Oddfríður Marni Rasmussen er í uppskoti at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri skaldsøguna Ikki fyrr enn tá, sum Sprotin gav út í fjør. Í grundgeving skrivar nevndin: Har er ikki nógv poetiskt við heilakrabba. Kortini eru myndríku lýsingarnir í skaldsøguni um Janus, sum upplivir konu sína stríðast í eini sjúkugongd uttan vón, bæði ógvisligar og yndisligar. Tað er málið, sum skal halda í minnunum um eitt lív, sum var. Skaldsøgan snýr seg um kærleika, um vónloysi, styrki og ómegd og ikki minst um at missa tamarhaldið. Heilasvullurin brýtur seg inn gjøgnum tilvitið á Elsu sum ein myrkur nevi. Samrøðurnar hjá parinum minka burtur til fá orð og rím. Skaldsøgan er í tveimum pørtum. Fyrsti partur verður sagdur í tátíð og lýsir skelkin eftir diagnosuna og sjúkugongdina. Annar partur er skrivaður í nútíð og snýr seg um hvussu tað gongst Janusi eftir, at konan er deyð. Sjónarhornið er hjá tí avvarðandi - tað er maðurin, hvørs sinnistøður skifta millum pátikið gott lag, hurlivasa og eyðmýkt. Tí Janus er skroypiligur, hann drekkur ov illa, er eitt sindur sjálvupptikin og við rithøvundadreymum, sum hann ongantíð hevur gjørt álvara av. Tað snýr seg um at finna júst tey røttu orðini fyri at halda fast í minnum, sansanum og kenslum. Janus hyggur aftur og fram. Hann vil skriva um tað, sum var. Tað er hann, sum sigur frá – um sína elskaðu, men mest um seg sjálvan og er sum so eitt heldur strævið frásøgufólk, fullur av menniskjansligum lýtum. Hervið vísir skaldsøgan evnisliga á teir møguleikar og avmarkingar, sum eitt tílíkt sjónarhorn hevur við sær. Stílurin er lættur, myndríkur og kollasjukendur, og glíður yvir í surrealismu, tá tann tatoveraða kvinnan, Rósa flytir inn til Janus, sum vegna sorg og rús ikki heilt megnar at skyna millum dreym og veruleika. Teir tveir høvuðspersónarnir eru lýstir við ektaðum trúvirði og nærleika. Rasmussen megnar í hesum sambandi at tvinna sína lýsing av kærleika og sjúku saman við reaktiónini hjá manninum, ið eftir situr og sum leitar í tí døkka fyri at skriva á tað hvíta.
Tilsamans 13 bøkur eru í uppskoti. Vinnarin verður almannakunngjørdur í Reykjavík 27. oktober. Tilnevnd eru hesi: