Tað sum listin kann (meðan vit bíða eftir Pirkuni)
/Tá eg tendraði telduna í morgun, vóru tvær yrkingar í teldubrævkassanum. Bumm. Báðar eru skrivaðar í skugganum av covid-19 og báðar geva mær eitt innlit og perspektiv, sum hundrað Newstíðindasendingar ikki kunnu geva mær í mun til omnipresentu alheimsfarsóttina, ið er ósjónligi høvuðsleikarin í okkara tilveru í løtuni. Vit eru heima eins og øll hini og her hevur sjáldan verið ruddiligari enn tað sama; her skínur á hvørjum spreki, men tað kann alt gera tað sama, tí eingin kemur á gátt og eingin skal koma á gátt! Og eg bæði hekli og baki og eri ein ordans hávur blivin til at gera alt møguligt burtur úr súrdeiggji, sum eg næstan havi fingið eitt religiøst forhold til, tí tað livir og boblar næstan heilt av sær sjálvum og skapar lívgevandi mat og tryggleikaskapandi anga av nýbakaðum, ið stendur sum ein týðiligur mótsetningur til støðuna á skíggjanum í Italia og New York. Tey doyggja einsamøll. Vit halda stand, baka breyð og bíða (og bøna) eftir Pirkuni, sum mamma plagdi at tosa um. Hon æt Marin Skipanes og saman við landslæknanum basti hon á sinni tuberklunum, men hetta var alt í einari aðrari tíð í køkinum hjá mammu, tá tuberklar vóru fyrr í tíðini og eg yvirhøvur var lukkuliga óvitandi um, at lúnskar internationalar pandemiir av møguligum kinesiskum flogmúsauppruna eisini kundu gera um seg her í Havn. -Sjúkan er lúnsk, sigur danski forsætisráðharrin og í takt við tey ræðulig deyðatølini og eyðsýniligar fíggjargrundaðar ætlanir um at lata upp samfelagið, leikar óttin alsamt harðari á og á skíggjanum sigur ein yvirlækni, at kroppurin minnist allar sínar sigarettir. Óttin er í sær sjálvum tungur at bera hjá mongum. Sjálvt um vit skulu vera einsamøll, mugu vit ikki bera óttan í einsemi, og her traðkar listin til og útinnir sína edeligastu uppgávu. Vit eru øll í sama báti, sigur hon, eisini tá hvør ein løta og hvør ein stund at stóra fossinum dregur. Grundleggjandi snýr hetta seg um at vera ella ikki og hvør er betri til at perspektivera hesa støðu enn Hamlet? Tað er upplagt og tí hevur Gunnvá Zachariasen tikið initiativ til eitt filmsbrot, har nógvir av okkara framúr góðu sjónleikarum saman og hvør fyri seg bera fram brot úr monologinum. Púra óteatralskt og niðri á jørðini, Shakespeare í gerandisdegnum við køksvask og alt tað. Tað er praktfult og tað sama er galdandi fyri alskyns framløgur og fyri stroymdu konsertirnar hjá Eivør, Teiti og øllum møguligum øðrum, Krúnuepistlarnir hjá Carl Jóhan Jensen, Avbyrgingageddon hjá Bloggoddi - Ummælið hjá Jóanesi Nielsen av Svik fær ta annars so hampiligu Dimmuna upp at kóka og so kunnu vit koma niður aftur á jørðina við teimum hugfarsligu Andaløgunum hjá Sunleif Rasmussen/ Aldubáruni. Andaløg komu út 1.mars og hava fingið framúr góð og áhugaverd ummæli í Politiken og BBC. Tónaskaldið heldur sjálvur, at lýsingin hjá ummælaranum, Ivan Hewitt, sum viðmælti útgávuna í BBC er tann neyvasta nakrantíð av sínum tónleiki. Lýsingin fellur, tá útvarpsverturin spyr Hewitt um ikki verkætlanin Andaløg gevur ein ávísan varhuga av einum staði og Hewitt er púra samdur: “Hetta hevur avgjørt røtur í einum ávísum staði og er onkursvegna merkiliga ekkaleyst í mun til at njóta sera grundleggjandi tónleikabyggikubbar og seta teir saman á ein heldur góðvarnan, klombrutan hátt. Eg haldi har er veruligur kompositionellur dugnaskapur aftanfyri hetta at síggja til góðvarna bráið.”
Meðan vit bíða og vóna, vóna og bíða, kunnu vit øll brúka tað, sum listin kann; eg havi til dømis akkurát flent hart, tá eg hugdi at herliga karantenufilminum hjá Andriasi Høgenni. Føroyski filmsleikstjórin hevur saman við 11 starvsfeløgum valt at bjóða hvørjum øðrum av við at skapa filmar í eini tíð, har biografar eru niðurlagdir saman við restini av samfelagnum. Takk fái tit listafólk, sum veita okkum listarliga dýpd og perspektivering, undirhald og dagdvølju meðan vit bíða.
https://bloggoddur.blogspot.com/2020/03/avbyrgingageddon.html
https://www.facebook.com/karantaenefilmene/videos/3050468161738421/?t=5
https://www.nlh.fo/fo/tiltok/heimabitin/
https://www.test.bbc.co.uk/sounds/play/m000h06h?fbclid=IwAR0J24MLW357bq8e8JO5leVZrVz6XrOVHOZ_Y5C-Tz_cz04-yw7uwrvrL2U