Olaf sannførdi og sigraði
/Tað er í grundini alt ov langt síðani, eg hevði eina sjónleikaruppliving, ið gjørdi mær mun. Tí eri eg hjartans fegin um at eg var í Løkshøll í gjárkvøldið og upplivdi leikin, Tann komiska tragedian eftir Eva Bonfanti og Yves Hundstad. Eg síggi á atgongumerki.fo, at atgongumerki eru eftir til sýningarnar av leikinum í morgin klokkan 16 og klokkan 20 - Góðu tit øll. Gerið tykkum sjálvum tann beina og keypið eitt atgongumerki skjótast, tey eru lutfalsliga ódýr (270 kr) - gerið tað skjótt, um ikki annað so fyri at vitna, at tit vóru har og upplivdi ein føroyskan verðinssjónleikara skara framúr!
Hann er ikki hvør sum helst, Olaf Johannessen. Tað vita vit frammanundan. Hansara frægdarverk hava vit hoyrt um úr Danmark og Týsklandi og við leikinum, sum leygarkvøldið 5.desember 2020 varð frumsýndur í Løkshøll í Runavík høvdu vit høvi at uppliva hetta menniskjað, ið tykist mest sum skapt til sjónleik. Sjónleikur er ein so merkisverd list. Hetta, sum gongur fyri seg beint sum tú ert har og tú ert til staðar, samstundis sum framførslan við livandi listafólkum og hugtiknum og hostandi áskoðarum, ið eins og tú gløa og ógvast, ræðast og skelkast. Sjónleikur og eg eri í grundini eitt sovorði love/hate ting, sum tey ungu siga, tí henda listin kann vera konfronterandi og avdúkandi. Tann listin, ein kann lúra í og njóta, tá eingin hyggur, er í so máta lættari. Sjónleikur er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Men jú, ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eisini um okkurt einstakt orð gleppur, so er tað ikki nóg mikið til at mótsiga kensluna av at uppliva eitt stórt listafólk. Leikurin Tann komiska tragedian er sum heitið bendir á bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Leikurin er sera undirhaldandi við kviku skiftunum millum leiklut og sjónleikara og ikki minst við beinleiðis áheitanunum á okkum áskoðarar, sum tíðum kenna okkum rakt í tí, ið sagt verður. Í leikinum verða tingini vend á soleiðis, at fiktivi leikluturin onkursvegna gerst hugsandi høvuðspersónur, ið hugleiðir stundum um leikin og hvussu hann riggar, men eisini um bíðistøðuna í einum ævigum hugaheimi, har allir leiklutir ganga og bíða eftir at verða aktiveraðir. Tað er eitt sindur abstrakt til tíðir, men so stinga jarðbundnir viðmerkingar seg upp, sum eisini relatera til eitt nú kendar sjónleikir hjá Shakespeare og annað. Støðugt gongur fyri seg eitt slag av millumtekstligum spæli við tekst, leik og áskoðarar, sum ikki minst fáa áskoðaran at ivast eitt sindur í fyrstani. Fer hetta ta ganga? - Stakkals maður einsamallur á pallinum í so langa tíð. Men sum leikluturin sigur: “bara rólig” tað gongur nokk. Og tað ger tað og meira enn tað. Olaf er fullkomiliga sannførandi allan vegin ígjøgnum. Í dag hugsi eg, at leikurin eisini snýr seg um leiklistina og um munin millum list og lív, um tíð, sum gongur í mun til ævinleikan. Tað, sum situr eftir í kroppinum eftir frumsýningina í Løkshøll er ein innilig kensla av ærufrykt yvir fyri sjónleikaranum, Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og sum heild fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Heilt einastandandi at uppliva hvussu hann bara við at skifta eitt eygnabrá broytir persónsmensku og huglag. Áðrenn vit vistu av var leikur lokin og eg sat har eitt sindur soleiðis steinbilsin, uppfyllt av upplivingum og hugsanum, ið vit áskoðarar nú spakuliga fari at sodna og finna skil á, sum borgarstjórin og blómuhandarin, Tórbjørn Jacobsen segði í stuttari røðu eftir leikin. Eg kundi heilt vist sagt nógv meir um handritið og týðingina, um leikstjóran, Maritu Dalsgaard og ljósmannin Súna Joensen, tí einleikarin er ikki einsamallur um at fáa ein tílíkan leik upp at standa – alt fungeraði til lítar í Løkshøll í kvøld. Høllin sjálv var bæriligur og væl fungerandi karmur kring leikin og so havi eg í grundini ikki tíð at skriva meira beint nú, eg vil nógv heldur skunda mær at mæla tykkum til at síggja leikin.
Tann Komiska Tragedian spælur í Løkshøll 5. og 6. des og
í SALT tann 12. des. Tað verða fáar sýningar og
áskoðaratalið er koronuavmarkað.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo
Leikhús SKIFT
Sjónleikari:
Olaf Johannessen
Leikstjóri:
Marita S. Dalsgaard
Ljóssniðgevi:
Súni Joensen
Dramatikarar:
Eva Bonfanti og Yves Hundstad