Sigrun fekk mentanarvirðislønina

mentanarvirðislønir.jpg

Umframt at vera landsins størsti mentanarheiður eru mentanarvirðislønir landsins - sjálvt eventið - nú eisini vorðið alt meira forvitnisligt soleiðis mentanarsociologiskt og mentanarpolitiskt sæð. Sostatt kann mann út frá staðseting og undirhaldi sita og gita hvør man verða heiðraður á hesum sinni - hvørji virði eru umboðað? Er tað country ella fínmentan? Kirkja ella brøðrasamkoman? Opera ella dansiband? Og hví man hatta fyrsta orkestrið, Zamar hava eitt hebraiskt navn - hevur tað týdning? - Tað ljóðaði ikki serliga jødiskt og als ikki klezmer. Nåh, hin síðan var eisni umboðað og væl avbalanserað av progressivu hálvfemsarahetjunum í Enekk. - Jú, men also, mann lurtar eitt sindur eyka væl og er yvirhøvur serliga árvakin við vitanini um hvussu sitandi mentamálaráðharri er farin við armslongdarregluni seinastu tíðina. Og sjálvt um Skúlascam ikki fekk nakra virðisløn, hugsi eg, at virðislønarmóttakararnir allir eru virðiligir og hava uppiborið hvør sítt almenna herðaklapp. Seinastu árini hevur ljóssetan og blómuprýði fingið alsamt vaksandi leiklut á slíkum eventum - Øll elska tað, eisini mentamálaráðharrin. Løkshøll var prýðiligur karmur um tiltakið, men eg hugsi kortini, at stundin møguliga er komin til at vit sissa okkum og tálma blómuprýðingini og ljóssetingini á slíkum tiltøkum? Tað verður næstan ov nógv - sum ein absurd musicalkend jarðarferð.

Sigrun Gunnarsdóttir fekk mentanarvirðislønina 2020. Um hana varð sagt, at hennara myndevni áhaldandi hugtaka og tala til okkara og at hon er ein listakvinna í støðugari menning. Gjøgnum listina sigur hon søgur. Søgur um menniskju og mannakor, djór og náttúru og alt tað alheimsliga, vit kenna. Hon lýsir tað stóra í tí smáa og gevur myndevnunum eina nýggja frásjón, eitt nýtt dýpi. Hon gongur egnar leiðir við sínum sterka, livandi og symbolska myndamáli. Fyri listarligu gávurnar, Sigrun Gunnarsdóttir áhaldandi gevur okkum, fær hon Mentanarvirðisløn landsins. Mentanarvirðisløn landsins verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik. Saman við heiðrinum fylgir ein peningagáva upp á 150.000 krónur.

Birita Poulsen, sum er operasangarinna virðislønina, sum fyrr var latin ungum listafólkum, men sum mentamálaráðharrin eyðsýnliga ynskir at hava størri ávirkan á og sum nú í tíðindaskrivinum verður nevnd serstaka virðislønin. Og Birita Poulsen er ung og dugnalig og í menning - tað hoyrdu vit ikki minst á Nýggjárskonsertini hjá Symfoniorkestrinum. Henda virðislønin er 50.000 krónur.

Fyri byggilistarligu avrik, ið á nýskapandi hátt endurhugsa og skapa frásøgur um lendi og umhvørvi, fekk Ósbjørn Jacobsen Heiðursgávu landsins 2020. Heiðursgáva landsins verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, sum hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva landsins er 75.000 krónur.

Hjartaliga til lukku, øll trý.

Samtaler om Tåge - Hanni Bjartalíð

Torben Eskerod.jpg

Siden årtusindskiftet har vi inden for billedkunsten på Færøerne oplevet en rivende udvikling med et stigende antal udstillinger med bemærkelsesværdig kvalitet - ikke mindst med landets begrænsede størrelse in mente. Desværre er en hel række af de originale og enestående færøske billedkunstnere delvist eller helt ukendte i Danmark. En tanke med udstillingen, Samtaler om Tåge på Nordatlantens Brygge, der åbnede sidst i oktober i 2020, var således at give et indblik i samtidskunsten på Færøerne. Så meget desto mere sørgeligt er det, at udstillingen p.t. er lukket på grund af de selvsamme covid-19 restriktioner, der også forståeligt nok har lukket alle de gode kunstudstillinger her i København og i Danmark, samt rundt omkring i hele verden. - I Tórshavn er der imidlertid åbent både i Færøernes Kunstmuseum, hvor man kan opleve en tematisk udstilling om havet, og i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, hvis samarbejde med bl.a. danske billedkunstnere, har en stor del af æren for den positive udvikling inden for færøsk samtidskunst.

En af kunstnerne, der deltager i den aktuelle udstilling i Steinprent, Myndaódnin 2020, er også med på Samtaler om Tåge. Det er Hanni Bjartalíð (f.1968), der er født og opvokset i Klaksvík, og som bor og arbejder i Finland. Det er ingen overdrivelse at hævde, at Bjartalíð er en usædvanlig arbejdsom kunstner eller at påstå, at han har arbejdet på sine værker i de allerfleste af døgnets vågne timer lige siden halvfemserne. Dengang beskæftigede han sig især med tegning, maleri og grafik, men bevægede sig via collager over i det tredimensionale til bemalede trærelieffer og skulpturer, bl.a. i skulpturer forestillende huse og tårn, der udgør et foreløbigt højdepunkt i hans oeuvre. Og fordi han altid arbejder, så forekommer hans værk overvældende, organisk, vildtvoksende, knopskydende og spontant, samtidig som det også har et stilfærdigt, indadvendt og vældig styret præg. Hans metode forekommer legende og sanselig, styret af intuition og en stadig materialeafsøgning med en så stor vægt på taktilitet og selve arbejdsprocessen, at det sine steder minder om dekonstruktion og hvor selve analysen og den kunstneriske idé lægges frem som en åben del af værkets udtryk og materiale. Og netop arbejdsmetode og materiale spiller en ganske stor rolle i værkerne, eksempelvis i den store klode af træ, som Bjartalíð er i færd med at færdiggøre til den store uddannelsesinstitution, Glasir, som Bjarke Ingels Group har været med til at tegne i Tórshavn og som omfatter såvel gymnasie-, handelskole som teknisk skole. Værkets grundform er inspireret af Glasirs store kuplede midterrum - et storslået atrium, hvori det omgivende landskabs stejle terræn fornemmes i konstruktionen af trappernes og af etagernes placering. Bjartalíðs ønske er, at hans klode skal afspejle rummets universale præg, men det er også lykkedes ham at udtrykke en humanistisk ånd, vilje og varme i beton- og glasrummet med sit værk, der ser ud som om det er smidt ned gennem bygningens loft med enorm kraft. Kloden er forsinket bl.a. på grund af coronarelaterede forhindringer, men forsinkelsen er måske nok også en del af metoden og en årsag heraf - den langsommelige proces, hvor ganske små og uregelmæssige stykker træ sættes sammen i en ubegribelig kompleks konstruktion, der allerede i ufuldstændig og ubemalet tilstand udgør et af Hanni Bjartalíðs få monumentale hovedværker. Han arbejder ellers mere med små, nærmest intime værker, der inviterer beskueren tæt på. Rent beset er Bjartalíðs værker svære at kategorisere – nogle af dem har et formsikkert, dekorativt udtryk, imens andre værker har et eksitentielt og måske endda ekspressivt præg, men mange af værkerne befinder sig et sted derimellem - ikke sjældent med humoristiske islæt. Hans arbejdsproces er præget af genbrug af bl.a. readymades i form af bortskaffede skærebrætter, træklodser m.m., som han finder hos marskandisere og andre steder, men han genanvender også egne værker, som han arbejder videre på, hvilket bl.a. kan resultere i malerier, der kan veje op til flere kilo.

Hanni Bjartalíðs skulpturer på Samtaler om Tåge indbefatter også en form for genbrug – det kan vi se på den todelte datering af værkerne, som han kan være begyndt på i 2014, men som han altså fortsatte at arbejde på i 2020. I et af værkerne ligger der en omhyggelig udskåret blomst i træ på en træklods, der har et for Bjartalíð typisk bevidst slidt udseende. Et værk, der både har en dekorativ side, men hvis enkelhed i motiv og materialitet insisterer på en lidt mere alvorlig og inderlig fortolkning, der for denne beskuer handler om forgængelighed. Det samme er gældende for tematikken i to andre værker – de er betitlede med et nummer, 077, der viser sig at være de sidste tre tal i kunstnerens færøske cpr-nummer eller p-tal, som det kaldes på Færøerne. Det er bemalede træskulpturer, der forestiller skeletter, som henholdsvis står eller sidder ned. Titlen fortæller os, at værkerne på en eller anden måde er selvportrætter, hvilket tematisk berører forgængeligheden, men på en sarkastisk, humoristisk måde. Skulpturerne har et råt udtryk samtidig som man som beskuer bliver rørt af den store omhyggelighed og varme hvormed skulpturerne er sat sammen. Et billede siger mere end tusind ord – jeg sætter nogle af Torben Eskerods fine fotografier ind her sammen med mine 828 ord og et forfængeligt ønske om, at ordene kan sige jer bare en brøkdel af det, værkerne siger mig, altimens vi sammen krydser fingre for snart at komme til at opleve kunstudstillinger igen.

Hilsen Kinna Poulsen, kurator af Samtaler om Tåge

NAB_R5_3780.jpg
NAB_R5_3747.jpg

VIKUYRKINGIN 2

vikuyrk2.jpg

Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini. Vikuyrkingin hesa ferð er úr nýggja savninum hjá Jóanesi Nielsen, Rakkaljóð (2020). Identifikatiónin við tey útihýstu og burturtagdu er innilig í yrkingini rakkaættingi, har yrkjaraegið og skriftin renna saman við landslagið, sum tey eru sprottin úr. Myndin er eitt prent hjá Svend-Allan Sørensen, sum hann hevur framleitt í Steinprenti.

rakkaættingi

hvessi mær pennin móti helluni
upprunaliga
vóru vit havsins rakkar

ást mín er sølt
støðugt
grør rúður á kletti

so koma nýggjársdagarnir
á glasvekt
verður mett um sálarinnar tyngd
síðani rísnar reyða vón slitmansins
í kjalarvørrinum
deyðin

summi gerast fuglaføði
kanska perlur á havsins botni
onnur balstýrigir skýstólpar
ella vesalligi andadrátturin í munninum á flugu

eri framvegis rakkaættingi
ást mín er køld
salta hellan
tærir pennin

Vakurleikin og myrkrið

randi.jpg.jpg

Randi Samsonsen gjørdi listaverkið her omanfyri. Tað er partur av núverandi framsýningini í Víngarðinum og eg haldi tað er í familju við verkini hjá Randi Samsonsen á framsýningini Samrøður um Mjørka í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann framsýningin er tíverri afturlatin orsakað av covid-19, men inntil víðari ber til at vitja framsýningina í Víngarðinum (í vikuskiftinum frá 18-22) - undirritaða kurateraði báðar framsýningarnar. Tekstilmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru taktilar og relieffkendar, settar saman úr toyi, sum hon hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði ein tann mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum, ið bjóða áskoðaranum av - eina løtu síggja vit eitt gróðrarmikið blómuhav, men so blinka vit og í næstu løtu er myrkrið og avgrundin har.

Randi Samsonsen. Nordatlantens Brygge                                                                                                                                                                    Kinna Poulsen

Randi Samsonsen. Nordatlantens Brygge

Kinna Poulsen

VIKUYRKINGIN 1

Billede1.jpg

Vikuyrkingin er heiti á einum teigi í Dimmalætting, har Bergur Djurhuus Hansen og Kinna Poulsen hvørja viku velja eina yrking, ið á onkran hátt er áhugaverd. Ongar avmarkingar eru í úrvalinum annað enn, at yrkingarnar skulu vera úr okkara samtíð ella vera samtíðarligar - tað kunnu eisini gamlar yrkingar vera. Aftrat yrkingini kemur ein mynd – hetta kann vera eitt myndlistaverk ella okkurt annað, sum møguliga hóskar saman við orðunum í yrkingini.

Byrjað verður við eini yrking í einum lutfalsliga nýggjum savni, t.e. EG SKRIVI Á VÁTT PAPPÍR (2020), sum Lív Maria Róadóttir Jæger fekk Bókmentavirðisløn M.A.Jacobsens fyri. Í yrkingini er omman til sum eitt minni í eg’num, og hon er í broyting, er omma, eitt hugtak, ein rannsókn, ein lutur, ein kroppur, ein kensla, eitt orð - "ella so". Omman “poserar” og hvørvur. Yrkingin er í byrjanini nágreinilig við døgum og klokkutíðum og støðum, men tað tíðarbundna verður til eina mynd og aftur til ommuna og til eg’ið, sum leitar eftir gomlum myndum í einum skápi og letur eyguni í myndunum hyggja at sær.

 

Mynd 1

leygardagur 3.september 16 í Havn

 

enn eru dagarnir ljósir

langir

 

ljósið fer at broytast komandi tíðina

við blíðari vissu

blíð

tí tað fer ikki at skaka nakran at tað hendir

 

skjótt heyst

 

Føroya Ríðingarfelag hevur broytt klokkuslett

fyri kappríðing vegna jarðarferð

kappríðingin byrjar klokkan 15.30

ikki klokkan 14 sum ætlað

 

rossafólkini vísa sína samkenslu

omma er deyð

afturkomin av jarðarferð

 

eg havi eina mynd á mínari tlefon

av ommu í opnari kistu

tað er ikki ein mynd av henni veruliga

men rættari ein mynd av kroppi

uttan menniskja

av deyða ella so

 

eg kann kalla myndina DEYÐI

sjálvt um tað ikki ber til at taka myndir av deyða

 

familja

tey hava pakkað hennara ting niður

lagt eina bók til síðis sum eg ska eiga

Feðgar á ferð

 

hvar er hálsketan við grøna ravsteininum

sum eg gav henni?

 

hava givið mær brøvini eg skrivaði til hana

savnað tey í ein gjøgnumskygdan frystiposa

skrivað Lív á við svartari spritttusj

í gamla askarskápinum finni eg myndir

blaði ígjøgnum bunkar av teimum

velji tær mær dámar út

leggi tær á borðið framman fyri mær

 

flestar eru frá áðrenn eg varð fødd

men har eru eisini onkrar frá fýrsunum

 

eyguni

eru fryst sekund eyguni

hyggja inn í kamerasálina

skera út gjøgnum myndina

inn í meg har eg siti

í beintnúinum

 

omma poserar

 

 

Listaárið 2020 - millum gult og innihald

134559475_681308025875864_289595924808541369_n.jpg

Morgun og nýføddur dagur og ár. Ein sjáldsama ljósur og klárur morgun gevur optimistiskar vónir um komandi herligheitir, men vit vita einki og máa eyðmjúk við hattinum í hondini biðja til, at farsóttin sleppur takinum og at vit øll fáa eitt gott 2021. Árið í fjør var serligt, í Dimmalætting skrivaði eg eitt sindur um tað, ið hendi á listaøkinum í tjúgu og tað var ikki so heilt lítið.

Hetta var á so mangan hátt eitt serligt ár, sum vit helst fara at minnast fyrst og fremst fyri covid-19. Kortini gav farsóttin okkum øllum tíð til m.a. at ásanna hvussu stóran týdning listin í roynd og veru hevur. Uttan tónleik, film, bøkur, myndlist osfr. høvdu bæði sóttarhald og stilla heimalívið verið nakað væl keðiligari.

Tóroddur Poulsen Ólavsøka (2020)

Tóroddur Poulsen Ólavsøka (2020)

Sjálvt um vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga væl higartil, hevur listin sum heild verið mikið tarnað av covid-19 í brátt farna ári. Higartil kunnu vit ikki vera annað enn takksom fyri støðuna, nú skulu vit bara ansa eftir eina løtu aftrat, so er koppingarevnið her. Og vit skulu ansa væl eftir nú tølini hækka – eisini í Danmark, haðani nógvir av okkara jólagestum koma. Men vit mugu altso eisini ansa eftir hvussu vit málbera okkum í hesum døgum, nú tølini kvinka uppeftir. Tá hendir tað hvørja ferð, at rættir ræðslusavnarar manifestera seg t.d. á Facebook við øllum møguligum demoniserandi ræðusøgum um smittuberaraútisetar, sum fara beinleiðis í býin fyri at breiða út smittu. - Man tað nú vera? Við lægsta felagsnevnara gerst samskiftið skjótt sansaleyst og ónuanserað og vit gloyma týðandi medmenniskjanslig atlit til ymiskar tilveruligar umstøður, tað verði seg sjúku, elli, einsemi, kærleika, longsul osfr. Vit kenna ikku umstøðurnar hjá okkara medmenniskjum og vit eiga ikki at døma frá hond, tí tað hjálpir ongum. Vit mugu heldur ikki geva ávísum bólkum skyldina - eg haldi, at okkara ungu hava betur uppiborið. Heldur eiga vit at halda saman hvør sær, hava álit á hvønn annan samstundis sum vit ansa eftir at halda okkum sjálvi frá smittuvanda.

IMG_20200108_160912 (1).jpg

Steinprent

Aftur í ár var sera nógv og gott framsýningarvirksemi í Steinprenti við føroyskari og danskari list. Í januar hevði Svend-Allan Sørensen serframsýningina VINDUR ALDA FUGLUR. Tó at náttúran hevur ein stóran leiklut í hansara listaverkum, er konseptið alla tíðina í miðdeplinum – tað er hugskotið, sum drívur verkið, og ofta eru hansara verk beinleiðis bygd upp av poetiskt løddum orðum ella setningum. Í mars arbeiddu Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti – teir gjørdu saman eina spennandi framsýning við heitinum Tvær strikur, sum ógvuliga fá fólk sóu. Tann fríggjadagin 13.mars, tá framsýningin skuldi lata upp, læt føroyska samfelagið sum kunnugt aftur dagin fyri orsakað av corona. Í Steinprenti og aðrastaðni var tíðin aftaná sera friðarlig, men tá tey í Steinprenti gjørdu eitt átak við at bjóða grafisk dygdarverk fyri serprís, vóru fólk skjót at taka undir við hesum. Summarið var serligt og fult av føroyingum í Føroyum, sum í staðin fyri at ferðast í útlond, valdu at ferðast heima. Hetta var orsøkin til, at mann í Steinprenti valdi at hava heili tvær summarframsýningar við ávikavist Claus Carstensen og KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED á gallarínum og við føroyskari samtíðarlist hjá Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Anker Mortensen, Bárður Jákupsson, Zaharias Heinesen, Tróndi Patursson og Torbirni Olsen uppiá Østrøm. Framsýningin VIT ERU HER ENN var áhugaverd við verkum hjá listafólkunum báðum, Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum vildu gera vart við, at tey altso enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin væl upp í árini. Ein sera fín framsýning var í Steinprenti í november við verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson, ið umframt at báðir hava myndprýtt myndabøkur, jú ikki eu ólíkir listarliga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út.

BD7D6638-3A27-4EE1-ACA8-514BD76B49EE.jpeg

Avbyrgingageddon

Í mai hevði Tóroddur Poulsen framsýningina Avbyrgingageddon og aðrar frástøður í Steinprenti. Framsýningarheitið sipaði til farsóttina og harav fylgjandi avbyrgingar og varhugar um heimsins enda. Vit kendu fleiri av myndevnunum aftur, hugfarsligu víntrøini og tær grínandi beinagrindirnar. Ein riðil av menniskjum og øðrum myndaliðum, ið stóðu so tætt, at mann næstan varð øvundsjúk. Eitt tysjandi ævintýr av dreymakendari surrealismu av figurativum og abstraktum myndaliðum og av orðum og setningum, sum viðmerktu list ella veruleika, dreymar, poesi ella profeti - her vóru t.d. virusmyndir, sum vóru málaðar fyri fleiri árum síðani. Tóroddur Poulsen gav eisini tvær bøkur út í ár og fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark, har hann annars hevur búð í ein mansaldur, við sínum fyrsta yrkingasavni, Valseværk, sum er skrivað og útgivið einans á donskum. Donsku ummælararnir vóru upp í loft um bókina, yrkingarnar eru ”lynende underfundige” helt Lars Bukdahl, meðan Erik Skyum Nielsen helt, at ”samtlige digte sidder lige i skabet”. Langt áðrenn tað ummælti eg bókina á bæði og føroyskum og var heldur ikki heilt óbegeistrað: #Indledningsvist møder vi digterjeget, der siger sig ikke vide hvad ”han” har gang i, men at han til tider kigger ud et lille vindue. Dette koøje er vores åbning ind i det valsende værk, den nyeste variant i Tóroddur Poulsens lyriske univers, der straks forekommer bekendt med sin særlige håbefulde og salte havsuppeblanding af sømænd, skovfugle og digte, der glimtvis åbenbarer hele den sanselige og kortvarige eksistens, som vi drømmer og skaber, imens lyset brænder hastigt ned og mørket ivrigt kærtegner os. Der er ganske mange digte, der handler om at komme i havn og en tør advarsel om, at når man først har sat trillebøren fra sig, er alle grave fyldt. I et andet digt frabeder jeget sig høreapparat, da det ikke ønsker at høre døden komme. Stadigt opløses digterjeget og bliver enten en del af sin mor igen eller søn til et træ. Interessen for miljøets ve og vel kan næsten forekomme helt posthuman og nymodens, men har rent faktisk været del af Poulsens digte helt fra begyndelsen. Det samme er gældende for stilen, der skifter imellem virkelighed og det surreale og hvor læseren bestandigt overraskes af uventede forløb og spring, der ikke overholder virkelighedens fysiske betingelser, men som derimod sprænger kronologi, personer, sted og tid..”.

ss.jpg

Virðislønir og vantandi armslongd

Aftur í ár vórðu fólk fagnað fyri sín leiklut innan listina. Anna Malan Jógvansdóttir, sum í 2019 gav út Psykosudrotningin sigur frá fekk Ebbuvirðislønina 2020. Í januar vóru Mentanarvirðislønir Landsins allar latnar monnum, ið allir høvdu almennu virðislønirnar hjartaliga uppibornar. Hanus G.Johansen fekk mentanarvirðislønina fyri sín ómissandi leiklut sum vísusangari og tónaskald og sum tulkari, ið hevur endurnýggjað áhugan fyri Pól F og øðrum yrkjarum. Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins fyri sín ikki minni ómissandi og kveikjandi leiklut sum drívmegi í føroyska tónleikalívinum síðani fimmtiárini. Forlagið Leirkerið v/ Zachariasi Zachariasen og Flóvini Tyril fekk Serstaka Virðisløn. Landsstýrismaðurin í menta- og uttanríkismálum, Jenis av Rana hevur tvær reisur í 2020 valt at handla ímóti ráðunum frá settum listanevndum og báðu ferðirnar hevur tað gingið út yvir tey ungu. Fyrst var tað virðislønin til ung listafólk, ið varð droppað og síðani valdi mentamálaráðharrin ikki at fylgja tilmælinum um at geva unga filmsleikstjóranum Tóka Jansson filmsstuðul á 40.000 krónur til teknifilmsrøðina, Skúla Scam. Grundgevingin fyri at nokta at lata stuðul var tann, at Jenis av Rana helt, at tey bannaðu ov illa í filminum. Hetta brotið á armslongdarregluna varð mótmælt av fleiri eisini úr Danmark, har ANIS (Animationssammenslutningen) avgjørdi at geva Tóka Jansson eitt serlegat á 30.000 kroner.

134994567_447303830011257_5228284697170079498_n.jpg

Føroysk list í DK og í Løkshøll

Filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur somuleiðis havt eitt gott ár. Hansara stuttfilmur Ikki illa meint heldur fram við at verða heiðraður og hevur m.a. fingið Robert-virðisløn og Ekko-virðisløn, sum sjálvur Thomas Vinterberg handaði. Tað er ikki minst í Danmark, at føroysk list hevur gjørt um seg eisini við stórum listaframsýningum, Speaking in tongues v/Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen í Møstingshus og Samtaler om Tåge á Norðurbyggjuni við føroyskari samtíðarlist. Í mai fekk Barbara í Gongini eitt av stóru og prestisjumiklu arbeiðslegatinum frá Statens Kunstfond á 250.000 DKK, ið verða latin listhandverkarum og designarum við dirvi til at gera nakað út yvir tað vanliga. Olaf Johannessen fekk sína fjórðu Reumertvirðisløn og við framførslu hansara í Løkshøll kundi eisini føroyingar við egnum eygum síggja leiklistarliga fyribrigdið í leikinum Tann komiska tragedian, ið var leikstjórnaður og týddur av Maritu Dalsgaard. Súni Joensen stóð fyri ljósinum – hann fekk í ár virðisløn frá Statens Kunstfond fyri ljósdesign í einum donskum leiki. Leikurin Tann komiska tragedian, sum Marita Dalsgarð týddi er, sum heitið bendir á, bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut ella rolluna og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Tað var einastandandi at uppliva eitt so stórt og sermerkt listafólk sum Olaf Johannessen á palli og Løkshøll stóð seg væl sum karmur kring leiklistarligu stórhendingina.

126298694_132535091645178_5414326374100435280_n.jpg

Myndlist

Í Listasavni Føroya varð fasta framsýningin umskipað, ein tiltrongd broyting, sum eisini tóktist lutfalsliga radikal frá eini fyri tað mesta listasøguliga skipaðari framsýning til eina tematiska, har tað eisini verða framsýnd nógv fleiri verk – umleið dupult so nógv verk sum áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum og so er spurningurin um flest merkir best ella barasta flest. Harumframt sigur stjórin, Karina Lykke Grand seg hava ynskt at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk. Og tað er sjálvsagt í fínasta lagi, meðan tematiska skipanin eftir mínum tykkum er meira ivasom. Hóast tematiskar framsýningar eru vanligar á gallaríum og søvnum, er tað ikki vanligt sum at kalla einasta uppheingingarmeginregla í eini fastari sýning í einum tjóðlistasavni. Tað er óvanligt. Uppheingingin sigst leggja dent á at geva gestinum eina ávísa uppliving av Føroyum gjøgnum myndir og tað er eisini væl hugsandi, at nógvum fer at dáma hetta. Tað er lætt og ómakaleyst at skilja eina framsýning, sum í einum rúmi t.d. tematiserar havið við myndum av uppgangi, av sjómonnum, sakni, óveðri og logn – fyri t.d. ferðafólkaídnað og upplivingarbúskapin verður broytingin ivaleyst vælumtókt. Men at redusera føroyska listarliga hugsjón í allar tíðir til evni sum hav, landslag, dýr, portrett, interiør, ull, átrúnað - tað tykist ov einfalt fyri eitt tjóðlistasavn. Stóra serframsýningin í Listasavninum um Havið var eisini einføld og pedagogisk. Eg var við einum skúlaflokki á Glasi í Listasavninum og upplivdi har framsýningina fyrimyndarligt miðlaða av Solveig Hanusardóttir Olsen. Solveig læt eisini framsýningina SALT JARÐARINNAR JARÐARINNAR SALT hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen upp í oktober í Müllers Pakkhúsi. Hon var sett saman av ymiskum bygdum lutum, readymades, ljósi, ljóði og videoverkum. Miðskeiðis í rúminum stóð ein stórur hvítur bygnaður - ein salttinna í ovurstødd, sum áskoðarar kundu ganga inn í at skoða teir ymsu lutirnir harinni. Gjøgnumskygda rúmið var eins og eitt raritetskabinett við lívrunnum lutum og avstoypningum, ið á ymiskan hátt tóktust lýsa menniskjakroppin. Partar av framsýningini mintu meg um framúrskarandi danska listamannin, John Olsen, ið dugdi at skipa sínar funnu lutir soleiðis, at teir vóru lyftir upp til list. Eg haldi, at John Olsen kallaði síni verk fyri “undranarkømur” - og tað kundi mann kanska eisini kalla framsýningina hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen

135456093_252474472969226_4620288675910910188_n.jpg

Tónleikurin

Tónleikarar hava ikki havt tað lætt í 2020 – stór orkestur og kór hava fyri tað mesta verið avlýst. G-Festivalurin og aðrir festivalar avlýstu. Fleiri yrkistónleikarar hava mist nógva inntøku og máttu bíða leingi eftir, at tað varð hugsað um tey innan almennu hjálparpakkarnar. Summir tónleikarar hava roynt at varpa konsertir gjøgnum internetið og at hava uttandura framførslur, t.d. Teitur Lassen, ið gav út EP´ina Modern Era. Teitur dugir at manifestera ein sang soleiðis, at hann eftir øllum at døma vaksur upp burtur úr ongum soleiðis peu un peu tilvildarliga. Sum lurtari sleppur tú øllum væntanum um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka inn millum rivjabeinini og tendra hjartað lukkuliga og sorgblítt, men eisini við onkrum skálkabrosi. Árið 2020 gav okkum eisini ta heitu, reyðu og elektronisku plátuna Segl hjá Eivør, og nakað væl færri áskoðarar enn ætlað sloppu til framúrskarandi konsertir í Norðurlandahúsinum. Eg upplivdi aðalroyndina og tað var stórt.

nolsoyarpáll.jpg

Nólsoyar Páll

Einki elvir til so nógv kjak sum býararkitekturur, tað sóu vit, tá ein skoytuvøllur skuldi leggjast í Vágsbotni júst har sum Nólsoyar Páll, standmyndin hjá Hans Paula Olsen hevur staðið í skjótt 25 ár. Skoytuvøllurin endaði við at vera fluttur niðan í Gundadal, men vit bíða enn eftir standmyndini. Í Degi&Viku 12.november greiddi býararkitekturin, Birita Wardum frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. Og tað er gott, tí hendan spektakulera, umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har. Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum, fóru biddaragongu til Danmarkar og síðani vórðu útspiltar í donskum miðlum í nøkur ár.  

Edward Fuglø - Jón Sonni Jensen

Edward Fuglø - Jón Sonni Jensen

Listprýðing

Seinastu árini hava vit sæð hópin av stórfingnum listprýðingum taka skap á skúlum og øðrum nýbygdum stovnum. Í nøkrum kommunum er listprýðing lógarkrav, men tey flestu tykjast skilja hvussu listin er tann berømti prikkurin yvir i´ið á bygningsverkum. Vit hava seinast sæð tað í nýggja Eysturoyartunlinum, har Tróndur Patursson hevur gjørt eina at síggja til imponerandi prýðing úr stáli og ljósi. Ljósviðurskiftini eru ikki í lagi enn, tí tey bíða enn eftir at fáa røttu ljósini. Undirsjóartunnilin og rundkoyringin eru flott bygningsverk í sær sjálvum, men tað er listin, sum samlar verkið visuelt og fær tað út um allan heim. Tí er tað eisini gleðiligt at síggja væl eydnaðar listprýðingar í Havn og aðrastaðni í landinum og tí var tað gott á sinni at frætta frá Listabólkinum í Tórshavnar Kommunu, at m.a. Hansina Iversen var millum tey trý listafólkini (av sekstan innsendum uppskotum), sum hevði vunnið heiðurin at prýða skúlan (harumframt prýða Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø skúlan). Orsakað av sera óprofessionellari tilgongd í málinum, endaði tað við, at Hansina Iversen ikki slapp við allíkavæl vegna vantandi fígging. Málið verður tikið upp aftur í Býráðnum, ið vónandi fer at tryggja, at tílíkt ikki hendir aftur.

20141010_tjodleikshus_a_skalatrod_116.jpg

Stríð innan leiklistina

Í oktober gjørdist greitt, at stríð er innan føroyska leiklistaumhvørvið. Leiklistafylkingin 2020, ið er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum, mótmælti hvassliga stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya í sambandi við, at sitandi stjóri, Jenny Petersen varð afturvald á fjórða sinni. Eitt mótmæli av hesum slagnum hava vit ikki sæð síðan nøkur av okkara bestu og mest etableraðu myndlistafólkum trektu seg úr samstarvinum við Listasavn Føroya til tess at mótmæla vantandi listfakligheit hjá táverandi stjóra. Tey flestu, sum hava notið góðar stundir á Tjóðpalli Føroya munu hava hámett leikarar og øll tey, sum starvast á Tjóðpallinum fyri teirra vilja og styrki til at arbeiða professionelt undir nokk so ómøguligum – ikki minst eigur stjórin rós fyri sítt áhaldandi arbeiði. Tá hetta er sagt, so má eisini staðfestast, at tær stóru leiklistarligu upplivingarnar í Føroyum í vaksandi mun henda uttan fyri Tjóðpallin. Tað eru produktiónir hjá m.a. Det Ferösche Compagnie, GUT//Productions, Teatur Grugg og TVAZZ. Og sjálvandi er tað fantastiskt at hava eitt so listarliga ríkt land, at hetta yvirhøvur ber til, men mótmælið ger vart við, at tað er ein orsøk til, at allir hesir mongu sjónleikarbólkarnir eru kyknaðir seinastu árini. Tað snýr seg um vantandi listarligt framfýsni á Tjóðpalli Føroya.

csm_kronutid_b9a020c4cf.jpg

Bøkur

Fleiri bøkur komu út í ár ikki minst til jóla. Tann bunkan havi eg ikki lisið enn, men bókina, sum Øssur Johannesen skrivaði um vinmannin, Tummas Jákup Thomsen las eg. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hondskrivað bók kemur út og ikki eigi eg nógvar listabøkur, ið eru skrivaðar við sprittusj, men tað er gott og uppá tíðina, at okkurt kemur út um gávuríka og arbeiðssama poppsurrealistin í Gøtu. Í summar las eg bókina hjá Carl Jóhan Jensen Mitt í hesi krónutíð. Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunum, ið ikki prædika fyri teimum frelstu, men sum lýsa aðrar partar av samfelagnum. Ikki minst eru eygleiðingar og hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum, áhugaverdar. Bókin er løtt men hon er skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna. Ein bók, ið hugtók er tann nýggja hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger Eg skrivi á vátt. Meðan eg las hoyrdi eg røddina á yrkjaranum fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á ymisk orð. Henda gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald.

eg+skrivi+vátt.jpg
121668115_957120101447071_4112145179894636488_n.jpg

Solveig Hanusardóttir - JARÐARINNAR SALT SALT JARÐARINNAR v/Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen

Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen  Foto: Torben Eskerod

Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod

Heðin Kambsdal sýndi fram í Gamla Seglhúsinum

Heðin Kambsdal sýndi fram í Gamla Seglhúsinum

126566835_414541456382725_123843324052614334_n.jpg

Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod

133959167_776634643066093_1017299960845028033_n.jpg

Alda Mohr Eyðunardóttir - SAMTALER OM TÅGE Foto:KP

Hanni Bjartalíð - So gjørdi hann vatnið til perlandi vín. Víngarðurin 2020 Foto:KP

Hanni Bjartalíð - So gjørdi hann vatnið til perlandi vín. Víngarðurin 2020 Foto:KP

Julie Sass - Jóhan Martin Christiansen - Samtaler om Tåge 2020 Foto:KP

Julie Sass - Jóhan Martin Christiansen - Samtaler om Tåge 2020 Foto:KP

Vernissage Jólaframsýningin VG 2020 -

Vernissage Jólaframsýningin VG 2020 -

83499621_2533970500063009_8500109547187208192_n (1).jpg
Svend-Allan Sørensen - SAMTALER OM TÅGE

Svend-Allan Sørensen - SAMTALER OM TÅGE

Portrett Torbjørn Olsen á Myndaódnini í Steinprenti

Portrett Torbjørn Olsen á Myndaódnini í Steinprenti

Litbrá - Østrøm/Steinprent

Litbrá - Østrøm/Steinprent

130225261_398005208063992_6286171596512999848_n.jpg

Olaf Johannessen

2A77A2EB-3166-4746-9DA5-040291327804.jpg
C4232D73-66D6-41F3-9BEA-4F322C3597DF.jpg

Vibeke Mencke Nielsen í Steinprent

Zacharias Heinesen sýndi fram m.a. í Salt og í Víngarðinum

Zacharias Heinesen sýndi fram m.a. í Salt og í Víngarðinum

Eg skrivaði um Torbjøn Olsen, sum málaði meg

Eg skrivaði um Torbjøn Olsen, sum málaði meg

Silja Strøm sýndi fram í Gamla Seglhúsinum - foto: Dávur Winter

Silja Strøm sýndi fram í Gamla Seglhúsinum - foto: Dávur Winter

Carl Jóhan las upp í Víngarðinum

Carl Jóhan las upp í Víngarðinum

Nýggjársheilsan frá ritstjóranum

123052029_662466097797531_1202025279770070295_n.jpg

Stormurin hevur kanska ikki ordiliga slept, men hann er í hvussu so er nógv linkaður síðani í nátt. Eg hoyri onkran í útvarpinum siga, at 2020 var eitt lúsalorta ár og siti og siti og hugsi um tað. Nei, fyri meg persónliga var hetta í grundini ikki nakað serliga vánaligt ár, um forðingar hava verið. Eg havi sjálvandi saman við øðrum ógvast av støðuni kring heimin, har pandemiin sendir fólk á intensiv í so stórum tali, at mangul er uppá andingartól. Italska býin Bergamo kenni eg einans frá óunniligu stuttsøguni hjá J.P.Jacobsen Pesten i Bergamo, men á myndunum, mann sá haðani, var støðan eins vónleys og í stuttsøguni. Tað løgnasta, nú mann hyggur aftur á árið, er kanska okkara eitt sindur hástóra og markleysa góðvarðni í umrøðuni av trupulleikunum í Wuhan tá í januar, tá hvørki vit ella WHO hildu, at globaliseringin eisini fevndi um vira og at hasa flogmúsasjúkuna máttu tey sjálvi fáa skil á har niðri í kinesistan. Men tað er sum kunnugt sera lætt at vera eftirsnarin og als eingin grund at taka lætt uppá sjúkuna. Í skrivandi stund eru meira enn 1.77 milliónir menniskju deyð av covid-19, bara í Danmark eru 30 deyð av sjúkuni bara hetta seinasta samdøgrið. Mong hava mist arbeiði og heilar vinnur eru í trongum skóm fíggjarliga og sjálvt í okkara priviligeraða parti av heiminum er saknur og einsemi stórt - ikki minst hjá teimum mongu menniskjunum í vandabólki, ið ikki tora millum fólk, tí tey mugu ansa sær. Í løtuni vita vit ikki um nakran her í Føroyum, sum er deyður av covid-19, men 2020 hevur kortini verið eitt feigdarár, har vit ikki minst hava mist nógv fantastisk menniskju, sum høvdu við tónleik og sjónleik at gera og sum vit nú sakna sáran. Sjálvt um listafólkini heima og úti hava verið nógv forðað í teirra virksemi og eingin hjálparpakki var til teirra leingi, má eg henda seinasta mánadagin í tjúgu staðfesta, at eg aftur í ár havi havt nógvar stórar listarligar upplivingar. Framsýningin hjá sveisisku listakvinnuni Miriam Cahn, ME AS HAPPENING á Kunsthal Charlottenborg var t.d. áhugaverd og Avbyrgingageddon og aðrar frástøður hjá Tóroddi Poulsen í Steinprenti var somuleiðis framúr. - Eg havi skrivað eina grein um listaárið ið fór fyri Dimmalætting, og havi har roynt at stýra rundan um mínar egnu framsýningar - tað krevur góðan sjaffør also, tí 2020 hevur verið eitt aktivt listaár fyri mítt viðkomandi. Eg kurateraði sjey framsýningar, stórar sum smáar í Víngarðinum, Steinprenti og Norðurbryggjuni. Tann síðstnevnda, Samrøður um Mjørka, er nakað heilt serligt, eri sera errin av henni, hon hongur enn uppi, men er stongd inntil víðari. Saman við næmingum mínum á Glasi havi eg vitjað framsýningar og gjørt framsýningar. Eg havi skrivað um og ummælt framsýningar og bøkur, plátur, fílm, tónleik og sjónleik. Eg havi eisini havt ótrúliga fínar matupplivingar á t.d. Roks og Kofoed og so var tað hon sjálv, Fräulein Schneider og Herr Schultz og øll tey vøkru fólkini í Cabaret; vit spældu sjónleik og tónleik og sungu á Glasi fyri fleiri túsund fólkum. Hetta síðsta havi eg enn ilt við at trúgva uppá, men eri lukkulig fyri at hava roynt tað. Og so mundi eg gloymt tað allarviktigasta og stuttligasta, at eg í januar slapp at vera uppií stráliglansinum hjá Herluf, sum vann 2.virðisløn fyri sítt flotta verk í kappingini hjá Tórshavnar Big Band. Eri satt at siga inniliga takksom fyri 2020. Takk til listafólkini fyri tykkara áhaldandi arbeiði, sum alla tíðina gevur okkum nýggjar upplivingar, sum vit nú við enn størri eyðmýkt gleða okkum til, tá koppingarevnið hevur gjørt tað lættari at koma saman á konsertum, til framførslur osfr. Takk Sir Alexander Fleming (fyri antibiotika), takk øll tit, sum eg møtti, takk fyri árið, fyri prátini, láturin, tárini, brosini, fyri ómakin, dugnaskapin, hjálpsemið, selskapið, klemmini (ahem, mest húsfólk) og fyri ísakalt hvítvín ein heitan sóldag í Havn. - Tað var ikki ætlanin, men eg síggi nú, at eg havi skrivað eina prematura nýggjársheilsan, so gott nýggjár, kæru lesarar og takk fyri brátt farna.

Heilsan

Kinna

2020.jpg
NAB_R5_3794.jpg

Ingálvur av Reyni 100

1.Ingálvur Svartur sannleiki.jpg

Fríggjadagin 18.desember vóru hundrað ár síðani, listamaðurin, Ingálvur av Reyni (1920-2005) var føddur í Havn. Vit nýta høvi at hyggja aftur á eitt listarligt megnaravrik, ið flutti føroyska myndlist og okkum øll fram á leið.

Listarliga ávirkanin og týdningurin hjá Ingálvi av Reyni fyri føroyska list kann ikki yvirmetast. Árinið er stórt og tað er bæði av grundleggjandi og kollveltandi slag. Fyrst og fremst snýr tað seg um eitt langt listafólkalív, livað her á landi - hendan ikki serliga einfalda avbjóðingin at fáa tað at bera til at liva í Føroyum sum yrkislistafólk við familju og øllum vanligum útreiðslum. Umframt henda grundleggjandi leiklutin, hevur Ingálvur av Reyni ein ikki minni týdningarmiklan leiklut í okkara listasøgu sum antagonistur og uppreistrarmaður og sum tann listamaðurin, ið av álvara sjósetti ta nonfigurativu og abstraktu myndlistina í Føroyum. Eitt megnaravrik, ið alsamt elvir til kjak um list, um leiklutin hjá listini og virði av list, sum ikki líkist – art pour l´art – hvat kann mann brúka tað til? Hugsanir, ið hava havt avgerandi týdning fyri framdriftina í føroyskari list og sum hava verið til stóran íblástur hjá fleiri av okkara týdningarmestu samtíðarlistafólkum, t.d. Anker Mortensen, Rannva Kunoy og Jóhan Martin Christiansen fyri bara at nevna nøkur heilt fá í rúgvuni, ið hava ment sín egna stíl innan myndlistina.

Neyðug mótvekt ?

Onkuntíð fái eg tann løgna tankan, at tað er ógvusligheitin og ovurhonds progressivi leikluturin hjá Ingálvi av Reyni, sum í roynd og veru er orsøkin til ta ørgrynnu av anekdotum um listamannin, ið florera og verða fortaldar so skjótt sum navnið á listamanninum verður tikið uppá tungu. Tí tær flestu koma á onkran hátt inn á hvussu ótrúliga eyðmjúkur, stillur, fittur og kurteisligur, maðurin var, ið á henda hátt verður togaður heilt niður á jørðina. Og víst var hann sjáldsama fittur, men tað er tað eisini onnur, sum eru. Kanska botnar hesin okkara tørvur at leggja dent á hansara eyðmýkt og lítillætni í eini kollektivt undirskiltari avgerð, har eyðmjúka lyndislagið virkar sum eitt slag av neyðugari mótvekt til ta løgnu og torskildu listina – Henda listin er alt annað enn eyðmjúk, still, fitt og kurteislig.

Svartur Sannleiki

Eg hugsi ikki, at nakar nú í 2020 ivast í góðskuni á listini hjá Ingálvi av Reyni – hansara pláss í føroysku listasøgu er langt síðani tryggjað honum til ævigan heiðurs. Men sum kunnugt arbeiðir tíðin javnt og samt og broytir okkara fatan av søguni – eisini av listasøguni. Hetta er (enn) eitt øki innan listina, sum okkum tørvar gransking í, men eg hugsi, at filmurin Svartur Sannleiki frá 1999, sum Dánjal Højgaard, Hans Petur Hansen (umframt Herluf Sørensen og Per Zachariassen) gjørdu, hevur havt eina rættiliga stóra ávirkan á okkara fatan av Ingálvi av Reyni og hansara verki. Hóast filmurin er 21 ár, er hann framvegis millum mest áhugaverdu listafólkalýsingar, vit hava sæð í livandi myndum her á landi. – Tað er hann, tí hann í stóran mun hevur listamannin sjálvan í fokus, tí hann snýr seg um list og tí fyrireikararnir hava givið sær tíð at gera filmin og hava gjørt nógvar upptøkur, sum teir hava kunnað valt ímillum. Hetta er eisini orsøkin til, at vit sum skilst kunnu vænta okkum ein tveyara, ið vit sjálvsagt gleða okkum til. Eisin er tað ein stórur fyrimunur, at listamaðurin trínur fram í filminum á fleirræddaðan hátt, soleiðis at skilja, at hann onkuntíð lesur upp, meðan hann aðrar tíðir greiðir frá og viðmerkir sítt egna arbeiði, og so síggja vit hann eisini práta við fólk og tekna og mála. Svartur Sannleiki er ein ógvuliga ambitiøsur filmur, fyrireikararnir hava ikki spart uppá nakað, men fara t.d, við listamanninum til býirnar, ið hava havt listarligan týdning fyri hann. Framúrskarandi eru filmsligu lýsingarnar í Paris inni á Louvre. Ómetaliga flott og hugtakandi greitt frá í orðum, myndum og tónum, og sum um, at alt hetta ikki var nóg mikið, hava framleiðararnir eisini megnað at geva filminum kompositoriskt skap, ið er bygt upp um eina listarliga kreppu, tá listamaðurin hyggur aftur á sítt verk og kolldømir tað mesta at vera ov vánaligt. Ómetaliga spennandi er at síggja listamannin á Musée d'Art Moderne de la Ville de Paris og uppliva hann bera sítt egna verk saman við lýsandi svørt verk hjá franska listamanninum Pierre Soulages (f.1919) og staðfesta, at tað, hann sjálvur biksast við, eru bagatellir afturímóti.

Litríkir sannleikar

Ingálvur av Reyni er ómetaliga harður mótvegis sær sjálvum, tá hann í filminum staðfestir, at bert 10-15 málningar av teimum yvir túsund, hann hevur málað, eru nóg góðir og at málningar sum hann hatar, sum ikki eru nóg djúpir og erligir, ikki skulu við á nakra framsýning. Listamaðurin heldur seg ikki hava verið nóg konsekventan, men dugir kortini at síggja, at hetta, hann er í, er ein kreppa og at kreppur hava sína avmarkaðu tíð eins og alt annað. Listasøgan veit at siga okkum, at Ingálvur av Reyni kom úr aftur kreppuni og tað væl og virðiliga. Aftaná, at filmurin varð gjørdur, málaði hann nøkur av sínum týdningarmestu høvuðsverkum, t.d. stóra verkið í løgtingssalinum. Millum ár og dag havi eg á stovnum, søvnum og inni hjá privatfólki sæð nógvar málningar hjá Ingálvi av Reyni. Og antin hesir málningar eru frá fjørutunum, hálvtrýssunum, trýssunum, hálvfjersunum, fýrsunum, hálvfemsunum ella teir eru nýggjari enn tað, so havi eg heilt erligt sjáldan um nakrantíð hugsað, at hetta er ov vánaligt ella vanabundið. Tvørturímóti hevur Ingálvur av Reyni málað ótrúliga nógvar góðar málningar og tað gjørdi hann, tá hann arbeiddi út frá reglunum hjá læraranum Aksel Jørgensen um at brúka bjartastu mótsetningslitir, men eisini tá hann seinni hitti Jack Kampmann og fylgdu ráðum hansara um at tálma litirnar yvir í grátt og myrkt. Tær gráu myndirnar eru framúr góðar og tær svørtu – bæði smáar og monumentalar, og tað sama kann sigast um stórfingnu málningarnir seinastu árini fyri ikki at tosa um tekningar og akvarellir. Av tí, at samlaða verkið hjá Ingálvi av Reyni er so mikið stórt og gott sum tað er, er ikki lætt at peika á yndisverk í hópinum, men her eru nøkur av mínum, hvørji eru tíni?

 

Tinganes

2.tinganes.jpeg

Ein verulig perla er figurativi og friðsæli oljumálningurin Tinganes frá 1947. Í litum er lítla myndin skipað út frá meginregluni um mótsetningslitir, sum lærarin hjá Ingálvi av Reyni, Aksel Jørgensen, lærdi sínar næmingar á akademinum, og sum tað sambært Ingálvi tók nógv ár at frígera seg frá. Hann helt seg vera ov lítið sjálvstøðugan árini eftir akademiútbúgvingina, men henda myndin frá formativu árunum er sera væl eydnað. Ingálvur av Reyni megnar at brúka mótsetningslitirnar við skili, tí hann sum málari er ein framúrskarandi koloristur. Blávioletti heildartónin í myndini fær hita og glóð av teimum sterku, komplementeru appilsingulu litflatunum, meðan teir grønu litfarrarnir fáa klingandi mótsvar frá vínreyðum og rustreyðum litflatum. Sjálvt um talan er um eina figurativa mynd, er hetta eisini rættiliga abstraherað flatumálarí, sum peikar fram móti tí, ið koma skal.

 Kurpali

3.kurpali.jpeg

Í 1961 hevði Ingálvur av Reyni eina framsýning í Havn, sum hann sjálvur metir vera avgerandi fyri sína listarligu leið. Millum nonfigurativu málningarnar, sum hann hevði við á hesi framsýningini er Kurpali frá 1961. Heitið sipar til eitt lítið trongligt og óruddiligt rúm. Málningurin er lítil, men væl skipaður við fýrkantaðum og avlongum skapum. Saman mynda tey eina vertikala kompositión, ið er býtt sundur í tríggjar avlangar strípur, tær uttastu eru myrkar meðan tann í miðjuni er ljósari, grá og brún. Ovarlaga daga bjartari litir undan, gylt reytt og gult. Sjálvt um henda ljósari rondin breiðkar uppeftir, javnvigar myndin av tí, at rondin eisini gerst breiðari í neðra. Myndin snýr seg í stóran mun um javnvág.

4.koltur.jpeg

Koltur

Ingálvur av Reyni hevur málað eina ørgrynnu av meira og minni abstraktum landslagsmálningum við sjónarringi, ið alsamt hækkar og sum í alsamt størri mun fer at líkjast einari striku uttan nakra ábending um dýpd í myndarúminum. Somuleiðis gerast konturlinjurnar týðiligar, tjúkkar og svartar og á henda hátt verður alsamt størri dentur lagdur á yvirflatan á løriftinum. Listasavnið á Sandi eigur ein fínan tílíkan einfaldan málning við heitinum Heystmynd, Koltur frá 1963, har landslagið er einfaldað til flatar og litir, ið skyggja millum bláviolett og gylt orange og okker.

5.Gráur morgun.jpeg

Gráur morgun

Um eg bara slapp at velja ein málning hjá Ingálvi av Reyni, hevði eg valt hesa myrku skjórutu myndina frá 1970, sum hongur í Listasavni Føroya. Hon er av tí slagnum, sum eg minnist fólk ógvaðust um fyrr, tí hon tykist so meiggjut og óklár. Eg minnist eisini, at myndin hevði ein høvuðsleiklut í eini grein, eg skrivaði og sum pápi mín var upptikin av. Hann sat við blaðnum og einum lítlum skálkabrosi segði seg vera imponeraðan av greinini - Hetta var fyrstu ferð, at hann næstan skilti Ingálv av Reyni. Talan er um eina at síggja til nonfigurativa kompositión av gráum og jarðlittum geometriskum formum. Myndarúmið tykist ómetaliga tungt og kompakt við tað, at forgrundin fyllir tað mesta. Skimast tú eina løtu hómar tú eitt rundleitt skap ovast í myndini beint uppi yvir eini vatnrættari linju. Hetta gevur hugasamband við tað, ið vanliga hendir um morgunin, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni. Tað kunnu eisini við einum góðum vilja verið fjøll, sum hómast báðumegin sólarskapið. Men so er tað stóra, avlanga skapið í miðjuni á myndini – tað kundi verið ein hurð, men kanska er tað bara fjørðin, vit hóma millum fjøllni. Tað valdast hvagar vit hyggja á myndaflatanum. Soleiðis spælir myndin við okkara fatan og evni til at abstrahera og hetta at hon liggur og darrar á markinum millum kent og ókent ger hana óítøkiliga og spennandi.

6.liffa.jpeg

Liffa

Eitt myndevni, sum Ingálvur av Reyni dyrkaði, var gentan ella kvinnan, sum hann hevur tulkað í nógvum málningum, harav meginparturin er rættiliga abstraktur á somu leið, sum Picasso fór, tá hann setti skjøtul á kubismuna við kenda málninginum av kvinnunum úr Avignon. Kvinnutulkingarnar hjá Ingálvi av Reyni eru loddrættar kompositiónir við einum standandi figuri miðskeiðis á myndaflatanum, ið ofta verður lýstur soleiðis at tú hómar skapið við høvdinum ovast og so kroppin við tess linjum og formum, ið verða endurgivnir í strikum, strípum og geometriseraðum skapum. Ofta eru ferð á strokunum sum her í portrettmyndini við heitinum Liffa frá 1981. Her tekur eitt skap seg upp, sum fyllir meginpartin av myndarúminum við dramatiskum reyðum, grønum, bláum og appilsingulum strípum og formum. Gráa bakgrundin er málað rundan um figurin, soleiðis at figururin sýnist enn meira rokmikil og sostatt fáa vit varhugan av eini sera dynamiskari og spennandi persónligheit.

7.Fjall í koparloga .jpeg

 Fjall í koparloga

Á framsýningini, sum Ingálvur av Reyni hevði í Listasavni Føroya á vetri í 2000 var ein røð av spildurnýggjum vatnlitamyndum við heitum frá yrkingum hjá Janusi Djurhuus, ið vóru heilt øðrvísi enn tær vatnlitamyndirnar, hann annars hevur gjørt. Hesar høvdu eitt lættari, ljósfylltari brá og vóru einfaldar og abstraktar. Ljómandi myndir, ið vóru málaðar í september-oktober hetta sama árið. Tær flestu av yrkingunum, sum Ingálvur av Reyni hevur brúkt sum íblástur, snúgva seg um náttúruupplivingar av ymiskum slag – hetta er eitt nú galdandi fyri yrkingina Eitt summarkvøld í Klaksvík 1941, har orðingin ”Oyrafjall í koparloga” stendur. Vatnlitamyndin ”Fjall í koparloga” er ein lítil, glitrandi koloristisk visión við gyltum, rustreyðum og grønum tónum.

 

8.Trolaradekk.jpg

Trolaradekk

Tað er ikki lætt at velja ímillum tær stóru figurkompositiónirnar, sum Ingálvur av Reyni málaði. Hesar gjørdust bara betur sum tíðin leið frá teirri hugtakandi Tey ganga á vegnum og bíða til Fólk á Fjøllum, Vetrarstormur o.a, men tað ber als ikki til at lata vera við at nevna Trolaradekk frá 1999, ið er partur av núverandi serframsýningini hjá Listasavni Føroya, Havið. Trolaradekk er ein øgiligur málningur, eitt høvuðsverk í føroyskari myndlist - har er ferð á strokunum, ið saman mynda eina avlanga kompositión. Skapið í forgrundini er avrundað sum sóu vit niður á eitt trolaradekk í kvøldarroða. Horisontala grundskapið er bygt upp av litflatum við avrundaðum figurum. Myndin er óítøkilig, dramatisk og abstrakt, men gevur eina kenslu av ógvisligum virksemi og einum serligum fjálgum samanhangi millum náttúru og fólk.

9.Gjøgnum tíð og rúmdir.jpeg

 Gjøgnum tíð og rúmdir

Hesin málningurin er stórfingin í øllum orðsins týdningum. Tá Ingálvur av Reyni var 82 ára gamal, fekk hann heiðursuppgávuna at mála eitt stórt verk til løgtingssalin, ið skuldi hanga á endavegginum aftan fyri formannin og røðarapallin. Hann vrakaði sítt fyrsta uppskot og málaði eina aðra mynd, ið eftir hansara tykki var meira einføld og løtt. Tryggingin keypti ta vrakaðu myndina frá 2002, ið eisini er ómetaliga áhugaverd. Heitið á henni er Gjøgnum tíð og rúmdir, sum er ein yrking hjá Janusi Djurhuus. Eitt brot úr yrkingini ljóðar: ”Djúpt í mínum huga/ har alfjarar øldir húsast/ djúpt í mínum huga/ har forfedra fjøldir durva/ drálar ein sangur…/ Í honum hoyrist látur frá leskandi keldum…/ í honum andar fleyrið hitt lina og lotið hitt lýggja/ í honum dunar øðiligt brim og skakandi stormar…”. Um vit flyta innihaldið av yrkingini hjá Janusi Djurhuus yvir á myndlistaverkið, kann málningurin møguliga fatast sum ein hásongur til Føroyar, Føroya søgu, fólk, náttúru og veðurlag. Litavalið er savnað í gráum við svørtum linjum, men við hópin av somu lýsandi litum, sum Ingálvur av Reyni brúkti á ungum árum, har knallreytt og pink finnur sína javnvág í ymsum grønum mótsetningstónum, har appilsingul strok festa í bláar litflatar og violettu litirnir fara upp at skelva av einum farra av sólgulum. Kompositiónin er liggjandi eins og eitt landslag í kringsýni, men myndin er ógvuliga abstrakt, ekspressiv og dynamisk við rútmiskum endurtøkum av mótgangandi rørslum á skák. – Hygg eina løtu at myndini og ber saman við ta lítlu myndina Tinganes. Tó at 55 ár, hópin av royndum og kvadratmetrum eru á muni millum listaverkini bæði, ta figurativa og friðsæla og tað abstrakta og rokmikla, so er frástøðan ikki eins stór og mann skuldi trúð - tað er ein og sami listamaður, sum skapti bæði.

Viðtal um list - Speaking in Tongues

gðtððð.jpg
126469749_838277697000963_9122922518811758199_n (2).jpg

Í Keypmannahavn eru tvær føroyskar listaframsýningar í løtuni afturlatnar orsakað av covid-19. Og meðan vit vóna tað besta frá koppingarevninum, krevur støðan eina meira aktiva miðling av framsýningunum enn vit hava verið von við. Á idoart tosa listafólkini Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen við Theodor Eli Dam Olsen um framsýningina Speaking in Tongues og tað er áhugavert - hygg her: https://www.idoart.dk/blog/if-we-speak-in-tongues-will-anyone-understand?

Guðrið Poulsen ger minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong

img_8621-900x444.jpg

Sambært heimasíðuni hjá Fuglafjarðar Kommunu hevur Guðrið Poulsen vunnið útboðið um at gera eitt minnismerki yvir kvinnur, deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði:

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

Hugskotið til minnismerkið spratt á Allahalgannadegi í 2018, og síðani fóru fyrireikingarnar í gongd. Tíðliga í vár varð uppgávan boðin út, og nú fegnast vit tríggjar, sum hava tikið stigið til hetta, saman við umboðum fyri LISA og Fuglafjarðar kommunu um at avdúka, at tað verður leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum nú fer at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið. Við minnismerkinum geva vit ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:

”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.”

Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarliga vælvild við góðum triðingi av teimum 700.000 krónunum, sum standmyndin fer at kosta. Eisini hevur kommunan peika á eitt øki í Miðstaðarlundini til endamálið. Miðstaðarlundin hýsir frammanundan felagsítriv, so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er júst, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.

Tey ið ynskja at stuðla minnismerkinum kunnu flyta pening á konto í Norðoya Sparikassa 9865 - 3070306, ið er stovnað til endamálið.

Vit ynskja Guðrið Poulsen góða eydnu við arbeiðinum.

Vegna stigtakararnar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.

https://fuglafjordur.fo/gudrid-poulsen-fer-at-gera-minnismerki-fyri-kvinnur-deydar-i-barsilssong/

ÁHEITAN FRÁ FILMSFÓLKUM

filmur.jpg

Fyri fyrstu ferð síðani filmsjáttanin kom á fíggjarlógina í 2014, hevur ein landsstýrismaður ikki fylgt tilmælunum frá ráðgevarum um hvør skal hava stuðul. Ein fyrisitingarlig siðvenja er brotin, og prinsippið um, at listin ikki skal stýrast politiskt er ikki longur galdandi. Eins og talu- og trúarfrælsi, er frælsa listan grundleggjandi í einum fólkaræði. Teir partar av veruleikanum, sum ein filmur endurspeglar, mugu ikki verða stýrdir av persónligum meiningum hjá skiftandi ráðharrum.

Tí er tað so umráðandi, at vit ikki gloyma og fara lætt um, at vit hava armslongd í fyristingini, og virða hesa armslongd. Tað var eitt stórt frambrot, tá filmur kom á fíggjarlógina. Filmsjáttanin er grundvøllurin fyri at mál og mentan okkara eiga eitt pláss í filmi, og at filmsverkætlanir eru kring alt landið. Samstundis hevur játtanin verið við til byrta undir eina spírandi filmsvinnu, til gleði fyri okkum øll.

Verandi skipan hevur nú virkað í seks ár. Tíðin er búgvin til at skipanin við filmsjáttanini verður løgd í eina tryggari legu, og verður skipað í ein grunn, so tað framyvir eru faklig og ikki politisk atlit, ið avgera hvussu stuðul verður játtaður.

Vegna Føroysk Filmsfólk

Maria Winther Olsen forkvinna, Ingun Í Skrivarastovu næstforkvinna Sakaris Stórá skrivari, Jonas Í Dali Wagner kassameistari, Anton Petersen nevndarlimur

Jólaframsýningin VG 2020 opin í vikuskiftinum

131058612_2823920847926043_4992947941166815899_n.jpg

Nú er vikuskiftið og opið í Víngarðinum í Tróndagøtu í Havn. Til ber at síggja Jólaframsýningina VG 2020. Við á framsýningini eru verk eftir Randi Samsonsen, Fríðu Matras Brekku, Bárð Jákupsson, Zacharias Heinesen og Hansinu Iversen. Jólaframsýningin VG 2020 verður opin fram til jóla og tað ber til at keypa ta serligu jólagávuna á framsýningini (og fáa hana heim við alt fyri eitt).

129714569_1596139230592864_1003051700565547681_n (1).jpg
127238466_694387624771240_6702488422241727676_n (1).jpg
131286569_2869667569989619_1636726462809828298_n.png
131070923_135180774868269_2794734518759830331_n.png
131131172_378734153190100_1829474438922940048_n.jpg
Eina heilt serliga og meiningsfulla jólagávu.jpg

LISA átalar og minnir Jenis á armslongd

downloascam.jpg

LISA átalar staðiliga, at landsstýrisfólkið í uttanríkis- og mentamálum noktar filmsverkætlanini “Skúla Scam” stuðul úr stuðulsskipanini til film.

Átalað verður, at tað er sjálvt landsstýrisfólkið, ið noktar at lata stuðul til hesa ávísu filmsverkætlanina, “Skúla Scam”, tá stýrisbólkurin, ið er sett at meta um innlætnar umsóknir, hevur viðmælt at stuðla júst hesari verkætlanini.

LISA er fyri og arbeiður fyri, at armslongd verður hildin, tá stuðul verður latin til mentan og list og harvið eisini til film. Í stuðulsskipanini hjá Mentamálaráðnum eru nevndir settar til, at meta um innkomnar umsóknir. Í nevndirnar eru sett fólk, ið hava serligt innlit og vitan um listaøkini, sum hvør nevnd umsitur.

Hetta er gjørt nettupp fyri at fora fyri, at stuðul verður latin, alt eftir smakki og lyst. Hetta er gjørt nettupp fyri at tryggja, at stuðul verður latin á fakligar, neutralar og vitugar grundgevingar.

Hin fría listin er týðandi táttur í okkara fólkaræði/demokratii og vit eiga at virða og verja hana, eins og vit virða og verja einum fjøltáttaðum fólkaræði, ið tekur fyrilit og atlit til øll menniskju.

Vinaliga

Starvsnevndin

Marita Dalsgaard, forfólk

Hansina Iversen, næstforfólk

Jóhan Martin Christiansen, starvsnevndarlimur

MYNDAÓDN 2020

130605513_849115632573757_7738198692181040442_n.jpg

Nú árið er farið at halla, plagar hugnaløta at vera í Steinprenti, har limir í áhugafelagnum Steinbrá hittast í Steinprenti, heinta árliga gávuprentið og fáa heitt gløgg at drekka, men ikki í ár. Orsakað av covid-19 hava tey á verkstaðnum avgjørt ikki at hava vernissage og gløgg í ár. Kortini letur árliga Myndaódnin upp og verður hon at síggja í Steinprenti fram til jóla.

Sjálvt um sóttin partvíst tálmaði virkseminum eisini í Steinprenti, so er nógv hent í 2020. Mong listafólk hava arbeitt á verkstaðnum og hava fingið væl burturúr: Torbjørn Olsen, Tróndur Patursson, Kirstine Roepstorff, Bárður Oskarsson, Daniel Milan, Zven Balslev, Svend-Allan Sørensen, Fríða Matras Brekku, Hanni Bjartalíð, Lena Nikolajsen, Zacharias Heinesen, Vibeke Mencke-Nielsen, Poul Janus Ipsen. Summi teirra hava eisini framsýnt í Steinprenti, her tað í summar vóru heilar tvær framsýningar; ein hjá Claus Carstensen og ein blandað, Litbrá uppi yvir handlinum hjá Østrøm, har dentur varð lagdur á kolorismu í føroyskari samtíðarlist. Steinprent hevur somuleiðis stóran leiklut á listaframsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.

Á hvørjum ári fáa limirnir í áhugafelagnum Steinbrá eitt gávuprent, sum skiftandi listafólk framleiða á grafiska verkstaðnum. Ársins Steinbrá gávuprent hevur Torbjørn Olsen gjørt. Tey eru frálíka vøkur og fjálg. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av tess mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Limir kunnu heinta sítt gávuprent í døgunum 9.desember, 10.des 11.des og 12.des. Minnist til kvittan! – Nóg mikið av prentum er til allar limir og til ber at skriva til litho@olivant.fo og leggja eitt prent av, sum mann kann koma eftir, tá tað passar. Møguligt er eisini aftur í ár at melda seg sum lim í Steinbrá og fáa eitt prent alt fyri eitt.

Miðskeiðis í framsýningarrúminum hanga tríggjar nýggjar portrettmyndir, sum Torbjørn Olsen flogvituga hevur teknað á litografiskar steinar við líka nógvum ansi fyri persónsmenskuni í portrettevnunum sum fyri ljósinum, ið á næstan gandakendan hátt savnast kring teknaðu persónarnar. Myndaódnin er aftur í ár sera fjølbroytt og fevnir bæði um landsløg, portrett og alt møguligt annað. Har hanga tríggir av teimum at síggja til óítøkiligu málningunum hjá Rannvá Kunoy, ið skifta lit, tá tú gongur framman fyri teimum. Har eru eisini nøkur spildurnýggj fløskuverk hjá Hanna Bjartalíð og nakrar lutfalsliga smáar standmyndir hjá honum, sum í roynd og veru hava málandi dygdir og minna um tá Hanni Bjartalíð málaði hús á lørift. Fríða Matras Brekku hevur m.a. gjørt eitt fínt lítið træprent av Tróndi Patursson. Tróndur hevur sjálvur arbeitt at kalla nátt og dag við monumentala tunnilsverkinum. Men í summar arbeiddi hann nokk so leingi í Steinprenti, har hann gjørdi eina røð av steinprentum, ið myndevnisliga minna um málningar og glasverk, sum listamaðurin hevur gjørt við íblástri í náttúruupplivingum. Litirnir í fleiri av prentunum eru bjartir og sum skilst hevur Tróndur arbeitt eitt sindur á sama hátt sum tá hann fæst við glas. Tað vil siga, at hann arbeiðir uppá fleiri litografiskar steinar í senn, hann hevur arbeitt bæði spontant og í fleiri umførum, og hevur í serligan mun miðað ímóti at fáa ljósið í pappírinum fram í litunum. - Tó at hvørki gløgg ella vernissage verður, er listin har og tað við lít og áskoðarar eru vælkomnir - bara ikki øll í senn.

Hanni Bjartalíð Torbjørn Olsen

Hanni Bjartalíð Torbjørn Olsen

Jólatræið hjá Louise er aftur við í ár

Jólatræið hjá Louise er aftur við í ár

Tróndur Patursson

Tróndur Patursson

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Lena Nikolajsen og Hanni Bjartalíð

Lena Nikolajsen og Hanni Bjartalíð

Fríða Matras Brekku

Fríða Matras Brekku

Rannva Kunoy

Rannva Kunoy

Tvey fet til vinstru - sami málningur hjá Rannvá Kunoy

Tvey fet til vinstru - sami málningur hjá Rannvá Kunoy

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

 

Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er (og børn og ung banna ikki?)

jenis.jpg

So var hann aftur har, Jenis av Rana. Eg hugsi ikki, at fólk er serliga bilsin um, at landsstýrismaðurin í mentamálum noktar at stuðla einum filmi, har persónarnir banna. Talan er hóast alt um formannin í Miðflokkinum, hvørs kristnu konservativu hugsanir um mentan og list, vit væl kenna. Tær eru eisini væl lýstar á teirra heimasíðu. Har stendur m.a. at flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan… og so er tað, at mann kemur í tankar um armslongdarregluna – skal hon virðast, ber ikki til einans at stuðla “uppbyggiligari” list. Miðflokkurin vísir annars á Paulus sum grundarlag og at virða "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" - Eg haldi tað vera desiderað skittligt at taka patent uppá sannleika og reinleika uppá hendan mátan, og eg arbeiði á Glasi, sum forrestin eisini er eitt av ábyrgdarøkjum mentamálaráðharrans og eg kann upplýsa hann um, at tey ungu also banna. Ella summi av teimum. Og onkur lærari, men grúviliga sjáldan. Nú hevur so hesin ungi filmsmaðurin, Tóki Jansson gjørt ein áhugaverdan film, sum hevur vakt ans og eg ivist ikki í, at hann fer at klára seg eisini uttan filmsstuðulspengar og hvør veit, kanska verður innslagið í Degi&Viku í kvøld góð reklama fyri hann. Men avgerðin hjá Jenisi av Rana er ikki í lagi. Óansæð hvat hansara egna sannføring er, so eigur hann at yvirhalda armslongdarregluna, sum sigur, at politikarar ikki eiga at detailstýra t.d. stuðulspengar til mentan og list. Tað má hansara egna samgonga minna hann á!  

Jólaframsýningin VG 2020

130414605_451295006264811_2013210105354007059_n.jpg

Leygardagin 5.desember læt Jólaframsýningin VG 2020 upp í Víngarðinum í Tróndargøtu. Við á framsýningini eru verk eftir Randi Samsonsen, Fríðu Matras Brekku, Bárð Jákupsson, Zacharias Heinesen og Hansinu Iversen. Her eru nakrar myndir frá upplating og framsýning. Jólaframsýningin VG 2020 verður opin fram til jóla og tað ber til at keypa ta serligu jólagávuna á framsýningini (og fáa hana heim við alt fyri eitt)

127238466_694387624771240_6702488422241727676_n+%281%29.jpg
130007331_237568507788899_197365033693179725_n.jpg
130345274_746198869309250_6181162225019390702_n.jpg
130466702_1399529713721337_994482285635234548_n.jpg
130308291_2711858429064675_3441488621412348818_n.jpg
130305922_216945936497784_6474000940000216458_n (1).jpg
129776777_422488515777134_886154164589517326_n.jpg
129908079_297562541600608_5799037798812821259_n (1).jpg

Olaf sannførdi og sigraði

olaf.jpg

Tað er í grundini alt ov langt síðani, eg hevði eina sjónleikaruppliving, ið gjørdi mær mun. Tí eri eg hjartans fegin um at eg var í Løkshøll í gjárkvøldið og upplivdi leikin, Tann komiska tragedian eftir Eva Bonfanti og Yves Hundstad. Eg síggi á atgongumerki.fo, at atgongumerki eru eftir til sýningarnar av leikinum í morgin klokkan 16 og klokkan 20 - Góðu tit øll. Gerið tykkum sjálvum tann beina og keypið eitt atgongumerki skjótast, tey eru lutfalsliga ódýr (270 kr) - gerið tað skjótt, um ikki annað so fyri at vitna, at tit vóru har og upplivdi ein føroyskan verðinssjónleikara skara framúr!

Hann er ikki hvør sum helst, Olaf Johannessen. Tað vita vit frammanundan. Hansara frægdarverk hava vit hoyrt um úr Danmark og Týsklandi og við leikinum, sum leygarkvøldið 5.desember 2020 varð frumsýndur í Løkshøll í Runavík høvdu vit høvi at uppliva hetta menniskjað, ið tykist mest sum skapt til sjónleik. Sjónleikur er ein so merkisverd list. Hetta, sum gongur fyri seg beint sum tú ert har og tú ert til staðar, samstundis sum framførslan við livandi listafólkum og hugtiknum og hostandi áskoðarum, ið eins og tú gløa og ógvast, ræðast og skelkast. Sjónleikur og eg eri í grundini eitt sovorði love/hate ting, sum tey ungu siga, tí henda listin kann vera konfronterandi og avdúkandi. Tann listin, ein kann lúra í og njóta, tá eingin hyggur, er í so máta lættari. Sjónleikur er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Men jú, ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eisini um okkurt einstakt orð gleppur, so er tað ikki nóg mikið til at mótsiga kensluna av at uppliva eitt stórt listafólk. Leikurin Tann komiska tragedian er sum heitið bendir á bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Leikurin er sera undirhaldandi við kviku skiftunum millum leiklut og sjónleikara og ikki minst við beinleiðis áheitanunum á okkum áskoðarar, sum tíðum kenna okkum rakt í tí, ið sagt verður. Í leikinum verða tingini vend á soleiðis, at fiktivi leikluturin onkursvegna gerst hugsandi høvuðspersónur, ið hugleiðir stundum um leikin og hvussu hann riggar, men eisini um bíðistøðuna í einum ævigum hugaheimi, har allir leiklutir ganga og bíða eftir at verða aktiveraðir. Tað er eitt sindur abstrakt til tíðir, men so stinga jarðbundnir viðmerkingar seg upp, sum eisini relatera til eitt nú kendar sjónleikir hjá Shakespeare og annað. Støðugt gongur fyri seg eitt slag av millumtekstligum spæli við tekst, leik og áskoðarar, sum ikki minst fáa áskoðaran at ivast eitt sindur í fyrstani. Fer hetta ta ganga? - Stakkals maður einsamallur á pallinum í so langa tíð. Men sum leikluturin sigur: “bara rólig” tað gongur nokk. Og tað ger tað og meira enn tað. Olaf er fullkomiliga sannførandi allan vegin ígjøgnum. Í dag hugsi eg, at leikurin eisini snýr seg um leiklistina og um munin millum list og lív, um tíð, sum gongur í mun til ævinleikan. Tað, sum situr eftir í kroppinum eftir frumsýningina í Løkshøll er ein innilig kensla av ærufrykt yvir fyri sjónleikaranum, Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og sum heild fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Heilt einastandandi at uppliva hvussu hann bara við at skifta eitt eygnabrá broytir persónsmensku og huglag. Áðrenn vit vistu av var leikur lokin og eg sat har eitt sindur soleiðis steinbilsin, uppfyllt av upplivingum og hugsanum, ið vit áskoðarar nú spakuliga fari at sodna og finna skil á, sum borgarstjórin og blómuhandarin, Tórbjørn Jacobsen segði í stuttari røðu eftir leikin. Eg kundi heilt vist sagt nógv meir um handritið og týðingina, um leikstjóran, Maritu Dalsgaard og ljósmannin Súna Joensen, tí einleikarin er ikki einsamallur um at fáa ein tílíkan leik upp at standa – alt fungeraði til lítar í Løkshøll í kvøld. Høllin sjálv var bæriligur og væl fungerandi karmur kring leikin og so havi eg í grundini ikki tíð at skriva meira beint nú, eg vil nógv heldur skunda mær at mæla tykkum til at síggja leikin.

Tann Komiska Tragedian spælur í Løkshøll 5. og 6. des og
í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og
áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Leikhús SKIFT
Sjónleikari:
Olaf Johannessen
Leikstjóri:
Marita S. Dalsgaard
Ljóssniðgevi:
Súni Joensen
Dramatikarar:
Eva Bonfanti og Yves Hundstad

130113716_1672623892914792_7159222312655971224_n.jpg
129510555_2790704604519617_8551291019057824455_n.jpg
130301489_838681290225538_6884410780674159086_n.jpg

 

 

Fjálg og fjølbroytt

129714569_1596139230592864_1003051700565547681_n.jpg

Jólaframsýningin VG 2020

Leygardagin 5.desember klokkan 15-17 letur upp Jólaframsýningin VG 2020 í Víngarðinum við einum fjálgum og fjølbroyttum blandi av dygdarlist – av málningum, tekstillist, akvarellum og grafikki hjá ávikavist Zachariasi Heinesen, Hansinu Iversen, Fríðu Matras Brekku, Randi Samsonsen og Bárði Jákupsson.

Myndevnið av Saðlingahellu hevur Zacharias Heinesen málað so ofta, at hann neyvan hevur tørv á at stilla seg oman á Kongabrúnna at mála tað. Nýggi lítli málningurin hjá honum av klassiska myndevninum prógvar eisini, at Zacharias Heinesen ikki “bert” málar tað hann sær. - Í grundini als ikki. Hann tekur kanska støði í eini bygdalagi ella eini landslagsformatión, men skapini eru so geometrisk, litspælið so egið og vakurt, at tað neyvan finnast nakar annar enn akkurát Zacharias, sum sær soleiðis. Kompositiónin er blá og samstundis sum mann ikki ivast í hvar vit eru, er talan um eina abstrakta kompositión, har bláu litbrigdini, summi kám, onnur skyggjandi, klinga saman við vínreyðum, grønum og ljósareyðum.

Hetta sama koloristiska yvirskotið er eitt av eyðkennunum fyri málningarnar og prentini hjá Hansinu Iversen, har ymisk skap bjóða hvørjum øðrum og sjálvum myndaflatanum av, har tey umskarast og næstan troka seg út og inn úr myndarúminum. Hjá Fríðu Matras Brekku er tað ikki minst grafiska tøknið, ið liggur hennara hjarta nær, men grafisku myndirnar eru ofta grundaðar á foto, tekning og akvarel, sum eisini er við á framsýningini. Myndirnar hjá Fríðu hava eitt øðrvísi brá í mun til aðra føroyska samtíðarlist, tær bera frá ekspressivu hevdini. Summar eru merktar av einum stillisligum, men poetiskt løddum tómleika, meðan aðrar eru fevndar av fjálgum skemti, t.d. djóralýsingarnar, sum Fríða hevur dyrkað – ikki minst seyðir og á framsýningini er ein so tekkilig og eygagóð ær, portretterað næstan sum Mona Lisa vøn og skær.

At síggja til er stórur munur millum tey bæði, Bárð Jákupsson og Randi Samsonsen, sum ávikavist arbeiða innan tekstil og málarí. Men á framsýningini hanga verkini hjá báðum listafólkunum saman. Vøkru málningarnir hjá Bárði Jákupsson taka allir støði í føroyska landslagnum, men á ein serstakliga abstraheraðan einfaldan og poetiskan hátt. Tað er næstan sum syngja teir ein sang um lýtt lot, leiftrandi gras og glitrandi grót.

Verkini hjá Randi Samsonsen eru sett saman úr toyi, sum listakvinnan hevur viðgjørt á ymiskan hátt, m.a. hevur hon sprayað á nøkur teirra. Síðan eru tey sett saman í strípum. Strípurnar í verkunum hjá Randi Samsonsen eru bæði dekorativar og hard edge modernaðar. Sum heild eru strípur bæði eitt tað mest einfalda, men eisini ein tann sterkasta mynsturtekningin í abstraktari list. Strípur sameina og býta upp í líka stórar støddir. Samstundis sum strípur býta ein myndaflata upp í tvær eindir, skapa tær eisini rútmu við sínum endurtøkum. Verkini hjá Randi Samsonsen í Víngarðinum eru framleidd í sama tíðarskeiði sum tey, hon í løtuni sýnir fram á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Og í verkunum í Víngarðinum hómast sama barokk tema, ið ger seg galdandi við sansaligum, heitum, mjúkum velour, ið sett saman við gulli gevur hugasamband við Christian IV og vanitasmálningar úr 1600-talinum. Men hyggur tú nærri at verkunum, so innihalda tey so mangt. Strípurnar eru heldur ikki so beinar, sum mann fyrst helt, og hyggur tú nærri, sæst onkrastaðni eitt blómumynstur sum var hetta eisini eitt slag av landslagslist? Hjartaliga vælkomin til vernissage í Víngarðinum leygardagin 15-17.

Kinna Poulsen, kurator.

129656713_2843178215925159_4749957150387652327_n.jpg
129660864_4776320322442977_7667947621309617759_n.jpg
130086127_795880510968188_8595031526391022397_n.jpg
127238466_694387624771240_6702488422241727676_n.jpg

Olaf Johannessen á pall í Føroyum

IMG_1240 (1).jpg

Tað er eingin minni enn Olaf Johannessen, fleirfaldur heiðurslønarvinnari, sum her á Listaportalinum er útnevndur leiklistarligt fenomen, sum fer at spæla einrøðuleikin Tann Komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Handstad. http://www.listaportal.com/tidindi/2020/9/22/4-x-reumert-olaf-johannessen-er-ein-leiklistarligt-fenomen

Leikhús Skift venur í løtuni leikin Tann Komiska Tragedian i Løkshøll og partvís á SALT. Um eina viku, tann 5. des. 2020 kl 20.00 verður leikurin frumsýndur í Løkshøll í Runavík. Um tvær vikur, tann 12.12.2020 kl 20.00, spælir hann á SALT.

 Um leikin

Ein sjónleikari og ein rolla skulu saman spæla eina týdningarmikla senu í einum leiki, sum snýr seg um leitaninna eftir Tí Stóra Kærleikanum. Men klutur kemur í, og alt gongur ikki eftir ætlan. Fleiri og fleiri rollur koma upp í leikin, og at enda er øll verðin við í leitaninni.

Tann Komiska Tragedian er ein fjálgur og menniskjaligur leikur. Hann er filosofiskur og so er hann stuttligur. Tann Komiska Tragedian spælir í Løkshøll 5. og 6. des og í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og áskoðaratalið er koronuavmarkað.

Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo

Frumsýning í Løkshøll tann 05.12.2020 kl 20.00

Sýning í Løkshøll tann 06.12.2020 kl 20.00

Sýning á SALT tann 12.12.2020 kl 20.00

Leikhús SKIFT

Sjónleikari:

Olaf Johannessen

Leikstjóri:

Marita S. Dalsgaard

Ljóssniðgevi:

Súni Joensen

Dramatikarar:

Eva Bonfanti og Yves Hundstad

Forlag:

Nordiska Starkosch

AFTER HISTORY

Rannva Kunoy: AFTER HISTORY (2019) - Foto: Torben Eskerod

Rannva Kunoy: AFTER HISTORY (2019) - Foto: Torben Eskerod

På udstillingen Samtaler om Tåge i Nordatlantens Brygge hænger der et monumentalt maleri af den færøske billedkunster, Rannva Kunoy, der bor og arbejder i London. Det er et på mange måder storslået billede, hvis episke titel AFTER HISTORY også signalerer noget storladent. Bortset fra enkelte værker på gruppeudstillinger bl.a. i det nu hedengangne David Risley Gallery, er Rannva Kunoy (f.1975 i Tórshavn) relativt ukendt i Danmark, mens hendes værker er bedre kendt i feks. London og New York, hvor hun er repræsenteret hos hhv. Saatchi og Nathalie Karg Gallery og hos Lundgren Gallery. Hendes værker forefindes i en del private samlinger internationalt, ligesom hun følges af kunstinteresserede på instagram, hvor hun er portrætteret i en kort film af toneangivende ArtDrunk. - Det er i grunden interessant at iagttage udstillingspublikum i deres møde med Kunoys maleri, der måler 190 x 380 cm. Efter en indledende tøven ender de fleste med at opføre det, der ligner en lille dans foran maleriet, hvor de strækker sig frem og tilbage for at opleve maleriet skifte. AFTER HISTORY er på den ene side et traditionelt håndgribeligt maleri på lærred, som samtidig er et mærkelig flygtigt værk, hvis oplevelse betinges af beskuerens skift i position og af lyset i rummet. Det performative element skyldes bl.a. et særligt flerfarvet krystalpigment, som kunstneren har eksperimenteret med i en del år. Men pigmentet udgør ikke den eneste årsag til maleriets mystiske nærmest immaterielle karakter, for netop immaterialiteten eller ønsket om at transcendere selve det fysiske materiale har længe været en uomgængelig drivkraft i Rannva Kunoys arbejde.

Efter mange års forsøg har Rannva Kunoy lykkedes at finde frem til et udtryk, der på mange måder undviger kategorisering og som bl.a. gør op med maleriets fikserede position og tid og rum. Maleriets farve ændrer sig efter beskuerens placering fra skinnende metalviolet til varmere rødviolet med et voksende blågråt område, der pludselig måske på grund af et skift i lyset, forvandles til lysende turkis. Violet er på mange måder en særlig farve, der både bruges inden for liturgien i faste- og adventstid, til begravelser og til sørgegudstjeneste. Violet er som bekendt også en sekundær farve, der dannes af de to primære grundfarver, rød og blå, hvilket medfører, at violet både er koldt og varmt og både kan repræsentere krop og ånd, himmel og blod.

Den skinnende billedflade er bygget op af mange lag af først sort maling og siden krystalmaling. Maleriets kanter er accentuerede, således at de skaber en reliefvirkning op imod et tilsyneladende endeløst rum. Farveskift er bare et enkelt af mange formelle træk, der gør maleriet til en storslået men også foruroligende oplevelse for beskueren. Ud over, at selve størrelsen virker overvældende, kæmper beskueren også med at forstå vrimlen af tegn, der ses og anes, er streget, malet og ridset i maleriets overflade med såvel fri hånd som via skabeloner. Flydende myriader af tegn, som på forunderlig vis samler sig i en centreret komposition. - Læg mærke til den ujævne konturstreg i billedfladens mange tegn og streger, der giver illusionen af en eller anden reliefvirkning lidt på samme måde som i Lucio Fontanas udskårne billeder. Foran billedet oplever jeg, at jeg ser på det imens jeg forsøger at orientere mig på samme måde som var det et gammelt, fremmed landkort med anvisninger over længde- og breddegrader med mere eller mindre opløste ord og tegn og betydninger, der ikke helt lader sig tyde. Og mens jeg således prøver at fåe et overblik, dukker ordet YAMA op og jeg opdager, at det er gentaget flere steder på billedfladen. Yama er en buddhistisk dødsgud og det første menneske, der døde. Af andre læselige symboler, er der noget, der ligner en stiliseret lotusblomst eller en lilje, der også gentages og som bl.a. får en samlende effekt midt på billedfladen. Andre steder ses spor af en halvmåneform i cartoonstil og en dråbe, en kongkrone, samt andre tegn, tal og bogstaver.

Spørgsmålet er hvordan vi læser alle de mange tegn i forhold til billedets titel, AFTER HISTORY. Rannva Kunoys titler stammer ofte fra helt andre områder end fra billedkunsten og kan være tilknyttet den financielle sektor, popkultur eller politik. Kan billedtitlen eksempelvis henvise til Michael Jackson og hans apokalyptiske udgave HIStory? Af maleriets på én gang dystre, halvkvalte og lysende skønhed, får man en urovækkende fornemmelse af bevidsthed angående egen forestående undergang lidt på samme måde som vi ser det i såkaldte Memento Mori malerier i det 17.århundrede, hvor underskønne blomser og saftige, overmodne frugter lyser op imod de afpillede kranier, de tømte glas, de nedbrændte lys og det kulsorte mørke, der er deres baggrund, ødelæggelse og nærmeste fremtid. AFTER HISTORY er sådan set en episk storslået vision af en posthistorisk, postciviliseret verden, der giver et storslået tilbageblik på menneskets historie. Perspektivet forekommer posthumant måske med tanker om en fremtidig verden med kunstig intelligens. Samtidig som maleriet på så mange måder er af denne verden, har det i hvert fald også et gammeldags futuristisk præg, som var den en fremtidens forsøg på kortlægge homo sapiens’ tid på jorden engang, da vores tid er forbi. AFTER HISTORY er således både et fremadrettet og melankolsk maleri, der giver en klar fornemmelse af, at den periode, vi lever i, allerede er forbi.

PS - AFTER HISTORY er mere eller mindre umuligt at fotografere. Derfor anbefaler jeg, at I ser maleriet samt de andre værker på udstillingen Samtaler om Tåge i Nordatlantens Brygge i København.

Kærlig hilsen

Kinna Poulsen, kurator 

DSC_8860.jpg
samtaler om tåge pr.jpg