Eitt verk um dagin 1 – silvurbók

89824130_634057964084813_4817299155292520448_n.jpg

Coronafarsóttin hevur lagt landið meira og minni lamið. Og sjálvt um nógv arbeiða heima, eru flest okkara onkursvegna hindrað í gerandisdegnum. Fyri framman er óvissa, eingin veit hvussu leingi undantaksstøðan fer at vara, men tvær vikur verður neyvan nóg mikið, tíverri. Ferða- og upplivingarvinnan er hart rakt og eisini listafólkini eru forðað í at hava konsertir, framførslur, upplestur, framsýningar og annað. Í Listasavninum hongur Várframsýningin og framsýningin hjá Randi Samsonsen, men savnið er stongt. Tað sama er galdandi fyri Norðurlandahúsið har áhugaverd og væl fyrireikað event eru avlýst, og eg hugsi, at sama støða við avlýsingum er nógva staðni kring landið. Tað er neyðugt, men spell eftir sum vit hesa tíðina hava betri tíð enn vanligt til listarligar upplivingar. Tí fari eg her á Listaportalinum hesa komandi vikurnar at varpa ljós á áhugaverda list. Eitt verk um dagin, sum kanska eina løtu fær teg at hugsa um annað enn um covid-19. So sløkk fyri tíðindarásini og hygg her! Hetta er ikki bara lívsfjar eskapisma. Góð list snýr seg ofta um tað stokkuta í tilveruni og hvussu lívið javnt og samt verður hótt. Eg kann ikki lova, at listin er eins og súreplið í enska orðatakinum, sum heldur læknanum burtur (-hurrá fyri læknum, sjúkrarrøktarfrøðingum og øllum sjúkrastarvsfólki!). Men sum skilst á tilmælum, er tað frægasta beint nú at vera inni í friði og náðum og her er gott at lesa, hyggja og hugsa.

Randi Samsonsen. Listasavn Føroya

Randi Samsonsen. Listasavn Føroya

Dagsins verk er ein lítil silvurbók, sum er lívsjáttandi á so mangan hátt. Trygvi Danielsen skrivaði og gav út bókina, silvurbók í 2018 Mín silvurbók er lítil og vøkur. Hon er silvurlitt og á henni flýtur ein ørgrynna av glitrandi sáðkyknum - Tær svimja so hugagóðar og miðvísar oman eftir permuni til høgru móti einum rundleittum skapi – er tað eitt egg? -jú, kanska eitt speilegg, men tað líkist meira einum óidentifiseraðum flúgvandi objekti. Og kanska er tað ein UFO, eftirsum vit sambært yrkjaranum Trygva Danielsen eru alien. - Nú byrjaði eg eitt sindur flúgvandi við at lýsa permuna á yrkingasavninum Silvurbók, øll eintøk av bókini eru prýdd hvør sær og eru ymisk. Formliga tilvitið sæst eisini á uppsetingini av yrkingunum, har samsvar í fleiri førum er millum skap og innihald. Yrkingasavnið er partur av eini verkligari tríeind, sum eisini fevnir um film og tónleik. Aftast í savninum standa loyniorð, so at farast kann á netið at lurta eftir Silvurplátu og hyggja at filminum 111 góðir dagar. Hetta er eitt ummæli av SilvurbókSilvurpláta er ein tónleikaútgáva, hon er eksperimenterandi og í støðum rættiliga syrut, men við fleiri serstakliga góðum orðasangum sum t.d. Alien og Rógv ella Ró. Tí umframt at hava veruligt hitt-potentiali við uppramsandi rímgongdum, sum sita, raka bæði orð og tónleikur nútíðina, og eru serstakliga her og nú. Í orðastreyminum flúgva allar møguligar løgnar orðingar framvið, og okkurt er fúlt, men ikki er tað øgiliga nógv fúlari enn tað, vit hoyra í amerikanskum mainstreamtónleiki og eg haldi ikki, at vit skulu ræðast - tí tað svingar hjá Silvurdrongi og har er perspektiv í staðfestingini av, at jørðin eru líka nógv partur av rúmdini sum hinar planetirnar og at vit altso eru líka nógv alien sum øll hini. Sum skilst eru miðlamøguleikarnir mangir í silvurverkætlanini hjá Trygva Danielsen, men allíkavæl so dámar mær væl at sita við teirri lítlu silvurbókini og lesa í frið, eg elski bókaformatið - tað er so einastandandi óforstýriligt at sita og lesa í einari bók. Konsentratiónin rýkur upp beinanvegin og tað er gott, tí henda bókin er frá allarfyrstu síðu so óvanliga nærverandi og til staðar, at tað næstan er ov nógv. Bókin vendir sær til lesarin sum var talan um eina new age lívsstílsbók ella eina pammflett frá Scientology ella Illuminati. – “Hey tú. Vælkomin og takk fyri. Eg elski teg.Tú ert líka sum eg. Tú ert okkurt...” – og so framvegis. Bókin hjá Silvurdrongi er bygd upp sum eitt tónleikaverk við preludium og postludium umframt trimum rørslum, ið hava italsk tónleikaundirheiti. Vit byrja í tí stilla og fara síðani eitt sindur upp í tempo. Annars er savnið samanhangandi, skrivað við smáum stavum uttan yrkingaheiti. Yrkingarnar eru bygdar upp um eitt sansandi og viðmerkjandi eg, sum er Silvurdrongur. Silvurdrongur minnir eitt sindur um yrkjaran, Trygva Danielsen. Hann er ungur, miðskeiðis í tjúgunum, men følir longu andadráttin frá næsta ættarliðnum, teimum dugnaligu og stílsliga tilvitaðu anda seg í nakkan samstundis sum tey vilja taka selfie saman við Silvudrongi. Tað dámar honum allarhelst væl, tí hann er narsissist (tað sigur hann sjálvur), men hann er eisini ein uttanfyristandandi alien, sum lyftir seg upp frá gerandisdegnum ella sum skrivað stendur á síðu 39:

...gjørdi dronginum

eina nýggjárslyftu

at hevja seg upp

úr flóðalduni

av eygnakontaktum

sum vit skeita á

tá vit skríða og skragga

út úr bussinum..

(s.39 í Silvurbók)

Hann lýsir seg sum eygleiðara, ið stendur fyri seg sjálvan, men Silvurdrongur er í grundini ein nokk so typiskur ungur poetur, ið sjálvandi finst at etableraða samfelagnum, teimum, sum liggja á sofuni og spæla Gekk og síggja X-Faktor og teimum, ið verja seg við kynismu tí sum tað stendur í yrkingini at “tey /ræðast/ at røra /tey /sum mest /hava /brúk/ fyri einum klemmi”. Silvurdrongur ræðist ikki klemm og ætlar sær eftir øllum at døma at liva sterkt og doyggja rúsaður – hann hevur ikki í hyggju at skjóta ella heingja seg sum Hemingway og Robin Williams, men at fara meira snildisliga fram eins og Aldous Huxley – her mátti ummælarin googla – (eg var ikki greið yvir, at kendi høvundurin, sum í 1932 skrivaði A Brave New World, bað um og fekk innspræningar av LSD frá konu síni, tá hann lá til at doyggja). Í Silvurbók verður funnist at idealistum av ymiskum slag, tjóðskaparromantikarum, poetiskum, idealistiskum, humanistiskum og filantropiskum romantikarum. Og sjálvandi fær akademiski romantikarin ein serligan ein yvir nakkan, tí akademikarin sær ikki veruleikan fyri nalvaull – og hetta er sanniliga ikki fyrstu ferð mann sum akademikari møtir hesum ikki serliga flatterandi skoðsmálinum. Funnist verður í sama tónalagi at etableraða samfelagnum í okkara tíð við sjálvsdyrkandi materialismu, perspektivleysari kroppsdyrkan og fíggjarligum grammleika, sum hevur við sær, at hvørt elalítið rúm ella kurpali í høvuðstaðnum nú verður leigað út til airbnb, so at vit tjena kassan, samstundis sum vit hava medborgarar, ið einki hava at búgva í.

Vit eru

turistar í tilveruni

á samlibandinum

meir ella minni

fabriksframleiddir

týskir pensionistar

sum lúra í vindeygu á reyni

í eineggjaðum regnjakkum

við matpakka í lummunum

og taka myndir

av postkortum

tá vit lána vesið

í Norðurlandahúsinum

(s.34 í Silvurbók)

Í yrkingunum hómast eitt ávíst lyndi til at venda tingunum við. Í staðin fyri at loypa út úr skápinum sum okkurt spesielt, umhugsar yrkjaraegið at loypa út sum okkurt vanligt, sum sjómaður ella sum púra óvanlig rúmdarvera. Onkrar yrkingar fáa meg at hugsa um Tórodd Poulsen og tað er ikki bara tí báðir yrkjarar eru úr Havn og skriva tekstir við kritiskum hugburði mótvegis turismu, materialismu og etableraða spíssborgaranum. Her er eisini formlig samanfall við orðaspæli og denti á mótsetningar. Fastar orðingar verða loystar upp og hugsaðar á nýggjum, eins og sansaøki, sum vanliga einki hava við hvørt annað at gera, verða sett saman sum tá tosað verður um at føla eftirsmakkin av longslinum. Og sjálvandi er alt hetta vanlig fyribrigdi í modernistiskum yrkingum, men eg haldi, at okkurt er í tí tilfarsliga í summum yrkingum, sum minnir meg um Tórodd Poulsen. Í eini yrking stendur t.d.: “tí eg saknaði teg/ heilt har uppi/ yvir skýggj/ tá eg feyk í vindinum/ meðan tú vart moldin/ og bíðaði tolin/ til eg krassjaði” (s.61). Kanska eru orðaspølini hjá Trygva Danielsen øðrvísi og meira kringlut enn tey hjá Tóroddi Poulsen – í Silvurbók verður til dømis tosað um at jarðbera lygnina, um statoilstøðina í sálarbotni og um at bryggja bøtuflaka. Yrkingarnar hjá Trygva Danielsen hava somuleiðis eina meira staccato-kenda rútmu við einum ella fáum orðum á hvørjari reglu. Silvurdrongur er málgagn hjá sínum ættarliði, tá hann syngur “tað tú velur tað er longu valt/ tínar dagar hava vit longu talt”. Tað er eitt ungdómstema við variatiónum í eini fínari bók, sum hervið verður viðmælt!

89822289_202321331059569_5006974213983043584_n.jpg