Kjakið um 17 metrar høga krossin á Høganesi heldur fram og skulu vit meta eftir viðmerkingunum á miðlum á internetinum er talan meira um eitt átrúnaðarligt enn eitt listarligt stríð. Skipað er fyri innsavning av undirskriftum ímóti krossinum, og higartil hava meira enn 100 fólk skrivað undir. Jóhan Magnus Gunrim, sum býr á sjálvum Høganesvegnum, er ein av stigtakarunum til innsavningina av undirskriftum, ið verða savnaðar umvegis facebook og seinni fara tey at ganga hús úr húsi. Ein borgari á Saltangará, tónleikarin og tónaskaldið Kári Sverrison hevur skrivað eitt lesararbræv á portalinum, har hann harmast um ætlaninar um at byggja krossin: “Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her. Á fundinum løgdu teir dýran við, at hetta var so sanniliga ikki ætlanin. Øll skuldu kenna seg fevnd av hesum góða krossi, hann skuldi vera øllum til mikla gleði, og ikki vera nakar hamari í høvdið á nøkrum. Men tað er hann so kortini, og tað slepst ikki uttanum.” - Lesið restina av mótmælinum her: https://lesarin.fo/motmaeli+moti+krossi+a+hoganesi.html
Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen heldur í støðulýsing á Facebook, at tað kennist margháttligt, at hvørki Sjóvar kommuna ella Runavíkar kommuna verða hoyrdar í máli sum hesum, sum kann hava ávirkan á borgarar í hesum báðum kommunum.
Fríggjadagin vóru eg og Poul Guttesen í Nón og kjakaðust. Eg kom fram til, at kjakið snýr seg um krossmerkið og leggur seg báðumegin gjónna, sum vit høvdu frammanundan millum kristiligt og humanistiskt, millum konservativt og progressivt osfr. Tað er við øðrum orðum júst sum tað hevur verið her á landi. Eg havi stórt álit á listina og á Trónd Patursson. Men sjálvandi var tað betri um listamaðurin sjálvur slapp at avgera myndevnið á standmyndini. Heldur enn tað æviga polariseraða skotgravaklandrið, sum einki flytur, hevði tað verið nógv betri um kjakið var listarligt og um øll tann fría listin kundi verið við í eini kapping um at gera eina standmynd á Høganesi, har tey sjálvi kunnu avgera hvussu standmyndin skal síggja út og hvat myndevnið skal vera. Spurningurin er so bara um fíggingin á nakran hátt er treytað av, at standmyndin er ein krossur. Síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli, her er samrøðan í Nón: https://kvf.fo/non?sid=122198