Lat listina liva!
/Á Facebook er komið eitt nýtt spjaldur, sum mælir okkum til at lata listina liva. Tað er yrkjarin og lærarin, Oddfríður M.Rasmussen, sum hevur funnið uppá hetta til tess at gera vart við listina og tann týdning hon hevur. Í Danmark fegnast listafólkini nú stórliga um, at Mette Frederiksen, forsetismálaráðharri í einum innleggi á Facebook, leggur dent á stóra týdningin, sum list og mentan hevur ikki minst í eini krepputíð sum hesari. Einki kann undirhalda, gera okkum klókari, viðgera mál, røra og gleða okkum sum listin. Sum Mette Frederiksen skrivar, so uppdaga vit kanska nústani hvussu stóran týdning listin hevur og hvussu nógv vit mangla bókasøvn, leikhús, museum, biograf og konserthøllir nú vit orsakað av smittuvanda mugu halda okkum heima við hús. Tess meira imponerandi er at síggja og hoyra tónleikarar, sjónleikarar, yrkjarar o.o. nýta alskyns kreativar hættir til tess at røkka okkum móttakarar. Fleiri fínar konsertir hava verið stroymdar við føroyskum tónleikarum, m.a. Teiti Lassen, Eivør Pálsdóttir, eins og konsertirnar við formidabla Kim Hansen sum verti í SMS eisini hava verið framúr. Fleiri av kommununum hava skipað fyri ymiskum stroymingum og í kvøld klokkan 21 verður tiltakið ORÐ & TÓNAR á Reinsarínum, tá fer Knút Háberg Eysturstein at leggja fram og hugleiða um bókina “Heimurin, ið hvarv – útlagna sangtónaskaldið Regin Dahl og føroyska tjóðin”, og Teitur fer at spæla løg hjá Regini Dahl. Umframt at konsertin kann síggjast beinleiðis á www.torsgota.fo, kann hon síggjast beinleiðis á Rás1 í Televarpinum.
Gerandisdagurin hjá listafólkum er á so mangan hátt neyvan nógv øðrvísi enn hann plagar at vera, tí tey eru nokk so von við at vera einsamøll og skapa einsamøll. Men tey eru skerd sum vit onnur, tí tey sleppa ikki at lesa upp, framføra, sýna fram osfr. og fyri fleiri er hetta ein fíggjarligur trupulleiki. Í Danmark hava tey við landsins mentamálaráðharra, Joy Mogensen, loksins stáplað ein sonevndan hjálparpakka til mentanarlívið uppá beinini, men í Føroyum hendir ógvuliga lítið á hesum økinum. Løgmaður hevur ikki nevnt mentanarlívið og tess týdning. Vit hava sæð eitt sindur til Jenis av Rana á Coronatíðindafundum, men hetta hevur ongantíð verið í eginleikanum sum mentamálaráðharri, hann hevur upptraðka sum uttanríkismálaráðharri. Frá politiskari síðu er ov lítið gjørt burturúr teirri livandi listini í Føroyum undir coronakreppuni.