Corona-stuðulsskipanir til føroyska mentan og list!

Mynd: Installatión hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus

Mynd: Installatión hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus

Í nátt droymdi eg, at eg var til fernisering, tað var ein spennandi framsýning og har var bæði løgmaður og landslækni og tað var mær heilt natúrligt, at teir vóru har, listafegnir og fryntiligir. Aja, tað tykist eins og hevur coronasóttin sníkt seg heilt inn í mínar dreymar. - Hetta fer at taka langa tíð. Tað stendur enn greiðari eftir tíðindafundin í morgun. Men eg haldi tað er skilagóðar avgerðir, ið eru tiknar, at vit halda eitt sindur fastari enn Mette Frederiksen, bíða til 20.apríl og tá lata sera spakuliga upp. Uttanfyri vaknar nú várið, men mann sleppur ikki allan tann stuttliga og hugnaliga felagsskapin, sum er upplagdur hesa ársins tíð. Hetta verður næstan sum í bókini hjá Scherfig, at tað verður forsømt - vantsketna várið. Og summarið verður neyvan øðrvísi. Summarferiur uttanlands verða av ongum, festivalar, stevnur og ólavsøkan eru ivasamar. Aja, tað gongur nokk, stevnurnar eru á hvørjum ári og tað stendst okkum øllum í boði at fara út at merkja sólina og síggja gróðurin. Meira møtumikið er hetta kanska hjá endaflokkunum – teimum, sum verða studentar í summar og hava glett set til allan fagnaðin, endaveitslu, pisufund osfr. - Men tað sum má raðfestast fremst er, at vit koma livandi ígjøgnum sóttina øll somul. Og tí er frægast at forhála, bíða, vóna og lata sera spakuliga upp. Týdningarmikið at hava í huganum er, at hetta ikki varar ævigt. Hóast vit helst restina av okkara tíð fara at vaska okkum betri um hendurnar enn vit plagdu, so verður høvið at hittast aftur og tað kunnu vit gleða okkum til.

- Fíggjarligir hjálparpakkar eru neyðugir til vinnuna, men sanniliga eisini til listina. Enn er einki orð nevnt á tíðindafundum um hjálparpakkar til listafólk, listastovnar og listaaktørar, men hetta er neyðugt og tað hava tveir politikarar víst á, Hanna Jensen úr Framsókn og Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum. Eg seti teirra hugsanir inn her og vóni og gangi út frá, at eisini landsstýrismaðurin í mentamálum hevur hugsað um listalívið og hevur eitt boð uppá hvussu vit gera best til tess at tryggja tað.

Fyrivarið politiskt arbeiði - inntil vit hittast aftur til mentan og list um alt landið

Hanna Jensen

Mentanarstovnar, felagsskapir og feløg, hvørs tilverugrundalag er at miðla ymiskar listir og ymsa mentan til fólkið her í Føroyum eins og vitjandi gestir í landinum, hava latið aftur í stóran mun og steðgað sínum natúrliga virksemi. Hetta fer heilt víst at ávirka hesi støð á ymiskan hátt, tí Covid-19 ávirkar okkum øll – eisini við eftirverkjum, vit ikki kenna enn.

Tað, sum er áhugvert fyri tey, sum stýra landinum, er, á hvønn hátt hesir ymisku partar verða ávirkaðir, at meta um, hvørt tey hóra undan, og at meta um og skapa umstøður, sum kunnu tryggja framtíðarvirksemi og at minka um bakkastini í nærmastu tíð.

Summi eru meira bundin av áskoðara-, áhoyrara- og vitjanargjøldum og aðrari sølu. Onnur hava møguliga lutfalsliga tryggan stuðul og megna betri at halda stand, nú eingin veit, nær vit aftur sleppa á listasavn, í fornminnissavn, á sersavn, til sjónleik, á konsert, í biograf, á festival, ella til aðrar framførslur.

Slíkir stovnar, felagsskapir, eindir og feløg eru sera ymiskt skipað. Summi eru stovnar beint undir landsstýrinum, onnur eru sjálvsognarstovnar og almannagagnligir felagsskapir, okkurt er felags norðurlendskt, og annað er ábyrgd hjá kommunum og landi í felag eins og øðrum áhugapørtum.

Uttan at hava fult innlit í haldførið hjá hesum ymisku stovnum, felagsskapum, eindum og feløgum, so vita vit, at fleiri vikur og mánaðir afturat, har einki vanligt virksemi kann haldast, fáa munandi ávirkan á virkisførið restina av árinum og í tíðini eftir 2020.

Tað liggur mær tungt á hjarta, at landsins myndugleikar eru framfýsnir í hesum máli og kanna og meta um støðuna hjá søvnum, pallum, festivalum og líknandi, soleiðis at rættstundis umhugsni og røtt átøk eisini verða fyrireikað og framd fyri allan mentanargeiran – í øllum sínum fjølbroytni.

Okkurt er at hækka eina stuðulsjáttan í ár og møguliga næsta ár, okkurt er at finna brúkiligar loysnir, sum møguliga krevja onkra kunngerðarbroyting, uppaftur annað er samskifti, avtalur og at savna vitan, so yvirlit er yvir samlaðu støðuna hjá teimum, sum virka beinleiðis við at miðla mentan og list í Føroyum.

Hetta vil tæna politiskum leiðarum til sóma og gera okkum øllum eina framskygda tænastu, sum vit verða inniliga glað fyri sum fólk, tá vit hittast aftur, saman – uttan frástøðu, til mentan og list um alt landið.

FÁTÆKARI FØROYAR UTTAN MENTAN OG LIST

Kristianna Winther Poulsen

Vit hava fingið tveir hjálparpakkar, sum skulu bjarga okkara vinnulívi. Neyðug politisk átøk, tí vinnan skal sjálvsagt hava so góðar karmar sum gjørligt. Men vit mugu ikki gloyma okkara listafólk og okkara mentanarlív í teimum hjálparpakkum, sum frameftir verða samtyktir.

LISTIN LEIÐIR OKKUM ÍGJØGNUM
Tann góði og rørandi tónleikurin, tey hjartanemandi løgini og tær væl skrivaðu søgurnar, sum vit í hesum løgnu og óvæntaðu tíðum njóta, uppliva og brúka, eru ikki komin burturúr ongum. Tey nógvu, sum hava spælt, sungið og framført fyri okkum hesar seinastu vikurnar, eru ikki vorðin so dugnalig eftir einum degi. Tey hava í nógv harrans ár stríðst og arbeitt og harvið ment teirra evnir til at gerast so góð, sum tey nú eru.

Og fruktirnar av teirra harða arbeiði sleppa vit onnur at njóta. Ofta er tann góði filmurin, tann góði tónleikurin, tann góða bókin og tann góða framførslan trygd fyri, at vit ikki gerast spinnandi óð í høvdinum, nú vit fullkomiliga hjálparsleys og prísgivin mugu bíða eftir, at tann vanliga tilveran aftur kann byrja.

Hvørjum skulu vit so stríðast fyri, svaraði Winston Churchill, tá ið hann varð biðin um at skerja játtanina til list fyri at hava fleiri pengar til krígsførslu. Sum samfelag hava vit skyldu til at syrgja fyri, at Korona-smeiturin ikki merkist dyggari enn hægst neyðugt á lista- og mentanarøkinum, tá ið kríggið móti Korona vónandi innan alt ov leingi er vunnið.

STUÐULSSKIPANIR TIL MENTAN OG LIST
Tað frættist úr Danmark, at politiskur meiriluti er fyri stuðulsskipan til listafólk, har 100 milliónir skulu brúkast til at hjálpa listafólki, sum eru sperd av Koronakreppuni. Við hesi skipan kunnu listafólk søkja um endurgjald fyri mista inntøku, nú sølan av listaverkum og bókum er nógv minkað, konsertir og framsýningar eru avlýstar, og alt teirra virksemi annars er steðgað ella skert. Stuðulsskipanin er fyri listafólk við bæði A- og B-inntøku, ein inntøkuháttur, sum eisini er veruleiki fyri nógv tey flestu listafólkini í Føroyum.

Ein slík loysn eigur eisini at verða gjørd fyri Føroyar, tí okkara listafólk merkja sanniliga avleiðingarnar av Koronakreppuni.

Harumframt hava danir gjørt politiska avtalu um stuðul til mentanarstovnar so sum háskúlar, kvøldskúlar og søvn, og um stuðul til fjølmiðlar, sum hava mist nógvar lýsingarinntøkur. Hendan vegin eiga vit eisini at fara, tí júst sum vinnuni skal vera lív lagað eftir Korona, skulu vit syrgja fyri, at okkara listafólk og okkara mentanarlív koma útaftur hinumegin sóttina so óskalað sum gjørligt.

Við vón um, at mentan og list fáa hægri politiska raðfesting. Tað hava vit øll uppiborið.