Koronakreppan hevur nú vart so mikið leingi, at tað ber til at hyggja aftur á hana og meta um hvussu tað gongur við tí ymiska. Hetta verður gjørt javnt og samt í fjølmiðlum kring heimin – eisini í føroysku fjølmiðlunum við góðum sendingum og greinum, sum snúgva seg um corona. Tað besta eru tær sendingar/greinar, har evni verða viðgjørd í dýpdini og aktualiserað heldur enn bara reksað upp. Tað ljóðar kanska sum ein sjálvsagdur lutur, men er tað ikki. Í heilum verða tíðindi leverað, greinar skrivaðar, sum í roynd og veru bara eru ein uppreksan av vitan, sum verður yvirleverað uttan, at vit merkja aktualiteten ella hugsandi skilvísið í menniskjanum aftanfyri. Og tá eg nú leggi meg á positiva bógvin og nevni okkurt av tí góða, ja so fylgi eg gamlari siðvenju í føroyskari mentanarmiðlan. Eitt nú var sendingin Hvat nú Føroyar ómetaliga góð – hurrá, nú varð endiliga onkur, sum tosaði við tey gomlu í staðin fyri bara at tosa um tey og í Pressuni eru í heilum reflekterandi menniskju, ikki minst í síðstu sending, har ljós varð varpað á etikkin - tað er fyri neyðini má eg siga (í morgun hevur ein sending verið um etikk í sambandi við korona í útvarpinum, sum eg enn ikki havi hoyrt).
Sum heild eru tílik humanistisk og mentanarlig mál meira og minni dottin undir fjølmiðlaradarin og tað er óskiljandi, tá hugsað verður um bæði ta ávirkan, sum koronakreppan hevur á okkum menniskju, á okkara hugsunarhátt, mentan, á okkara skúla og læring fyri bara at nevna okkurt av nógvum, men eisini um hugsað verður um týdningin av mentan, humaniora og list. Flest okkara hava ongantíð sum nú tørv á listini. Vit sakna framsýningar, men sleppa fram at teimum í avmarkaðum líki á netinum, har vit eisini stroyma konsertir og leikir osfr.
Í Norðurlondum er eitt sindur av muni á hvussu farið verður fram í sambandi við Korona. Men allastaðni hava tiltøk av onkrum slagi verið sett í verk. Her hjá okkum hevur samfelagið verið stongt síðani á Grækarismessu, tá tjøldrini so at siga komu til læstar dyr. Síðani eru fleiri fíggarligir hjálparpakkar lætnir. Ymiskt hevur eisini verið hvussu list og mentan hevur verið viðfarin í Norðurlondum, her hugsi eg t.d. um ta virðing, mann sýnir listini frá almennari síðu. Í Noregi var listin og mentanin við beinanvegin – norska landsstýriskvinnan í mentamálum var alt fyri eitt frammi við stuðlandi orðum og lyftum um hjálp til mentanarlívið. Danska mentamálaráðfrúan var eitt sindur seinni uppá tað - tað fekk hon nógvan kritikk fyri. Í Danmark var statsministarin forrestin rættiliga skjót at nevna mentanina – tað gjørdi hon á einum av teimum fyrstu stóru tíðindafundunum, har hon legði dent á stóra týdningin, sum mentan og list hava fyri okkum. Danska mentamálaráðfrúan er síðani komin longri fram í skógvarnar og í nátt var politisk avgerð tikin um tann næsta hjálparpakkan til danska mentanarlívið. Í Føroyum.
Í Føroyum stendur verri til bæði við at sýna virðing fyri listini frá almennari síðu og eisini við at fáa pengapungin fram. Her hevur hvørki løgmaður ella mentamálaráðharrin tikið listina upp á tungu, tó at teir báðir hava tikið lut á mongum tíðindafundum, sum fara út til alt fólkið. Ikki einaferð hava teir nevnt tann týdning, sum tónleikurin hevur, sum bókmentir, leiklist sum sangur hava fyri karantenumenniskjað – og føroyski mentamálaráðharrin hevur ikki eina ferð vent sær til almenningin, til listafólk ella fyriskiparar um nakran komandi hjálparpakka til tað føroyska mentanar- og listalívið.
Í tíðindasending á døgverða í gjár var endiliga ein mentanarjournalistiskur glotti, tí har hevði ein journalistur ómakað sær at spyrja eina listakvinnu og nevndarlim í LISA um støðuna hjá føroysku listafólkunum og hon er ring sjálvandi. 37 dagar aftaná, at landið varð stongt og møguleikar listafólksins fyri at framsýna, selja, lesa upp, hava fyrilestrar osfr. vórðu grundleggjandi skerdir, ja ómøguliggjørdir, var list og mentan fyri fyrstu ferð viðgjørt journalistiskt. Eg veit ikki hvør orsøkin er. Kann tað vera hasin gamli romantiski tankin um, at listafólk skapa best í armóð? Eg hugsi, at orsøkin til, at listafólkini ikki reagera ógvisligari enn tey gera er, at nógv av teimum eru von við karantenu – tað er soleiðis tey arbeiða ofta í einsemi í atelierum og við skriviborð. Og tey eru heldur ikki von við at fáa sínar arbeiðsumstøður viðgjørdar í almenna rúminum – í øllum førum ikki, tá støðan er ring. Tá er bara at spenna inn reimina nøkur hol og gleða seg til betri tíðir. Í áðurnevndu tíðindasending var gjørt greitt, at listaøkið eisini má hugsast inn í hjálparpakkarnar - tað er ein sjálvsagdur lutur, vildi eg hildið, sum tey, ið varða av mentanarpolitiska økinum í Føroyum skuldi havt tikið sær av fyri langari tíð síðani. Umboð fyri LISA greiddi frá støðuni og frá teimum uppskotum, sum LISA hevur til tess at hjálpa listafólkunum og síðani varð tosað við mentamálaráðharran, sum segði, at mentamálaráðið arbeiðir við málinum. Hann tosaði um at seta seg niður og finna útav tí øllum. Tað má sigast at vera uppá á tíðina at Mentamálaráðið ressast við. Og nú er ikki tíð at seta seg niður, men at gera nakað munagott fyri listafólkini og tað í ein vissan fart! Eg gleði meg at hoyra hvat Jenis á Rana, landsstýrismaður í mentamálum og løgmaður Bárður á Steig hevur at siga listafólkunum á fyrst komandi tíðindafundi, tí nú er nóg mikið drálað.