Hava vit eitt ávíst lyndi til at geva ordiliga andstyggiligum fyribrigdum fleiri nøvn? Sum um tað eina heitið ikki er nóg stórt og víðfevnt til tess at fevna alla óhumskuna. - Meðan fólksliga heitið á sóttini, Corona klingar hugnaliga fjálgt og frískt sum ein summarøl, er tað seinna heitið Covid-19 spískari og óhugnaligari, fult av løgnum verum í gulum trygdarbúnum og riddarahjálmum, sum minna um Outbreak og sovorði fremmant og óhugnaligt. Men eftir øllum at døma eru fleiri krúnuvirussar til og tí mátti hesin nýggi vandamikli virussurin eyðmerkjast sum Covid-19 fyri at vísa á, at talan er um tann COronaVIrusDisease, sum kyknaði í Wuhan í Kina í fjør altso í 2019 og sum møguliga stavar frá einari flogmús. Fyri tann ikki so náttúruvísindaliga er henda frágreiðingin eitt sindur Batman- ella var tað Spiderman-margháttlig. Tí hvussu kann ein virussur “møguliga” stava frá einari flogmús? Er tað ikki nakað mann veit? Hvussu er og ikki, so er krúnusóttin ein álvarslig farsótt, ið setir allan heimin í eina serstøðu. Eisini okkum. Og her í húsinum fara vit komandi vikuna at brúka sovorði fínt marglætis-wc-pappír, tí alt tað vanliga var útselt í Bónus. Men eisini her hava vit hamstrað eitt pinkalítið sindur. Eg kann kanska pástanda, at eg bara havi gjørt meg út til vikuskiftið, men eg má nokk viðganga, at her er eitt sindur meira til av mati enn vanligt. Eg veit ikki um tað ger nakað. Tí er tað ikki ein nokk so menniskjalig reaktión at vilja klára seg og síni í eini kreppustøðu? Tað einasta mær ikki dámar er øðin um tey, sum hamstra. Hon er so beisk og hørð og náðileys. Full av óðum eygnabjálkum og dómum um irrationelt idioti. Tað sama er øðin um smittuflogfarini, sum nú eftir øllum at døma floyma niður yvir okkara oyggjar. Eg skal ikki siga, at tað er so øgiliga skilagott at ferðast í løtuni og kanska hevði tað verið rættari at lóggivið móti flúgving alt fyri eitt, men eingin lóg er komin enn og hjá onkrum er ferðin kanska neyðug. Er tað ikki ógvuliga menniskjaligt í krepputíð at vilja sleppa heim? Verður eitt ferðafólk sjúkt umborð á flogfarinum, býr eingin tilvitaður óndskapur aftanfyri. Tað sama kann sigast um alla øðina, sum sjálvandi kemur av stórum ótta um ein ótespiligan, ósjónligan og andlitsleysan fígginda. Tað ringasta við panikki er, at hann dehumaniserar. Vit mugu minnast til, at eisini tey í flogfarinum eru børn hjá onkrum, systrar ella brøður hjá onkrum, pápar ella gummur hjá onkrum. Tað er gott, at tiltøk verða gjøgnumførd fyri at halda smittuni niðri, men harumframt mugu vit royna tað, vit kunnu at vera eyka góð við hvønn annan.