Viðkomandi listabók

87275849_491179588236506_5210861989470928896_n.jpg

Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hondskrivað bók kemur út. Um lagt verður aftrat, at talan er um eina listabók, sum er skrivað við sprittusj, man onkur hóma hvør ið skrivað hevur, tí er hann nevndur, er hann kendur og hann hevur givið fleiri yrkingasøvn út, sum eru skrivað við sprittusj. Tað er fjøllistamaðurin, Øssur Johannesen, sum hevur skrivað um vinmannin, listamannin, Tummas Jákup Thomsen. Og tað er gott og uppá tíðina, at okkurt kemur út um poppsurrealistin í Gøtu, hvørs blýantsmálningar hava eina serstøðu í føroyskari list og hvørs visioneru, speysutu og syrutu lýsingar av landsløgum við endaleysum snyrilsmynstrum og kolasvørtum himmalhválvi eru eyðkendar.

Tað sigur seg sjálvt, at tá tveir so sermerktir outsiderlistamenn sum Øssur og Tummas Jákup ganga saman um eina útgávu, kann tað ikki blíva til annað enn kult. Tá Øssur Johannesen miðlar, gongur tað fyri seg á saman hátt sum tá hann málar, yrkir ella ger tónleik; hann gongur uppí tað við lív á sál og bumm! Á bakpermuni skrivar hann, at Tummas Jákup Thomsen er ein tann mest slóðbrótandi originali og sermerkti listamaðurin í Føroyum í dag. Inni í tekstinum leggur hann somuleiðis dent á, at Tummas Jákup er slóðbrótari, ið ikki eins og onnur listafólk málar lekrar parfumupoppmyndir og smáborgarlig veggjapprýði. Høvundinum líkt leggur hann í síni lýsing av listamanninum serligan dent á tað harða lívið á lívsins skuggasíðu, um alkoholikaralyndið í familju listamansins og um lívið sum heimleysur, sum Tummas Jákup Thomsen eisini hevur greitt frá í sjónvarpssending, meðan minni er greitt frá tí listarliga og um júst hvat man vera orsøkin til áhugan hjá Tummas Jákupi fyri Salvador Dali. Kortini rakar Øssur Johannesen seymin á høvdið, tá hann skrivar soleiðis um vinmannin: ”Tummas Jákup Thomsen er surrealistiskur, men eisini rættiliga ekspressivur. Her er markið millum dreym og veruleika viskað burtur. Í einum støðugum streymi av mystiskum yvirnáttúrligum íblástri koma myndirnar til hansara..”.

Hetta er líka nógv bókin hjá Øssuri Johannesen sum bókin hjá Tummas Jákupi Thomsen og henda sannroynd merkir eisini myndavalið. Høvundurin skrivar, at honum dámar betri tær svarthvítu myndirnar hjá Tummas Jákupi og tessvegna eru allar tær 64 myndirnar, sum eru av verkum í bókini, av svarthvítum blýantstekningum. Her eru nógvar góðar, og onkrar ikki so góðar við. Úrvalið kundi verið bæði strammari og størri. Eg haldi til dømis, at tað er spell, at høvuðsverk sum t.d. Pílahúsbygdin, tað koyrandi billandslagið, sum hann framsýndi á Arken á sinni ella verk, hann hevur havt á Heystframsýningini, á Always Coming Home á G! osfr. ikki eru avmyndað í bókini. Tí Tummas Jákup Thomsen er ikki bert teknari, hann er eisini málari og konsept- og installatiónslistafólk. Eisini her hevur hann sínar heilt serligu søgur at siga. Hann er heldur ikki bara dapur, men eisini stuttligur og hugfarsligur. Hvussu er og ikki skal Øssur Johannesen hava rós fyri, at hann við bók síni varpar neyðugt ljós á viðkomandi listamannin, Tummas Jákup Thomsen.

87736022_133021451356155_1010416916382089216_n.jpg
87480138_496882660984193_5074171640208687104_n.jpg
87373400_672915393250184_1319739687945895936_n.jpg



87185543_504133510511197_690313407538135040_n.jpg