta sigur Tróndur Patursson við meg á veg í Eysturoyartunnilin.
Tíð er á so mangan hátt týdningarmikil partur av samtíðarlistini og í nýggja verkinum hjá Tróndi Patursson í Eysturoyartunlinum er tíðin avgerandi. Fyri tað fyrsta er tíðin ein grundtreyt til tess at uppliva verkið. Hetta er jú ikki ein málningur, men ein rund standmynd, sum tú koyrir framvið ella rundanum og sum tú harvið upplivar í tíð. Stóra ljós- og stálverkið, ið fevnir meira enn 80 metrar í heimsins fyrstu rundkoyring undir sjónum hevur bara tikið eitt ár at framleiða. Tróndur Patursson varð spurdur fyri bara einum ári síðani um hann vildi vera við í verkætlanini, men hann hevur arbeitt nógv og hart hetta seinasta árið og sonurin, Brandur Patursson hevur eisini hjálpt honum væl, sigur hann.
Ljós
Hesum greiðir listamaðurin mær frá ein hvítan kavatýsdag fyrst í februar. Vit sita í hansara stóra, gráa rugbreyði á veg til Eysturoyartunnilin, sum eg nú skal síggja á fyrsta sinni. Eg havi bíðað eftir røttu løtuni ella eftir teimum røttu ljósunum, tí eg eri greið yvir hvussu stóran týdning ljósini hava í einum tílíkum verki. Tað øvugta sæst alla møguliga staðni kring landið, har vit hava fingið eina merkiliga kensludeyva ljósseting, ið als ikki tekur atlit til umhvørvið. Eitt serliga keðiligt stað er á trappuni í Vágsbotni, har syntetiskt diskoljós tekur tað áður so fína og fjálga kvøldarútsýnið yvir á kirkjutornið og klokkuna í Havnar kirkju. Sama er galdandi fyri fossar og aðrar náttúruperlur, sum við bíligum litaðum ljósi verða vanbøttar og í grundini minkaðar niður í turistbrosjurustødd. Eg veit ikki hvør finnur uppá at seta ljósini upp og eg havi ikki møtt nøkrum, sum dámar tað.
Tróndur sigur, at tunnilin var liðugur ov tíðliga. Tá vóru tey røttu ljósini ikki komin fram og tí var okkurt annað sett fyribils. Beint áðrenn vit koyra inn í sjálvan tunnilin fara vit ígjøgnum nakrar elegantar, bogaðar hvítar stengur ella portalar, sum Eyðun Eliasen, arkitektur hevur teknað. Hesir sýnast funktionellir og vakrir og tað sama er galdandi fyri ljósdesignið gjøgnum allan tunnilin, sum sami arkitektur stendur fyri. Óheppið haldi eg tað tó vera, at arkitekturin brúkar litað ljós í byrjanini og seinni í tunlinum, tí mann heldur hetta hanga saman við listaverkinum og tað ger tað nettupp ikki serliga væl, frástøðan er ov stór millum litaðu ljósini har.
Atlantis
Vit koyra nokk so leingi nøkulunda beint fram uttan, at tað hendir tað stóra. Eitt sindur huldusligur og drúgvur tunnil og heilt løgið er tað at hugsa sær, at mann nú er onkrastaðni undir firðinum, sum mann annars altíð hevur koyrt rundanum, men so dagar brádliga blátt ljós fyri framman og so er berømta jellyfish-skapið har mitt í Atlantis. Tunnilin er eitt sindur trølsligur, og bláa, reyða og grøna ljósið er djúpt, intenst og ekspressivt og nakað heilt serligt at koyra inní. Tróndur sigur, at verkið í útgangsstøði er skapt eftir praktiskum atlitum. Tá tankin kom at lýsa miðsúluna upp, gjørdist skjótt greitt, at hetta ljósið ikki mátti blenda bilførararnar og at tað tessvegna fór at gerast neyðugt við einum skermi. Tróndur helt sjálvur, at súlan tóktist eitt sindur ber ella endaleys niðri við fundamentið og harvið kom hugskotið at seta eitt slag av skermi upp har. Í staðin fyri at brúka vanligt stál, ið sambært listamanninum er eitt sindur keðiligt, deytt og mekaniskt og minnir um bilar, so valdi hann at brúka sonevnt cortenstál, ið fær ein vakrari rustaðan lit. Men so var tað hvat hesin skuldi ímynda. Hann hugsaði fyrst um okkurt slag av landslagi og om onnur myndevni, hann hevur brúkt, men kom skjótt í tankar um menniskjaskapið: “Eg avmyndi ikki ofta menniskju, men fór at hugsa um tingstaðir, sum vit hava havt kring allar Føroyar og so tað, at henda rundkoyringin onkursvegna er ein miðja í Føroyum, sum fer at savna fólk. Av hesum kom hugskotið at skera tilfarið út, so at tað líkist menniskjum, sum áskoðarin sær eins og skuggamyndir. Hetta eru vit føroyingar, sum hóast alt standa saman, lið við lið, vit sum hava liva her í øldir eisini tá tað ikki var lætt at lívbjarga sær her”.
Eitt logandi bál
Sjálv súlan mitt í rundkoyringini er ótrúliga imponerandi bæði tí hon er so stór, men eisini tí hon sýnist halda øllum rúminum uppi. Litirnir flóta saman, blátt og reytt verður violett og ljósliturin tykist livandi og skærur sum var eitt logandi bál innanfyri ella ein lýsandi fossur. Eg komi alt fyri eitt í tankar um tvey listaverk hjá Tróndi Patursson. - Tað eina er ein vatnlitamynd, sum stendur á permuni á eini kvæðabók hjá Marianne Clausen, kanska er hetta okkurt slag av dansiringi í bláum og reyðum – eg nevni hetta fyri Tróndi, sum nikkar og sigur seg hava gjørt sær stóran ómak við at gera skapini av øllum persónunum ymisk, so at individualiteturin hjá hvørjum einstøkum traðkar fram. Støddin er monumental, tann hægsti figururin er 3 metrar høgur og so niður til 1.80. Hetta við dansinum er annars ein vælkomin assosiatión, skilji eg, av tí at kvæðini hava givið okkum so nógv og hava so alstóran týdning í okkara mentan og máli. Samstundis er tað sjálv samanhangskraftin, sum tað snýr seg um, sigur listamaðurin.
Tað dionysiska vertshúsið
Eg sigi við hann, at hitt listaverkið, eg kom í tankar um, er Vertshúsið í Havn frá fyrst í hesi øldini, ið Tróndur prýddi inni sum totalinstallatión við bæði málarí, glaslist og spegling. Hølini vóru málað við sterkum “Trónd-litum”, barrin var eitt stórt, glógvandi glaslistaverk. Í loftinum hekk ein veldigur bláur glashvalur og lampurnar vóru naknar kvinnubulmyndir. Tað var Tivoli, ramasjang, suggestión og too much uppá allar møguligar mátar. Eitt kvøldið, tá Vertshúsið júst var latið upp, møtti eg listamanninum har og forvitnaðist um um hvørjir tankar lógu í hesum óvanliga ótálmaða verki. Eg minnist so væl svarið - ikki neyvu orðingina, men innihaldið, sum gekk út uppá, at tað var ov keðiligt at vera til um man bara skuldi gera sovorði, sum mann var púra vísur í fór at halda. – “Onkuntíð mást tú leypa á bláman og so finna út av seinni um tú grynnur ella um tú druknar ella bara fánar av tíðarinnar tonn”. Vertshúsið fekk eina vána lagnu og slapp hvørki at fána ella at skína. Kanska var ølið ov bíligt ella ov einstáttað, men tað var prýðingin, sum fekk toyggið. Í eini roynd at fáa fleiri gestir at trívast har vóru veggirnir málaðir ljósir og henda normaliseringsroyndin var í veruleikanum at oyðileggja verkheildina. Um Vertshúsið hevði verið varðveitt, hevði tað verið ein av kulturperlunum í Havnini. Eg hugsi, at tað verkið kom ov tíðliga. Tí tíð hevur týdning og fyri tjúgu árum síðani skiltu fólk ikki verkið og hildu tað vera smakkleyst og ólátað og tey spældu punktónleiki í kjallaranum – møguliga var reaktiónin eisini tengd at gomlum føroyskum truplum, skuldfestum viðurskiftum við rúsdrekka.
Eitt høvuðsverk
Eg spyrji Trónd um hvussu hann heldur, at hetta nýggja verkið skal síggjast í mun til restina av hansara verk og hann svarar, at talan í øllum førum er um eitt tað størsta verkið hann hevur gjørt, men at tað annars er upp til okkum áskoðarar og tíðina at meta um. Saman við einum parkeringshúsi í Vejle, ymsum konteynaraverkunum, kosmiskum rúmum, glas- og ljósprýðingum úti og inni og øllum hinum verkunum á eini serstakari virkisleið, er listaverkið í Eysturoyartunlinum eitt høvuðsverk hjá Tróndi Patursson. Uppgávan at gera eitt verk undir sjónum má hava verið fantastisk í sær sjálvum hjá einum listamanni, hvørs verk í stóran mun er grundað á havið og á upplivingar, hann hevur havt av havi, himmal og kosmos á søguligu sjóferðum sínum. At tað eydnast so væl kemst av væl hugsaða einfaldleikanum og menniskjaleikanum, ið tekur umstøður áskoðarans við og ger, at áskoðarin fatar verkið eisini í ferðini á veg í gjøgnum og fram við verkinum.