Gleðiligan flaggdag

Rannva Kunoy Le Nationaliste (2014)

Rannva Kunoy Le Nationaliste (2014)

Merkið sveiggjar sexut
í vindinum í morgun
sum ein deilig dulla
oman eftir Varðagøtu.

(Tóroddur Poulsen: Hvat hevði Munch verið uttan dupultkvartettina í Ebenezer)

Marius Olsen Flaggstong (1994)

Marius Olsen Flaggstong (1994)

Dennis Agerblad Flaggið (2011)

Sjá tú blánar. Steinprent (2016)

Sjá tú blánar. Steinprent (2016)

Tóroddur Poulsen Hjólveldi (2005)

Tóroddur Poulsen Hjólveldi (2005)

Silja Strøm - hetta fína verkið var partur av framsýningini Listaleikir í 2019

Silja Strøm - hetta fína verkið var partur av framsýningini Listaleikir í 2019

Daniel Milan 2020

Daniel Milan 2020

Claus Carstensen Klaksvikaffærer (2010)

Claus Carstensen Klaksvikaffærer (2010)

Koronukreativ fjarundirvísing

Victoria.jpeg

Sonurin og eg havi hildið fríkorter frá fjarundirvísing í góðveðrinum á KFUK-bønum beint uttanfyri. Perfekt løta - tað skal eg viðganga - hon fekk meg at hugsa um hvussu vit fara at minnast aftur á hetta tíðarskeiðið í framtíðini. Grindin fer helst at hava alt gott at siga nú grindahvalir púra ótarnaðir sleppa at svimja kring oyggjarnar, tí grindadráp er bannað og bæði luft og hav verða eisini minni dálkað í løtuni. Á grasinum í sólini í morgun segði sonurin seg vera væl nøgdan við støðuna, við fjarundirvísing og mongu tímarnar við hús og í selskapi við foreldrum sínum, men børn duga ofta ómetaliga væl at liva í núinum, og eg veit, at hann leingist eftir floksfelagum sínum. Eg haldi, at sjálvt vit vaksnu, sum vita hvussu neyðugt tað er at vera tolin og at bíða, eisini kunnu gerast eitt sindur rastleys til tíðir. Hetta við fjarundirvísing hugsi eg, at lærarar og næmingar uppliva eitt sindur ymiskt. Eg haldi sjálv, at um mann leggur til brots og heldur, at virksemið skal vera á hædd við soleiðis sum tað var pre-corona, ja, so kann mann skjótt missa ondina. Tí støðan er ómetaliga øðrvísi í løtuni og tað mugu vit taka við. Sálarliga er hetta strævið fyri sjálvt tey sterkastu, og eg haldi tað hevur serliga stóran týdning at vera eitt sindur góð við seg sjálva í løtuni og at minnast til, at um mann ikki megnar tað sama sum vanligt, so er tað í fínasta lagi. Eg havi í samráð við næmingar avgjørt at leggja nokk so stóran dent á tað kreativa, tí fleiri tíma tað sera væl - hetta ber eyðvitað serliga væl til í eini lærugrein sum myndlist. Vit eru í løtuni í ekspressionismu, har vit lesa um og síggja filmar um listafólk sum Edvard Munch og Mikines og síðani hava næmingarnir fingið til uppgávu at parafrasera onkran av málningunum hjá mætu listafólkunum. Tað góða við hesari uppgávuni er, at hon ikki krevur so nógv meira enn, at mann tímir og er við uppá tað. - Tað er imponerandi væl funnið uppá og gjørt hjá næmingunum má eg siga, eg havi fingið nógvar góðar og stuttligar myndir sendandi. Til dagsins uppgávu hava vit latið okkum inspirera av rákinum, sum eg haldi, at Getty listasavnið í Los Angeles fann uppá, tá tey bóðu fólk í karantenu um at almannakunngera myndir av sær sjálvum poserandi sum síni yndislistaverk. Victoria Martha Hansen hevur latið gjørt fínu fotomyndina ovast, har hon upptraðkar sum longsulsfulla kvinnan í bláum í Munch-kenda málninginum hjá Mikines, sum hongur í Listasavninum. Hanna Janusardóttir Rasmussen hevur fingið beiggja sín at posera sum Hans Andrias Djurhuus í portrettmyndini hjá Mikines. Elisabeth Jacobsen hevur gjørt eina kollasju við klædnastykkjum og einum legokubba ímyndandi eina slupp og eina longsulsfulla kvinnu og Torgunn Ása Hentze Haraldsen hevur brúkt sama forlegg í síni fotomynd, men Dina Havsteinsdóttir Klein hevur tikið støði í eini grindadrápsmynd - sí niðast. Enn havi eg bara fingið nakrar myndir - eg gleði meg til rest og við loyvi frá avvarðandi næmingum seti eg onkra inn her.

Hanna

Hanna

Mikanesships-leaving-harbour_1937-1938.jpg
Elisabeth

Elisabeth

Torgunn Ása

Torgunn Ása

Dina

Dina

Mikannes_pilot-whale-killing1-1942.jpg
Dina

Dina

Eingin hjálparpakki til listina?

slamm.jpg

Koronakreppan hevur nú vart so mikið leingi, at tað ber til at hyggja aftur á hana og meta um hvussu tað gongur við tí ymiska. Hetta verður gjørt javnt og samt í fjølmiðlum kring heimin – eisini í føroysku fjølmiðlunum við góðum sendingum og greinum, sum snúgva seg um corona. Tað besta eru tær sendingar/greinar, har evni verða viðgjørd í dýpdini og aktualiserað heldur enn bara reksað upp. Tað ljóðar kanska sum ein sjálvsagdur lutur, men er tað ikki. Í heilum verða tíðindi leverað, greinar skrivaðar, sum í roynd og veru bara eru ein uppreksan av vitan, sum verður yvirleverað uttan, at vit merkja aktualiteten ella hugsandi skilvísið í menniskjanum aftanfyri. Og tá eg nú leggi meg á positiva bógvin og nevni okkurt av tí góða, ja so fylgi eg gamlari siðvenju í føroyskari mentanarmiðlan. Eitt nú var sendingin Hvat nú Føroyar ómetaliga góð – hurrá, nú varð endiliga onkur, sum tosaði við tey gomlu í staðin fyri bara at tosa um tey og í Pressuni eru í heilum reflekterandi menniskju, ikki minst í síðstu sending, har ljós varð varpað á etikkin - tað er fyri neyðini má eg siga (í morgun hevur ein sending verið um etikk í sambandi við korona í útvarpinum, sum eg enn ikki havi hoyrt).

Sum heild eru tílik humanistisk og mentanarlig mál meira og minni dottin undir fjølmiðlaradarin og tað er óskiljandi, tá hugsað verður um bæði ta ávirkan, sum koronakreppan hevur á okkum menniskju, á okkara hugsunarhátt, mentan, á okkara skúla og læring fyri bara at nevna okkurt av nógvum, men eisini um hugsað verður um týdningin av mentan, humaniora og list. Flest okkara hava ongantíð sum nú tørv á listini. Vit sakna framsýningar, men sleppa fram at teimum í avmarkaðum líki á netinum, har vit eisini stroyma konsertir og leikir osfr.

Í Norðurlondum er eitt sindur av muni á hvussu farið verður fram í sambandi við Korona. Men allastaðni hava tiltøk av onkrum slagi verið sett í verk. Her hjá okkum hevur samfelagið verið stongt síðani á Grækarismessu, tá tjøldrini so at siga komu til læstar dyr. Síðani eru fleiri fíggarligir hjálparpakkar lætnir. Ymiskt hevur eisini verið hvussu list og mentan hevur verið viðfarin í Norðurlondum, her hugsi eg t.d. um ta virðing, mann sýnir listini frá almennari síðu. Í Noregi var listin og mentanin við beinanvegin – norska landsstýriskvinnan í mentamálum var alt fyri eitt frammi við stuðlandi orðum og lyftum um hjálp til mentanarlívið. Danska mentamálaráðfrúan var eitt sindur seinni uppá tað - tað fekk hon nógvan kritikk fyri. Í Danmark var statsministarin forrestin rættiliga skjót at nevna mentanina – tað gjørdi hon á einum av teimum fyrstu stóru tíðindafundunum, har hon legði dent á stóra týdningin, sum mentan og list hava fyri okkum. Danska mentamálaráðfrúan er síðani komin longri fram í skógvarnar og í nátt var politisk avgerð tikin um tann næsta hjálparpakkan til danska mentanarlívið. Í Føroyum.

Í Føroyum stendur verri til bæði við at sýna virðing fyri listini frá almennari síðu og eisini við at fáa pengapungin fram. Her hevur hvørki løgmaður ella mentamálaráðharrin tikið listina upp á tungu, tó at teir báðir hava tikið lut á mongum tíðindafundum, sum fara út til alt fólkið. Ikki einaferð hava teir nevnt tann týdning, sum tónleikurin hevur, sum bókmentir, leiklist sum sangur hava fyri karantenumenniskjað – og føroyski mentamálaráðharrin hevur ikki eina ferð vent sær til almenningin, til listafólk ella fyriskiparar um nakran komandi hjálparpakka til tað føroyska mentanar- og listalívið.

Í tíðindasending á døgverða í gjár var endiliga ein mentanarjournalistiskur glotti, tí har hevði ein journalistur ómakað sær at spyrja eina listakvinnu og nevndarlim í LISA um støðuna hjá føroysku listafólkunum og hon er ring sjálvandi. 37 dagar aftaná, at landið varð stongt og møguleikar listafólksins fyri at framsýna, selja, lesa upp, hava fyrilestrar osfr. vórðu grundleggjandi skerdir, ja ómøguliggjørdir, var list og mentan fyri fyrstu ferð viðgjørt journalistiskt. Eg veit ikki hvør orsøkin er. Kann tað vera hasin gamli romantiski tankin um, at listafólk skapa best í armóð? Eg hugsi, at orsøkin til, at listafólkini ikki reagera ógvisligari enn tey gera er, at nógv av teimum eru von við karantenu – tað er soleiðis tey arbeiða ofta í einsemi í atelierum og við skriviborð. Og tey eru heldur ikki von við at fáa sínar arbeiðsumstøður viðgjørdar í almenna rúminum – í øllum førum ikki, tá støðan er ring. Tá er bara at spenna inn reimina nøkur hol og gleða seg til betri tíðir. Í áðurnevndu tíðindasending var gjørt greitt, at listaøkið eisini má hugsast inn í hjálparpakkarnar - tað er ein sjálvsagdur lutur, vildi eg hildið, sum tey, ið varða av mentanarpolitiska økinum í Føroyum skuldi havt tikið sær av fyri langari tíð síðani. Umboð fyri LISA greiddi frá støðuni og frá teimum uppskotum, sum LISA hevur til tess at hjálpa listafólkunum og síðani varð tosað við mentamálaráðharran, sum segði, at mentamálaráðið arbeiðir við málinum. Hann tosaði um at seta seg niður og finna útav tí øllum. Tað má sigast at vera uppá á tíðina at Mentamálaráðið ressast við. Og nú er ikki tíð at seta seg niður, men at gera nakað munagott fyri listafólkini og tað í ein vissan fart! Eg gleði meg at hoyra hvat Jenis á Rana, landsstýrismaður í mentamálum og løgmaður Bárður á Steig hevur at siga listafólkunum á fyrst komandi tíðindafundi, tí nú er nóg mikið drálað.

Várlist í Steinprenti

vártilboð .jpg

Í sambandi við, at samfelagið nú spakuliga letur upp aftur, hava tey í Steinprenti avgjørt at selja nøkur dygdarverk í úrvali fyri serprís. Talan er um bæði nýggjar og eldri grafiskar perlur, figurativar og abstraktar myndir hjá framúrskarandi føroyskum og norðurlendskum listafólkum. Tey hava lagt prentini fram á borð í Steinprenti - tey hava bæði spritt og frástøðu, men tað ber væl til eisini at spyrja seg fyri og fáa fatur á prentum við at ringja 31 63 86 ella skriva til litho@olivant.fo.

Hetta vártilboðið er galdandi hetta vikuskiftið frá í dag hósdagin 16.4 til og við leygardag 18.4. Opið er frá klokkan 13 til 17.

Jonhard Mikkelsen heiðraður í Íslandi

93687054_10158498040288593_202992360706015232_o+%281%29.jpg

Jonhard Mikkelsen er fyrsti móttakarin av virðisløn Vígdisar Finnbogadóttur, sum hann hevur fingið fyri arbeiði sítt við Sprotanum til frama fyri føroyskt mál og mentan. Virðislønin er stovnað í sambandi við at fyrrverandi íslendski forsetin fyllir hálvfems ár í dag. Benedikt Jónsson, sendimaður Íslands í Føroyum, handaði Jonhardi Mikkelsen heiðurslønina. Takkarrøðan hjá Jonhardi er at lesa hjá Sprotanum. Hjartaliga til lukku.

https://sprotin.fo/news/896/takk?fbclid=IwAR0tiXLi5vhGb42cly9e2OC2yKqQsOkqs9nRjJC6yJKKTJEL_R2ydMrfFTI&_l=fo

Koronugron

93220339_3149053108458883_2117598870417440768_o.jpg

Í gjár rakti eg eitt slag av koronunullpunkti, sum eg ikki enn eri komin yvir. Eg havi annars verið nokk so fresh hesar koronuvikurnar, havi bakað hvønn dag (við súrdeiggi ja ja), havi lurtað eftir Philip Faber og gjørt upphitingarvenjingar, havi gingið túrar og gjørt góðan døgverða dagliga og yvirhøvur verið næstan líka røsk sum Matisse á myndini í erva, sum fær tað besta burturúr stórum avmarkingum. Gjárdagurin var bara ikki nakar uppbyggiligur dagur fyri mítt viðkomandi. Eg bleiv knappliga so ómetaliga móð og troytt av mínum egna selskapi, av óvissuni, av digitalum sambandi og vánaligum heimateldumikrofonum, av vánaligum belýsningi, av at trálurta eftir coronatíðindum, av coronadeyðstølum, av at kaga inn í køliskápi og hugsa, at tað trongir til at vaskast fyri síðan at lata tað fast afturaftur og av at rudda og páskapynta, tá tað allíkavæl ikki kemur ein kjaftur á gátt. Og nei, eg havi einki at grenja um. Búgvi í góðum, flógvum húsum við góðum selskapi og løn og intelligent menniskju keða seg ikki og eg havi ivaleyst at gera, at lesa, at rætta, at skriva og pumpistokk. Men eg keði meg altso og eg sakni menniskju, eg sakni at práta við fólk, sum eg hitti tilvildarliga í Keypsamtøkuni, á apotekinum og á gøtuni. Eg sakni at fara til føðingardagar, at hittast á café, at fara til sjónleik, konsert og til framsýningar - hugaheiti stemningurin áðrenn upplating, tey spentu fólkini, klemm og herðaklapp, prát og angi av luktilsi og sigarettroyki uttanífrá. Men eg veit - tað kann alt gera tað sama um vit sakna og tí havi eg koronugron av tí ordiliga býttisliga slagnum, sum vónandi gongur yvir skjótt. Og kanska longu meðan eg skrivi, mitt í øllum fann eg ein áhugaverdan og sera aktuellan leik hjá Kongaliga Teatrinum um eina familju undir koronakreppuni, ein leikur, ið brúkar sínar avmarkingar til avgjørdan fyrimun. Ein veruleikakendur leikur uppá ein góðan tíma við sera góðum spæli og typum - tú kennir tær allar aftur. Hygg her, far í teatrið við hús, tað ber enntá til púra uttan at fara í bað, smyrja sær og gera sær hárið áðrenn. Huff!

https://kglteater.dk/xtra/forestillinger/forestilling-karantane?fbclid=IwAR3N61MuR-kkxEkP4PVZ9CvDoL6C1vMfYb1gR2Aps8DnbZN9SmHvmO2qrOI&section=31569

Ókeypis listafilmar og virtuelt framsýningarrúm

92989350_2554043468141455_4102998106298122240_o.jpg

Project Room 2020 er eitt virtuelt framsýningarrúm, sum nøkur av fólkunum í Art North listatíðarritinum hava funnið uppá orsakað av coronakreppuni, sum forðar listafólkum í at framsýna og áskoðarum í at uppliva framsýningar. Í projectroom2020 kunnu listafólk hava framsýningar á internetinum - eg seti inn leinki niðast - á heimasíðuni sæst hvussu mann ber seg at, um mann ynskir at sýna fram. Her verða eisini bloggar um list og um støðuna hjá listini undir covid-19 og inntil 8.mai er ein listafilmsfestivalur á skránni. Hetta vikuskiftið sýna tey filmin The man whose mind exploded hjá Toby Amies um Drako Zarhazar og hansara tilveru í eini íbúð í Brighton, sum minnir um eina listainstallatión, men sum kanska meira kann líknast við eina 3D minnistalvu um eina tilveru, sum Drako berjist fyri at halda fastari í minninum. Minnið bilar av álvarsligum heilaskaða, hann fekk av bilvanlukku. Ein ordans outsideari og tær fyrstu myndirnar av tattoveraða, nakna manninum kunnu kanska kløkka áskoðaran, men hetta er ein hugtakandi, alskin og virðilig lýsing av einum manni, sum onkursvegna megnar at standa við hvør hann er. Filmurin verður at síggja ókeypis í dag og í morgin.

Filmed by Toby Amies
Edited by Jim Scott.
Produced by Kat Mansoor, Rob Alexander, and Toby Amies
Executive Producers Daisy Asquith and Dunstan Bruce for Dandy Films
Distributed worldwide by Dogwoof.

Reviews:
The Guardian: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
The Times: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
The Independent: ⭐︎⭐︎⭐︎⭐︎
Rotten Tomatoes: 100%

https://projectroom2020.org/

https://projectroom2020.org/cinema?fbclid=IwAR3G9y9VzuXxCmqoqcMXdzABvw_mVLJuU32Vy4uqG9GiVCjsP36Iw_WcQAU

Corona-stuðulsskipanir til føroyska mentan og list!

Mynd: Installatión hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus

Mynd: Installatión hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus

Í nátt droymdi eg, at eg var til fernisering, tað var ein spennandi framsýning og har var bæði løgmaður og landslækni og tað var mær heilt natúrligt, at teir vóru har, listafegnir og fryntiligir. Aja, tað tykist eins og hevur coronasóttin sníkt seg heilt inn í mínar dreymar. - Hetta fer at taka langa tíð. Tað stendur enn greiðari eftir tíðindafundin í morgun. Men eg haldi tað er skilagóðar avgerðir, ið eru tiknar, at vit halda eitt sindur fastari enn Mette Frederiksen, bíða til 20.apríl og tá lata sera spakuliga upp. Uttanfyri vaknar nú várið, men mann sleppur ikki allan tann stuttliga og hugnaliga felagsskapin, sum er upplagdur hesa ársins tíð. Hetta verður næstan sum í bókini hjá Scherfig, at tað verður forsømt - vantsketna várið. Og summarið verður neyvan øðrvísi. Summarferiur uttanlands verða av ongum, festivalar, stevnur og ólavsøkan eru ivasamar. Aja, tað gongur nokk, stevnurnar eru á hvørjum ári og tað stendst okkum øllum í boði at fara út at merkja sólina og síggja gróðurin. Meira møtumikið er hetta kanska hjá endaflokkunum – teimum, sum verða studentar í summar og hava glett set til allan fagnaðin, endaveitslu, pisufund osfr. - Men tað sum má raðfestast fremst er, at vit koma livandi ígjøgnum sóttina øll somul. Og tí er frægast at forhála, bíða, vóna og lata sera spakuliga upp. Týdningarmikið at hava í huganum er, at hetta ikki varar ævigt. Hóast vit helst restina av okkara tíð fara at vaska okkum betri um hendurnar enn vit plagdu, so verður høvið at hittast aftur og tað kunnu vit gleða okkum til.

- Fíggjarligir hjálparpakkar eru neyðugir til vinnuna, men sanniliga eisini til listina. Enn er einki orð nevnt á tíðindafundum um hjálparpakkar til listafólk, listastovnar og listaaktørar, men hetta er neyðugt og tað hava tveir politikarar víst á, Hanna Jensen úr Framsókn og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum. Eg seti teirra hugsanir inn her og vóni og gangi út frá, at eisini landsstýrismaðurin í mentamálum hevur hugsað um listalívið og hevur eitt boð uppá hvussu vit gera best til tess at tryggja tað.

Fyrivarið politiskt arbeiði - inntil vit hittast aftur til mentan og list um alt landið

Hanna Jensen

Mentanarstovnar, felagsskapir og feløg, hvørs tilverugrundalag er at miðla ymiskar listir og ymsa mentan til fólkið her í Føroyum eins og vitjandi gestir í landinum, hava latið aftur í stóran mun og steðgað sínum natúrliga virksemi. Hetta fer heilt víst at ávirka hesi støð á ymiskan hátt, tí Covid-19 ávirkar okkum øll – eisini við eftirverkjum, vit ikki kenna enn.

Tað, sum er áhugvert fyri tey, sum stýra landinum, er, á hvønn hátt hesir ymisku partar verða ávirkaðir, at meta um, hvørt tey hóra undan, og at meta um og skapa umstøður, sum kunnu tryggja framtíðarvirksemi og at minka um bakkastini í nærmastu tíð.

Summi eru meira bundin av áskoðara-, áhoyrara- og vitjanargjøldum og aðrari sølu. Onnur hava møguliga lutfalsliga tryggan stuðul og megna betri at halda stand, nú eingin veit, nær vit aftur sleppa á listasavn, í fornminnissavn, á sersavn, til sjónleik, á konsert, í biograf, á festival, ella til aðrar framførslur.

Slíkir stovnar, felagsskapir, eindir og feløg eru sera ymiskt skipað. Summi eru stovnar beint undir landsstýrinum, onnur eru sjálvsognarstovnar og almannagagnligir felagsskapir, okkurt er felags norðurlendskt, og annað er ábyrgd hjá kommunum og landi í felag eins og øðrum áhugapørtum.

Uttan at hava fult innlit í haldførið hjá hesum ymisku stovnum, felagsskapum, eindum og feløgum, so vita vit, at fleiri vikur og mánaðir afturat, har einki vanligt virksemi kann haldast, fáa munandi ávirkan á virkisførið restina av árinum og í tíðini eftir 2020.

Tað liggur mær tungt á hjarta, at landsins myndugleikar eru framfýsnir í hesum máli og kanna og meta um støðuna hjá søvnum, pallum, festivalum og líknandi, soleiðis at rættstundis umhugsni og røtt átøk eisini verða fyrireikað og framd fyri allan mentanargeiran – í øllum sínum fjølbroytni.

Okkurt er at hækka eina stuðulsjáttan í ár og møguliga næsta ár, okkurt er at finna brúkiligar loysnir, sum møguliga krevja onkra kunngerðarbroyting, uppaftur annað er samskifti, avtalur og at savna vitan, so yvirlit er yvir samlaðu støðuna hjá teimum, sum virka beinleiðis við at miðla mentan og list í Føroyum.

Hetta vil tæna politiskum leiðarum til sóma og gera okkum øllum eina framskygda tænastu, sum vit verða inniliga glað fyri sum fólk, tá vit hittast aftur, saman – uttan frástøðu, til mentan og list um alt landið.

FÁTÆKARI FØROYAR UTTAN MENTAN OG LIST

Kristianna Winther Poulsen

Vit hava fingið tveir hjálparpakkar, sum skulu bjarga okkara vinnulívi. Neyðug politisk átøk, tí vinnan skal sjálvsagt hava so góðar karmar sum gjørligt. Men vit mugu ikki gloyma okkara listafólk og okkara mentanarlív í teimum hjálparpakkum, sum frameftir verða samtyktir.

LISTIN LEIÐIR OKKUM ÍGJØGNUM
Tann góði og rørandi tónleikurin, tey hjartanemandi løgini og tær væl skrivaðu søgurnar, sum vit í hesum løgnu og óvæntaðu tíðum njóta, uppliva og brúka, eru ikki komin burturúr ongum. Tey nógvu, sum hava spælt, sungið og framført fyri okkum hesar seinastu vikurnar, eru ikki vorðin so dugnalig eftir einum degi. Tey hava í nógv harrans ár stríðst og arbeitt og harvið ment teirra evnir til at gerast so góð, sum tey nú eru.

Og fruktirnar av teirra harða arbeiði sleppa vit onnur at njóta. Ofta er tann góði filmurin, tann góði tónleikurin, tann góða bókin og tann góða framførslan trygd fyri, at vit ikki gerast spinnandi óð í høvdinum, nú vit fullkomiliga hjálparsleys og prísgivin mugu bíða eftir, at tann vanliga tilveran aftur kann byrja.

Hvørjum skulu vit so stríðast fyri, svaraði Winston Churchill, tá ið hann varð biðin um at skerja játtanina til list fyri at hava fleiri pengar til krígsførslu. Sum samfelag hava vit skyldu til at syrgja fyri, at Korona-smeiturin ikki merkist dyggari enn hægst neyðugt á lista- og mentanarøkinum, tá ið kríggið móti Korona vónandi innan alt ov leingi er vunnið.

STUÐULSSKIPANIR TIL MENTAN OG LIST
Tað frættist úr Danmark, at politiskur meiriluti er fyri stuðulsskipan til listafólk, har 100 milliónir skulu brúkast til at hjálpa listafólki, sum eru sperd av Koronakreppuni. Við hesi skipan kunnu listafólk søkja um endurgjald fyri mista inntøku, nú sølan av listaverkum og bókum er nógv minkað, konsertir og framsýningar eru avlýstar, og alt teirra virksemi annars er steðgað ella skert. Stuðulsskipanin er fyri listafólk við bæði A- og B-inntøku, ein inntøkuháttur, sum eisini er veruleiki fyri nógv tey flestu listafólkini í Føroyum.

Ein slík loysn eigur eisini at verða gjørd fyri Føroyar, tí okkara listafólk merkja sanniliga avleiðingarnar av Koronakreppuni.

Harumframt hava danir gjørt politiska avtalu um stuðul til mentanarstovnar so sum háskúlar, kvøldskúlar og søvn, og um stuðul til fjølmiðlar, sum hava mist nógvar lýsingarinntøkur. Hendan vegin eiga vit eisini at fara, tí júst sum vinnuni skal vera lív lagað eftir Korona, skulu vit syrgja fyri, at okkara listafólk og okkara mentanarlív koma útaftur hinumegin sóttina so óskalað sum gjørligt.

Við vón um, at mentan og list fáa hægri politiska raðfesting. Tað hava vit øll uppiborið.

 

Føroysk listafólk uttan stuðul og trygd

smk.jpg

Donsk listafólk fegnast nú politisk semja er um ein fíggjarligan stuðulspakka til listina á 100 milliónur krónur. Hetta er gjørt til tess at hjálpa listafólkum og listaaktørum undir coronakreppuni í Danmark. Avtalan gevur møguleika fyri, at listaaktørar kunnu søkja um kompensatión fyri mista inntøku orsakað av vantandi sølu av verkum og bókum, avlýstum konsertum, framførslum, umframt eisini avlýstum workshops, undirvísing og fyrilestrum. Mentamálaráðharrin, Joy Mogensen sigur, at hetta verður gjørt fyri at stuðla listini, sum hevði verið skapt um ikki corona var í buktini: ”Vit hava brúk fyri, at hesi listafólkini eru har, tá kreppan er av” sigur Joy Mogensen (Kelda DR/Kulturministeriet).

Í Føroyum er støðan eyðsýnliga ein onnur - her er einki meldað út um fíggjarligan stuðul til listina. Sambært in.fo hava føroysku tónleikafestivalarnir ikki avlýst: “Munurin millum Føroyar og Danmark er í hesum føri, at meðan tað er danska stjórnin, sum avlýsir tiltøk í Danmark, so eru tað í Føroyum bara talan um áheitanir frá løgmanni og landsstýrinum. Tað merkir, at føroysku festivalarnir einki endurgjald fáa og hanga upp á tær dýru kontraktirnar, sum eru gjørdar. Fyri at sleppa undan kontraktunum krevst, at tað er landið, sum avlýsir, og ikki at hvør festivalur avlýsir vinarliga eftir áheitan frá løgmanni…”

Spurningurin er so hvat hetta sigur um virðingina fyri listini í Føroyum - higartil sær tað ikki serliga gott út.

Tað sum listin kann (meðan vit bíða eftir Pirkuni)

corona.jpg.jpg

Tá eg tendraði telduna í morgun, vóru tvær yrkingar í teldubrævkassanum. Bumm. Báðar eru skrivaðar í skugganum av covid-19 og báðar geva mær eitt innlit og perspektiv, sum hundrað Newstíðindasendingar ikki kunnu geva mær í mun til omnipresentu alheimsfarsóttina, ið er ósjónligi høvuðsleikarin í okkara tilveru í løtuni. Vit eru heima eins og øll hini og her hevur sjáldan verið ruddiligari enn tað sama; her skínur á hvørjum spreki, men tað kann alt gera tað sama, tí eingin kemur á gátt og eingin skal koma á gátt! Og eg bæði hekli og baki og eri ein ordans hávur blivin til at gera alt møguligt burtur úr súrdeiggji, sum eg næstan havi fingið eitt religiøst forhold til, tí tað livir og boblar næstan heilt av sær sjálvum og skapar lívgevandi mat og tryggleikaskapandi anga av nýbakaðum, ið stendur sum ein týðiligur mótsetningur til støðuna á skíggjanum í Italia og New York. Tey doyggja einsamøll. Vit halda stand, baka breyð og bíða (og bøna) eftir Pirkuni, sum mamma plagdi at tosa um. Hon æt Marin Skipanes og saman við landslæknanum basti hon á sinni tuberklunum, men hetta var alt í einari aðrari tíð í køkinum hjá mammu, tá tuberklar vóru fyrr í tíðini og eg yvirhøvur var lukkuliga óvitandi um, at lúnskar internationalar pandemiir av møguligum kinesiskum flogmúsauppruna eisini kundu gera um seg her í Havn. -Sjúkan er lúnsk, sigur danski forsætisráðharrin og í takt við tey ræðulig deyðatølini og eyðsýniligar fíggjargrundaðar ætlanir um at lata upp samfelagið, leikar óttin alsamt harðari á og á skíggjanum sigur ein yvirlækni, at kroppurin minnist allar sínar sigarettir. Óttin er í sær sjálvum tungur at bera hjá mongum. Sjálvt um vit skulu vera einsamøll, mugu vit ikki bera óttan í einsemi, og her traðkar listin til og útinnir sína edeligastu uppgávu. Vit eru øll í sama báti, sigur hon, eisini tá hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur. Grundleggjandi snýr hetta seg um at vera ella ikki og hvør er betri til at perspektivera hesa støðu enn Hamlet? Tað er upplagt og tí hevur Gunnvá Zachariasen tikið initiativ til eitt filmsbrot, har nógvir av okkara framúr góðu sjónleikarum saman og hvør fyri seg bera fram brot úr monologinum. Púra óteatralskt og niðri á jørðini, Shakespeare í gerandisdegnum við køksvask og alt tað. Tað er praktfult og tað sama er galdandi fyri alskyns framløgur og fyri stroymdu konsertirnar hjá Eivør, Teiti og øllum møguligum øðrum, Krúnuepistlarnir hjá Carl Jóhan Jensen, Avbyrgingageddon hjá Bloggoddi - Ummælið hjá Jóanesi Nielsen av Svik fær ta annars so hampiligu Dimmuna upp at kóka og so kunnu vit koma niður aftur á jørðina við teimum hugfarsligu Andaløgunum hjá Sunleif Rasmussen/ Aldubáruni. Andaløg komu út 1.mars og hava fingið framúr góð og áhugaverd ummæli í Politiken og BBC. Tónaskaldið heldur sjálvur, at lýsingin hjá ummælaranum, Ivan Hewitt, sum viðmælti útgávuna í BBC er tann neyvasta nakrantíð av sínum tónleiki. Lýsingin fellur, tá útvarpsverturin spyr Hewitt um ikki verkætlanin Andaløg gevur ein ávísan varhuga av einum staði og Hewitt er púra samdur: “Hetta hevur avgjørt røtur í einum ávísum staði og er onkursvegna merkiliga ekkaleyst í mun til at njóta sera grundleggjandi tónleikabyggikubbar og seta teir saman á ein heldur góðvarnan, klombrutan hátt. Eg haldi har er veruligur kompositionellur dugnaskapur aftanfyri hetta at síggja til góðvarna bráið.”

Meðan vit bíða og vóna, vóna og bíða, kunnu vit øll brúka tað, sum listin kann; eg havi til dømis akkurát flent hart, tá eg hugdi at herliga karantenufilminum hjá Andriasi Høgenni. Føroyski filmsleikstjórin hevur saman við 11 starvsfeløgum valt at bjóða hvørjum øðrum av við at skapa filmar í eini tíð, har biografar eru niðurlagdir saman við restini av samfelagnum. Takk fái tit listafólk, sum veita okkum listarliga dýpd og perspektivering, undirhald og dagdvølju meðan vit bíða.

karantænefilm.jpg

https://bloggoddur.blogspot.com/2020/03/avbyrgingageddon.html

https://www.facebook.com/karantaenefilmene/videos/3050468161738421/?t=5
https://www.nlh.fo/fo/tiltok/heimabitin/

90297009_2589449447999936_6864843995260911616_o.jpg
91692688_1066864290364520_606493143616978944_o.jpg

https://www.test.bbc.co.uk/sounds/play/m000h06h?fbclid=IwAR0J24MLW357bq8e8JO5leVZrVz6XrOVHOZ_Y5C-Tz_cz04-yw7uwrvrL2U





Lat listina liva!

91759866_10222534505694961_4962874164097581056_n.jpg

Á Facebook er komið eitt nýtt spjaldur, sum mælir okkum til at lata listina liva. Tað er yrkjarin og lærarin, Oddfríður M.Rasmussen, sum hevur funnið uppá hetta til tess at gera vart við listina og tann týdning hon hevur. Í Danmark fegnast listafólkini nú stórliga um, at Mette Frederiksen, forsetismálaráðharri í einum innleggi á Facebook, leggur dent á stóra týdningin, sum list og mentan hevur ikki minst í eini krepputíð sum hesari. Einki kann undirhalda, gera okkum klókari, viðgera mál, røra og gleða okkum sum listin. Sum Mette Frederiksen skrivar, so uppdaga vit kanska nústani hvussu stóran týdning listin hevur og hvussu nógv vit mangla bókasøvn, leikhús, museum, biograf og konserthøllir nú vit orsakað av smittuvanda mugu halda okkum heima við hús. Tess meira imponerandi er at síggja og hoyra tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar o.o. nýta alskyns kreativar hættir til tess at røkka okkum móttakarar. Fleiri fínar konsertir hava verið stroymdar við føroyskum tónleikarum, m.a. Teiti Lassen, Eivør Pálsdóttir, eins og konsertirnar við formidabla Kim Hansen sum verti í SMS eisini hava verið framúr. Fleiri av kommununum hava skipað fyri ymiskum stroymingum og í kvøld klokkan 21 verður tiltakið ORÐ & TÓNAR á Reinsarínum, tá fer Knút Háberg Eysturstein at leggja fram og hugleiða um bókina “Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”, og Teitur fer at spæla løg hjá Regini Dahl. Umframt at konsertin kann síggjast beinleiðis á www.torsgota.fo, kann hon síggjast beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.

Gerandisdagurin hjá listafólkum er á so mangan hátt neyvan nógv øðrvísi enn hann plagar at vera, tí tey eru nokk so von við at vera einsamøll og skapa einsamøll. Men tey eru skerd sum vit onnur, tí tey sleppa ikki at lesa upp, framføra, sýna fram osfr. og fyri fleiri er hetta ein fíggjarligur trupulleiki. Í Danmark hava tey við landsins mentamálaráðharra, Joy Mogensen, loksins stáplað ein sonevndan hjálparpakka til mentanarlívið uppá beinini, men í Føroyum hendir ógvuliga lítið á hesum økinum. Løgmaður hevur ikki nevnt mentanarlívið og tess týdning. Vit hava sæð eitt sindur til Jenis av Rana á Coronatíðindafundum, men hetta hevur ongantíð verið í eginleikanum sum mentamálaráðharri, hann hevur upptraðka sum uttanríkismálaráðharri. Frá politiskari síðu er ov lítið gjørt burturúr teirri livandi listini í Føroyum undir coronakreppuni.


Um listaummæli og kreppuna - skriv frá ummælarunum í AICA

Norman Rockwell The art critic - brot (1955)

Norman Rockwell The art critic - brot (1955)

Eins og alt annað er listin eisini afturlatin í løtuni - listafólkini kunnu arbeiða í teirra starvsstovum, men framsýningarskálar og listasøvn eru fyri tað mesta stongd. Í hesum sambandi hevur nevndin í AICA Danmark skrivað eitt innlegg um týdningin hjá listaummælum.

Som aktive kunstkritikere sætter vi hver eneste af kunstlivets begivenheder og nye initiativer under lup. Vi har derfor fra dag ét kunnet spore de drastiske konsekvenser det har, når et samfund må lukke størstedelen af sit kulturliv ned. Nedlukningen kom pludseligt og omfattede hele fødekæden – fra de største museer og stort anlagte events ned til vækstlagene og enkeltpersoners virke. Det vel at bemærke midt i kulturlivets højsæson, hvor frekvensen af aktiviteter typisk er på sit højeste.

Højsæsonen betyder normalt også tætpakkede kalendere for os kunstkritikere – her er der simpelthen meget at skrive om i vores anmeldelser, reportager, interviews og kommentarer som holder samtalerne i gang, starter ny debat og ikke mindst inviterer læserne til deltagelse og medejerskab. Alt sammen medvirker til at kunsten, og samtalerne om kunsten, bliver ambitiøse og inkluderende bidrag til samfundet. Men med lukkede institutioner og udstillingssteder, er en væsentlig del af dette arbejde naturligvis sat i stå. Det samme er en stor del af det formidlingsarbejde, vi kunstkritikere typisk udfører ved siden af det skrevne ord igennem foredrag, debatvirksomhed, undervisning, ekspertrådgivning og meget andet. 

Der er gode grunde til, at nedlukningen har været uundgåelig og vi er overbeviste om, at dansk kunstliv er båret af så meget engagement og kunnen, at der nok skal være rigeligt at skrive om i fremtiden. Så er sagen bare, om den gode kunstkritik også kan komme gennem krisen. 

Vi har i de seneste år set ganske svære tider for kunstkritikken i Danmark. Aviserne holder kunstkritik i en tynd tråd og den fastansatte kunstanmelder er en udryddet dyreart. Public service i TV og radio flyder ikke ligefrem over med kunstformidling og de dage, hvor kunsthistorier, bøger og leksika havde deres plads på boghandlernes hylder synes talte – det, selv om publikum faktisk strømmer til kunstmuseerne (som de aktuelle rekordsættende besøgstal viser) og man alle steder oplever stor nysgerrighed og interesse for kunsten. 

I AICA Danmark – Foreningen af Danske Kunstkritikere har vi oplevet, at Statens Kunstfond i en periode ikke har kunnet støtte Kunstkritikerprisen, de danske kunstkritikeres præmiering af årets bedste kunstbegivenhed, som derfor i 2019 ikke blev uddelt. Vi arbejder på at genetablere prisen snarest og organisere nye relevante arrangementer i kunstkritikkens tegn. Lige inden pandemien stillede vi i AICA Danmark en ny bestyrelse bestående af undertegnede hold, som sammen ser frem til forhåbentlig snart at kunne arbejde aktivt både med kunstkritikken og for kunstkritikkens vilkår i en genåbnet kunstverden.

Vi når en dag om på den anden side af nedlukningen og er forhåbentlig sluppet gennem pandemien med så få ofre og omkostninger som muligt, også i kunstens verden. Her bliver det vigtigt at komme ud af huletiden og få hensyn gennem afstand og usikkerhedens nødberedskab erstattet af engagement, udfoldelse og deltagelse. 

Når kunsten åbner fra karantænetidens virtuelle museumsbesøg og arkivoptagelser i unfair konkurrence med streaminggiganternes udbud, står kunstkritikerne klar til at deltage aktivt i samfundet igen – til at opmuntre befolkningen til at påskønne det, vi har, og nysgerrigt engagere den i det, der er på vej. Heldigvis er dette projekt ikke overladt til overbebyrdede hjemmeundervisende forældre eller skrantende nettjenester. Vi er professionelle kunstarbejdere, der som kritikere, formidlere og initiativtagere er klar til at kickstarte Kunstdanmark – gerne endnu bedre og for endnu flere. Nedlukningen har vist, at noget mangler, når kunstkritikken ligger stille. Vi er i gang med at lære og erfare, at den levende kunstkritik ér – og fortsat skal være – en del af vores samfund og en forudsætning for dets kunstliv.

Nevndin í AICA – Mathias Kryger, Louise Steiwer, Kristian Handberg, Christiane Meldgaard, Kinna Poulsen, Christian Salling og John Poulsen (revisor)

Teitur Modern Era

Teitur - Modern Era EP 3000 x 3000pxl.jpeg

17 apríl gevur Teitur Lassen út nýggja útgávu. Tað er ein EP við 4 løgum, sum eitur Modern Era og sum Teitur eftir ætlan skuldi framføra á eini stórari turné. Ferðin er eyðvitað avlýst orsakað av covid-19, Teitur hevur sjálvur verið í sóttarhaldi, skilst á einum herligum sonevndum quarantine special innslagið, sum hann legði á youtube í síðstu viku (sí niðast). Tvey av løgunum á EP´ini eru givin út sum stakløg, tey eita Holiday Inn og Clara. Harumframt eru Enough og It´s on me. Síðstnevnda sangin gjørdi kendi danski jazzsangarin Cæcilie Norby, men hann ljóðar rættiliga nógv sum ein Teitursangur av tí ordiliga góða slagnum, sum næstan av tilvild mitt í øllum lyftir alt sinnið upp í eina ekstatiska eydnustøðu. At tónleikurin gevur einum slíkar upplivingar er kanska ikki heilt óvanligt, men mátin Teitur serverar hesar upplivingar er av sonnum óvanligur. Hann dugir at mynda eitt huglag og ein sang soleiðis, at hann tykjast vaksa upp burtur úr ongum og av tilvild, soleiðis at tú sum lurtari ert púra avslappað - alt er fullkomiliga vanligt og gerandisligt sum vart tú í ferð við at eta eina rugbreyðflís við hummus ella leggja handklæði saman. Sum lurtari sleppur tú øllum og gloymir alt, eisini væntanir um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka og tendra tína lukkukenslu og sorgblídni, men eisini okkurt skálkabrosið. Holiday Inn er ein festligur lættur sangur – minnir í uppbygging eitt sindur um okkurt frá Graceland hjá Paul Simon, kanska You can call me Al. Sama lætta, fríska huglag er yvir sanginum Clara, sum rímar við modern era. Clara er ein modernað smágenta, sum onkuntíð verður argað, tí hon ikki gongur í gentulitum, men heldur gongur í litum, henni dámar, tí soleiðis gera gentur í modernaðu tíðini. Staðfest verður: “She´s not a tomboy, she´s just Clara..”. Some people say she´s a boy pretender - she´s too young to know her gender..”. Sangurin um Claru snýr seg um og finst at okkara troyttandi tørvi til at avmarka hvønn annan í kassum, men sangurin er annars ikki innihaldstungur ella fingrapeikandi, hann er tvørtímóti lættur, góður og supercool. Teitur greiðir frá í tíðindaskrivi, at hann hevur innspælt Modern Era saman við hálendska framleiðaranum og tónleikaranum Reyn í hansara kirkjustudio í Hollandi: “Reyn er spælandi og stuttligur og djúpt inni í øllum aspektum av innspælingarprosessini. Tað passar okkum báðum at brúka nógv ljóðføri og vit hugsa ikki ordiliga um hvør spælir hvat, tí vit eru altíð samdir um hvat skal vera ella ikki vera har”. Teitur og Reyn spæla øll ljóðførini og spældu inn EP´ina uppá nakrar dagar, Robert Carranza ljóðblandaði upptøkurnar í Los Angeles nakrar vikur seinni. Teitur greiðir frá sanginum Clara, at hann er inspireraður av dóttir ein amerikanskan sangara og sangskrivaravin, Griffin House, sum eitur Clara. Heitið á útgávuni Modern Era kemur frá hesum sanginum og varð valt, tí tað sambært Teiti riggar til fotomyndina av ísfjøllum, sum australski myndamaðurin Simon Harsent tók í Grønlandi. Enough er ein vakur sangur, sum snýr seg um mótstríðandi kensluna, tá mann hevur mist onkran og ikki vil syrgja, og tú veitst ikki hvar tú skalt koyra tær góðu kenslurnar og helst bara vilt fagna og fegnast um alt tað góða, tú hevði saman við tí farna. Samanumtikið eru vit við útgávuni Modern Era á somu leið sum við útgávunum Story Music (2013) og I Want To Be Kind (2018) við góðum og hugsunarsomum sangum um tilveruna nú á døgum, sjónarmiðið er eyðmjúkt og kerligt, men við einum álvarsligum undirtóna um neyðug menniskjalig og umhvørvislig atlit. Hetta er gott at lurta eftir, og vit hava tíð til tað í løtuni - í so máta kann mann siga, at tað einasta keðiliga við útgávuni er, at hon ikki er ein dupult LP við øgiliga nógvum sangum.

 

Eitt verk um dagin 5

VÁRFRAMSÝNINGIN - Elin Josefina Smith í Listasavni Føroya

VÁRFRAMSÝNINGIN - Elin Josefina Smith í Listasavni Føroya

Nú mundi eg púra gloymt fasta táttin her á Listaportalinum, sum eitur Eitt verk um dagin. Eri satt at siga eitt sindur móð aftan á at hava staðið fyri fjarundirvísing nú í fýra dagar. Tað gongur bara væl, men mann skal venja seg við tað - ikki frítt, at bæði gø og høvuðpína merkist aftaná nógvu tímarnar við telduna.

Í kvøld snýr hetta seg ikki um eitt ávíst verk, men um nøkur av verkunum á framsýningum, sum vit ikki sleppa at síggja orsakað av coronasóttini og teimum tiltøkum, ið eru sett í verk til tess at tálma vøkstrinum av smittaðum. Á Várframsýningini í ár er hópin av verkum at síggja. Eg seti myndir inn her m.a. av fínu tusjtekningini hjá Elin J.Smith, ið sum ikki eina ferð brýtur upp úr nýggjum myndevnisliga. Í sínum myndum á Várframsýningini hevur Elin J.Smith við livandi, skemtiligum og dekorativum strikum fabulerað yvir framførsluna og tilveruna hjá eini dragqueen. Fleiri av verkunum á framsýningini sýnast á sama hátt frásagnarlig og dramatisk, t.d. verkið hjá rithøvundinum Rakel Helmsdal, sum er myndað av hvítum kvadratiskum flatum, haðani ein ævintýrkend vera tykist bróta seg fram og gerast trívíddarlig og skulpturel. Stílurin er nakað øðrvísi í fotomyndunum hjá Gwenael Akira Helmsdal Carré, men eisini her hómast okkurt frásagnarligt í figurunum, sum somuleiðis hava skulpturelt brá.

Júst hesa tíðina, tá várið spríkir fram, spretta eisni framsýningar og tiltøk. Vit vakna av ljósinum og fáa hug at fara út millum onnur fólk at uppliva. Tað kunnu vit ikki beint nú, men tað góða við tí er, at orsøkin ikki er, at listin er horvin, at listafólkini eru hildin uppat at skapa ella at vit ongantíð aftur sleppa ta uppliva alt tað nógva góða. Tað er har, eisini tá virussjúkan er farin. Í Víngarðinum hongur ein framsýning, sum eg sjálv havi kuraterað og sum eg kalli GIRLTALK, eitt næstan lifrandi heiti við hópin av leskiliga ljósareyðum listaverkum. Eg sakni verkini øll, herligu lógvatakini hjá Silju Strøm og allar hennara einastandandi lýsingar av menniskjaligari samveru, nakað, sum vit júst í hesum døgum eru farin at virðismeta í størri mun. Framúrskarandi velourverkini hjá Randi Samsonsen eru eins og eitt klemm at hyggja at og so málningarnir hjá Hansinu Iversen og teirra áhugaverdu mótsetningar millum tað slætta, tað sannførda, yndisliga og grunna og so aftanfyriliggjandi dynamisku dýpdina, har einki er sum tú fyrst helt tað vera og har listakvinnan við beráddum huga tykist brúka løttu assosiatiónirnar hjá ljósareyða litinum til egnan fyrimun so at siga. Eg sakni at síggja hesi listaverkini í veruleikanum - inntil vit sleppa tað, eru her nakrar myndir av allari herligheitini. - Handan garvilla prentmyndin niðast er ein hjá Zven Balslev, sum hongur í Steinprent í løtuni.

VÁRFRAMSÝNINGIN - Rakel Helmsdal í Listasavni Føroya

VÁRFRAMSÝNINGIN - Rakel Helmsdal í Listasavni Føroya

VÁRFRAMSÝNINGIN - Gwenael Akira Helmsdal Carré í Listasavni Føroya

VÁRFRAMSÝNINGIN - Gwenael Akira Helmsdal Carré í Listasavni Føroya

GIRLTALK - Hansina Iversen í Víngarðinum

GIRLTALK - Hansina Iversen í Víngarðinum

GIRLTALK - Randi Samsonsen í Víngarðinum

GIRLTALK - Randi Samsonsen í Víngarðinum

GIRLTALK - Silja Strøm í Víngarðinum

GIRLTALK - Silja Strøm í Víngarðinum

TVÆR STRIKUR - Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti

TVÆR STRIKUR - Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti

OPEN CALL Minnismerki yvir kvinnur deyðar í barsilssong

plakat.jpg

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráðfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast. Tað eru nógvir minnisvarðar í Føroyum, men ongir av teimum eru til minnis um kvinnurnar, sum lótu lív fyri komandi ættarlið.

Tríggjar kvinnur í Fuglafirði hava tikið stig til at geva hesum søgum eitt jarðfast og sjónligt minni, og Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarligan vælvild og somuleiðis givið tiltakinum eitt grønt øki í
miðbýnum at ráða yvir til endamálið. Økið hýsir frammanundan felagsítriv so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.


TAÐ PRAKTISKA
Yvirlitsmynd við uppmerking av økinum, sum kommunan hevur veitt tiltakinum, er innsett her niðanfyri. Viðmerkjast skal, at tillagingar í mun til staðseting kunnu verða gjørdar, og harafturat at fyrireikingararbeiðið at búgva økið til verður gjørt í samstarvi við Fuglafjarðar kommunu.
Við hesum bjóða vit norðurlendskum listarfólkum hesa uppgávu og vænta at kunna fíggja ætlanina við í mesta lagi 700.000 Dkk. Tíðarfreistin at lata uppskot inn er: 1. juli 2020
Aftursvar: 1. september 2020
Væntanti verður listarverkið liðugt: 1. sept 2021
Stað: Miðstaðarlundin í Fuglafirði
Uppskotið skal fevna um:
- lýsing av minnismerkinum
- skitsumynd ella upprit av uppskotinum
- fíggjarætlan
- frásøgn av listarfólki ella listarfólkatoymi
Verður innsent í Word, PDF, jpg ella Powerpoint.
2
Listafólkið er frítt stillað viðvíkjandi vali av tilfari og úttrykki, somuleiðis sum nevndin tilskilar sær rætt til
frítt at velja ella ikki at velja millum innkomnu uppskotini.
Uppskotið skal sendast til minnismerki@fuglafjordur.fo
Ætlanin er vorðin til í samstarvi við LISA – føroyska listarfólkaráðið, og serkøn eru við til at velja millum
innkomnu uppskotini. Nevndin er soleiðis samansett: Eitt umboð frá Fuglafjarðar kommunu, eitt umboð frá
stigtakarunum og einum umboði frá LISA.
Stigtakarar: Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.
SAMBAND
T-postur minnismerki@fuglafjordur.fo
Bústaður Ennivegur 15, FO-530 Fuglafjørður, Færøerne
Kunning https://fuglafjordur.fo/mentan/minnismerki/
Telefon 211311

plakat.jpg


OPEN CALL Monument in remembrance of women who died in maternity bed

All over the world and throughout time women have died because of pregnancy and childbirth. The Faroe Islands are no exception. Several decades ago, the infrastructure was far from its current state. When births became difficult, getting help in time was much more challenging than now. Most families have stories about relatives who died giving birth and how it affected their family narrative and thriving for generations. Times have changed. The Faroe Islands are a modern society. However, the stories of the dead women have affected their people, and they deserve to be remembered. There are many monuments in the Faroe Islands, but none of them are there to commemorate the women who gave their lives for later generations.

Three women in the town of Fuglafjørður have started a project that will give these stories a physical expression. The Municipality of Fuglafjørður is going to grant a part of the funds and has devoted a green area for the monument in the town centre. Social activities already take place in this area, such has singing, playing, outdoor church services, and concerts. The idea is that the monument should be in a space where life is being lived – a life that these women were bereft of.

PRACTICAL MATTERS Below, there is a photo of the area that the municipal authorities according to plan have allocated to the project. Note that this is subject to change and that preparations will be made in co-operation with the Fuglafjørður Municipality. We hereby announce this open call for proposals from artists in the Nordic region. We expect to be able to finance the entire project within a maximum budget of DKK 700,000. Deadline for proposals: July 1st, 2020 Date for reply: September 1st, 2020 Artwork ready: September 1st, 2021 Location: Miðstaðarlundin, Fuglafjørður, Faroe Islands The proposal must contain: Description of monument Sketch of artwork (or equivalent) Budget Artist biography Format: Word, PDF, jpg or PowerPoint.

The artist is at liberty regarding choice of materials and expression, and the committee is free not to choose
any of the submitted works.
E-mail: minnismerki@fuglafjordur.fo
The project has been developed in co-operation with LISA, the council of Faroese artists. Professional artists will be part of the committee. There are three members: One from the Municipality of Fuglafjørður, one from LISA and one of the initiators. The initiators are: Anne Mette Greve Klemensen priest; Poulina Abrahamsen, midwife; and Brynhild Næs Petersen, cultural co-ordinator.

CONCTACT INFO
Mail minnismerki@fuglafjordur.fo
Address Ennivegur 15 – FO-530 Fuglafjørður – Faroe Islands
Info https://fuglafjordur.fo/mentan/minnismerki/
Phone +298 211311

Eitt verk um dagin 4 - Catch

90209490_196435611792284_4504056036365172736_n.jpg

Dagsins verk er tónleikaútgávan Catch hjá Leivi Thomsen og Plúmm, sum herfyri fekk FMA virðisløn fyri besta húsa. Ei undur í tí. Lýsandi guli húsin hjá Anniku Gregoriussen við stuttliga, koloristiska fiskinum við álvarsligu umhvørvisligu undirtónunum er ein sannur fongur og tað sama má sigast um tónleikaútgávuna í sjálvum sær.

Jazzsjangran er av einari ella aðrari orsøk, sum eg ikki skilji, umdiskuterað og nokk so ofta við einum heldur neiligum fortekni, har fólk siga seg ikki dáma jazztónleik. Eg sá nú um dagarnar, at orsakað av coronasóttini eru konsertir avlýstar, men ikki jazzkonsertir (undirforstaðið, at tá møta so fá upp). Og skemt er sjálvandi í lagi, men altso at dáma tónleik undantikið jazztónleik, tað skilji eg als ikki. Tað er á leið eins intelligent sum at halda uppá, at mann ikki dámar gransking, innlit, musikalitet og dugnaskap. Haldi eg. Men hvussu skal tað vera, tá sjálvt Frank Zappa kann finna uppá at siga, at jazzurin ikki er deyður, men bara luktar løgið? Tó so - hann meinti neyvan nakað nakað ringt við útsøgnini. Hann var í hvussu er sjálvur nokk so løgin (uppá tann góða mátan). Um mann føroyskaði útsøgnina hjá Zappa, kundi mann sagt, at jazzur er ein røst tónleikatypa. Men eitt er vist og tað er, at Catch er ikki røst. Hon er tvørturímóti púrasta spilfesk eins og húsin er tað. Kanska hava vit tørv á góða gamla jazzfusiónshugtakinum um vit skulu avgera sjangruna í Catch, tónleikurin er í øllum førum ymishættaður og nertur við og skumpar ymisk sjangruhugtøk. Her eru jazzutar improvisatiónir, men eisini rokkutar gongdir, rokmikil funky petti og yndislig vísukend løg, einastaðni hoyrist okkurt, sum minnir um eitt brot úr Langt burt frá øðrum londum. Og eg kom í tankar um alt møguligt annað hjá eitt nú Weather Report, Mezzoforte, Mike Stern og Pat Metheny, men bara fyrstu ferð eg lurtaði eftir útgávuni, tí Catch myndar í grundini sítt egna heilstoypta univers, ið er hugsað og bygt upp av einum royndum og dugnaligum komponisti og tónleikara, Leivi Thomsen til ein tónleikabólk hvørs førleikar, hann kennir innanfrá. Tað er praktfult at hoyra Leiv spæla sær saman við Arnold Ludvig á bass, Rógva á Rógvu á trummur m.a. og Magnus Johannesen á m.a. keyboard. Teir eru allir einastandandi góðir tónleikarar, úrmælingar á hvør sínum øki - sum vit kanska hava lyndi til at taka fyri givið – teir hava jú altíð verið har. Umframt Plúmm er eisini Jóhan Hentze við á tveimum løgum, hann spælir eina fína trompetsolo í væleydnaða, teremindramatiska lagnum Beyond Skies. Tað mest garvilla og flipputa lagið er heitislagið, Catch, sum eisini er nógv tað longsta lagið á fløguni. Tónleikararnir spæla rættiliga frítt, men so samlast tónarnir kortini í einari kompositión og mitt í rokanum hoyra vit operasangarin, Herfinn Árnafjall bera fram tað næstan fepurkenda temaið. Tað er ekspressivt og helst eisini mest avbjóðandi lagið á fløguni at lurta eftir – í mun til hetta er t.d. It´s now at kalla popput. Eitt sera yndisligt lag - eg helt meg hoyra eina kvinnurødd syngja vakra temaið, men eg hugsi tað møguliga er ein sonevndur vocoder. Old House er framúrskarandi gott – eitt totalt hitt, sum eg ikki má lurta ov nógv eftir, tí eg fái sovorðnan ógvusligan hug at fara til konsert og lurta og flenna saman við øðrum hopphøvdum og bara hugna mær. Men tað má bíða, tí nú skulu vit vera inni í frið hjá okkum sjálvum. Og tað er gott slíkir innidagar at hava góða list at hyggja at, lesa, hugsa um og lurta eftir, t.d. einum sangi sum vakra og hugfarsliga Relief, ið er eins og heitið bendir á ein sannur linni at lurta eftir og sum yvirhøvur er eitt gott dømi um tornhøga tónleikarastøðið á Catch; hoyr bara hvussu lagið letur seg upp fyrst við hugtakandi leitandi tónum, síðan kemur tann mergjaða og sannførandi soloin hjá Leivi Thomsen og ein framúrskarandi jazzimprovisatión hjá Magnusi Johannesen og alla tíðina eru teir har, Arnold Ludvig við sínum tíðum lyriska tíðum funky bassi, ið bæði megnar tað neyva og tað dramatiska og so sjálvur rútmukletturin Rógvi á Rógvi, ið er so einastandandi musikalskur, opin og lurtandi, at tað altíð er ein fragd at hoyra tað, sum hann fæst við. Ljóðið er serstakliga gott á útgávuni, men tað týdningarmesta er kanska júst hetta, at Catch er framførd av stórum tónleikarum, av sterkum individualistum, sum lova hvørjum øðrum framat fyri at gagnast heildini. Tað er inspirerandi!

https://www.youtube.com/watch?v=Sv1eZfeY-3E&list=PLxzcNLf9zUt44qJpz3I06YFaeIbXwbTEE

Eitt verk um dagin 3 - Himnahyljar

89731622_516940279008972_9115856124828975104_n.jpg

Hvønn morgun tendri eg útvarpið júst sum mamma plagdi at gera hvønn tann einasta morgun longu, tá hon fór á ves, men fyri tíðina er tað við útsetilsum og ótta, at eg tendri. Tað er hetta talið, sum alla tíðina krýpur uppeftir. Í morgun segði hann, at heili 47 føroyingar eru smittaðir. Talið er meira enn tvífaldað, men sum skilst kemur lopið av, at tey nú hava kannað lutfalsliga fleiri fólk. Eg hopi øll hesi sjúku fólkini hava tað nøkulunda gott - tað er merkiliga ymiskt sum mann hoyrir frá fólki um hvussu tey hava tað. Eg undirvísi heimanfrá, sendi næmingunum boð um lesa ymiskt ella síggja onkran film og at svara ymiskum spurningum til tilfarið. Higartil hevur tað gingið væl, og sjálvt um eg gleði meg til tað er av, so er tað kanska ikki so galið at vera noydd at hugsa tingini av nýggjum í mun til hvussu eg kann læra næmingarnar. Og júst hetta við at hugsa tingini av nýggjum er tað, sum góðar yrkingar gera, t.d. í fína yrkingasavninum, Himnahyljar, sum Tóroddur Poulsen gav út í 2018 og sum er dagsins verk á Listaportalinum. Á síðu 78 í Himnahyljum stendur skrivað ófrættakent og profetiskt: teldan/so full/ av ótta// skal eg/ drukna/ hana/ sum ein/ óynsktan kettling// ella skal eg lata meg smitta.

Himnahyljar er eitt einastandandi vakurt og fleirtýtt bókaheiti, sum við støði í teirri ítøkiligu grundmyndini av speglingini av himmalhválvinum í hyljum, kann fatast á ymiskan hátt. Heitið er hymnukent soleiðis at skilja, at tað bert er ein spurningur um at býta um uppa seinna og fyrra i í orðsamansetingini Himnahyljar. Ein hymna er ein lovsongur ella ein sálmur, sum í átrúnaðarligum høpi plagar at vera stílaður Guði. Talan er kortini um eina sjangru, ið er nógv eldri enn kristindómurin. Í grikskari fornøld hava tey brúkt hymnur, ið vórðu stílaðar til Apollon, Afrodite og Demeter, og sum granskarar halda hava verið eitt slag av innleiðslu í framførsluni av episkum yrkingum. Onkrar hymnur hava havt politiska ávirkan, t.d.Hymn to Freedom, sum Oscar Peterson skrivaði í 1962 við støði í siðbundnum afro-amerikanskum sálmasangi/negro spiritual – henda hymna er vorðin tjóðsangur hjá mannarættindarørsluni. Í sínari hymnu til tað vakra, sum er partur av yrkingasavninum Les Fleurs du Mal frá 1857, spyr franski yrkjarin Charles Baudelaire vakurleikan, hvaðan hann kemur og hvørt tað er av himni ella úr helviti: “Viens-tu du ciel profond/ ou sors-tu de l'abîme/ O Beauté? ton regard, infernal et divin..”. Heitið á hesi yrkingini hjá Baudelaire er Hymne à la Beauté ella Lovsongur til vakurleikan.

Lovsangirnir hjá Tóroddi Poulsen eru ikki allir líka lovprísandi, teir snúgva seg um einsemi, um vind, um dirvi og mangulin uppá sama og um nýggja og gamla heimstaðin. Tá tað um Havnina ræður, tykist sjónarhornið tvíbýtt; nútíðareygleiðingarnar tykjast væl hvassari enn fortíðarperspektivið. Minnini mýkja útsýnið!

Frá byrjan sum inngangsvers fær lesarin tey góðu ráð, at tað sum líkist, ikki líkist. Vit skulu við øðrum orðum lesa yrkingarnar sum yrkingar, ikki sum ævisøgur. Tað hevur annars verið nógv frammi við sjálvsævisøguligari lesing og eg haldi, at mann javnan hómar persónin Tórodd í reglunum, t.d. tá hann og systirin gleða seg til pápin kemur heim úr Grønlandi við Kongshavn, og mamman sendir tey í sjónleikarhúsið at síggja Ófriðaligar tíðir hjá Kristini í Geil. Fleiri yrkingar í Himnahyljum eru á henda hátt skrivaðar í barnahædd við innliti í eitt frítt og fantasifult barnaunivers: “at tað/ oysti niður/ gjørdi ikki/ børnini/ minni kát// smáir/ bátar vórðu/ flotaðir/ og stevndu út/ og komu aftur/ fullir av/ góðum veðri”. Sum vant hjá Tóroddi Poulsen eru tær mest einføldu eygleiðingarnar samstundis tær djúpastu - ofta eru teir smáu bátarnir fullir av yrkingum. Tankar um yrkingar, um list og um skapan er ein aðaltáttur í verkinum hjá Toroddi Poulsen – eisini longsilin eftir at flyta seg gjøgnum tað ítøkiliga, gjøgnum fatanina og upp í eitt nýtt og ólikamligt ljós. Í nýggja savninum er himmalin annars togaður niður á jørðina, tað sama er galdandi fyri upprunastaðin hjá yrkingunum, ið verður lýstur eins og eitt rættiliga jarbundið paradís. At yrkja og at skapa eru altso enn sum áður høvuðsevni í yrkingunum, eins og fleiri spískar viðmerkingar eru til samtíðina t.d. til okkara ótta í mun til at siga tað, vit í roynd og veru meina. Himnahyljar er náttúrutokki og antimaterialisma, dagar sum ikki kunnu asfalterast, brestandi gassballónir, abstraktar dreymayrkingar og meira ítøkiligt asfalt, stálskip og colablikk á trappuni í Ebenezer, umframt yrkingar,  sum dampa burtur, upploysast og hvørva meðan tú lesur tær:

viski meg

sjálvan út

so eg

ikki angri

at eg

var her

tað kundi

verið

skrivað

í sandin

sum longu

er burtur

Mær dámar væl at enduruppliva bøkur, tónleik, myndlist, sjónleikir osfr. Endurupplivingin gevur okkurt eyka. Sjálvt um verkið í sær sjálvum er aðalmálið, so hevur tað týdning og ávirkan nær, hvar og undir hvørjum umstøðum, tú upplivir tað. Eg má viðganga, at tá eg endurlas Himnahyljar í morgun, varð lesingin í støðum litað av coronatankum, men nú fari eg at fylgja ráðunum á s.78. Eg fari at gloyma tølini, njóta litirnar og gleða meg til várið:

telji bløðini

royni at skilja

heystið betur

arbeiði við

einum nýggjum

roknistykki

sum skal fáa leyvið

at rotna seinni

so vit kunnu

njóta litirnar

væl longri

enn vanligt

og gloyma tølini

meðan vit rokna

okkum fram til várið

og gleða okkum til

at tá

eru tølini rotin

og bløðini

endurføðast

Eitt verk um dagin 2 - Hjá ommu og abba er altíð tíð

89873804_1051138698584736_4037777773777911808_n.jpg

Komandi vikurnar fari eg her á Listaportalinum at varpa ljós á áhugaverda list. Eitt verk um dagin.

“Hjá ommu og abba er altíð tíð” – heitið á málninginum hjá Sigrun Gunnarsdóttir klingar heldur sorgblítt í hesum døgum nú coronasóttin noyðir okkum at halda fjarstøðu ikki minst til okkara eldru til tess at verja tey og harvið okkum øll. Eg havi havt mín fyrsta tíma sum fjarlestur í morgun og allir næmingar “møttu”, tvs. svaraðu spurningunum, eg hevði sett til ein tekst, tey skuldu lesa. Tað er fínt og nú er frítími og tíð at skriva eina løtu. Sjálv havi eg bara verið nakrar dagar við hús og eg kenni meg í grundini hepna, tí eg havi gott selskap innandura av bæði tvey- og fýrbeintum, men eg tók meg kortini í morgun í at dagdroyma um menniskjamongdir. Eg plagi annars altíð at halda meg eitt sindur uppá avstand av slíkum, tá t.d. midnáttarsangur er á ólavsøku, men beint nú síggi eg veruliga fram til at vera millum nógv fólk aftur og kunna práta við tey, klemma tey og flenna og roksa uttan stúranir um smittu. At standa millum ólavsøkukórfólk á Tinganesi og syngja og drekka snaps - øll av sama glasi. Eg gleði meg. At sita í kirkju, til sjónleik, til listaframsýning, til upplestur, til konsert millum øll møgulig hostandi, snorandi og físandi menniskju. Eg gleði meg og sjálvt um føroyingar ikki eru líka klemmutir sum t.d. danir, so vænti eg, at tað verður eitt øgiligt klemmarí av okkum, tá vit aftur sleppa. Inntil víðari mugu vit bíða í tolni og halda okkum inni.

“Hjá ommu og abba er altíð tíð” er ein lítil, fjálgur oljumálningur, sum í løtuni er partur av Várframsýningini í Listasavni Føroya (Listasavnið er sambært tilmælum stongt í løtuni). Málningurin ímyndar eina smágentu í violettum kjóla. Hon blundar og tykist kanska dansa ballett í hugaheiminum sum hon sveimar í gráa myndarúminum, sum er innrammað av onkrum mynstrutum plaggi – kanska gardinum. Gentan er sett á eitt grátt, dekorerað skap - tað kundi mint um eina stóra hársloyfu, men er samstundis átøkt einum tímaglasi, sum liggur á liðini. Stílurin hjá Sigrun Gunnarsdóttir er eyðkendur, naivur og symbolskur við einum afturlítandi brá. Vit síggja, at t.d. kjólin og armarnir hjá gentuni er málað púra flatt uttan ljós ella skugga. Aðrastaðni í myndini síggja vit eina nokk so tjúkka og klára konturstriku kring myndaliðir, og hetta hevur alt samalt við sær, at myndin tykist fløt. Tað sama er galdandi fyri tann bastanta gráa bakgrundslitin, meðan gardinurnar geva okkum áskoðarum varhugan av einum fjálgum innirúmi haðani eymlig eygu fylgja spælandi gentuni. Heldur enn at mála eina veruleikakenda mynd av eini ávísari smágentu, tykist tankin heldur vera at geva áskoðaranum eina universala ímynd av fullkomnum barndómstryggleika.

Eitt verk um dagin 1 – silvurbók

89824130_634057964084813_4817299155292520448_n.jpg

Coronafarsóttin hevur lagt landið meira og minni lamið. Og sjálvt um nógv arbeiða heima, eru flest okkara onkursvegna hindrað í gerandisdegnum. Fyri framman er óvissa, eingin veit hvussu leingi undantaksstøðan fer at vara, men tvær vikur verður neyvan nóg mikið, tíverri. Ferða- og upplivingarvinnan er hart rakt og eisini listafólkini eru forðað í at hava konsertir, framførslur, upplestur, framsýningar og annað. Í Listasavninum hongur Várframsýningin og framsýningin hjá Randi Samsonsen, men savnið er stongt. Tað sama er galdandi fyri Norðurlandahúsið har áhugaverd og væl fyrireikað event eru avlýst, og eg hugsi, at sama støða við avlýsingum er nógva staðni kring landið. Tað er neyðugt, men spell eftir sum vit hesa tíðina hava betri tíð enn vanligt til listarligar upplivingar. Tí fari eg her á Listaportalinum hesa komandi vikurnar at varpa ljós á áhugaverda list. Eitt verk um dagin, sum kanska eina løtu fær teg at hugsa um annað enn um covid-19. So sløkk fyri tíðindarásini og hygg her! Hetta er ikki bara lívsfjar eskapisma. Góð list snýr seg ofta um tað stokkuta í tilveruni og hvussu lívið javnt og samt verður hótt. Eg kann ikki lova, at listin er eins og súreplið í enska orðatakinum, sum heldur læknanum burtur (-hurrá fyri læknum, sjúkrarrøktarfrøðingum og øllum sjúkrastarvsfólki!). Men sum skilst á tilmælum, er tað frægasta beint nú at vera inni í friði og náðum og her er gott at lesa, hyggja og hugsa.

Randi Samsonsen. Listasavn Føroya

Randi Samsonsen. Listasavn Føroya

Dagsins verk er ein lítil silvurbók, sum er lívsjáttandi á so mangan hátt. Trygvi Danielsen skrivaði og gav út bókina, silvurbók í 2018 Mín silvurbók er lítil og vøkur. Hon er silvurlitt og á henni flýtur ein ørgrynna av glitrandi sáðkyknum - Tær svimja so hugagóðar og miðvísar oman eftir permuni til høgru móti einum rundleittum skapi – er tað eitt egg? -jú, kanska eitt speilegg, men tað líkist meira einum óidentifiseraðum flúgvandi objekti. Og kanska er tað ein UFO, eftirsum vit sambært yrkjaranum Trygva Danielsen eru alien. - Nú byrjaði eg eitt sindur flúgvandi við at lýsa permuna á yrkingasavninum Silvurbók, øll eintøk av bókini eru prýdd hvør sær og eru ymisk. Formliga tilvitið sæst eisini á uppsetingini av yrkingunum, har samsvar í fleiri førum er millum skap og innihald. Yrkingasavnið er partur av eini verkligari tríeind, sum eisini fevnir um film og tónleik. Aftast í savninum standa loyniorð, so at farast kann á netið at lurta eftir Silvurplátu og hyggja at filminum 111 góðir dagar. Hetta er eitt ummæli av SilvurbókSilvurpláta er ein tónleikaútgáva, hon er eksperimenterandi og í støðum rættiliga syrut, men við fleiri serstakliga góðum orðasangum sum t.d. Alien og Rógv ella Ró. Tí umframt at hava veruligt hitt-potentiali við uppramsandi rímgongdum, sum sita, raka bæði orð og tónleikur nútíðina, og eru serstakliga her og nú. Í orðastreyminum flúgva allar møguligar løgnar orðingar framvið, og okkurt er fúlt, men ikki er tað øgiliga nógv fúlari enn tað, vit hoyra í amerikanskum mainstreamtónleiki og eg haldi ikki, at vit skulu ræðast - tí tað svingar hjá Silvurdrongi og har er perspektiv í staðfestingini av, at jørðin eru líka nógv partur av rúmdini sum hinar planetirnar og at vit altso eru líka nógv alien sum øll hini. Sum skilst eru miðlamøguleikarnir mangir í silvurverkætlanini hjá Trygva Danielsen, men allíkavæl so dámar mær væl at sita við teirri lítlu silvurbókini og lesa í frið, eg elski bókaformatið - tað er so einastandandi óforstýriligt at sita og lesa í einari bók. Konsentratiónin rýkur upp beinanvegin og tað er gott, tí henda bókin er frá allarfyrstu síðu so óvanliga nærverandi og til staðar, at tað næstan er ov nógv. Bókin vendir sær til lesarin sum var talan um eina new age lívsstílsbók ella eina pammflett frá Scientology ella Illuminati. – “Hey tú. Vælkomin og takk fyri. Eg elski teg.Tú ert líka sum eg. Tú ert okkurt...” – og so framvegis. Bókin hjá Silvurdrongi er bygd upp sum eitt tónleikaverk við preludium og postludium umframt trimum rørslum, ið hava italsk tónleikaundirheiti. Vit byrja í tí stilla og fara síðani eitt sindur upp í tempo. Annars er savnið samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39:

...gjørdi dronginum

eina nýggjárslyftu

at hevja seg upp

úr flóðalduni

av eygnakontaktum

sum vit skeita á

tá vit skríða og skragga

út úr bussinum..

(s.39 í Silvurbók)

Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – og hetta er sanniliga ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður í sama tónalagi at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til airbnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.

Vit eru

turistar í tilveruni

á samlibandinum

meir ella minni

fabriksframleiddir

týskir pensionistar

sum lúra í vindeygu á reyni

í eineggjaðum regnjakkum

við matpakka í lummunum

og taka myndir

av postkortum

tá vit lána vesið

í Norðurlandahúsinum

(s.34 í Silvurbók)

Í yrkingunum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum okkurt spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum púra óvanlig rúmdarvera. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og hugsaðar á nýggjum, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Silvurdrongur er málgagn hjá sínum ættarliði, tá hann syngur “tað tú velur tað er longu valt/ tínar dagar hava vit longu talt”. Tað er eitt ungdómstema við variatiónum í eini fínari bók, sum hervið verður viðmælt!

89822289_202321331059569_5006974213983043584_n.jpg

TVÆR STRIKUR - TO STREGER Daniel Milan og Zven Balslev sýna fram í Steinprenti

IMG_2565.jpeg

Dansk version under billederne

Tað skuldi jú vera fernisering fríggjakvøldið - ein av teimum ordiliga stuttligu og tann eini av listamonninum skuldi diska og spæla spennandi tónleik fyri okkum mitt í tysjandi, progressivu grafikkframsýningini. Men vit vita hvussu alt er í løtuni, nú eisini vit eru í serstøðu vegna Coronasóttina! Vit sleppa ikki at koma saman um alt møguligt herligt, ferniseringin er avlýst, men nú hongur framsýningin uppi og tað er opið í Steinprenti, har vit kunnu fara inn á gólvið at hyggja. Tað eru tveir áhugaverdir listamenn og vinmenn, sum hesa seinastu vikuna hava arbeitt í Steinprenti. Sum sæst á fotomyndunum her á síðuni er væl fingið burturúr. Daniel Milan og Zven Balslev hava báðir arbeitt áður í Steinprenti, síðstnevndi hevur m.a. tikið myndevnisligt støði í søguni hjá William Heinesen, Kniven. Báðir listamenninir eru danir, teir eru grafikarar við útbúgving frá kunstakademinum í Keypmannahavn, og arbeiða báðir innan eitt áhugavert myndevnislig øki, har figurativir myndaliðir verða tvinnaðir saman við abstraktum myndaliðum við einum til tíðir skemtiligum og groteskum úrsliti. Fleiri av persónunum hjá Daniel Milan hava avskeplað, avlong høvd, sum minna um bananir ella eru teir bara gjørdir av sama tilfari sum restin av tekningini? Mann kann kanska siga, at báðir listamenninir arbeiða við einum slagi av frásøgn í sínum myndum og myndarøðum, og báðir hava teir givið út bøkur, heftir og fanzines, har eksperimenterað verður við myndafrásøgn. Umframt at vera grafiskur listamaður er Zven Balslev eisini útbúgvin á málaraskúlanum á akademinum (v/Peter Bonde) og fleiri av teimum nýggju prentunum, hann hevur framleitt í vikuni og seinast hann var í Steinprent, sýnast merkt av sterkum málandi vakurleika. List er eins og menniskju betri í veruleikanum enn á telduni, tí hon skal sansast - tú skalt merkja mjúka, tjúkka pappírið og ljómandi litirnar á prentunum. Sjálvt um vit í so máta eru avmarkað haldi eg, at vit á hesum myndum á telduskíggjanum fáa varhugan av einum sera dynamiskum og góðum samstarvi í Steinprent millum tveir listavinmenn, ið gamaní líkjast, men sum kortini hava púra hvør sín teknihátt - sum hava hvør sína striku.

Myndir: Steinprent

Myndir: Steinprent

IMG_2537.jpeg
IMG_2559.jpeg
IMG_2540.jpeg
IMG_2563.jpeg
IMG_2575.jpeg
IMG_2583.jpeg
IMG_2514.jpeg
IMG_2571.jpeg
IMG_2570.jpeg

TO STREGER – Daniel Milan og Zven Balslev i Steinprent

Der skulle jo være fernisering i Steinprent i fredags og den ene af de to udstillende billedkunstnere skulle være DJ og spille spændende musik for os midt i udstillingen. Men vi ved jo hvordan det er i øjeblikket - alting bliver aflyst og også Færøerne må vi tage vores forholdsregler i forhold til den hærgende pandemi. Vi får ikke lov til at mødes omkring kunsten og ferniseringen er aflyst, men kunsten er der. Den hænger på væggene i Steinprent, hvor man kan se den - også gennem vinduerne, hvis man ikke vil gå ind. Det kan anbefales at kigge, for det er to interessante billedkunstnere, der har arbejdet på værkstedet i Steinprent i løbet af ugen. Som man kan se på vedlagte fotos, er der blevet arbejdet intenst og med fine resultater. Disse tryk udstilles sammen med tegninger og andre tryk. De to billedkunstnere og venner, Daniel Milan og Zven Balslev har begge to på tidligere tidspunkt haft arbejdsophold i Steinprent. De er grafikere, uddannede på Kunstakademiet, og de arbejder begge i et snurrigt felt, hvor figurative billedelementer sammenflettes med abstrakte elementer med et til tider grotesk udtryk. Det er måske ikke helt forkert at påstå, at de to kunstnere begge har en forkærlighed for det dumme, som ofte omsluttes af stor alvor og inderlighed. Flere af Daniel Milans personer er deforme med aflange hoveder, der kan ligne bananer eller er de måske helt enkelt skabt af samme materiale som resten af tegningen? I flere af værkerne arbejder kunstnerne med en form narrativitet i billeder og billedserier; begge kunstnere har udgivet bøger, hæfter og fanzines, hvor de eksperimenterer med billedfortælling. Ud over det grafiske er Zven Balslev også uddannet inden for maleri, og flere af hans nye litografier, samt de værker, han lavede ved sit sidste arbejdsophold i Steinprent, synes præget af en overraskende, stærkt malerisk skønhed. Kunst er som mennesker bedre i virkeligheden end via computer, for den skal sanses – man skal mærke det bløde, tykke papir og se og dufte den skønne tryksværte. Men jeg synes, at man selv på skærmbilleder får en ganske god fornemmelse af et dynamisk og godt kunstnerisk parløb i Steinprent imellem to billedkunstnere, der på trods af mange fælles træk, har deres helt eget udtryk og en streg, som er helt deres egen.

Kinna Poulsen