Koronukreativ fjarundirvísing

Victoria.jpeg

Sonurin og eg havi hildið fríkorter frá fjarundirvísing í góðveðrinum á KFUK-bønum beint uttanfyri. Perfekt løta - tað skal eg viðganga - hon fekk meg at hugsa um hvussu vit fara at minnast aftur á hetta tíðarskeiðið í framtíðini. Grindin fer helst at hava alt gott at siga nú grindahvalir púra ótarnaðir sleppa at svimja kring oyggjarnar, tí grindadráp er bannað og bæði luft og hav verða eisini minni dálkað í løtuni. Á grasinum í sólini í morgun segði sonurin seg vera væl nøgdan við støðuna, við fjarundirvísing og mongu tímarnar við hús og í selskapi við foreldrum sínum, men børn duga ofta ómetaliga væl at liva í núinum, og eg veit, at hann leingist eftir floksfelagum sínum. Eg haldi, at sjálvt vit vaksnu, sum vita hvussu neyðugt tað er at vera tolin og at bíða, eisini kunnu gerast eitt sindur rastleys til tíðir. Hetta við fjarundirvísing hugsi eg, at lærarar og næmingar uppliva eitt sindur ymiskt. Eg haldi sjálv, at um mann leggur til brots og heldur, at virksemið skal vera á hædd við soleiðis sum tað var pre-corona, ja, so kann mann skjótt missa ondina. Tí støðan er ómetaliga øðrvísi í løtuni og tað mugu vit taka við. Sálarliga er hetta strævið fyri sjálvt tey sterkastu, og eg haldi tað hevur serliga stóran týdning at vera eitt sindur góð við seg sjálva í løtuni og at minnast til, at um mann ikki megnar tað sama sum vanligt, so er tað í fínasta lagi. Eg havi í samráð við næmingar avgjørt at leggja nokk so stóran dent á tað kreativa, tí fleiri tíma tað sera væl - hetta ber eyðvitað serliga væl til í eini lærugrein sum myndlist. Vit eru í løtuni í ekspressionismu, har vit lesa um og síggja filmar um listafólk sum Edvard Munch og Mikines og síðani hava næmingarnir fingið til uppgávu at parafrasera onkran av málningunum hjá mætu listafólkunum. Tað góða við hesari uppgávuni er, at hon ikki krevur so nógv meira enn, at mann tímir og er við uppá tað. - Tað er imponerandi væl funnið uppá og gjørt hjá næmingunum má eg siga, eg havi fingið nógvar góðar og stuttligar myndir sendandi. Til dagsins uppgávu hava vit latið okkum inspirera av rákinum, sum eg haldi, at Getty listasavnið í Los Angeles fann uppá, tá tey bóðu fólk í karantenu um at almannakunngera myndir av sær sjálvum poserandi sum síni yndislistaverk. Victoria Martha Hansen hevur latið gjørt fínu fotomyndina ovast, har hon upptraðkar sum longsulsfulla kvinnan í bláum í Munch-kenda málninginum hjá Mikines, sum hongur í Listasavninum. Hanna Janusardóttir Rasmussen hevur fingið beiggja sín at posera sum Hans Andrias Djurhuus í portrettmyndini hjá Mikines. Elisabeth Jacobsen hevur gjørt eina kollasju við klædnastykkjum og einum legokubba ímyndandi eina slupp og eina longsulsfulla kvinnu og Torgunn Ása Hentze Haraldsen hevur brúkt sama forlegg í síni fotomynd, men Dina Havsteinsdóttir Klein hevur tikið støði í eini grindadrápsmynd - sí niðast. Enn havi eg bara fingið nakrar myndir - eg gleði meg til rest og við loyvi frá avvarðandi næmingum seti eg onkra inn her.

Hanna

Hanna

Mikanesships-leaving-harbour_1937-1938.jpg
Elisabeth

Elisabeth

Torgunn Ása

Torgunn Ása

Dina

Dina

Mikannes_pilot-whale-killing1-1942.jpg
Dina

Dina