Eitt verk um dagin 4 - Catch

90209490_196435611792284_4504056036365172736_n.jpg

Dagsins verk er tónleikaútgávan Catch hjá Leivi Thomsen og Plúmm, sum herfyri fekk FMA virðisløn fyri besta húsa. Ei undur í tí. Lýsandi guli húsin hjá Anniku Gregoriussen við stuttliga, koloristiska fiskinum við álvarsligu umhvørvisligu undirtónunum er ein sannur fongur og tað sama má sigast um tónleikaútgávuna í sjálvum sær.

Jazzsjangran er av einari ella aðrari orsøk, sum eg ikki skilji, umdiskuterað og nokk so ofta við einum heldur neiligum fortekni, har fólk siga seg ikki dáma jazztónleik. Eg sá nú um dagarnar, at orsakað av coronasóttini eru konsertir avlýstar, men ikki jazzkonsertir (undirforstaðið, at tá møta so fá upp). Og skemt er sjálvandi í lagi, men altso at dáma tónleik undantikið jazztónleik, tað skilji eg als ikki. Tað er á leið eins intelligent sum at halda uppá, at mann ikki dámar gransking, innlit, musikalitet og dugnaskap. Haldi eg. Men hvussu skal tað vera, tá sjálvt Frank Zappa kann finna uppá at siga, at jazzurin ikki er deyður, men bara luktar løgið? Tó so - hann meinti neyvan nakað nakað ringt við útsøgnini. Hann var í hvussu er sjálvur nokk so løgin (uppá tann góða mátan). Um mann føroyskaði útsøgnina hjá Zappa, kundi mann sagt, at jazzur er ein røst tónleikatypa. Men eitt er vist og tað er, at Catch er ikki røst. Hon er tvørturímóti púrasta spilfesk eins og húsin er tað. Kanska hava vit tørv á góða gamla jazzfusiónshugtakinum um vit skulu avgera sjangruna í Catch, tónleikurin er í øllum førum ymishættaður og nertur við og skumpar ymisk sjangruhugtøk. Her eru jazzutar improvisatiónir, men eisini rokkutar gongdir, rokmikil funky petti og yndislig vísukend løg, einastaðni hoyrist okkurt, sum minnir um eitt brot úr Langt burt frá øðrum londum. Og eg kom í tankar um alt møguligt annað hjá eitt nú Weather Report, Mezzoforte, Mike Stern og Pat Metheny, men bara fyrstu ferð eg lurtaði eftir útgávuni, tí Catch myndar í grundini sítt egna heilstoypta univers, ið er hugsað og bygt upp av einum royndum og dugnaligum komponisti og tónleikara, Leivi Thomsen til ein tónleikabólk hvørs førleikar, hann kennir innanfrá. Tað er praktfult at hoyra Leiv spæla sær saman við Arnold Ludvig á bass, Rógva á Rógvu á trummur m.a. og Magnus Johannesen á m.a. keyboard. Teir eru allir einastandandi góðir tónleikarar, úrmælingar á hvør sínum øki - sum vit kanska hava lyndi til at taka fyri givið – teir hava jú altíð verið har. Umframt Plúmm er eisini Jóhan Hentze við á tveimum løgum, hann spælir eina fína trompetsolo í væleydnaða, teremindramatiska lagnum Beyond Skies. Tað mest garvilla og flipputa lagið er heitislagið, Catch, sum eisini er nógv tað longsta lagið á fløguni. Tónleikararnir spæla rættiliga frítt, men so samlast tónarnir kortini í einari kompositión og mitt í rokanum hoyra vit operasangarin, Herfinn Árnafjall bera fram tað næstan fepurkenda temaið. Tað er ekspressivt og helst eisini mest avbjóðandi lagið á fløguni at lurta eftir – í mun til hetta er t.d. It´s now at kalla popput. Eitt sera yndisligt lag - eg helt meg hoyra eina kvinnurødd syngja vakra temaið, men eg hugsi tað møguliga er ein sonevndur vocoder. Old House er framúrskarandi gott – eitt totalt hitt, sum eg ikki má lurta ov nógv eftir, tí eg fái sovorðnan ógvusligan hug at fara til konsert og lurta og flenna saman við øðrum hopphøvdum og bara hugna mær. Men tað má bíða, tí nú skulu vit vera inni í frið hjá okkum sjálvum. Og tað er gott slíkir innidagar at hava góða list at hyggja at, lesa, hugsa um og lurta eftir, t.d. einum sangi sum vakra og hugfarsliga Relief, ið er eins og heitið bendir á ein sannur linni at lurta eftir og sum yvirhøvur er eitt gott dømi um tornhøga tónleikarastøðið á Catch; hoyr bara hvussu lagið letur seg upp fyrst við hugtakandi leitandi tónum, síðan kemur tann mergjaða og sannførandi soloin hjá Leivi Thomsen og ein framúrskarandi jazzimprovisatión hjá Magnusi Johannesen og alla tíðina eru teir har, Arnold Ludvig við sínum tíðum lyriska tíðum funky bassi, ið bæði megnar tað neyva og tað dramatiska og so sjálvur rútmukletturin Rógvi á Rógvi, ið er so einastandandi musikalskur, opin og lurtandi, at tað altíð er ein fragd at hoyra tað, sum hann fæst við. Ljóðið er serstakliga gott á útgávuni, men tað týdningarmesta er kanska júst hetta, at Catch er framførd av stórum tónleikarum, av sterkum individualistum, sum lova hvørjum øðrum framat fyri at gagnast heildini. Tað er inspirerandi!

https://www.youtube.com/watch?v=Sv1eZfeY-3E&list=PLxzcNLf9zUt44qJpz3I06YFaeIbXwbTEE