Eitt verk um dagin 2 - Hjá ommu og abba er altíð tíð

89873804_1051138698584736_4037777773777911808_n.jpg

Komandi vikurnar fari eg her á Listaportalinum at varpa ljós á áhugaverda list. Eitt verk um dagin.

“Hjá ommu og abba er altíð tíð” – heitið á málninginum hjá Sigrun Gunnarsdóttir klingar heldur sorgblítt í hesum døgum nú coronasóttin noyðir okkum at halda fjarstøðu ikki minst til okkara eldru til tess at verja tey og harvið okkum øll. Eg havi havt mín fyrsta tíma sum fjarlestur í morgun og allir næmingar “møttu”, tvs. svaraðu spurningunum, eg hevði sett til ein tekst, tey skuldu lesa. Tað er fínt og nú er frítími og tíð at skriva eina løtu. Sjálv havi eg bara verið nakrar dagar við hús og eg kenni meg í grundini hepna, tí eg havi gott selskap innandura av bæði tvey- og fýrbeintum, men eg tók meg kortini í morgun í at dagdroyma um menniskjamongdir. Eg plagi annars altíð at halda meg eitt sindur uppá avstand av slíkum, tá t.d. midnáttarsangur er á ólavsøku, men beint nú síggi eg veruliga fram til at vera millum nógv fólk aftur og kunna práta við tey, klemma tey og flenna og roksa uttan stúranir um smittu. At standa millum ólavsøkukórfólk á Tinganesi og syngja og drekka snaps - øll av sama glasi. Eg gleði meg. At sita í kirkju, til sjónleik, til listaframsýning, til upplestur, til konsert millum øll møgulig hostandi, snorandi og físandi menniskju. Eg gleði meg og sjálvt um føroyingar ikki eru líka klemmutir sum t.d. danir, so vænti eg, at tað verður eitt øgiligt klemmarí av okkum, tá vit aftur sleppa. Inntil víðari mugu vit bíða í tolni og halda okkum inni.

“Hjá ommu og abba er altíð tíð” er ein lítil, fjálgur oljumálningur, sum í løtuni er partur av Várframsýningini í Listasavni Føroya (Listasavnið er sambært tilmælum stongt í løtuni). Málningurin ímyndar eina smágentu í violettum kjóla. Hon blundar og tykist kanska dansa ballett í hugaheiminum sum hon sveimar í gráa myndarúminum, sum er innrammað av onkrum mynstrutum plaggi – kanska gardinum. Gentan er sett á eitt grátt, dekorerað skap - tað kundi mint um eina stóra hársloyfu, men er samstundis átøkt einum tímaglasi, sum liggur á liðini. Stílurin hjá Sigrun Gunnarsdóttir er eyðkendur, naivur og symbolskur við einum afturlítandi brá. Vit síggja, at t.d. kjólin og armarnir hjá gentuni er málað púra flatt uttan ljós ella skugga. Aðrastaðni í myndini síggja vit eina nokk so tjúkka og klára konturstriku kring myndaliðir, og hetta hevur alt samalt við sær, at myndin tykist fløt. Tað sama er galdandi fyri tann bastanta gráa bakgrundslitin, meðan gardinurnar geva okkum áskoðarum varhugan av einum fjálgum innirúmi haðani eymlig eygu fylgja spælandi gentuni. Heldur enn at mála eina veruleikakenda mynd av eini ávísari smágentu, tykist tankin heldur vera at geva áskoðaranum eina universala ímynd av fullkomnum barndómstryggleika.