Tjóðpallurin umaftur
/Den nationale scene Bergen - foto: wikipedia
Tað er einki at taka seg aftur í, at mann skal hava eitt Jobs tol fyri at fáast við list her á landi. Tað hjálpir eisini at vera jalig fyri ikki at siga lalliglað við púra markleyst opnum sinni og einum ikki serliga munagóðum minni. Hetta hugsi eg súrliga við mær sjálvari nú fagnaðarboð ljóða úr Mentamálaráðnum, at Bursatangi skal vera staðseting fyri einum Tjóðleikhúsi. Og meðan eg skrivi hesar reglur, hugsi eg hví eg skrivi hesar reglur, tí tað hevur neyvan nakran týdning heldur. Eg trúgvi heilt einfalt ikki uppá projektið. - Tjóðpallur Føroya hevur virkað síðan februar 2005 og vit hava upplivað bygningin bæði staðfestan og tiljublaðan upp til fleiri ferðir eins og skiftandi samgongur hava lovað hetta og hatta, men fyri tað mesta hevur mann bara bíðað og bíðað og bíðað eftir Godot og eftir einum rúmligum og stásiligum tjóðpalli og enn er einki hent. So blívur mann also eitt sindur skeptisk og hevur ilt við at trúgva uppá nýggjar ætlanir. - Jú, á Skálatrøð skuldi tað vera og tað fyri vist, men tað var heilt galið, hildu fólk, tí hvat so við bilunum, hvar skuldu okkara kæru bilar tá vera? Bilurin er kongurin í Føroyum 1-0 til bilin versus leiklistini - Eg giti, at okkurt problem verður við Bursatanga, hvat við vinnuni og hvat við ferðsluni etc. Ikki at eg havi nakað ímóti Bursatanga – ikki tað minsta, men er tann tangin ikki nokk so lítil og hvat við farleiðini til Nólsoyar? Tey vænta kanska, at Erla Kongsdóttir liggur still eisini tá einaferð um tjúgu ár, tá spaki verður settur í Bursatanga til Tjóðpallin. Nei eg veit ikki, men Vágaportalurin veit, at siga frá tíðindafundi í dag:
Niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at økið við Bursatanga er besta staðseting fyri Tjóðleikhúsið.
Tvey uppskot hava bestu staðsetingina, og tað eru Henning Larsen Arcitects og ZETA / BRIM Arcitects.
Nú skal staðsetingin viðgerast í Tórshavnar býráð.
Í niðurstøðuni frá dómsnevndini stendur millum annað:
- Niðurstøðan tekur serliga støði í uppskotunum 3 og 4, sum lýsa, at ein bygningur við Bursatanga kemur at standa á markamótinum millum bý og havn, millum land og hav.
- Eitt nýtt Tjóðleikhús á hesum staði kann standa sum ein stakbygningur og hervið bera sermerki og tign, sum Tjóðleikhúsið og virksemið í húsinum eigur at hava.
- Eitt tjóðleikhús á hesi staðseting, sum er lutfalsliga nær Kongabrúnni, kann virka sum ein inngongd ella ein portalur til miðbýin, bæði frá sjógvi og landi.
- Samstundis kann staðsetingin tillagast í mun til bryggjukantin og landslagsrúmið um Eystaru Vág, soleiðis at byrningurin ikki ger seg inn á útsýnið á havnarøkið ella á Tinganes.
- Útiøkini verða sjónlig frá býnum og bjóða gangandi til sjónleik, ella at fara til gongu framvið bryggjukantinum.
- Henda staðsetingin letur upp fyri tøttum sambandi við miðbýin, soleiðis at býarlívið og mentanarlívið verður víðkað til eisini at fevna um Tjóðleikhúsið og tey rúmini, bæði inni og úti, sum verða skapað har.
- Atkoma fyri koyrandi kann verða eftir Havnargøtu, sum bindur miðbýin til teir størru ferðsluvegirnar í býnum og til ringvegin yviri við Strond.
- Parkering kann skipast á landsynningspartinum av havnarøkinum, og vørukoyring til og frá húsinum kann skipast í sambandi við parkeringsøkið, uttan at vera til ampa fyri økini, sum venda móti vágni, ið rúma góðar møguleikar fyri fríløtuvirksemi.
- Ein staðseting við Bursatanga kann harafturat verða fyrsta stigið í einari býarmenning á Eystaru Bryggju, verður sagt í niðurstøðuni.