So var hann aftur har, Jenis av Rana. Eg hugsi ikki, at fólk er serliga bilsin um, at landsstýrismaðurin í mentamálum noktar at stuðla einum filmi, har persónarnir banna. Talan er hóast alt um formannin í Miðflokkinum, hvørs kristnu konservativu hugsanir um mentan og list, vit væl kenna. Tær eru eisini væl lýstar á teirra heimasíðu. Har stendur m.a. at flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan… og so er tað, at mann kemur í tankar um armslongdarregluna – skal hon virðast, ber ikki til einans at stuðla “uppbyggiligari” list. Miðflokkurin vísir annars á Paulus sum grundarlag og at virða "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" - Eg haldi tað vera desiderað skittligt at taka patent uppá sannleika og reinleika uppá hendan mátan, og eg arbeiði á Glasi, sum forrestin eisini er eitt av ábyrgdarøkjum mentamálaráðharrans og eg kann upplýsa hann um, at tey ungu also banna. Ella summi av teimum. Og onkur lærari, men grúviliga sjáldan. Nú hevur so hesin ungi filmsmaðurin, Tóki Jansson gjørt ein áhugaverdan film, sum hevur vakt ans og eg ivist ikki í, at hann fer at klára seg eisini uttan filmsstuðulspengar og hvør veit, kanska verður innslagið í Degi&Viku í kvøld góð reklama fyri hann. Men avgerðin hjá Jenisi av Rana er ikki í lagi. Óansæð hvat hansara egna sannføring er, so eigur hann at yvirhalda armslongdarregluna, sum sigur, at politikarar ikki eiga at detailstýra t.d. stuðulspengar til mentan og list. Tað má hansara egna samgonga minna hann á!