Andrias Høgenni fegnast um herðaklapp frá donsku filmsvinnuni
/Stuttfilmurin Ikki illa meint hjá Andrias Høgenni hevur lagt eina týdningarmikla virðisløn undir seg aftrat -talan er um virðislønina fyri besta fiktiónsfilm frá Ekko Shortlist Awards 2020. Eg havi vent mær til unga filmsleikstjóran og spurt hvørt ein tílík virðisløn hevur týdning.
Andrias takkar og leggur stóran dent á hvussu takksamur hann er: - Eg eri sera takksamur fyri Ekko Shortlist virðislønina. Serliga tí at tað er ein bransju-virðisløn. Ekko er blaðið hjá donsku filmsvinnuni, og nógv tey flestu av teimum ið hava atkvøtt, koma haðani. Tað er deiligt at síggja, at tey hava atkvøtt fyri einum filmi á føroyskum, og eg síggi tað sum eitt tekin um áhuga fyri føroyskari filmsgerð.
KP: Ekko skrivar, at filmurin hjá tær prógvar, at ”filmur er listin hjá beinspennunum” – hvat meina tey við og ert tú samdur?
AH: Ein hvør filmur má berjast við veruleikanum, og hesin filmurin mátti upptakast undir fleiri umstøðum ið ikki vóru so lættar at arbeiða við. Tað merkir eisini at ein má taka ímóti teimum gávunum sum veruleikin gevur, og tað hava vit roynt at gjørt. Tí síggi eg teirra viðmerking sum eitt gott herðaklapp
Eg spyrji at enda hvat Andrias ger, um hann nú bara hvílir á laurberunum. Hann svarar, at hann arbeiðir við einum spælifilmi, har ætlanin er at byrja upptøkur í summar. Men fyribils fegnast hann um Ekko-virðislønina og ikki minst at fáa hana handaða av legendariska filmsleikstjóranum, Thomas Vinterberg (ið leikstjórnaði Festen, Submarino osfr.). Hjartaliga til lukku, Andrias Høgenni og blíðan byr.
Speaking in Tongues - listarligt samskifti
/14.november læt framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen og Hansinu Iversen við heitinum Speaking in Tongues upp í Møstings Hus í Keypmannahvn. Framsýningin verður opin inntil 20.desember í ár.
– ”Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Soleiðis ljóða nøkur av fyrstu orðunum í Halgubók, eftir at Guð hevur skapað himmal og jørð. Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað?” – Soleiðis leggur Theodor Eli Dam Olsen, theologur fyri í hugfarsliga tekstinum, hann hevur skrivað í sambandi við framsýningina, har hann greiðir frá tungutalu sum fyribrigdi, men eisini hugleiðir um íblástur og skapan við støði í Løgstrup.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey bæði at síggja til sera ymisku listafólkini, Hansina Iversen (f.1966) og Jóhan Martin Christiansen (f.1987) samstarva – tey gjørdu eisini saman framsýningina Lonely Hearts á Skipasmiðjuni Mest í Havn í 2018. Í sambandi við framsýningina Speaking in Tongues hittast tey tvey aftur, ein kvinna og ein maður, ein listamálari og ein listamaður, sum stoypir síni verk og ger installatiónir við tekstil- og video. Í videoverkinum, ið er gjørt til framsýningina, luttekur sjónleikarin Annika Johannesen.
Á framsýningini Speaking in Tongues skapa listafólkini samskifti millum einstøku verkini, ið sum heild gerast átøk eini stórari felags installatión. Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunni Landsins, Statens Kunstfond og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Torbjørn Olsen ger ársins gávuprent til Steinbrá
/Hesa árstíðina, nú stutt er millum stormarnar, dagarnar styttast og myrkrið sýgur niður yvir land og fólk, tá er gott at kunna boða frá, hvussu listin støðugt arbeiðir fyri ljósi og litum. Í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Øll, ið hava rindað sítt limagjald, kunnu velja sær eitt av nýggju prentunum. Nýggir limir eru altíð vælkomnir at melda seg. Aðalfundur verður í Steinprenti 9.desember klokkan 15.
Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd á Steinprenti í Havn. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Tíggju ár eru liðin síðan grafikkfelagið Steinbrá varð stovnað, men árliga limagjaldið er framvegis tað sama, nevniliga 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi.
Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.
Havið - á framsýning í Listasavninum við næmingum á Glasi
/Fýra ferðir hvørt skúlaár hava vit á gymnasialum miðnámi á Glasi ein sonevndan blokkdag, tá vit hava høvið til at fara í dýpdina ella undirvísa á øðrvísi hátt enn annars, tí tá hava vit eitt og sama hold í somu lærugrein ein heilan dag. Í dag hevði eg sostatt myndlist allan dagin við einum blandaðum holdi í myndlist C. Vit løgdu fyri í Listasavninum, har Solveig Hanusardóttir Olsen greiddi frá fyrst um Listasavnið og síðani um serframsýningina, Havið. Næmingunum dámdi framsýningina og hildu frágreiðingina hjá Solveig vera sera áhugaverda. Tá vit aftur komu í Listastovuna á Glasi, var arbeitt av grimd. Vit endaðu vit at gera eina framsýning. Her eru nakrar myndir av tí, sum kom burturúr. Eitt verk er eftir Mikines og eitt annað gjørdi Randi Samsonsen - tit kunnu gita hvør gjørdi hvat, men restina gjørdu hesi:
Andrea Joensen, 20a, Annika Gunnleivsdóttir Isaksen, 20u. Barbara Hammer, 20u Bergljót Augustinussen, 20u, Birita Vatnsdal, 18n, Bjørt Natasja Næss Waagstein, 20a,Esther Maria Sjóstein, 20u, Fía Maria Karstinsdóttir, 20u, Jónas Paulason Olsen, 19ð, Jórunn Døgg Jørgensen, 18n, Krista Krossá Johansen, 20a, Poul Kjartan Højsted Horsdal, 18m, Rannvá Lovisa Lindudóttir Olsen, 20u, Rebekka Bjarnadóttir, 20a, Silas Tróndur Andersen, 20a, Silja Terjadóttir Nielsen, 20a, Sólja Lise Feldballe Hammer, 20u, Súsanna Lindberg Hansen, 20a, Tormóður Petursson Djurhuus, 17n, Tórunn West av Teigum, 20u.
Tak, men ellers tak...
/Forleden kunne man læse om en sand niddingsdåd, begået i København, hvor Jaques Francois Joseph Salys originale gipsbuste af kunstakademiets grundlægger, Frederik V, er fjernet fra sit podie og smidt i kanalen bag Charlottenborg Slot. Det blev gjort som en protest. Ak ja, den ungdom, den ungdom, tænker man og ryster opgivende og voksenmildt på hovedet for siden at bladre videre i avisen (på det tidspunkt lykkeligt uvidende om, at en voksen kunstner og institutleder på Kunstakademiet i København, Katrine Dirckinck-Holmfeld skulle tage ansvar for det skete). Det er nu ikke misdæderne, nærværende artikel handler om, det er dådens intentioner. Helt tilfældigt faldt jeg over en artikel om samme sag på nettet, hvor jeg med en vis forbløffelse kunne læse, at totalødelæggelsen af den kongelige buste er udført for bl.a. min skyld. Simpelthen. Ifølge aktionsgruppen fandt begivenheden sted i solidaritet med alle de kunstnere, studerende og mennesker over hele verden, der har måtte leve med efterdønningerne af den danske kolonialisme i US Virgin Islands, Indien, Ghana, Grønland, Island, Færøerne og Danmark. Undertegnede er færing og hermed en af dem, som aktionen er udført for. Jeg spekulerer på hvad efterdønningerne af kolonialismen handler om. Det er rigtignok sandt, at interessen fra dansk side for færøsk kunst og kunstnere har været sporadisk, at færøsk kunst er så godt som usynlig i Statens Museum for Kunsts udstilling og at der i fyrre år ikke kom nogen færøsk kunstner ind på Kunstakademiet, hvor man tilsyneladende slet ikke kunne komme over sine egne idiosynkrasier og derfor afviste en hel række enestående færøske kunstnere. Går vi længere tilbage i tiden, er der helt sikkert alle mulige problemer med dansk kolonialisme på Færøerne ligesom der også er en del positive ting, der senere hen er kommet ud af rigsfællesskabet, bl.a. har det kongelige kunstakademiet haft grundlæggende betydning for færøsk billedkunsts pionerer, Sámal Joensen-Mikines, Ingálvur av Reyni, Ruth Smith m.fl. Færøsk billedkunst har ikke ret meget mere end hundrede år på bagen og selv om færøsk kunst er fremragende på mange punkter - ikke mindst hvad angår samtidskunsten, så kan man på Færøerne godt savne at opleve billedkunst fra tidligere perioder end det tyvende århundrede. At komme til København for mig selv som ung studerende var overvældende - at opleve bygninger, skulpturer og bypladser, at fornemme de forskellige stilarter og forestille sig alt det, der er foregået de historiske steder. En af mine absolutte favoritbygninger i København er Vestindisk Pakhus, som jeg blev gjort bekendt med via tegneundervisningen på kunsthistorie. At opleve de storslåede rum med de dybe skygger og de over to tusind afstøbninger af skulpturelle hovedværker fra oldtidens Grækenland og Romerriget, fra renæssancen osv. Der var så fyldt op af skulpturer, at nogle af dem så ud til at være proppet sammen på hylderne, hvilket fik mig til håbefuldt at tænke, at de måske kunne undvære et par stykker. - Tænk, hvis vi havde bare en enkelt eller to af disse skulpturer på Færøerne og skolebørnene og vi allesammen fik lov til at opleve vores civilisations historie helt håndgribeligt gennem disse fantastiske skulpturer.
I Danmark har man lige p.t. en skulptur mindre; den er ødelagt for bl.a. min skyld og for mine landsmænd. Jeg vil allerhøfligst takke for tanken, men ellers tak! I stedet for at hælde skulpturer i havnen, vil vi meget hellere have dem herop til Færøerne.
m.v.h. Kinna Poulsen
I´ll be back!
/Svá mælti hann sjálvur Terminator á sinni, men hvat hevur tað við Nólsoyarpáll á myndini her omanfyri at gera? Jú, standmyndin er farin, avmonterað, tikin niður av plássinum, har hon hevur staðið í skjótt fjórðings øld. Millum manna er øgiligt kjak um niðurtøkuna og orsøkina ikki minst - at plássið skal gerast til ein skoytuvøll. Bæði estetikkur og politikkur verða blandað uppí kjakið av staðsetingini av standmyndini. Ósemja tykist valda um hvørt Nólsoyarpáll er ein sonevnd skúmisleiv, sjórænari ella ein evnarík og enntá humoristisk tjóðarhetja. Onkur heldur, at standmyndin skal til Nólsoyar, onkur annar, at hon skal setast á Skinnarasker og onkur triði skálkur heldur, at hon kann sendast til Klaksvíkar sum eitt slag av tiltrongdum mentanarligum menningarstuðli til útjaðaran. Hetta seinasta hugsi eg ikki vera neyðugt, tí júst Klaksvík hevur gjørt nógv burtur úr prýðing av almenna rúminum seinastu árini.
Tað besta við býarplássum eru standmyndirnar, ið við heilsanum úr síni samtíð ríka okkum nútíðina. Tað er í fínasta ordan, at gera nýggjar ætlanir fyri Vágsbotn og eitt sindur meira gjølliga definerað staðið sum eitt býarpláss. Eg dugi bara ikki at síggja hví tað ikki kann vera VIÐ standmyndini. Tað ber væl til at skoyta rundan um eina standmynd, í grundini mátti tað verið betri at havt okkurt at skoyta rundanum. Tað gera tey í so mongum býum.
Mong eru forharmað, tí tey hava vant seg til standmyndina og skyggjandi grønu bronsuna, ið forrestin tekur seg væl út móti teimum gomlu reyðu bygningunum í bakgrundini. -Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll sang Kári P á sinni, men í veruleikanum er eingin orsøk at stúra eftir sum, at standmyndaleysa støðan í Vágsbotni bara er fyribils. Í Degi&Viku nú hóskvøldið (12.nov.2020) greiddi býararkitekturin, Birita Wardum nevniliga frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. So dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til ikki at seta standmyndina upp aftur júst har sum hon var. Hendan spektakulera, sera umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har! Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum og eftir hetta vóru spilt út í donskum miðlum. Vit skulu ikki taka standmyndir niður, men heldur seta nýggjar upp, sum ikki eru gamaldags minnisvarðar, men tíðarsvarandi verk.
Framsýningin hjá Silju Strøm í Víngarðinum er opin í vikuskiftinum
/Víngarðurin er ein vínbarr, matstað og gallarí við skiftandi listaframsýningum, sum liggur mitt í Havn og sum er opið í vikuskiftinum frá klokkan 18- 24. Á framsýningini This is an Ambiguous Face eru seytjan málningar, sum Silja Strøm hevur málað í coronatíðini. Hesir málningar eru lutfalsliga smáir í vavi, tó at teir tykjast stórir, tá tú hyggur at teimum, kanska tí, at teir eru ómetaliga fylltir av litum, skapum og innihaldi. Henda serliga fyllta kenslan kemst helst eisini av, at myndaliðirnir eru javnsettir í myndarúminum. Í staðin fyri at brúka perspektiviska dýpd og eini harav fylgjandi stigvíst uppbýti av myndarúminum í forgrund, miðgrund og bakgrund, trokast allir myndaliðir saman á einari einstakari myndaflá.
Myndirnar á framsýningini snúgva seg um bæði nærleika og fremmandkenslu. Hetta sæst eitt nú á myndini, A Thoughtless Mouth I ið er avmyndað í erva - tað er eins og persónarnir halda saman móti onkrari hóttan, ið kemur uttanífrá. Tey hyggja øll sama veg eftir onkrum, sum er uttan fyri myndakantin. Vit síggja ikki hvat tað er, tey stúra fyri, kanska er tað coronahagtølini, kanska okkurt heilt annað og møguliga stúra tey als ikki, men eru hinvegin vónrík? So universalar og fleirtýðugar eru myndirnar hjá Silju Strøm, at tær eru opnar fyri øllum møguligum tulkingum. Eg hugsi, at ein orsøk til, at eg sjálv lesi myndirnar tann eitt sindur sorgblíða vegin er, at skapini tykjast eitt sindur niðurboygd og at tað, eg fati sum skýggj eru málað við eini næstan akvarelkendari effekt, so at tey sýnast tung og regnvát. Men sjálvandi er mín fatan av samtíðarlistini tengd at mínari egnu tíð og eini kenslu av, at vit øll nú bíða eftir hvat nú fer at henda. Ein vaccina er uppfunnin, har 9 út av 10 verða frísk - tað er fantastiskt, hugsi eg fjálturstungin og uha at vera tann 10. hugsar mín ólogiski heili samstundis sum tey í ræðsludyrkandi sjónvarpstíðindum tosa um okkurt serliga herviligt fuglakrím. Eg siti í sofuni og fái mær kaffi. Merkiliga mótstríðandi kensla at hava tað so gott og ikki mangla nakað sum helst og samstundis stúra so nógv. Myndin er fleirtýdd, hon er ljósareyð og mild og regnblá og melankolsk. Og ein orsøk til mína bláu og sorgblíðu fatan av myndin er sjálvsagt dropaskapini miðskeiðis á myndini. Tey eru cartoon-kend, teknaði í einum øðrum stíli eins og symbol uppá dropar, regn ella tár, ið detta niður úr erva og eru við til at definera eina kenslu av hvat er upp og niður. Men so er tað, at myndaheitið punkterar melankoliina, tí hvat merkir tað? Ein tankaleysur muður er talan um eitt sorgfrítt andlitsbrá ella er tað onkur, sum hevur sagt okkurt, sum viðkomandi ikki skuldi sagt? Eg veit ikki, men far tú og hygg! Í Víngarðinum er ókeypis atgongd og tað ber væl til at fara hagar at hyggja at listini uttan at drekka ella eta nakað (men hitt er stuttligari).
Gentan í verðini út í danskari týðing
/Bókatíðindi eru komin frá Katrini Ottarsdóttir, ið boðar frá, at danska forlagið Lindhardt & Ringhof hevur gjørt avtalu við hana um at geva út skaldsøgu hennara "Gentan í verðini" á donskum. Danska útgávan av "Gentan í verðini" kemur í marts komandi ár.
Forlagið vendi sær til Katrina
Søgan er tann - altso ikki skaldsøgan, men søgan um donsku útgávuna - at bókmentaritstjórin á Lindhardt & Ringhof, Sune de Souza Schmidt-Madsen, í vár skuldi hjálpa dóttur síni við eini studentaskúlauppgávu, har hon skuldi viðgera stuttsøguna "Drengen i toget" eftir Katrina (úr donsku útgávuni av stuttsøgusavninum "Aftanáðrenn" frá 2016). Hann gjørdist so hugtikin av stuttsøguni, at hann straks skrivaði til Katrina og spurdi, um hon hevði nakað nýtt á beding.
Jú, tað hevði hon, eina skaldsøgu, men hon var upp á allar mátar nakað heilt annað enn stuttsøgan. Tað ger ongang mun, var svarið, send okkum nakrar kapitlar á donskum at lesa.
Eftir teir tveir fyrstu kapitlarnar vildu tey hava meiri, og áðrenn langt um leið, høvdu tey fingið eina ráumseting av øllum handritinum. Og teimum dámdi væl, so væl, at sáttmáli um danska útgávu nú er undirskrivaður.
Lindhardt & Ringhof er næststørsta forlag í Danmark. Av skaldskapi geva tey mest út danskar upprunabøkur, men tó onkrar umsetingar, eitt nú skaldsøgur hjá íslendska høvundinum Einari Mári Guðmundssyni.
Skaldsøgan
Skaldsøgan "Gentan í verðini", sum kom út á Sprotanum í september í ár, er um eina innhugsna havnargentu, sum er og ferðast hjá abbanum og ommuni. Gentan er stillfør og næstan "ósjónlig", men hon fær alt við og roynir sum best at skilja alt tað, sum tey vaksnu siga og gera, og hvat ið kanska er ella ikki er millum abban og gummuna, sum er arbeiðskona í húsinum. Og ikki minst alt tað, sum tann unga mostirin, ið býr heima, fortelur om sjeikar og smart klæðir og mangt annað áhugavert. Ein hugvekjandi og ofta skemtilig bók, har skyldskapur høvundans við Heðin Brú kagar fram av og á.
Útgávur og umstingar
Katrin hevur áður givið út yrkingsøvnini "Eru koparrør í himmiríki" (2012) og "Messa fyri einum filmi" (2015) og stuttsøgusøvnini "Aftanáðrenn" (2016) og "43 bagatellir" (2018). Fyrsta yrkingasavnið og bæði stuttsøgusøvnini eru útkomin á donskum (á forlagnum Torgard). "Eru koparrør í himmiríki" eru eisini givin út á enskum í USA, umsett av Matthew Landrum, og "43 bagatellir" komu í vár út á islendskum, umsettar av Aðalsteinni Ásbergi Sigurðssyni.
Katrin á bókadøgum
Týsdagin 17. november kl. 17 er Katrin á pallinum í Norðurlandahúsinum, har Theodor Eli Dam Olsen, prestur, hevur samrøðu við Katrina um bókini. Á sama tiltakið samrøður Ivan Niclasen við Jóanes Nielsen um hansara seinasat yringasavn "Rakkaljóð".
Katrin verður eisini við saman við øðrum rithøvundum á upplestrartiltakinum "Orðljós", sum Rithøvundafelagið skipar fyri mánakvøldið 16. november kl. 20.
Silja Strøm greiðir frá framsýningini
/Silja Strøm, sum í løtuni hevur listaframsýningina This face is ambiguous í Víngarðinum í Havn, var í mentanarsendingini Nón í dag, har Leif Láadal prátaði við hana. Hon greiddi m.a. frá, at hon ikki nýtir tað vanliga dýpdarperspektivið, men heldur breiðir síni myndevni um myndaflatan á einum einstøkum niveau. Og í staðin fyri, at myndin skal venda og lesast á ein ávísast hátt, so ber til at lesa tær úr øllum síðum - uppifrá - úr neðra - frá báðum síðunum - úr miðjuni. Alt ber til og sostatt kann móttakarin av myndini sjálv vera við til at definera søgugongdina í myndunum. Áhugaverda framsýningin, sum Silja Strøm tosar um í sendingini, kann síggjast í Víngarðinum fríggjadagin og leygardagin frá klokkan 18.00 til á midnátt. Lurtið her:
Speaking in Tongues
/Leygardagin 14.november letur felagsframsýningin hjá Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen, Speaking in Tongues upp í Møstings Hus, ið liggur á Frederiksberg í Keypmannahavn. Listafólkini hava bæði gjørt nýggj verk til framsýningina, m.a. hevur Hansina Iversen málað ein risastóran veggjamálning. Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunni Landsins, Statens Kunstfond og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.
Tíðindaskriv:
Vi glæder os til åbningen af udstillingen Speaking in Tongues af billedkunstnerne Jóhan Martin Christiansen & Hansina Iversen. Der afholdes ikke en traditionel fernisering, men begge kunstnere vil være tilstede i udstillingen både lørdag og søndag den 14 og 15 november fra kl. 11-16.
– Thi ånden svæver, hvorhen den vil over vandene –
Svævende mellem hvert sit kunstneriske udtryk og materiale, tager billedkunstnerne Jóhan Martin Christensen og Hansina Iversen udgangspunkt i, hvordan vi håndterer dialog og materialer i en kropslig, kulturel og åndelig forstand. I udstillingen kan man bl.a. opleve værker, der stiller sig i skæringspunktet mellem maleri og skulptur, fladen og det rumlige.
Det indledende citat refererer til andet vers i 1. Mosebog og stammer fra en tekst af teologen Theodor Eli Dam Olsen, skrevet specifikt til den aktuelle udstilling.
Udstillingstitlen Speaking in Tongues henviser til en sprogform, tungetale, bestående af uforståelige lyde, hvor talen når et ekstatisk og åndeligt punkt. Titlen understreger et kropsligt og taktilt aspekt af udstillingen, hvor kunstnernes dialog ikke blot omhandler en sproglig forståelse men en fælles erfaring gennem sanserne.
På baggrund af denne erkendelse har kunstnernes værkskabelser taget form af en undersøgelse af muligheder og begrænsninger i deres konkrete samarbejde.
Udstillingens grundlag er mødet imellem to kunstnere, der har hvert sit udgangspunkt, er fra hver sin generation, er mand og kvinde, men som sammen har fundet et fælles ståsted ved at engagere sig i og sanse hinandens værker.
Værkerne tager form af maleriske skulpturer, eller måske skulpturelle malerier, samt et større videoværk produceret specifikt til Møstings Hus. Til udstillingen vil allerede producerede værker stå i samspil med værker, der skabes under opsætningen, hvor Jóhan Martin Christiansen og Hansina Iversen, som ved en performance, træder ind og ud af hinandens kunstneriske processer og sammen skaber en række værker, der i Møstings Hus’ intime rammer vil tage form som én samlet installation.
Udstillingen er støttet af Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunnur Landsins, Statens Kunstfond, Uttanríkis- og mentamálaráðið.
Samrøður um mjørka - Hansina Iversen
/Í sambandi við framsýningina Samtaler om tåge hava vit gjørt stutt viðtal og presentatiónir av ymiskum verkum og listafólkum. Hetta er bæði hugsað sum eitt slag av appetizer og reklamu fyri framsýningina, ið verður hangandi inntil 21.februar 2021, men er eisni gjørt til tey mongu, sum ikki sleppa út á framsýningar o.a. orsakað av covid-19. Í hesum filmsbrotinum tosi eg við Hansinu Iversen um hennara arbeiðshátt og um verkini, hon gjørdi til framsýningina.
Stutt viðtal við Jóhan Martin Christiansen
/Í sambandi við framsýningina Samtaler om tåge hava vit gjørt stutt viðtal og presentatiónir av verkum og listafólkum. Hetta er bæði hugsað sum eitt slag av appetizer og reklamu fyri framsýningina, ið verður hangandi inntil 21.februar 2021, men er eisni gjørt til tey mongu, sum ikki sleppa út á framsýningar o.a. orsakað av covid-19. Her tosi eg við Jóhan Martin Christiansen um verkini, hann gjørdi til framsýningina.
Silja Strøm í Víngarðinum - vernissage
/Í dag, 7.november læt framsýningin hjá Silju Strøm This is an ambiguous face upp í Víngarðinum við málningum, sum taka tíð at skoða. Ein so ómetaliga spennandi framsýning, sum kann síggjast fram til 28.november. Takk fyri í dag øll tit, sum komu.
Framsýningin
Hanni Bjartalíð og Bárður Oskarsson - vernissage
/Í gjár læt framsýning við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson upp í Steinprenti. Har vóru ikki so nógv fólk, sum tað onkuntíð hava verið, men vit høvdu eina hugnaliga løtu og listaverkini eru spildurnýggj og góð. Eg seti nakrar myndir inn her frá fínu framsýningini.
Spildurnýggir málningar hjá Silju Strøm í Víngarðinum
/This Is An Ambiguous Face er fleirtýdda heitið á forvitnisligari framsýning hjá Silju Strøm, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 7.november klokkan 15-17. Tó at listakvinnan enn er lutfalsliga ung, sýnist hon rættiliga búgvin. Hon málaði áhugaverdar myndir og fann síni listaligu mál longu blaðung og herfyri gjørdu almennu Føroyar íløgu við at lata Silju Strøm Listafólkaløn, sum í trý ár veitir henni arbeiðsfrið til tess at arbeiða og menna seg víðari.
Silja Strøm hevði í fjør serframsýningina, Listaleikir í Listasavni Føroya. Í myndunum á Listaleikum sóu vit, at listin hjá Silju Strøm ofta snýr seg um relatiónir ella viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og tað stýrda, tað intima og ópersónliga, millum mynd og tekst, millum einstaklingin og hini.
Teir nýggju málningarnir eru litríkari, eins og teir tykjast meira villir og málandi. Teir eru framleiddir síðan mars, tá covid-19 fór at gera um seg og krúnusóttin hevur verið til bága fyri listakvinnuna, sum ikki hevur kunnað arbeitt á sínum atelieri í skjótt níggju mánaðar. Í staðin hevur hon arbeitt á køksborðum og aðrastaðni har hon hevur búleikast, m.a. hjá foreldrunum í Vestmanna, har hon hevur verið stødd seinastu mánaðarnar.
Kortini hevur Silja fingið væl burturúr hesum tíðarskeiðnum við myndum, sum sýnast tengdar at sínaru egnu serstøku samtíð. Koloristiskt eru myndirnar sansaligar og vakrar, á tremur í glógvandi litum. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild av kroppum og skapum, sum dansa og standa tætt ella klemmast. Áh, at standa tætt og klemmast! Sjálvt um covid-19 á ymiskan hátt hevur tarnað listakvinnuni, tykjast málningarnir, hon hevur málað hetta tíðarskeiðið, fullir av lívsgleði og takksemi um tað serliga menniskjaliga og alt tað, vit plagdu at halda vera eina sjálvfylgju. Framsýningin er opin í vikuskiftum til og við 28.november. Kurator í Víngarðinum er Kinna Poulsen.
Nýggj verk hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð í Steinprenti
/Fríggjadagin 6.november letur framsýning upp í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson. Umframt at báðir hava myndprýtt myndabøkur, eru listamenninir ikki púra ólíkir listarliga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út. Báðir listamenninir eru stuttligir, óskikkiligir og kortini djúpt álvarsligir. Teirra list er inniliga menniskjalig og sjónarhornið tykist humanistiskt. Her er tað ikki bara pláss fyri menniskjaligum veikleikum - her verða mistøkini beinleiðis fagnað.
Tað avskeplaða ella groteska er sostatt afturvendandi hjá Bárði Oskarsson. Hansara myndir kunnu vera daprar, eksistentiellar tulkingar av, hvussu tilveran kann kennast meiningsleys og tóm. Og sjálvt um hansara myndabøkur síggja elskuligar út, lýsa eisini tær eitt áhaldandi meiningsloysi eins og tær seta spurningar til okkara tilveruligu mannagongdir.
Í einum av nýggju steinprentunum hjá Bárði Oskarsson sæst miðskeiðis á myndaflatanum ein menniskjakend vera, ið onkursvegna tykist hjálparleys. Hon er í stríputari troyggju, ið eins og hennara stóra høvd hevur eitt barnsligt brá, men hendurnar hanga eisini niður við kroppinum, at síggja til fullkomiliga máttleysar. Barnsligi dámurin sýnist rættiliga óunniligur í myndini, tí kring munnin á veruni savnast flugur í hópatali. Flugur sambinda vit vanliga við deyða og rot. Men heldur ikki flugan er eintýðug í myndaheiminum hjá Bárði Oskarsson. Í myndabókum hansara verða rørslurnar hjá fluguni eitt nú brúktar sum smáar flúgvandi vignettir, ið skapa eina stuttliga endamálsleysa gongd og á sama hátt sýnast flugurnar í steinprentunum sveimandi og vakrar.
Verkini, sum Hanni Bjartalíð sýnir fram eru fyri tað mesta standmyndir, relieffir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Mannagongdin hjá Hanna er spælandi og spontan - tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, men ofta tekur sjálvt verkið yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrjanarhugskotinum. Úrslitið er fjølbroytt og serstakliga undirhaldandi. Nýggju verkini eru eins og smáar pallsetingar, ið viðmerkja absurdar og stuttligar løtur, men sum grundleggjandi eisini eru víðopnar fyri teim søgum, ið vit áskoðarar leggja í tær. Hvussu er við hasum fýrinum við í grønum kasketti og í sólbrillum, sum heldur fast um sína øl meðan hann hyggur beint fram fyri seg – hevur hann júst verið og atkvøtt fyri Trump? Ella feirar hann bara, at hann endiliga fekk upp í lag at vaska bilin?
SAMTALER OM TÅGE - åbningsdagen
/Rannva Kunoy Jóhan Martin Christiansen Julie Sass
En inderlig tak skal der lyde fra undertegnede kurator til alle, der kom til udstillingen SAMTALER OM TÅGE, som åbnede på Nordatlantens Brygge i København i dag. Tanken var, at udstillingsåbningen skulle være en fest og en fejring af billedkunsten på Færøerne og ikke mindst de mange billedkunstnere, der er med til at definere området og gøre det så spændende som det er. Ferniseringen blev droppet, men det blev alligevel en dejlig udstillingsåbningsdag. Tak!
Samtaler om tåge
Rannva Kunoy After History
After History fra en anden vinkel
Hansina Iversen
Dennis Agerblad
Svend-Allan Sørensen
Samtaler om tåge
Jóhan Martin Christiansen har lavet skulpturen in situ FLIP FLOP (2020)- På den gule væg hænger litografier, som forskellige kunstnere har fremstillet i Steinprent
Samtaler om tåge
Randi Samsonsen foran et av værkerne
Randi Samsonsen
Dennis Agerblad
Alda Mohr Eyðunardóttir
Hanni Bjartalíðs skulptur, 077 foran Claus Carstensens Ape Rules, O.K:!
Svend-Allan Sørensen Have you ever seen the rain (2020)