Vit mugu vera góð við hvønn annan

corona.jpg

Hava vit eitt ávíst lyndi til at geva ordiliga andstyggiligum fyribrigdum fleiri nøvn? Sum um tað eina heitið ikki er nóg stórt og víðfevnt til tess at fevna alla óhumskuna. - Meðan fólksliga heitið á sóttini, Corona klingar hugnaliga fjálgt og frískt sum ein summarøl, er tað seinna heitið Covid-19 spískari og óhugnaligari, fult av løgnum verum í gulum trygdarbúnum og riddarahjálmum, sum minna um Outbreak og sovorði fremmant og óhugnaligt. Men eftir øllum at døma eru fleiri krúnuvirussar til og tí mátti hesin nýggi vandamikli virussurin eyðmerkjast sum Covid-19 fyri at vísa á, at talan er um tann COronaVIrusDisease, sum kyknaði í Wuhan í Kina í fjør altso í 2019 og sum møguliga stavar frá einari flogmús. Fyri tann ikki so náttúruvísindaliga er henda frágreiðingin eitt sindur Batman- ella var tað Spiderman-margháttlig. Tí hvussu kann ein virussur “møguliga” stava frá einari flogmús? Er tað ikki nakað mann veit? Hvussu er og ikki, so er krúnusóttin ein álvarslig farsótt, ið setir allan heimin í eina serstøðu. Eisini okkum. Og her í húsinum fara vit komandi vikuna at brúka sovorði fínt marglætis-wc-pappír, tí alt tað vanliga var útselt í Bónus. Men eisini her hava vit hamstrað eitt pinkalítið sindur. Eg kann kanska pástanda, at eg bara havi gjørt meg út til vikuskiftið, men eg má nokk viðganga, at her er eitt sindur meira til av mati enn vanligt. Eg veit ikki um tað ger nakað. Tí er tað ikki ein nokk so menniskjalig reaktión at vilja klára seg og síni í eini kreppustøðu? Tað einasta mær ikki dámar er øðin um tey, sum hamstra. Hon er so beisk og hørð og náðileys. Full av óðum eygnabjálkum og dómum um irrationelt idioti. Tað sama er øðin um smittuflogfarini, sum nú eftir øllum at døma floyma niður yvir okkara oyggjar. Eg skal ikki siga, at tað er so øgiliga skilagott at ferðast í løtuni og kanska hevði tað verið rættari at lóggivið móti flúgving alt fyri eitt, men eingin lóg er komin enn og hjá onkrum er ferðin kanska neyðug. Er tað ikki ógvuliga menniskjaligt í krepputíð at vilja sleppa heim? Verður eitt ferðafólk sjúkt umborð á flogfarinum, býr eingin tilvitaður óndskapur aftanfyri. Tað sama kann sigast um alla øðina, sum sjálvandi kemur av stórum ótta um ein ótespiligan, ósjónligan og andlitsleysan fígginda. Tað ringasta við panikki er, at hann dehumaniserar. Vit mugu minnast til, at eisini tey í flogfarinum eru børn hjá onkrum, systrar ella brøður hjá onkrum, pápar ella gummur hjá onkrum. Tað er gott, at tiltøk verða gjøgnumførd fyri at halda smittuni niðri, men harumframt mugu vit royna tað, vit kunnu at vera eyka góð við hvønn annan.

Kvinnudagur við kvinnulist

kvinnulist.jpg

Við sprittdampandi hondum havi eg sett meg við telduna hendan altjóða kvinnudagin í tjúgutjúgu. Uppá stutta tíð komi eg í tankar um nógvar kvinnur, sum á ymiskan hátt hava inspirerað meg. Kvinnur standa veruliga sterkt innan listina í Føroyum. Á myndini í erva eru nakrar av teimum - allar passa ikki á myndina! Ymsastaðni kring landið verða tiltøk hildin í sambandi við kvinnudagin, eg veit ikki um onkur setist aftur orsakað av corona, men í Mentanarhúsinum í Fuglafirði byrjar stórfingið mentanartiltak klokkan 15 við list frá Hansinu Iversen. Bussur fer úr Mettustovu klokkan 15.

88357347_187374519358402_3304565176325373952_n.jpg

Nú er nú og núið er fullt av máttloysi og vón

871FF426-1B7C-4AD8-9605-9F43420792ED.jpeg

Fríggjadagin læt Várframsýningin upp í Listasavni Føroya. Tað var yvirhøvur ein ómetaliga løgin dagur fullur av ófrættakendum avlýsingum og átrokandi menniskjaligheit við einum útvarpaðum tíðindafundi, sum meira enn nakað váttaði teir djúpu veikleikar, sum eru okkum menniskjum í holdi bornir. Ein ministari, sum í útvarpinum royndi at ugga okkum við at greiða frá sínum egnu veikleikum. Tað var næstan ov menniskjaligt, men ikki nógv øðrvísi enn tíðindafundir, vit hava sæð úr øðrum londum, har alla handa serfrøðingar, yvirlæknar og ministarar minna á og ávara okkum um reinføri, ikki at klemma ella mussa ella taka í hondina á nøkrum og yvirhøvur at halda hendurnar frá andliti og munni. Hetta siga tey samstundis sum tey sjálvi øll sum ein nerta við andliti á sær sjálvum. Sum vit øll gera. Alla tíðina. Autoritetir eru ikki tað, autoritetir hava verið - we´re doomed hugsi eg við mær sjálvari við skotskari akksang, meðan eg standi sum sild í tunnu og andi niður í vínglasið í forhøllini í Listasavninum og fegnist um at eg hóast alt eri í somu tunnu sum øll hini og at hasin vemmiligi segregerandi setningurin, at sjúkan bara tekur tey gomlu yvir trýss og tey sjúku, tykist horvin. Í forhøllini í Listasavninum lurta vit eftir trimum røðum áðrenn vit sleppa at síggja Várframsýningina 2020. Sum er full av menniskjaligheit uppá gott og ónt og sum er full av søgu, men stýrir fullkomiliga uttan um sjálva kjarnuna í søguni um Várframsýningina, ta stóru konfliktina í føroysku yrkislistini, djúpa sárið, sum ikki enn er vorðið til eitt pínuleyst og hugfarsligt arr, fullt av søgum til komandi ættarlið. Várframsýningin fyllir 30 í ár og er skipað í ein søguligan part, ein sensureraðan part, umframt at limir í Myndlistafelagnum sýna fram. Tey hava sett sum treyt, at verkini eru smá fyri at fáa so nógv við sum gjørligt. Hetta gevur eina rúgvusmikla og óruddiliga framsýning við nógvum ferniseringsgestum. Í einari montru liggja søguligar greinar frá byrjanini, tá ætlanirnar við Várframsýningini vóru stórar og ambitiøsar. Einki av mínum egnu ummælum liggur í montruni, men tey eru kanska so ómontrulig full sum tey eru av vónbrotum um vandakósina hjá hesum, sum eg helt vera flaggskipið hjá føroysku yrkislistini. Men hesi ummæli eru skrivað fyrr í tíðini, tá eg enn helt, at Várframsýningin var á einum heilt øðrum støði enn Ólavsøkuframsýningin. Tað var tá eg helt, at Várframsýningin var pallurin hjá føroyskari yrkislist. Men tað var tá. Nú er nú og núið er fullt av máttloysi og vón og glottum, sum tú finnur um tú leitar.

55200765-17A2-4E43-990B-CFE955C8A1D0.jpg
5C5BDE3D-346D-40D5-B023-BF900111DC2F.jpg
98E45649-2377-41D7-BD78-3915FFB587C9.jpeg
36B6C3D2-F5FB-4CF2-B70F-E370DC4D360E.jpg
E9A9C73E-6323-4403-9637-0055FA82ED9C.jpg
24B28449-37EB-4992-AF45-9ACA85652958.jpeg
37DA2452-8BC7-485C-BAB7-9A0A05CE77D1.jpeg
0EA7D164-7789-4FDB-B586-95B1B4545913.jpg
AEF620C6-5C7E-4DB0-9B7A-DEE974558DB0.jpeg
87B97FCB-7018-41FB-AEBD-8B81C77A4619.jpeg
582FA2C5-D56B-4D4E-BE06-665A999A3234.jpg
0F70CDE7-F1CF-4E9A-B8BC-DCA7DC20E40C.jpeg
70D0D5FB-8BA8-49A4-B05B-5162CFE88094.jpeg
7F2E8440-FC48-4A1D-BEF2-F48E905432DD.jpeg
AECA7549-1FE5-40BB-9472-B0DF82436707.jpeg
5834C727-D6BB-4E03-91C3-7BCD59A37E31.jpeg
CAA61E74-C52E-4AB6-A92A-A0C2827F3329.jpg
BB38BCD7-B460-4C9D-9852-823B492A9DD7.jpg

Olivur við Neyst í Glyvra kirkju


olivur3.jpg

Mikudagin 26. februar, kl. 20.00, var fernisering av teimum ordiliga forkunnugu á framsýning í Glyvra kirkju við verkum eftir Olivur við Neyst. Talan er um eina framsýning við málningum, vatnlitsmyndum og steinprentum. Olivur við Neyst tók sína listarligu útbúgving á Kongaliga listaháskúlanum í Keypmannahavn. Hann hevur verið virkin til fyri nøkrum fáum árum síðani. Myndevni hansara eru mangan bygda- og býarlandsløg, náttúrumyndir og myndevni av gomlu sluppini Esther úr Klaksvík. Hann málar eisini myndir frá havnaløgum og arbeiðandi fólki. Mong av hesum myndevnum eru umboðað á framsýningini.

Ferniseringin verður liður í føstugudstænastu við Meinhardi Bjartalíð. Dávur Winther, mentanarleiðari í Klaksvíkar kommunu hugleiddi um listamannin og Kór Glyvra kirkju setti dám á løtuna.

15 listaverk eru við á framsýningini, og standa tey til sølu.

Framsýningin fer at hanga uppi í uml. 2 mánaðir.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, greiðir soleiðis frá: Har vóru nógvir listamenn um tað mundið. Á Skipasmiðjuni. Hetta var tíðin, táið stríðið stóð harðast ímillum Listaskálan, - og teir ið gingu uttanrættaðir. Olivur við Neyst var ein teirra. Eg sat modell so av og á í vikur fyri Andriasi, og um somu tíð hevur Olivur teknað/málað eina “keipumynd” av mær, visti ikki av hesum fyrrenn eg sá hana í einari listakrambúð, har eg keypti hana.

Olivur hevur sín heilt serstaka stíl, tú sær alt fyri eitt um ein málningur ella ein tekning er komin úr hansara hondum.

Føstan er byrjað og í kvøld var føstuguðstænasta í Glyvra kirkju. Meinhard Bjartalíð prædikaði. Umframt at tosa um føstuna í bíbilska kontekstinum tosaði hann um tætta sambandið, sum altíð hevur verið millum kirkjuna og listina. Tað veri seg tón- og málningalist. Kór Glyvra Kirkju sang sangirnar/sálmarnar: So elskaði Guð heimin og Nú hvíld er yvir bygd og bý. Kórið syngur aftur í Oyndarfjarðar kirkju í annaðkvøld, har kórleiðarin og pastorurin Bjartalíð eisini fer at prædika til føstuguðstænastuna.

Eftir at kórið hevði sungið, greiddi mentanarleiðarin hjá Klaksvíkar kommunu, Dávur Winther, frá málaranum, hvørs málningar, vatnmyndir og steinprent hingu í forkirkjuni. Ein sera áhugaverdur fyrilestur um ein av okkara heilt stóru listarmonnum. Framsýningin fer at hanga í kirkjuni føstuna á tamb, kann eg ætla, tí fáa mong høvi til at síggja myndirnar, sum eisini eru til sølu, tað sum ikki longu er selt, nú ferniseringin var í kvøld. Magnum opus, sluppin á fiskiveiði, var stóri málningurin á framsýningini, - annars eitt tema, sum gongur aftur hjá Olivuri, íkomið av einum túri á snelluveiði undir Íslandi við Esther fyri nakað nógvum árum síðani.

Væl fleiri enn vanligt er til føstuguðstænastur høvdu leitað sær fram eftir kirkjugøtuni í kvøld, eisini tí at framsýningin lat upp. Eftir guðstænastuna bjóðaði kirkjan kaffi og køkur og fólk spjallaðu sínámillum um myndirnar.

Fyri at venda aftur til høvdið av mær sjálvum, so keypti eg tað, hóast eg als ikki hevði biðið um at fáa tað gjørt. Kann ætla at áhugin á sølumarknaðinum hevur verið lítil, ikki orsaka av listavirðinum, men heldur man motivið hava verið ein forðing hjá Andriasi í hesum førinum.

Hetta var sum altíð ein góð løta í kirkjuni 

87420666_10158153860176092_8896882744865325056_o.jpg
88099508_10158153860076092_9006594914187739136_o.jpg
87537936_10158153859226092_5320411864864129024_o.jpg
olivur1.jpg

ALDUBÁRAN OG JÁKUP LÜTZEN VIÐ NÝGGJARI SUNLEIF-ÚTGÁVU

87380466_2920723677989815_8788374218652778496_o.jpg

- Sunnudagin 1. mars 2020 kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan eitur ANDALAG. Tað er tónleikabólkurin ALDUBÁRAN, ið framførir tónleikin. Solistur á fløguni er Jákup Lützen, ið leikar á viola.
Útgávan verður løgd fram á konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin 1. mars kl. 15.00. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis. Øll eru vælkomin.

- Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til viola. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var Jákup ein av teim fyrstu, ið byrjaði á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005. Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017. Jákup var frá 2013-15 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri.
Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.

Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni ANDALAG, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017.

Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvartettir, Andalag nr. 5 og 7, eftir Sunleif Rasmussen.

Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.

ALDUBÁRAN: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Anna Klett, klarinett – Britta Cortabarria, fagott – Páll Sólstein, horn – Bernhardur Wilkinson, dirigentur – Jákup Lützen, viola.

Viðkomandi listabók

87275849_491179588236506_5210861989470928896_n.jpg

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hondskrivað bók kemur út. Um lagt verður aftrat, at talan er um eina listabók, sum er skrivað við sprittusj, man onkur hóma hvør ið skrivað hevur, tí er hann nevndur, er hann kendur og hann hevur givið fleiri yrkingasøvn út, sum eru skrivað við sprittusj. Tað er fjøllistamaðurin, Øssur Johannesen, sum hevur skrivað um vinmannin, listamannin, Tummas Jákup Thomsen. Og tað er gott og uppá tíðina, at okkurt kemur út um poppsurrealistin í Gøtu, hvørs blýantsmálningar hava eina serstøðu í føroyskari list og hvørs visioneru, speysutu og syrutu lýsingar av landsløgum við endaleysum snyrilsmynstrum og kolasvørtum himmalhválvi eru eyðkendar.

Tað sigur seg sjálvt, at tá tveir so sermerktir outsiderlistamenn sum Øssur og Tummas Jákup ganga saman um eina útgávu, kann tað ikki blíva til annað enn kult. Tá Øssur Johannesen miðlar, gongur tað fyri seg á saman hátt sum tá hann málar, yrkir ella ger tónleik; hann gongur uppí tað við lív á sál og bumm! Á bakpermuni skrivar hann, at Tummas Jákup Thomsen er ein tann mest slóðbrótandi originali og sermerkti listamaðurin í Føroyum í dag. Inni í tekstinum leggur hann somuleiðis dent á, at Tummas Jákup er slóðbrótari, ið ikki eins og onnur listafólk málar lekrar parfumupoppmyndir og smáborgarlig veggjapprýði. Høvundinum líkt leggur hann í síni lýsing av listamanninum serligan dent á tað harða lívið á lívsins skuggasíðu, um alkoholikaralyndið í familju listamansins og um lívið sum heimleysur, sum Tummas Jákup Thomsen eisini hevur greitt frá í sjónvarpssending, meðan minni er greitt frá tí listarliga og um júst hvat man vera orsøkin til áhugan hjá Tummas Jákupi fyri Salvador Dali. Kortini rakar Øssur Johannesen seymin á høvdið, tá hann skrivar soleiðis um vinmannin: ”Tummas Jákup Thomsen er surrealistiskur, men eisini rættiliga ekspressivur. Her er markið millum dreym og veruleika viskað burtur. Í einum støðugum streymi av mystiskum yvirnáttúrligum íblástri koma myndirnar til hansara..”.

Hetta er líka nógv bókin hjá Øssuri Johannesen sum bókin hjá Tummas Jákupi Thomsen og henda sannroynd merkir eisini myndavalið. Høvundurin skrivar, at honum dámar betri tær svarthvítu myndirnar hjá Tummas Jákupi og tessvegna eru allar tær 64 myndirnar, sum eru av verkum í bókini, av svarthvítum blýantstekningum. Her eru nógvar góðar, og onkrar ikki so góðar við. Úrvalið kundi verið bæði strammari og størri. Eg haldi til dømis, at tað er spell, at høvuðsverk sum t.d. Pílahúsbygdin, tað koyrandi billandslagið, sum hann framsýndi á Arken á sinni ella verk, hann hevur havt á Heystframsýningini, á Always Coming Home á G! osfr. ikki eru avmyndað í bókini. Tí Tummas Jákup Thomsen er ikki bert teknari, hann er eisini málari og konsept- og installatiónslistafólk. Eisini her hevur hann sínar heilt serligu søgur at siga. Hann er heldur ikki bara dapur, men eisini stuttligur og hugfarsligur. Hvussu er og ikki skal Øssur Johannesen hava rós fyri, at hann við bók síni varpar neyðugt ljós á viðkomandi listamannin, Tummas Jákup Thomsen.

87736022_133021451356155_1010416916382089216_n.jpg
87480138_496882660984193_5074171640208687104_n.jpg
87373400_672915393250184_1319739687945895936_n.jpg



87185543_504133510511197_690313407538135040_n.jpg

Oddfríður M.Rasmussen í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

oddfr.jpg

Oddfríður Marni Rasmussen er í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Ikki fyrr enn tá, sum Sprotin gav út í fjør. Í grundgeving skrivar nevndin: Har er ikki nógv poetiskt við heilakrabba. Kortini eru myndríku lýsingarnir í skaldsøguni um Janus, sum upplivir konu sína stríðast í eini sjúkugongd uttan vón, bæði ógvisligar og yndisligar. Tað er málið, sum skal halda í minnunum um eitt lív, sum var. Skaldsøgan snýr seg um kærleika, um vónloysi, styrki og ómegd og ikki minst um at missa tamarhaldið. Heilasvullurin brýtur seg inn gjøgnum tilvitið á Elsu sum ein myrkur nevi. Samrøðurnar hjá parinum minka burtur til fá orð og rím. Skaldsøgan er í tveimum pørtum. Fyrsti partur verður sagdur í tátíð og lýsir skelkin eftir diagnosuna og sjúkugongdina. Annar partur er skrivaður í nútíð og snýr seg um hvussu tað gongst Janusi eftir, at konan er deyð. Sjónarhornið er hjá tí avvarðandi - tað er maðurin, hvørs sinnistøður skifta millum pátikið gott lag, hurlivasa og eyðmýkt. Tí Janus er skroypiligur, hann drekkur ov illa, er eitt sindur sjálvupptikin og við rithøvundadreymum, sum hann ongantíð hevur gjørt álvara av. Tað snýr seg um at finna júst tey røttu orðini fyri at halda fast í minnum, sansanum og kenslum. Janus hyggur aftur og fram. Hann vil skriva um tað, sum var. Tað er hann, sum sigur frá – um sína elskaðu, men mest um seg sjálvan og er sum so eitt heldur strævið frásøgufólk, fullur av menniskjansligum lýtum. Hervið vísir skaldsøgan evnisliga á teir møguleikar og avmarkingar, sum eitt tílíkt sjónarhorn hevur við sær. Stílurin er lættur, myndríkur og kollasjukendur, og glíður yvir í surrealismu, tá tann tatoveraða kvinnan, Rósa flytir inn til Janus, sum vegna sorg og rús ikki heilt megnar at skyna millum dreym og veruleika. Teir tveir høvuðspersónarnir eru lýstir við ektaðum trúvirði og nærleika. Rasmussen megnar í hesum sambandi at tvinna sína lýsing av kærleika og sjúku saman við reaktiónini hjá manninum, ið eftir situr og sum leitar í tí døkka fyri at skriva á tað hvíta.

Tilsamans 13 bøkur eru í uppskoti. Vinnarin verður almannakunngjørdur í Reykjavík 27. oktober. Tilnevnd eru hesi:

Danmark

YAHYA HASSAN 2 eftir Yahya Hassan. Yrkingasavn, Gyldendal, 2019.

HHV, FRSHWN – Dødsknaldet i Amazonas eftir Hanne Højgaard Viemose. Skaldsøga, Gyldenda…

Finnland

Vem dödade bambi? eftir Monika Fagerholm. Skaldsøga, Förlaget M, 2019.

Ihmettä kaikki eftir Juha Itkonen. Skaldsøga, Otava, 2018.

Ísland

Lifandilífslækur eftir Bergsveinn Birgisson. Skaldsøga, Bjartur, 2018.

Kláði eftir Fríða Ísberg. Stuttsøgusavn, Partus forlag, 2018.

Noreg

Den gode vennen eftir Bjørn Esben Almaas. Skaldsøga, Oktober forlag 2019.

Vi er fem eftir Matias Faldbakken. Skaldsøga, Oktober forlag, 2019.

Sámiska máløkið

Juolgevuođđu eftir Niillas Holmberg. Yrkingar, DAT, 2018.

Svøríki

Marginalia/Xterminalia eftir Johan Jönson. Yrkingar, Albert Bonniers förlag, 2019.

W. eftir Steve Sem-Sandberg. Skaldsøga, Albert Bonniers förlag, 2019.

Áland

När vändkrets läggs mot vändkrets eftir Mikaela Nyman. Yrkingar, Ellips förlag, 2019.

Girltalk - upplating

8BEC9EA1-A76F-4813-8C4D-B277440DC12D.jpeg

Í gjár læt listaframsýningin GIRLTALK upp í Víngarðinum í Havn og fitt av fólki trossaðu stormin og komu til upplatingina. Eg helt røðu:

Kendi bretski antropologurin og primatologurin, Jane Goodall sigur einastaðni, at tað í veruleikanum ikki skal nógv til áðrenn konufólk verða uppfatað sum trupul og at júst hetta er orsøkin til, at vit eru so nógvar tílíkar. Her sipar hon til ávísar vónir og krøv, sum samfelagið – tað er vit – seta einstaklinginum um hvussu vit skulu uppføra okkum. Allar møguligar meira og minni ósjónligar viðtøkur um hvat er rætt og hvat er skeivt og sum – um vit ikki yvirhalda tær – kunnu geva okkum eina støðu sum outsidearar. Sjálvt um vit í okkara priviligeraða parti av heiminum hava nátt nógv, verða konufólk framvegis fyri vanbýti, tá tað snýr seg um løn- og pensjónviðurskifti. Júst tað sama er í grundini galdandi fyri listafólk, sum ikki eiga part í slíkum, sum vit uppfata sum sjálvsagdar lutir í okkara samfelag; eftirløn, frítíðarløn osfr. Hetta og aðrar sannroyndir hoyra við uppí gentuprátið, sum er grundarlagið undir hesi framsýningini. Hon eitur Girltalk og verður at síggja í Víngarðinum í ein mánaða við verkum eftir tríggjar av okkara dygdargóðu listakvinnum, Randi Samsonsen, Silja Strøm og Hansina Iversen. Vit kenna hugtakið Gentuprát sum nakað, ið hevur verið brúkt í niðursetandi týdningi um samskiftið millum konufólk og sum pr automatikk er vorðið synonym fyri nakað óseriøst. Men vit vita eisini, at júst gentuprát kann vera viðkomandi og ein týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði. Listaverkini á hesari framsýningini eru somuleiðis løtt og stuttlig samstundis sum tey í síni listarligu ætlan er ógvuliga álvarslig. Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk og vøkur, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi. Hetta er blivið nokk so ljósareytt og tað eri eg glað fyri, tí hetta er ein litur við nógvum týdningum, assosiatiónum og møguleikum.  Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva litskemanum, har støði verður tikið í teimum trimum grundlitunum, reyðum, bláum og gulum, kann ljósareyði liturin fatast sum onkursvegna uttanfyristandandi og kanska sofistikeraður. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu, ið bæði fevnir um dárandi kvinnur í ljósareyðum kjóla í rokokotíðini og um lagnutunga tríkantaða merki, sum nazistarnir brúktu til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Samkyndir aktivistar hava síðani tikið litin til sín og hava brúkt hann í stríðnum fyri javnrættindum. Vit kenna eisini litin frá poppmentanini, har hann síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartar bilar og pink ladies. Ljósareytt kann sipa til húð, kropp og kyn. Tað ger Randi Samsonsen, hon brúkar ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list. Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum. Eisini Hansina arbeiðir við ljósareyða litinum í løtuni og tað er áhugavert at síggja hvussu hon brúkar litin í myndarúminum, har hann stundum letur upp og stundum letur aftur. Hesar tríggjar framsýnandi listakvinnurnar eru á hvønn sín hátt truplar. Tær gera ikki sum vit vænta. Listin hjá teimum líkist ikki altíð listini, sum vit kenna. Tit taka okkum á bóli. Takk fyri tað. Eg hopi nógv góð caféprát koma burturúr Girltalk her í Víngarðinum.

86698223_865393577245537_2413441251467591680_n.jpg
BBB27C3D-3988-474C-8B73-0694651354B4.jpeg
D4A008A7-499C-4548-AF99-22A2064A6B10.jpeg
05FCE6A9-6A5A-458A-8BEC-B1DC6B6BABB2.jpeg
CBAD3E53-31D3-4463-A1BC-48FA6B44A810.jpeg
525978F8-034D-4765-8E15-9F7F5FBBADAA.jpeg
4A6B38FC-8339-4359-BB95-F0EA44E38C52.jpeg
CA595027-CC7E-481B-9A7D-13BFBF908211.jpeg
83860656_118154569635141_7380963248784277504_n.jpg
86443173_536042993672676_5735442444531531776_n.jpg
silja.jpg
86384570_801128827035320_3576625829536333824_n.jpg
86395689_516197862630875_2932773312327057408_n.jpg
86263661_184455119545646_6980296963900047360_n.jpg
86283097_639911176777439_3500756228684906496_n.jpg
85225030_131500841422620_4594084413519691776_n.jpg


 

Filmsfagnaður

toff.jpg

Tað er stuttligt at vera filmsáhugaður føroyingur í hesum døgum. Fyri kortum vann Andrias Høgenni ein Robert fyri filmin Ikki illa meint. Í gjár vann filmurin »Hví eru vit her?« hjá Búa Dam og Dánjali á Neystabø Geytavirðislønina á hátíðarhaldi í Norðurlandahúsinum. Filmurin »Trøllabeiggi« hjá Gudmundi Helmsdal vann áskoðaravirðislønina.

Eisini í Keypmannahavn verður okkurt gjørt burturúr føroyskum filmi í sambandi við Nordatlantiske filmdage 2020, har ljós verður varpað á Andrias Høgenni. Her er tíðindaskriv frá Norðurbryggjuni:

I samarbejde med Færøernes Repræsentation i København og det færøske filminstitut Filmshúsið fejrer Nordatlantiske Filmdage 2020 filminstruktøren Andrias Høgenni – med visning af hans kortfilmstrilogi, artist talk og reception.

I januar gik Det Danske Filmakademis Robertpris for årets bedste kortfilm til den færøske instruktør Andrias Høgennis film "No ill will" (Ikki illa meint), der har været et prisvindende festivalhit, siden den fik sin internationale premiere på filmfestivalen i Cannes i 2019.

Andrias Høgenni har arbejdet med film siden han var 16 år. Han flyttede til Danmark i 2009, hvor at han blev uddannet fra 18Frames i 2013 og Super16 i 2018. Hans afgangsfilm "No ill will" afsluttede trilogien "Solidaritet", der også indbefatter filmene The Owl (Kom og Dansa, 2014) og Stina Karina (2016). Og han arbejder for tiden på sin første spillefilm, der skal indspilles på Færøerne til sommer.

Tematisk undersøger Andrias Høgennis film de ofte akavede og besværlige interaktioner mellem mennesker, og de gør det med en underspillet humor og psykologisk indsigt i et lavmælt og stilrent filmsprog. Vi viser hans kortfilmstrilogi og drøfter den med ham, før Færøernes Repræsentation byder på en forfriskning i anledning af Robertprisen. Kortfilmene vises med engelske tekster. Arrangementet inkluderer samtale (på dansk) og varer 80 minutter. Salen og filmcaféen åbner 45 min før filmvisningen.

BILLETTER
60 kr. Onlinesalg: https://billetto.dk/e/andrias-hogenni-tre-kortfilm-artist-talk-nordatlantiske-filmdage-2020-billetter-412239
Nordatlantiske Filmdage 2020
5.-15. marts præsenterer Nordatlantiske Filmdage spillefilm, dokumentarfilm og kortfilm fra Færøerne, Grønland og Island, tilsat oplæg, instruktørbesøg og debat. Læs mere på nordatlantens.dk/filmdage

Girltalk letur upp

Silja Strøm

Silja Strøm

Í dag klokkan trý letur listaframsýningin, Girltalk upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Sum heitið bendir á er talan um eina eitt sindur øðrvísi framsýning við verkum hjá trimum dugnaligum listakvinnum, Randi Samsonsen, Silju Strøm og Hansinu Iversen. Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn. Men sum allar gentur munu vita, er júst hetta prátið ofta viðkomandi.

Listaverkini á Girltalkframsýningini eru rættiliga ymisk, men øll eru merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum. Framsýningin er barokk, tølandi og stuttlig. Ljósareytt er afturvendandi, ein litur, sum kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum litur á kjólum í dárandi kvinnumyndum. Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í stríðnum fyri javnrætti. Ljósareytt verður somuleiðis brúkt sum feministiskur eyðkennislitur.

Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum til bæði tað søta og elskuliga við skálkaligum tilvísingum til kropp og kyn. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, tær hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum, hangandi relieffum. Tríggir málningar eftir Hansinu Iversen eru partar av gentuprátinum, tó at kompositiónirnar í sær sjálvum tykjast kvirrar. Hetta eru myndir, sum tú kanst blíva við at hyggja at, sjálvt um litirnir nýggju málningunum signalera lættleika og søtleika, er dýpd og dugni í teimum. Listakvinnan er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Listin hjá Silju Strøm er figurativ og abstrakt. Verkini sýnist sera estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Koloristiskt eru hesar myndirnar vakrar; tær eru næstan lekrar sum bomm, men eins og hini verkini á framsýningini eru hetta verk við søgum, sum áskoðarin kann blíva við at hyggja at, rannsaka og undrast um. Hjartaliga vælkomin til upplatingina!

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Hansina Iversen

Hansina Iversen

Tórshavnar Film Festivalur 2020

toff.jpg

Í døgunum 12. til 16.februar er Tórshavnar Film Festivalur við m.a. Geytanum á skrá í Norðurlandahúsinum. Geytakvøldið er útselt, meðan atgongurmerki eru eftir til nógvar áhugaverdar filma Ár. Tórshavnar Film Festivali 2020 verða vístir nýggir norðurlendskir filmar. Har verður orðaskifti, heiðurslønir verða lætnar, og tónleikur verður framførdur. Á TÓFF verða vístir fleiri filmar, har serliga ungdómurin verður lýstur. Filmar, sum siga okkum sterkar og persónligar søgur. Filmar, sum á ymsan hátt lýsa tað at vera ungur í Norðurlondum í dag. Og til tey, sum ikki eru ung longur, hava vit bjóðað Barnafestivalinum í Kristiansandi í Noregi at vísa fram eina skrá fyri ein barnafilm. Í skránni fyri TÓFF eru harumframt fleiri tiltøk, sum varpa ljós á gongdina í filmsframleiðslu – frá tí fyrsta skapandi hugskotinum til tað tvørfagliga samstarvið. Tað verða tiltøk fyi tey, sum arbeiða við filmi og tey, sum elska at hyggja at filmi.

GIRLTALK – Listaframsýning í Víngarðinum

83499621_2533970500063009_8500109547187208192_n (1).jpg

Girltalk er heitið á eini listaframsýning, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 15.februar við verkum eftir Randi Samsonsen, Silju Strøm og Hansinu Iversen. Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt heldur niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn á vesinum ella lítilsverdur slatur og tvætl uppi yvir endaleysum drekkamunnum. Men sum allar gentur munu vita og onnur helst við, so er júst hetta prátið ofta viðkomandi, spennandi, fjølbroytt umframt, at tað týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði.

Listaverkini á Girltalkframsýningini eru bæði sosial og ikki sosial – tey eru sera ymisk, men eru øll merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum, ið tó at tey at síggja til eru brúsandi og skemtilig, kortini bera okkurt fyri brósti. Ein litur, sum er afturvendandi á framsýningini, er ljósareytt, sum kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum litur á kjólum í dárandi kvinnumyndum. Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva ælabogalitskemanum, men at liturin er blandaður upp úr reyðum og hvítum, verður hann fataður sum onkursvegna uttanfyristandandi og sofistikeraður. Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í stríðnum fyri javnrætti. Ljósareytt er eisini brúktur sum feministiskur eyðkennislitur.

Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Hon bindur, heklar, broderar og seymar síni verk, sum skulu fatast taktilt við øllum okkara sansandi kroppi. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, men hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum relieffum. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list.

Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum eins og eitt loyndarfult tekin, ið væl at merki ikki skal greinast og týðast við heilanum - tað skal sansast og fatast við øllum kroppinum. Aðrar myndir eru meira samansettar við fleiri formum, sum bylgja fram og aftur í myndarúminum. Myndirnar hjá Hansinu Iversen eru sum heild sera sansaligar, tær eru meira maksimalar enn minimalar, og tykjast í fleiri førum at vera við at bresta av ekspanderandi litflatum og eini í føroyskum høpi øðrvísi kolorismu.

Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Hennara leitan útum tað fýrkantaða myndaformatið –eisini ítøkiliga sæð, er ikki bert fagurfrøðiliga grundað, hon er relationel við atliti til onnur verk til áskoðaran og til framsýningarheildina. Koloristiskt eru hesar myndirnar vakrar, tær eru næstan lekrar sum bomm, candy floss og stríput karamellupappír. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild. Pastellitirnir sýnast kunstigir og víkja frá litdáminum í teirri siðbundnu náttúrutulkandi føroysku listini.

Hjartaliga vælkomin til upplatingina! Okkurt lekkurt verður at fáa - kanska verður tað ljósareytt.

Anna Malan Jógvansdóttir fekk Gávugóðs Thorvalds Poulsen av Steinum

A52DDA86-9A9E-4A34-87C3-12A103677ECA.jpg

Nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevur gjørt av, at gávugóðsið í ár skal latast ungu listakvinnuni úr Nólsoy, Onnu Maluni Jógvansdóttir.

“Anna Malan Jógvansdóttir er ein djørv og týðandi rødd á føroyska bókmentapallinum og eitt av okkara listafólkum, sum, hóast ungan aldur, hevur sýnt serstakt hegni at skriva nýskapandi skaldskap á føroyskum. Gávugóðs til ungt listafólk úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum verður latið henni sum stuðul til framhaldandi menning og útbúgving”. Soleiðis ljóðar grundgevingin hjá nevndini, sum sambært viðtøkunum fyri grunnin umboða Fróðskaparsetur Føroya, Listasamband Føroya og Lærarafelag Føroya. Gávugóðsið í ár er 35.000 krónur, og tað varð latið unga rithøvundanum seinnapartin á almennum hátíðarhaldi í auluni í Finsen í Havn, har Bergur D. Hansen, dekanur á Føroysmálsdeildini á Fróðskaparsetrinum flutti fram røðu. 

Gott er at síggja, at evnaríka Anna Malan Jógvansdóttir hevur undanvind beint nú. Bara fimm dagar eftir, at nevndin í Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum hevði gjørt av, at Anna Malan Jógvansdóttir skuldi hava gávugóðsið í ár, so avgjørdi Mentanargrunnur Landsins at lata unga rithøvundanum starvsløn í seks mánaðir. Tað varð eisini almannakunngjørt í vikuni. - Tað er so deiligt! Nú nýtist mær ikki at stúra um tað fíggjarliga. Nú kann eg hugsavna meg um mítt arbeiði, sigur Anna Malan Jógvansdóttir.

Tey, sum higartil hava fingið stuðul úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, eru hesi:

2020: Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
2019: Lea Kampmann, tónleikari
2018: Anný Djurhuus Øssursdóttir, listakvinna
2017: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2016: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2015: Tórshavnar Musikkskúli, umboðandi musikkskúlarnar í Føroyum
2014: Heiðrun Petersen, tónleikari
2013: Bárður Reinert Poulsen, tónleikari og Janus á Húsagarði, teknari og rithøvundur
2012: Anton Petersen, filmsleikstjóri
2011: Dáva Juul Magnussen, tónleikari
2010: Herborg Silja Strøm, listarkvinna
2009: Kjartan Hansen, tón- og sjónleikari
2008: Marianna Mørkøre, listarkvinna
2007: Sámal Blak, myndahøggari og málari
2006: Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi
2005: Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur
2004: Marjun Kjelnæs, rithøvundur, Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari og Eivør Pálsdóttir, tónleikari
2003: Tróndur Bogason, tónleikari
2002: Andrass Olsen, tónleikari, Teitur Árnason, filmsleikstjóri og Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundi
2001: Rannvá Kunoy, listakvinna

Mentanarstuðulin latin

449886777_1280x720.jpg

Hesa seinastu tíðina hava listafólk bíða eftir einum serligum brævi frá Mentanargrunni Landsins. Eitt bræv, sum ger av um tey í eitt tíðarskeið sleppa at hugsavna seg um listina ella um tey mugu arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiði við síðuna av. Aftur í ár var mentanarstuðulin rættiliga smábýttur, nógv fingu ein til tríggjar mánaðars starvsløn, men Arnbjørn Dalsgarð fekk eitt ára starvsløn. Um ikki langa tíð fáa vit at vita hvør fekk tær longri listafólkalønirnar. Tíðindaskriv:

Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um 40,5 mio. kr. Grunnurin hevur 3,350 mio kr at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul. 40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari.

Nevndin hevur á fundi tann 19. januar 2020 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:

1 ár:

Arnbjørn Dalsgarð, rithøvund.

6 mánaðir:

Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvund.

Jón Sonni Jensen, myndlist.

Tórfinnur Jákupsson, filmslist.

Rógvi á Rógvu, tónasmíð.

Niclas Johannesen, tónasmíð.

Sekstan umsøkjarar fingu 3 mánaðir, seks 2 mánaðir og níggju umsøkjarar fingu 1 mánað.

Tilsamans vóru 103 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2020 (sí fylgiskjal).

Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.

Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.

Grunnurin fekk 13 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.

Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul.

Janu Jonhardsdóttir, myndlist.

Rúnu Volmarsdóttir Højgaard, dansur.

Terja Rasmussen, tónleik.

Eitt ár

Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur.

Seks mánaðir

Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur

Jón Sonni Jensen, myndlist.

Niclas Johannesen, tónleikari.

Rógvi á Rógvu, tónleikari.

Tórfinnur Jákupsson, filmur.

Tríggjar mánaðir

Guðrið Hansdóttir, tónleikari.

Hanni Julius Bjartalíð, myndlist.

Heðin Ziska Davidsen, tónleikari.

Hugin Eide, týðari.

Ingun Christensen, rithøvundur.

Jensina Olsen, tónleikari.

Kristian Blak, tónleikari.

Margit Baadsager, rithøvundur.

Mattias Kapnas, tónleikari.

Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur.

Óli A. Reinert á Geilini, rithøvundur.

Poulina Jóanesardóttir, vevlist.

Rani Nolsøe, tónleikari.

Steffan Stumann Hansen, rithøvundur.

Sunleif Rasmussen, tónleikari.

Zacharias Hammer, heimildarfilmur.

Tveir mánaðir

Jón Aldará, tónleikari.

Ines Jørgensen, týðari.

Leivur Thomsen, tónleikari.

Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, dansur.

Rúna Volmersdóttir Højgaard, dansur

Theodor Kapnas, tónleikari.

Ein mánað

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari.

Edvard S. Olsen, týðari.

Eli Tausen á Lava, tónleikari.

Elin Michelsen, rithøvundur.

Jákup Dahl, sjónleikari.

Kári Sverrisson, tónleikari.

Mariann Hansen, sjónleikari.

Martin Schurholz, týðari.

Sanna A. Dahl, týðari

Ikki illa meint vann Robert

ikki illa.jpg

Í gjár vann føroyski filmsleikstjórin, Andrias Høgenni donsku filmsvirðislønina, Robert fyri stuttfilmin Ikki illa meint. Hann snýr seg í høvuðsheitum um tvær ungar vinkonur, sum hittast í Føtex. Tað vísir seg, at tann eina hevur blokerað hina á Facebook og henda útihýsing fær kanska størri avleiðingar enn ætlað. Umframt gerandisdramasøguna og fína kamarspælið millum tær báðar, Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin gevur filmurin innlit í føroyska útisetaumhvørvið í Keypmannahavn.

Tað munu vera mong í føroyska filmsumhvørvinum, ið eru errin av Andriasi Høgenni, sum nú hevur vunnið fleiri virðislønir, tí hann er ein partur av og eitt úrslit av stóru menningini á økinum. Hann ger sjálvur vart við hetta hvørja ferð, hann sleppur, og takkar m.a. Klippfisk og fólkunum í føroyska filmsumhvørvinum. Á pallinum í gjárkvøldið var tað ein herliga sjálvsikkur ungur filmsleikstjóri, sum tosaði føroyskt og spáddi seg neyvan at vera tann síðsta føroyska Robert-vinnara. Vit eru púra samd og ynskja dugnaliga filmsleikstjóranum hjartaliga til lukku við bragdinum.

høgenni.jpg


Steinprent á Art Herning

Mynd tikin av verki hjá Hanna Bjartalíð í framsýningini hjá Svend-Allan Sørensen í Steinprenti

Mynd tikin av verki hjá Hanna Bjartalíð í framsýningini hjá Svend-Allan Sørensen í Steinprenti

Í vikuskiftinum er listamessan Art Herning, har hópin av gallaríum sýna fram list. Steinprent er við og sýnir fram eitt úrval av nýggjum verkum eftir m.a. Svend-Allan Sørensen, Julie Sass, Trónd Patursson, Hanna Bjartalíð og Claus Carstensen

http://www.artherning.dk/





84067186_119117526050316_7372893915768160256_n.jpg
82997263_782224972297112_6341992543709822976_n.jpg
83689358_507685699938959_387659852601622528_n.jpg
Ein framúrskarandi nýggj standmynd hjá Hanna Bjartalíð, sum hann hevur skorið úr gjøgnumheilum viði

Ein framúrskarandi nýggj standmynd hjá Hanna Bjartalíð, sum hann hevur skorið úr gjøgnumheilum viði

Mentanarvirðislønirnar 2019: Fagnaður og undran!

hanus.jpg

Aftur í ár fegnast vit um latnar virðislønir, har listafólk og mentafólk verða heiðrað alment. Í ár gekk tað fyri seg í Sjónleikarhúsinum, tað var eftir fínu sjónvarssendingini at døma hugnaligt og riggaði, tó at tað var merkiliga mansdominerað tiltak - einastu konufólk á pallinum vóru kórsangarar í kórinum Sólarmagn. Tað tóktist heldur løgið. Men tað mest merkisverda og minst óvæntaða var religiøsi dámurin, sum merkti røðuna hjá mentamálráðharranum, Jenisi av Rana. Tað má hann um. Og hann kann fyri so vítt eisini upprætta serstakar virðislønir til alt møguligt kristiligt; Vakttornið fyri framúr littereran kvalitet og hugfarsligar tekningar til dømis og har er so mangt annað líknandi. Ein ministari hevur rúmar heimildir, men eigur at taka fyrivarni viðvíkjandi armslongdarregluni. Eg haldi, at tað er stórt spell, at tann serliga virðislønin var latin í staðin fyri virðisløn til okkara ungu listafólk, sum nú í átta ár hava átt ta einu av virðislønunum. Tey ungu hava sera stóran týdning fyri listarligu menningina í Føroyum - tað síggja vit á fyrvverandi virðislønarmóttakarum sum t.d. Trygvi Danielsen, Búi Rouch, Silja Strøm og Anna Malan Jógvansdóttir hava fingið.

Vit hava eina ørgrynnu av ungum listafólkum í løtuni, sum hava uppiborið eitt herðaklapp og ein fíggjarligan styrk. Í ár var eingin virðisløn til teirra. Sambært grein á in.fo hevur tann setta innstillingarnevndin givið Jenisi av Rana viðmæli til eisini at heiðra eitt ungt listafólk - vit vita ikki hvønn, men viðkomandi fær einki, tí mentamálaráðharrin gjørdi av at taka nevndina av ræði.

Móttakarar av virðislønum

Hanus G.Johansen fekk mentanarvirðisløn landsins við hesi grundgeving: "Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi. Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar.  Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið. Til dømis yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar. Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini. Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.” Mentanarvirðisløn landsins er uppá 150.000 krónur.

Heiðursgáva landsins 2019 verður latin Simma Arge Jacobsen við hesi grundgeving: “Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik – á føroyskum. Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki var til frammanundan. Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi. Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, “Simme Musikkhús. Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum. Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið verður Heiðursgáva landsins 2019 latin Simma Arge Jacobsen.” Heiðursgáva landsins er uppá 75.000 krónur.

Í staðin fyri virðisløn til eitt ungt listafólk hevur Jenis av Rana valt at lata forlagnum Leirkerinum eina serstaka virðisløn “Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari: bókum, sálmum og bløðum. Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna. Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum. Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu. Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum. Sum landsstýrismaður í mentamálum havi eg gjørt av at heiðra Forlagið Leirkerið við serstakari virðisløn sum eina tøkk fyri áhaldandi og mennandi arbeiðið innan útgávu av andaligum tilfari.” Serstaka virðislønin er uppá 50.000 krónur.

Upplating VINDUR ALDA FUGLUR

0802AEAB-5CA2-4509-9537-CF156435AB73.jpeg

Í gjár læt framsýningin VINDUR ALDA FUGLUR hjá Svend-Allan Sørensen upp í Steinprenti. Ein sera væl skipað framsýning, poetisk og inspirerandi, við plássi fyri bæði skemti og álvara. Eg seti nakrar myndir inn her og viðmæli tykkum at fara at hyggja at framsýningini. Leivur Thomsen gjørdi eina fína samrøðu við listamannin í Vikuskiftissendingini í gjár, og eg skrivaði eina grein um hann, sum stendur at lesa í Dimmalætting. http://kvf.fo/node/103201

IMG_1993.jpeg
IMG_20200108_160912.jpg
IMG_1988.jpeg
2A77A2EB-3166-4746-9DA5-040291327804.jpeg
57CB64E1-1EB5-49A3-A8C2-8D65FFE533E7.jpeg
F259353B-5815-4B58-97D0-C58B6C6D9504.jpg
146BC9F5-8A3B-4E33-8479-A12650A87703.jpg
DC3EC1E6-5CF0-416C-ADCD-EF4267451AE2.jpeg
389ADD08-656B-4342-99B0-AE5C3E43F89D.jpeg
IMG_20200109_121501.jpg

Fotomyndir: Jan Andersson og Kinna Poulsen

Hugfarslig listaframsýning letur upp

IMG_20200108_160912.jpg

Í dag fríggjadagin 10.januar klokkan 16-18 letur ein spennandi framsýning upp í Steinprenti í Havn við nýggjum verkum eftir listamannin, Svend-Allan Sørensen. Hann er grafiskur listamaður, sum arbeiðir við ymiskum grafiskum tøknum, steinprenti, træ- og linoprenti. Hjá Svend-Allan Sørensen er tað hugskotið, sum drívur verkið eins og drívmegin er poetisk. Plakatin er, sum skilst á myndini ovast, eitt upprunaprent, skrivað við myndskrift eitt sindur eftir sama leisti sum í síni tíð egyptarar brúktu í sínum hieroglyffum.

8A16BC30-A332-41F3-A707-D1D46239E9F1.jpeg


VINDUR ALDA FUGLUR

DC3EC1E6-5CF0-416C-ADCD-EF4267451AE2.jpg

Svend-Allan Sørensen í Steinprenti

Fríggjadagin 10.januar klokkan 16-18 letur ein spennandi framsýning upp í Steinprenti í Havn við nýggjum verkum eftir listamannin, Svend-Allan Sørensen, ið hóast talan er um hansara fyrstu serframsýning her á landi, ikki á nakran hátt er ókendur innan føroyska myndlist. Síðan 2011 hevur hann javnan arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti, eins og hann hevur tikið lut á hópin av listaframsýningum. Tó at náttúran hevur ein stóran leiklut í hansara listaverkum, er tað ikki heilt á sama illustrativa ella ekspressiva hátt sum vit eru von við í føroyskari list. Tí hjá Svend-Allan Sørensen er konseptið alla tíðina í miðdeplinum – tað er hugskotið, sum drívur verkið, og ofta eru hansara verk beinleiðis bygd upp av orðum ella setningum.

Í hansara nýggju myndum kykna týdningar í logiskum frávikum millum orð og mynd til dømis, tá ein orðing um grábleikar kjálkar stendur á lýsandi pinklittari grund. Svend-Allan Sørensen skýrir seg sjálvan at vera ein ordans bygdamann. Hann er rokaligur og fúsur, og veiðimaður um ein háls. Hann er føddur í 1975 í Kjellerup í Jútlandi, men býr og arbeiðir í Odense. Hann er grafiskur listamaður, og fæst við linoprent, træprent og steinprent. Hann hevur samstarvað við Steinprent í Havn síðani 2011 og fekk í 2014 ta stóru grafikaravirðislønina The Queen Sonja Nordic Art Award fyri prent, hann hevði framleitt í Steinprenti. Hann hevur havt serframsýningar eitt nú í SPECTA í Keypmannahavn og í Museum Jorn í Silkeborg, eins og hansara verk hava verið partar av framsýningunum, Grafisk Sambond og Orð og Mynd.

Verkini á framsýningini í Steinprenti eru øll nýggj og fyri tað mesta framleidd í Steinprenti. Tey taka støði í tekstum hjá tveimum donskum yrkjarum, Svend Fleuron (1874-1966) og Valdemar Rørdam (1872-1946), sum listamaðurin hevur latið týða til føroyskt og sum hann brúkar í sínum prentmyndum. Framsýningarheitið VINDUR ALDA FUGLUR stavar frá eini yrking hjá Valdemar Rørdam, sum er prentað á hansara gravstein og sum fyri Svend-Allan Sørensen knýtir seg at hansara uppliving av Føroyum. Ein orsøk til, at báðir teir nevndu høvundarnir eru lutfalsliga ókendir í dag er, at teir hava verið útihýstir eftir kríggið orsakað av, at teir á ymiskan hátt verða settir í samband við nazistýrið og við týska hersetingarvaldið undir krígnum. Orsøkin til, at Svend-Allan Sørensen hevur áhuga fyri teimum er bókmentaligur, at listamaðurin er hugtikin av yrkingum og prosa hjá hesum báðum høvundunum, serliga har teir hava miðsavnað seg um náttúru og hava skrivað áhugaverdar veiðibókmentir, Fleuron í “Jagtbreve” frá 1906 og Rørdam í “Jagtens Eventyr i Danmark” frá 1934. Veiðibókmentir eru enn sum áður til stóran íblástur hjá Svend-Allan Sørensen, bæði hjá amerikanska høvundinum, Henry David Thoureau og danska høvundinum, Boganis/Wilhelm Dinesen.

Á framsýningini eru tvær monumentalar portrettmyndir av høvundunum báðum, sum tó at tøknið er siðbundið træprent, líkjast frá øllum vanligum grafikki, bæði tí tær eru so stórar, sum tær eru, men eisini, tí tær bæði sýnast modernaðar samstundis sum tær hava eitthvørt lagnutungt yvir sær. Eitt dramatiskt kanska enntá romantiskt brá, ið tó eisini tykist merkiliga cool og samansett. Listamaðurin greiðir frá, at hann við hesi framsýningini fer yvir í nakað nýtt, sum hann ikki hevur arbeitt við áður. Hann heldur sjálvur, at tað er føroyska listin og landið sjálvt, sum ávirkar við sínum patosfyllta, ekspressiva og koloristiska brá.

Framsýningin, VINDUR ALDA FUGLUR, ið fevnir um steinprent, linoprent, træprent, monotypi og heliografi, er fíggjarliga stuðlað av Statens Kunstfond og L.F. Foghts Fond, og letur upp fyri almenninginum í Steinprenti fríggjadagin 10.januar klokkan 16-18 og øll eru hjartaliga vælkomin.

20191014_121127.jpg
2A18A1CD-2075-4CD2-B85A-0746DB12907C.jpeg

BLÆST BØLGE FUGL

Svend-Allan Sørensen i Steinprent

Der er fart over feltet, når Svend-Allan Sørensen regerer i Steinprent, Færøernes Grafiske Værksted, som han gør i disse dage, hvor litograf, Jan Andersson og de andre værkstedsfolk har travlt med at få trykt de sidste af værkerne på udstillingen BLÆST BØLGE FUGL, der åbner på fredag klokken 16-18. Det er en udstilling med afsæt i såvel poesi som jagt og med Svend-Allan Sørensens særlige passion for det færøske, der ifølge ham selv er med til at farve udstillingen og det i bogstavelig forstand, for BLÆST BØLGE FUGL kommer til at udfolde sig i en noget mere koloristisk og ekspressiv retning ud end vi er vant til fra denne billedkunstner, der især er kendt for sine sorthvide ordbilleder. Svend-Allan Sørensen er født i 1975 i Kjellerup og er uddannet på Det Fynske Kunstakademi 1997-02. Han er medlem af Kunstnersamfundet og BKF og modtog i 2014 The Queen Sonja Print Award. Svend-Allan Sørensen er grafisk billedkunstner og arbejder med forskellige grafiske teknikker.

Udstillingens tematiske udgangspunkt udgøres af skrifter, sætninger og ord, skrevet af to forfattere, som ikke mindst har gjort sig gældende inden for dansk jagtlitteratur. Det er Svend Fleuron (1874-1966) og Valdemar Rørdam (1872-1946) – to i sin tid fejrede digtere, hvis eftermæle er ødelagt af deres fraternisering med nazisterne og den tyske værnemagt, hvilket har gjort dem til persona non grata i dansk litteraturhistorie.

Svend-Allan Sørensens begrundelser i forhold til at bruge netop disse forkætrede forfatteres tekster er ikke politisk eller historisk motiveret, men er udelukkende baseret på deres litterære kvaliteter og billedkunstnerens begejstring over deres natur- og jagtinspirerede poesi. Alligevel kan det godt være, at noget af det mørke, der sniger sig ind i værkerne, har deres afsmitning fra værkernes historiske ophav. Men det kan rent beset også hænge sammen med det bastante vintermørke udenfor eller mørket i færøsk maleri.

Selv om udstillingen er Svend-Allan Sørensens første separatudstilling på Færøerne, så er billedkunstneren aldeles ikke ukendt i det færøske kunstmiljø, hvor han har deltaget i et utal af gruppe- og temaudstillinger både lokalt og udenlands. Udstillingstitlen, BLÆST BØLGE FUGL stammer fra en af Valdemar Rørdams tekster, der også er citeret på forfatterens gravsten. Men for Svend-Allan Sørensen hænger titlen også sammen med hans oplevelse af og passion for Færøernes natur og kultur som billedkunstner og som jæger. BLÆST BØLGE FUGL er i grunden en nøgtern udstillingstitel, der består af tre stillestående navneord uden nogen specificeret sammenhæng eller yderligere beskrivelser. Samtidig danner disse fire stavelser en hel verden af bevægelse, af naturelementer, vi oplever i bevægelse og flugt. Den nøgterne og stemningsfulde udstillingstitel kan meget vel fungere som en form for åbning til Svend-Allan Sørensens på en gang prosaiske og følelsesfulde univers, hvor beskueren bestandigt bevæges imellem det saglige, det sindige og det snudehulkende.

Udstillingen, BØLGE BLÆST FUGL omfatter litografi, linoleumssnit, træsnit, monotypi og heliografi. Den er støttet økonomisk af Statens Kunstfond og L.F. Foghts Fond. Fernisering er d.10.januar fra 16-18 og alle er hjertelig velkomne.

A4EB833B-2EE0-4F1C-81B7-18ED677F769A.jpeg