4 x REUMERT - Olaf Johannessen er ein leiklistarligt fenomen

serprís.jpg

Eg ynskti í áðni Olaf Johannessen hjartaliga til lukku við teirri triðu Reumert heiðurslønini. Hann takkaði og rættaði kurteisliga, at hetta var í roynd og veru fjórða Reumert heiðurslønin. - Jamen maðurin er jú eitt leiklistarligt fenomen, eitt satt teaterfyribrigdi og Havnamaður aftrat - skjótt fara vit út á gøtur og stræti at agitera í eini fólkarørslu til frama fyri at fáa Olaf Johannessen á føroyskan pall umgangandi! Hetta sigi eg við Olaf - ella kanska orði eg tað eitt sindur øðrvísi og spyrji hvussu heiðurin følist. Hann svarar: “Jú eldri eg blívi, spæli eg alsamt minni fyri persónligan heiður og viðurkenning. Tað týdningarmikla liggur í leiklistini sjálvari - hon er óútømilig”.

Tað áhugaverda við ársins Reumerttilvnevning er, at Olaf Johannessen vann Reumert-virðislønina í bólkinum besti mannligi høvuðsleikari saman við Jens Albinus fyri teirra avrik í leikinum 'Tað stóra stílaheftið'. Leikurin snýr seg um tvíburar, sum eru sendir til ommu sína á bygd, tí har er kríggj í býnum. Dreingirnir eru einsamallir og skulu klára seg uttan vaksin, sum kunnu læra teir, hvat er rætt og hvat er skeivt, uttan kærleika og umsorgan. Agota Kristof hevur skrivað leikin, sum upprunaliga er skrivaður á fronskum. Agota er fødd í Ungarn, men flutti til Sveis í 1956.

Eg spyrji Olaf um samstarvið og hann greiðir frá, at hugskotið til samstarvið kom fyri trimum árum síðani frá Jens Albinus og at Olaf var við uppá at samstarva serliga tí teir báðir skuldu spæla saman. Teir mentu leikin saman í venjingarrúminum til teir at enda høvdu eitt leikrit. Í hesar prosessini virkaðu Marita Dalsgaard og Marina Bouras sum instruktørkonsulentar.

Uppá mínar heldur júkandi spurningar um hann ikki skal spæla í Føroyum svarar Olaf: “Leikhús Skift  hevði í vár á skrá at spæla “Dýpið“ í Salt. Korona steðgaði hesum. Vit bíða í løtuni eftir svari at fáa tann stuðulin frá UMMR fluttan til eina meira Koronavinarliga verkætlan, sum vit so fara at sýna í Føroyum í heyst.

Tað er altso ikki neyðugt at fara út á gøtuna við bannarum. Leiklistarliga fenomenið tímir væl til Føroya at spæla og tað veit Guð, at vit treingja til tað. Summi vilja halda, at alt hetta listarliga er snobbaluksus, men tey kunnu snøgt sagt ikki hava upplivað tað sama sum eg. Hesar upplivingar av list og listarligum framførslum í einum sali, sum er á tremur við øðrum menniskjum, ið eins og tú og eg, øtast, gleðast og rørast alt meðan gásarholdið tysjar niðan og oman gjøgnum ryggjageislarnar og frunturin lyftir seg algoystur uppfrá. Felagsmenniskjaligar listaupplivingar skapa gleði og gera okkum so nógv klókari uppá lívið. Eg krossi fingrar fyri, at tað fer at eydnast Olafi at trína á pall í heimliga umhvørvinum í heyst. Hjartaliga til lukku Olaf Johannessen og Jens Albinus.