Eitt verk um dagin 5
/VÁRFRAMSÝNINGIN - Elin Josefina Smith í Listasavni Føroya
Nú mundi eg púra gloymt fasta táttin her á Listaportalinum, sum eitur Eitt verk um dagin. Eri satt at siga eitt sindur móð aftan á at hava staðið fyri fjarundirvísing nú í fýra dagar. Tað gongur bara væl, men mann skal venja seg við tað - ikki frítt, at bæði gø og høvuðpína merkist aftaná nógvu tímarnar við telduna.
Í kvøld snýr hetta seg ikki um eitt ávíst verk, men um nøkur av verkunum á framsýningum, sum vit ikki sleppa at síggja orsakað av coronasóttini og teimum tiltøkum, ið eru sett í verk til tess at tálma vøkstrinum av smittaðum. Á Várframsýningini í ár er hópin av verkum at síggja. Eg seti myndir inn her m.a. av fínu tusjtekningini hjá Elin J.Smith, ið sum ikki eina ferð brýtur upp úr nýggjum myndevnisliga. Í sínum myndum á Várframsýningini hevur Elin J.Smith við livandi, skemtiligum og dekorativum strikum fabulerað yvir framførsluna og tilveruna hjá eini dragqueen. Fleiri av verkunum á framsýningini sýnast á sama hátt frásagnarlig og dramatisk, t.d. verkið hjá rithøvundinum Rakel Helmsdal, sum er myndað av hvítum kvadratiskum flatum, haðani ein ævintýrkend vera tykist bróta seg fram og gerast trívíddarlig og skulpturel. Stílurin er nakað øðrvísi í fotomyndunum hjá Gwenael Akira Helmsdal Carré, men eisini her hómast okkurt frásagnarligt í figurunum, sum somuleiðis hava skulpturelt brá.
Júst hesa tíðina, tá várið spríkir fram, spretta eisni framsýningar og tiltøk. Vit vakna av ljósinum og fáa hug at fara út millum onnur fólk at uppliva. Tað kunnu vit ikki beint nú, men tað góða við tí er, at orsøkin ikki er, at listin er horvin, at listafólkini eru hildin uppat at skapa ella at vit ongantíð aftur sleppa ta uppliva alt tað nógva góða. Tað er har, eisini tá virussjúkan er farin. Í Víngarðinum hongur ein framsýning, sum eg sjálv havi kuraterað og sum eg kalli GIRLTALK, eitt næstan lifrandi heiti við hópin av leskiliga ljósareyðum listaverkum. Eg sakni verkini øll, herligu lógvatakini hjá Silju Strøm og allar hennara einastandandi lýsingar av menniskjaligari samveru, nakað, sum vit júst í hesum døgum eru farin at virðismeta í størri mun. Framúrskarandi velourverkini hjá Randi Samsonsen eru eins og eitt klemm at hyggja at og so málningarnir hjá Hansinu Iversen og teirra áhugaverdu mótsetningar millum tað slætta, tað sannførda, yndisliga og grunna og so aftanfyriliggjandi dynamisku dýpdina, har einki er sum tú fyrst helt tað vera og har listakvinnan við beráddum huga tykist brúka løttu assosiatiónirnar hjá ljósareyða litinum til egnan fyrimun so at siga. Eg sakni at síggja hesi listaverkini í veruleikanum - inntil vit sleppa tað, eru her nakrar myndir av allari herligheitini. - Handan garvilla prentmyndin niðast er ein hjá Zven Balslev, sum hongur í Steinprent í løtuni.
VÁRFRAMSÝNINGIN - Rakel Helmsdal í Listasavni Føroya
VÁRFRAMSÝNINGIN - Gwenael Akira Helmsdal Carré í Listasavni Føroya
GIRLTALK - Hansina Iversen í Víngarðinum
GIRLTALK - Randi Samsonsen í Víngarðinum
GIRLTALK - Silja Strøm í Víngarðinum
TVÆR STRIKUR - Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti