Í gjár vann føroyski filmsleikstjórin, Andrias Høgenni donsku filmsvirðislønina, Robert fyri stuttfilmin Ikki illa meint. Hann snýr seg í høvuðsheitum um tvær ungar vinkonur, sum hittast í Føtex. Tað vísir seg, at tann eina hevur blokerað hina á Facebook og henda útihýsing fær kanska størri avleiðingar enn ætlað. Umframt gerandisdramasøguna og fína kamarspælið millum tær báðar, Mariann Hansen og Sissal Drews Hjaltalin gevur filmurin innlit í føroyska útisetaumhvørvið í Keypmannahavn.
Tað munu vera mong í føroyska filmsumhvørvinum, ið eru errin av Andriasi Høgenni, sum nú hevur vunnið fleiri virðislønir, tí hann er ein partur av og eitt úrslit av stóru menningini á økinum. Hann ger sjálvur vart við hetta hvørja ferð, hann sleppur, og takkar m.a. Klippfisk og fólkunum í føroyska filmsumhvørvinum. Á pallinum í gjárkvøldið var tað ein herliga sjálvsikkur ungur filmsleikstjóri, sum tosaði føroyskt og spáddi seg neyvan at vera tann síðsta føroyska Robert-vinnara. Vit eru púra samd og ynskja dugnaliga filmsleikstjóranum hjartaliga til lukku við bragdinum.