10-20 Listalistin
/Á ferð inn í tjúguni kunnu vit gera okkum tankar og støðulýsingar um listaárið, ið fór, men vit kunnu eisini royna at skoða eitt sindur longur aftureftir. Hvussu hava tíggini tíggjað sær listarliga? Eg havi so ofta sagt og skrivað, at tað gongst væl við samtíðarlistini og tað haldi eg enn. Og sjálvt um tað kanska gongur eitt sindur trekari við stovnum og skipanum kring listina, so eru eisini her framburður at hóma í støðum.
Á Fróðskaparsetrinum er ein listaútbúgving sett í gongd. Vit kunnu altíð diskutera um hon heldur skuldi verið so ella so, men eftir stendur, at útbúgvingin er farin í gongd og hetta fer at lyfta støðið so ella so, serliga um farið verður í gongd við at víðka útbúgvingina, so at hon eisini fevnir um myndlist o.a. Musikkskúlaskipanin hevur fingið ein prýðiligan bygning í Havn, sum speglar ta tign og tann týdning, sum henda skipan hevur í føroyska samfelagnum. Í mun til hetta er syrgiliga lítið hent ítøkiliga við Tjóðpalli Føroya. Heili sekstan ár eru liðin síðani føroyska nationalsenan varð skipað við løgtingslóg. Onkuntíð hevði mann ynskt, at tað var eitt stórt fjall ella fjørður ímillum leik A og leik B, tí so er einki, at ivast í, at hol varð bumbað í gjøgnum og leyst og liðugt (og so var bara atkomuvegurin eftir...). Framfýsnu filmsfólkini hava stovnað filmshús og filmsgrunn, fíggjarnevndin hevur umbestemmað seg til ikki at skava 400.000 krónur av játtanini. Tað skuldi verið gott, men um hugsað verður um upprunaligu ætlanirnar spakuliga at hækka stuðulsupphæddina til film, so er talan um eina skeiva gongd og vantandi framsøkni. Føroyskir politikarar og núverandi samgonga tykist ikki hava skilt hvussu stóran týdning list hevur fyri Føroyar og hvussu nógv tað merkir fyri okkum sum land, tá føroysk filmsfólk sum Sakaris Stórá og Andreas Høgenni og onnur við vinna altjóða virðislønir. Føroysk listafólk skara framúr í altjóða høpi, her eru vit javnan við í fremstu división innan øll møgulig listasløg, antin tað er innan sjónleikin, har Olaf Johannessen verður fagnaður bæði í Týsklandi og í Danmark, ella tað er innan barnabókmentirnar, har Bárður Oskarsson er eitt verðinsnavn ella innan myndlistina har Rannva Kunoy hevði serframsýning hjá Nathalie Karg Gallery í Untitled í Miami Beach. Og júst Rannva Kunoy er altíð fús at nevna týdningin av trý ára listastuðlinum, sum hon fekk via Mentanargrunnin.
Listastuðul er eitt margháttligt hugtak, tí tað ljóðar sum um tað snýr seg um at stuðla listafólkunum og sum um at talan er um eitt sosialt átak. So er ikki. Stuðulsskipanin er ein íløguskipan, har landið er so mikið skilagott at gera íløgur í list, ið er prógvað at vera til gagns hjá øllum samfelagnum. Myndlistin, tónleikurin, sjónleikurin, bókmentirnar, filmurin og alt hitt gevur einstaklinginum upplivingar og elvir til kjak, og skapar samanumtikið trivnað. Hóast árinið ikki er so lætt at máta beinleiðis, hava fleiri kanningar bent á, at listin fremur læring og at hon eisini er ein beinleiðis drívmegi fyri búskaparvøkstur – í Føroyum uppliva vit í hesum árum eitt vaksandi tal av mentanarferðafólki, sum koma til Føroya t.d. at royna matin á fantastisku matstovuni Koks og síggja framúr góða list í Steinprenti, Norðurlandahúsinum og Listasavninum. Og júst hesum økinum kunnu vit fáa nógv meira burturúr, um vit skipaðu tað betri.
Men tað er fyrsti dagur í einum nýggjum ári og tíð at gera listar um hetta og hatta og árið, ið fór. Tað havi eg eisini gjørt, tað kunnu tit lesa um her á Listaportalinum. Harumframt haldi eg, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein lista yvir hvørji listaverk sita eftir í huganum, sum vórðu gjørd/framsýnd/lisin/upplivað í tíggjunum. Tað er ikki neyðugt at minna á - men eg geri tað allíkavæl - at eg sjálvandi ikki havi upplivað alt, sum var og at eg heldur ikki minnist alt og at tað eisini er hopleyst at seta listasløg upp í móti hvørjum øðrum soleiðis sum eg geri, men eg geri tað ásannandi, at tað nú allíkavæl er ótrúligt hvussu nógvar listaupplivingar, mann kemur í tankar um, tá man roynir og at tað besta við listum er, at teir eru so lættir at yvirskoða, at teir alt fyri eitt elva til nýggjar listar í vitskuni á teimum, ið síggja listan og varnast alt tað, sum manglar á listanum. Men hetta er so mín roynd at skráseta mínar bestu listaupplivingar frá 10-20 og eg síggi longu nú, at hetta heldur ikki ordiliga, tí er Bridges hjá Eivør ikki enn betri enn Room? Men júst tað árið kom tann stórfingna symfoni nummar 2 hjá Sunleif Rasmussen, so tað bar ikki til. Og har er alt møguligt sum manglar innan sjónleik og tónleik og annað; fantastiski sálmurin Uden dig hjá Teiti Lassen/Per Worm ljómar framhaldandi í mínum høvdi og hatta einastandandi verkið hjá Ragnari Kjartansson Nur wer die Sehnsucht kent - verðinslist í Norðurlandahúsinum, og hvat við Fløtu kaninini hjá Bárði Oskarsson og við Listaleikum hjá Silju Strøm? Jú, vit eru av sonnum rík, tá tað um listina ræður…
Her er eitt boð uppá ein listalista – Royn tú!
2019 Rannva Kunoy AFTER HISTORY Steinprent
2018 Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Lonely Hearts Listahøllin
2017 Tóroddur & Co Steinprent
2016 SPOR v Jóhan Martin Christiansen Listasavnið
2015 Sunleif Rasmussen Symphony No. 2 "The Earth Anew".
2014 Carl Johan Jensen Eg síggi teg betri í myrkri Forspæl til ein gleðileik
2013 Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin
2012 Eivør Room
2011 Sissal Kampmann Ravnar á flogi Yrkingar úr uppgongdini
2010 Anna Seppälä og Hanni Bjartalíð. Framsýning í Steinprent
2019 Málningaframsýning hjá Torbjørn Olsen í Steinprenti, Hamlet í NLH v/Búi Dam, Psykosudrotningin sigur frá eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir kemur út, Flakar eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir í Skálabúðini í Havn, Hans Pauli Olsen: Elinborg Lützen, Eivør Pálsdóttir í Maggies í Nólsoy, Always Coming Home á G! Forlagið Eksil v/Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, Ragnar Kjartansson Nøkur verk – NLH Tórshavn, Tóroddur Poulsen Takrennutónar, Anný Djurhuus Øssursdóttir "You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck", Julie Sass Black Fog Rising Steinprent, AFTER HISTORY Rannva Kunoy Steinprent, Anker Mortensen Norðurbryggjan, Ikki fyrr enn tá eftir Oddfríð M.Rasmussen, Peter Callesen Lítlum báti rekist eg á. Steinprent, Hansina Iversen Gamla Seglhúsið Klaksvík, Silja Strøm Listaleikir. Listasavn Føroya, Plúmm Catch
2018 Hansina Iversen Portrait of the loved ones Steinprent, Soli deo Gloria eftir Peter Asmussen v/Christoffer Berdal Tjóðpallur Føroya, Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Lonely Hearts Listahøllin, Marius Olsen Steinprent, Látur Medusu v/GUT productions. Sjónleikarhúsið, Hamferð Támsins likam, Tóroddur Poulsen Himnahyljar, Anna Malan Jógvansdóttir Korallbruni, En kort historie om abstraktion Kuraterað av Julie Sass. Rønnebæksholm, In Search of Lost Colours Randi Samsonsen Steinprent, Sorg, sálarkvøl og heimloysi v/ Elin J.Smith, Trygvi Danielsen Silvurbók, Teitur Lassen I want to be kind, Claus Carstensen Ape Rules OK! Steinprent, Himnahyljar Tóroddur Poulsen, Astrid Andreasen Müllers Pakkhús, Bárður Jákupsson Norðurbryggjan, Anna Seppälä Steinprent, Glasir listprýðingin v/Ranva Kunoy, Sigrun Gunnarsdóttir, Brandi Patursson, Jóhan Martin Christiansen, Ragnhild Hjalmarsdóttir , Bárður Oskarsson Træið. Konsert v/ Eivør Pálsdóttir +Mikael Blak, Høgna Lisberg, Halli Jonson og Turpin Napoleon Djurhuus í Sjónleikarhúsinum, Sólsmakkur v/Rannvá Holm Mortensen, William Heinesen Listasavnið, Spor Jóhan Martin Christiansen Norðurbryggjan, Kringsýni v/Bjarne Werner Sørensen. Sakaris Stórá Dreymar við havið.
2017 Abstrakt Summar v málningum og prentum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever. Steinprent. Viscera Construct Jón Sonni Jensen. Inova. Djúpini v/Vónbjørt Vang, Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum, G!Festival v Jóhan Martin Christiansen. Sakaris Stórá Dreymar við Havið. Kristina Sundar Hansen Ómegd. Jóngerð Purkhús Tekstillist Mullers Pakkhúsi. Tóroddur & Co Steinprent. Tóroddur Poulsen Ferðamaður í egnum heimi. Jóanes Nielsen Gudahøvd. Carl Jóhan Jensen Sær ein fuglabók av gloymsku. Anný Øssursdóttir Djurhuus Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly. Veitslan NLH v/Marita Dalsgaard.
2016 Jóanes Nielsen Havfrúgvin v/Eyðun Johannessen, Zacharias Heinesen Listasavnið, Anker Mortensen Listasavnið, SPOR v Jóhan Martin Christiansen Listasavnið, Tíðarrúm Bjarne Werner Sørensen Listahøllin, Sissal Kampmann Sunnudagsland, Lena Anderssen Eagle in the sky, Marius Olsen Norðurlandahúsið, Kurpali Hanni Bjartalíð Steinprent, Standmyndir Erik Heide. Steinprent, Dissonant Thought Hansina Iversen Norðurbryggjan, Grafikkur Toni Larsen Steinprent, Julie Sass VOLUME RHYTHM MATTER listabók Steinprent, Fríða Matras Seyðirnir koma. Steinprent, Heiðrik á Heygum Funeral.
2015 Rúm v/Brandur Patursson, Det færøsche compagnie Operation Valentine. Sjónleikarhúsið, Lív Maria Róadóttir Jæger Hvít Sól, Marius Ziska Heim, Silja Strøm The people and the Things Steinprent, Between darkness and light Ian Mckeever. Listasavn Føroyar, Between the Stone and the Pape v/Ian Mckeever Steinprent, Desembermorgun v/Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen, Sunleif Rasmussen Symphony No. 2 "The Earth Anew", Eivør Bridges, Annika Hoydal Endurljós,
2014 Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik,Katrin Ottarsdóttir LUDO, Carl Johan Jensen Eg síggi teg betri í myrkri Forspæl til ein gleðileik, Tóroddur Poulsen Rustur sum viður og vindur,Tóroddur Poulsen Leyvið haldi eg Løvet tror jeg. After. Hand, Community hjá Terike Haapoja í NLH Anything is a mirror Hansina Iversen Listasavn Føroya, Fjallasjónir hjá Bárði Jákupsson Listasavnið. Tóm Rúm Marjun Kjelnæs v/Eyðun Johannesen, Hanni Bjartalíð Steinprent, DRESS Jóhan Martin Christiansen Steinprent, Orsaka Kamilla Wargo Brekling v/Marita Dalsgarð Tjóðpallur Føroya, Stovugenturnar Jean Genet v/ Twazz Christoffer Berdal, Træprent v/Tóroddi Poulsen Steinprent, Vetrarmorgun Sakaris Stórá, Lille Dæmonologi og Dét hvorom man ikke kan tale Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen. Steinprent, Vit eiga ikki eitt oyra vit lata ikki eitt oyra Dario Fo v Hans Tórgarð, 2014 MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT” við orðum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tónleiki hjá Lasse Thorning Jæger, Tróndur Patursson Steinprent, Sakaris Stórá Vetrarmorgun.
2013 Sár á Sál hjá Kristinu Sundar Hansen Tjóðpallur Føroya, Appilsingult Hansina Iversen Gallarí Stephansons hús, Tróndur Patursson Migration Nordic Cool Washington, Tóroddur Poulsen Málningaframsýning Steinprent, Bárður Oskarsson framsýning í Stephanssons hús, Lutfalsliga ørt Andreas Schulenburg Steinprent, Claus Carstensen Klaksvikaffærer Norðurbryggjan, Myrkursins Børn v/Súsanna Tórgarð Sakaris Stórá Vetrarmorgun, Summarframsýningin NLH v/Silja Strøm og Steinunn Thorarinnsdóttir, SS 14 Barbara í Gongini v/Jens L.Thomsen, Hans Pauli Olsen Steinprent, Teitur Lassen Storymusic, Katrin Ottarsdóttir Eru koparrør í himmiríki, Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin. Krapp Samuel Beckett Hans Tórgarð Sjónleikarhúsið.
2012 Øssur Johannesen Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi og tey deyðu, Breaking the waves Vivian Nielsen/Lars von Trier Guðjón Pedersen Tjóðpallur Føroya, Tóroddur Poulsen Avbyrgingar, Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin, Kirsuberjagarðurin eftir Anton Tjekhov Guðjón Pedersen Tjóðpallur Føroya, NLH, Frontal Rannva Kunoy, Tróndur Patursson Hinumegin Blátt Listasavnið, Jóanes Nielsen Tapet millum øldir, Udvandring Norðurbryggjan Summarnátt v/Sakaris Stórá. 200 Vendetta
2011 Heystframsýning, Klaksvikaffærer v/Claus Carstensen NLH, Tóroddur Poulsen Bræddur firvaldur, Eivør Room, Sissal Kampmann Ravnar á flogi Yrkingar úr uppgongdini, Edward Fuglø Merry-Go-Round Listasavn Føroya, Jan Håfstrøm og Lotta Melin A safe place to die NLH, Knud Odde og Jan Håfstrøm Kosmisk søvngænger, Hanus G.Johansen Framførslan á Hertak Vaglið tiltakinum av Føroyar mín móðir, Bárður Jákupsson Listahøllin, Hanni Bjartalíð Is anybody home, Norðurbryggjan, Gullnám Hanni Bjartalíð. Steinprent, Meðan vit bíða eftir Godot Samuel Beckett v Eyðun Johannesen Tjóðpallur Føroya, Prýðing av tilbygningi í Gøtu Skúla Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen Steinprent, Anker Mortensen Listahøllin. Tey Óndu Teater Twazz Tjóðpallinum, Pauli í Sandagerði verk til Skúlan á Argjahamri, Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen Málhøvd / Sproghoved.
2010 Hanus Kamban Gullgentan, Summarframsýningin NLH Rannva Kunoy, Anna Seppälä og Hanni Bjartalíð Steinprent, Tóroddur Poulsen Eygnaholur, Innrás Müllers Pakhus. “I only paint what I feel” v Peter Carlsen í Steinprenti. Arnold Vegghamar Listasavn Føroya, Heystframsýningin + Danny Lane, Várframsýningin Dennis Agerblad, Rannna Kunoy Frontal Steinprent. Carl Jóhan Jensen Myndir á eini óhildnari framsýning Jólakalendarayrking á Listablogginum. Heiðrik á Heygum Sigarett, Katrina Maria Hansen Norðurlandahúsið.
Listaárið 2019
/Jóhan Martin Christiansen ALWAYS COMING HOME G! 2019
Meðan eitt lágtrýst (986 hPa) fer framvið oyggjunum ella hvat tað nú plagar at gera og tað í gjár so festliga veitsluteltið hjá grannanum flákrar eitt sindur endamálsleyst í vindinum, sita tey flestu við hús og sodna jólini. Eg vóni, at tey hjá tykkum vóru eins góð, hugnalig og mettandi sum okkara. Í dag er 27.desember, ein dagur, sum tey ordiliga óføru vertsskapsfólkini vilja vera við, er 3.jóladagur. Hetta er eisini ein dagur har tað kann loysa seg at biðja um tíð hjá læknanum – eg slapp í hvussu er til alt fyri eitt - har var óvanliga deydligt í dag. Fólk við timburmonnum ganga ikki til lækna, tey vita, at tann sjúkan gongur yvir uttan læknahjálp.
Fyri meg er hesin dagur upplagdur til status, nú árið 2019 er um at renna út. Hvat hendi á listaøkinum í ár? Ikki heilt lítið! Og nú tosi eg bara út frá mínum egna avmarkaða sjónarhorni. Tí eg havi als ikki sæð, lisið, hoyrt, upplivað alt tað nógva, sum er hent innan føroyska list í ár, fleiri leikir, bøkur, útgávur, konsertir, framførslur eru farnar framvið í ár, men her er okkurt av tí, eg veit um.
Í januar varð kunngjørt, at Bárður Jákupsson fekk mentanarvirðislønina. Tá kundi mann ikki siga nógv annað enn: Hurrá! Og: Fyri neyðini! Og: Til lukku Bárður Jákupsson og Búi Rouch og Astrid Andreasen, sum fingu ávikavist Virðisløn til ungt listafólk og Heiðursgávu Landsins.
Í januar læt ein av ársins mest spennandi framsýningum upp í Listasavni Føroya, nevniliga framsýningin hjá Silju Strøm, Listaleikir. Í røðuni segði eg m.a: Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Hennara leitan útum tað fýrkantaða myndaformatið –eisini ítøkiliga sæð, er ikki bert fagurfrøðiliga grundað, hon er relationel við atliti til onnur verk til áskoðaran og til framsýningarheildina. Koloristiskt eru hesar myndirnar vakrar, tær eru næstan lekrar sum bomm, candy floss og stríput karamellupappír. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild. Pastellitirnir sýnast kunstigir og víkja til dømis frá litdáminum í teirri siðbundnu, náttúrutulkandi føroysku listini. Bylgjandi strikan kring kropparnar, ið flóta runt á myndaflatanum minnir um dekorativu strikuna hjá Matisse, tá hann teknaði sínar dansarar og svimjarar. Tann kuli málihátturin í flata myndarúminum við stiliseraðum strípum og mynstrum í aldum, flisum og stólum minnir eisini um popplistina hjá David Hockney og so komi eg eisini altíð í tankar um Giotto, tá eg hyggi at myndunum hjá Silju. Eg veit ikki ordiliga hví. Men tað hevur okkurt við teir hyldligu figurarnir at gera, tær stóru nertandi hendurnar og tað løgna, smædna sambandið millum persónarnar at gera – kanska eitur tað awkward á nýføroyskum, ið tykist bæði eymt og fjart, sjálvt tá teir nerta við hvønn annan - Í kveikjandi katalogtekstinum lýsir Josie More søguna um heimin at vera søguna um at nema. Hon skrivar: “Á henda hátt og á annan hátt er søgan um heimin søgan um at nema. Tað er ein goymsla, sum skrásetir kraftina í nemingini at umskapa, ein endaleys læra um lutir, týdningurin at vera mildur, hava umsorgan; ein áminning um at hugsa um tað, vit gera. Hesar smædnu nándir, hesin sjáldsami nærleiki; henda søgan um at nema, flá oman á flá, handabragd eftir handabragd. Halda og sleppa. At innihalda og skapa. Tað er soleiðis ein heimur er evnaður til.”. Framsýningin hjá Silju Strøm var heildarkend, tí at dentur var lagdur á samanhangin bæði í einstøkum verkum og í heildini, har myndevni og brot úr myndevnum vóru endurtikin við smáum forskjótingum.
Í januar boðaði Mentanargrunnur Landsins frá, at hann hevði veitt stuðul til starvsløn og íverksetan. Eitt ár til Heiðrik á Heygum. Seks mánaðar til Arnold Ludvig, Høgna Mohr, Lenu Anderssen, Magnus Johannessen, Rakel Helmsdal, Steintór Rasmussen og Trygva Danielsen. Sjey umsøkjarar fingu 3 mánaðir, sjey 2 mánaðir, og sekstan ein mánað.
Peter Callesen Steinprent
22.februar læt framsýningin Lítlum báti rekist eg á hjá Peter Callesen upp í Steinprenti, ein sermerkt framsýning, har pappír var brúkt á øðrvísi hátt enn vit eru von við. Í upplatingarrøðuni segði Jan Andersson, at tey sama dagin vóru liðug við eitt verk, sum tøkniliga breyt við tað, tey vanliga gera í Steinprenti og sum verkstaðurin og gallaríið eita eftir. Peter Callesen er pappírlistamaður ella pappírillusionistur, hvørs verk transcendera pappírið og gerast eggjaskal, fjaðrar, ísflakar og annað skroypiligt, sum minnir okkum á, at lívið er stutt og deyðin er ævigur.
Hansina Iversen í Gamla Seglhúsinum
Í februar hevði Hansina Iversen framsýning í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík. Hansina Iversen hevur verið ómetaliga konsekvent síni mongu ár í listini, ið fara at tátta í eina fjórðings øld. Øll árini hevur hon dyrkað, granskað og víðkað nonfigurativa málaríið og støðugt flutt seg á leiðini. Eitt tíðarskeið vóru skapini rundleitt og sveimandi á hvítari grund. Síðani eru kompositiónirnar vórðnar meira samansettar í fleiri løgum av gløgnumskygdum og ógjøgnumslygdum litløgum. Verkini, sum hon hevði við á teirri stóru framsýningini við føroyskari list í Den Frie Udstillingsbygning við Østerport í 1999 vóru vertikal við denti á rektanguleru flatuna. Í tí ytra minna nýggju málningarnir um tær myndirnar, men tær eru eftir mínum tykki nógv meira áhugaverdar - her er meira innanfyri eisini ítøkiliga. Tann appilsinguli málningurin fær næstan ein trídimensjonalan relieff-dám, myndin tykist stýrd og avklárað samstundis sum hon er vill. Eg skrivaði einaferð um myndirnar hjá Hansinu Iversen, at tær eru merktar av kvirru. Henda nýggja kvirran hjá henni er full av substansi, kenslum, av litum og av skapum, sum staðfesta og problematisera sítt egna format samstundis sum strok og ljós bjóða flatuni av og skapa áhugaverdar illusiónir um dýpd, um hol inn í ella forhang oman á myndarúminum.
Gávugóðs úr grunni Thorvalds av Steinum fekk tónlistakvinnan Lea Kampmann. Í røðu síni segði Bergur Djurhuus Hansen m.a: ”Orðingin í viðtøkunum fyri grunnin eru tekin um eina frískliga og mennandi hugsan um list og umstøðurnar hjá listafólkum í Føroyum. Í fyrru helvt av 20. øld, sum Thorvald Poulsen visti um frá ungum árum, máttu listafólk, ið vildu útbúgva seg, søkja styrk beinleiðis úr løgtinginum. Rikard Long, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin og yrkjari, strongdi t.d. á fyri at fáa Sámali Joensen Mikines styrk úr løgtinginum. Í løgtingstíðindum 1927 stendur, at har er komið “et andragende fra en ung mand, som har megen lyst til at blive kunstmaler”, og tað verður skoytt uppí, at Rikard Long stuðlar honum. Løgtingið játtaði Mikines 300 kr. Í løgtingstíðindum hesi árini ber til at síggja nógvar slíkar umsóknir, og svarið frá løgtinginum var ikki altíð ja. Ein klaksvíkingur søkti t.d. um at sleppa til Danmarkar at læra seg litografi, steinprent, men fekk nei við teirri grundgeving, at hann hann var ov gamal og heldur skuldi halda seg til tað, hann higartil hevði gjørt. Í 1946 var Mentunargrunnur Føroya Løgtings stovnaður, ikki fyri at eggja fólki til útbúgving, men fyri stuðla leikum og lærdum í listaligum og mentanarligum virksemi. Grunnurin er við lógar- og kunngerðabroytingum bygdur út gjøgnum árini, eitt nú við listafólkalønum, fyrstu ferð latnar í fjør. Politikarar velja nevndina í grunninum, men tað er við hugsanini, sum danski javnaðarmaðurin Julius Bomholt gjørdi til hvør mans ogn (at stuðla uttan at stýra), og sum seinni í tíðini fekk undarliga metaforiskt kropsliga heitið armslongdarprinsippið. Tað eru ikki komnir nógvir grunnar afturat Mentunargrunninum, og privatu grunnarnir í Føroyum eru sera fáir. Grunnurin hjá Thorvaldi Poulsen av Steinum er serligur av tveimum orsøkum. Hann er ikki knýttur at einum politiskum myndugleika, men hevur eina nevnd við fólki, sum umboða list og útbúgving í Føroyum. Tey eru: forfólkið í LISA, rektarin á Fróðskaparsetrinum og forfólkið í Føroya Lærarafelag, og vanliga verður gávugóðsið úr grunninum handað einum ungum listafólki av einum listafólki, sum situr í tilmælisnevndini hjá grunninum. Grunnurin er harumframt serligur, tí hann sum treyt fyri at lata stuðul týðiliga knýtir útbúgving og list saman. Í Føroyum er eitt ógvuliga livandi listaligt umhvørvi - tað er fjøltáttað, kunnu vit siga - og við hesum fylgir tíbetur eisini ein vaksandi áhugi fyri útbúgvingum í list. Fróðskaparsetrið fer til heystar at bjóða út eina útbúgving í skapandi list, í fyrsti atløgu við tveimum leiðum, ritlist og tónleiki. Tað er okkara vón, at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum umframt at verða eitt tilboð av fleiri til ung føroysk listafólk eisini kann virka sum ein stuðlandi megi í føroyska listaumhvørvinum og savnandi fyri listafólk og listaáhugað, t.d. við ráðstevnum og tiltøkum av ymsum slagi, við at draga útlendskar granskarar og listafólk til Føroya eins og gera tað lættari hjá ungum føroyskum listafólkum at fara í holt við útbúgving”.
Ein av ársins mest fagnaðu útgávum var skaldsøgan Ikki fyrr enn tá hjá Oddfríði Marna Rasmussen, hon vann fleiri virðislønir og rithøvundurin vann forrestin eisini eina altjóða fotokapping hjá listatíðarritinum Art North. Um skaldsøguna skrivaði eg m.a: ”Hansara yrkingar hava mangan verið rættiliga abstraktar og eksperimenterandi, men hann er seinnu árini í størri mun farin at skriva um tilveruna í sjálvum sær og serliga um hvussu hon tekur seg út upp ímóti skugganum av deyðanum. Hesin skuggi liggur kleimin út yvir alla skaldsøguna, sum hevur sløðst her í stovuni nakrar dagar. Perman við tí vemmiliga svarta og myrkareyða vøkstrinum við greinum, ið breiða seg í allar ættir, sær so óhugnalig út, at eg í sosialrealistiskari hospitalsræðslu havi skákað mær undan hvørja ferð eg havi borið eyga við hana, men tá eg í morgun ætlaði mær at kaga í bókina, ja so endaði eg við at lesa alla. Tí soleiðis er hetta ein frálíka løtt og góð bók at lesa, serliga er fyrri parturin, ið er skrivaður í tátíð og sum snýr seg um Elsu frá, at byrjanarsymptomini uppá heilakrabba fara at gera um seg og til hon doyr og verður jarðað, væl skrivaður. Hesin fyrri parturin fyllur eitt sindur meira enn tveir triðingar av skaldsøguni, meðan síðsti partur snýr seg um lívið hjá Janusi eftir at konan er deyð. Janus sær bæði aftur og fram. Frásagnarhátturin er kollasjukendur við hugsanum, minnum og upplivingum, sum umskarast og sum sera neyvt og realistiskt endurgeva skelkin og fatanina av sjúkuni, samstundis sum tíðin gongur og sjúkan so líðandi køvir vit og skil. Tað ljóðar óluksáliga deprimerandi at skula lesa eina bók um ein sjúkan persón, sum spakuliga versnar og fánar burtur, samstundis sum sjúkan etur seg inn á hennara persónsmensku. Men bókin er í grundini eisini uppbyggilig í síni menniskjansligheit í lýsingunum av tilverunnar universalu treytum og mørkum og ikki minst í sínum lýsingum av teirri ófatiligu styrkini, sum vit menniskju hava, tá harðast leikar á. Vakrastu partarnir í bókini eru smáir kærleiksfylltir glottar, har sjúkan sleppur kvørkratakinum og vit í stillum løtum síggja menniskjuni eyðmjúk staðfesta t.d: “Tað var gott at sita við síðuna av sjúkrahúsinum og ikki noyðast at fara inn.” Øll, sum hava upplivað álvarsliga sjúku á egnum kroppi ella hjá teimum nærmastu kenna hesa kensluna av fullkomnum sundirknúsilsi og harav fylgjandi totalari eyðmýkt. Persónarnir eru ómetaliga væl lýstir, serliga teir báðir høvuðspersónarnir og alt tað, tey bæði gera fyri hvønn annan til tess at halda sjúkuna út, t.d. murrar og syngur maðurin fyri at ugga konuna og lýsingin av hesum og av mátanum, hann nýtir tónleik at sissa konuna við tykist ómetaliga veruleikakend og rørandi. Tað er sjálvsagt fyri tað mesta tann fríski maðurin, sum hjálpir sjúku konuni, men hon er í sínum ljósu løtum eisini før fyri at hugsa fram í tíðina, tá hon einaferð biðjur hann ikki brotna. Maðurin er ógvuliga skroypiligur, men púra stálsettur meðan sjúkan ræður - tað er ikki fyrr enn aftaná, at hann í roynd og veru brotnar.
Í mars fekk Listasavn Føroya nýggjan stjóra, Karina Lykke Grand, ið síðan hon varð sett í stjórastarvið mest hevur verið upptikin av ringa standinum, sum listasavnsbygningurin er í. Tað er undrunarsamt, at einki eftir øllum at døma er gjørt við viðlíkahald á Listasavninum í áravís. Boðað varð frá í november, at føroyski listaarvurin er í vanda, tí tekjan á Listasavninum lekur illa, og at Listasavnið mátti siga sín bókhaldara úr starvi fyri at fáa ráð til at lappa tann partin av takinum, har tað var ringast. - Vit kunnu ikki lata listina fara fyri skjeyti, tí Listasavnið ikki hevur fingð tær ábøtur, sum tað langt síðani átti at fingið, helt Jenis av Rana, landsstýrismaður og bað Fíggjarnevndina játta Listasavninum fýra milliónir krónur aftrat. Tað er mett at kost 3,8 milliónir at tetta takið.
Í mars skiltist, at sonevnda Loftbrúgvin varð longd í 3 ár. Loftbrúgvin til listafólk er ferðastuðulsskipan, ið hevur til endamáls at breiða út kunnleika um føroyska list uttanlands við at stuðla føroyskum listafólkum við loftvegis flutningi úr Føroyum í sambandi við verkætlanir ella tiltøk uttan fyri landoddarnar. “Loftbrúgvin er við til at vekja ans fyri Føroyum úti í heimi og skapar eitt ótrúliga stórt virði fyri Føroyar. Samstundis er hon við til at skapa gróðrarbotn fyri einum fjølbroyttum listarligum umhvørvi í Føroyum, har til ber hjá listafólki at búgva her heima og samstundis hava lætta atgongd til altjóða marknaðin. Tí var ongin ivi hjá nøkrum okkara um, at Loftbrúgvin skal halda fram fyri áhaldandi at vera við til at varpa ljós á okkara ríka listaliga umhvørvi og mentan. Vit fegnast, at vit við Loftbrúnni kunnu stuðla tí megnararbeiði, ið føroysk listafólk standa fyri,” siga samstarvspartarnir í sambandi við, at nýggjur sáttmáli er undirskrivaður.
Aftur í ár hava nógv listafólk arbeitt í Steinprenti, m.a. Tróndur Patursson, Tórddur Poulsen, Hansina Iversen, Julie Sass, Svend-Allan Sørensen og Mie Mørkeberg, sum gjørdi fýra fínar prentmyndir av kvinnum í vatni.
Anker Mortensen á Norðurbryggjuni
Fríggjadagin 15.mars læt framsýningin hjá Anker Mortensen Um tað andaliga í málninginum upp í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, eg skrivaði: ”Treysti angin av turrum fiski, tvøsti og spiki gav løtuni heimligan dám á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn, har stúgvandi fullt av fólkum høvdu leitað sær til framsýningarupplating hjá Anker Mortensen síðsta fríggjadag. Stjórin á Norðurbryggjuni, Karin Elspudóttir endurgav í síni røðu Ingálv av Reyni, sum á sinni viðmælti listina hjá Anker Mortensen á innbjóðingarkortinum til fyrstu framsýningina hjá Anker í Galleri Trap og júst hesin sami Jørgen Trap-Jensen var til staðar í Norðurbryggjuni og helt eina spontana røðu, har hann vísiliga ráddi áskoðarunum til at taka sær góða tíð til at skoða tey einstøku verkini á framsýningini, tí hetta er list, sum skal sodnast spakuliga..”.
Julie Sass í Steinprenti
Leygardagin 30. mars læt framsýningin BLACK FOG RISING hjá Julie Sass upp í Steinprenti. Ein spennandi framsýning við abstraktum málningum, prentum og tekningum, sum broyttu hølisumstøðurnar í gallarínum. Tað var hugtakandi at síggja hvussu uppsetingin var tengd at bygnaðinum í teimum einstøku verkunum og hvussu hesin samanhangur eisini sást aftur í nýggja bókaverkinum, sum var lagt fram og sum var partur av framsýningini.
Anný Øssursdóttir Djurhuus
27.apríl var ein pop up framsýning hjá Anný Øssursdóttir Djurhuus og hon var góð, um hana skrivaði eg: ”Tá eg tríni inn í rúmið, sum Anný hevur funnið og skapt í Plantasjuni ein várleygardag í Havn, so komi eg í tankar um, tá eg á fyrsta sinni hoyrdi blaðungu Eivør og tað svimlaði fyri mær eina løtu við tankan um tey stóravrik, sum ein tílík rødd og musikalitetur kundi ført við sær. Tað er hóast alt sjáldan, at eitt listafólk rakar gullreint heilt uttan útbúgving, og enn sjáldnari er tað, at tílík einastandandi evni eru sameint við tann jarnvilja, sum í roynd og veru skal til fyri at liva sum listafólk. Rúmið hjá Anný er ein skógarfløta, ein vakur lítil skógarberi, ið er sum skaptur til eina listaframsýning. Hetta er triðja serframsýning, eg havi verið til hjá Anný D.Øssursdóttir og ja, har hómast onkrar fyrimyndir og íblástur frá t.d. Jóhan Martini Christiansen í mátanum, listakvinnan brúkar klæði í sínum verkum, men eg haldi, at listakvinnan longu dugir at skapa sín heilt egna listaheim, sum er hugtakandi, surreelt dreymakendur við lutum, sum uppføra seg øðrvísi enn teir plaga og sum hervið siga sínar egnu, serligu søgur”. Anný er sloppin inn á Kunstakademiið í Wien, har hon í løtuni nemur sær útbúgving.
Í vár gav Tóroddur Poulsen út yrkingasavnið Takrennutónar við hundrað lutfalsliga stuttum yrkingum. Perman er eins og yrkingarnar einføld, avklárað og abstrakt við heitinum skrivaðum við grønum blokkbókstavum og skaldanavninum í reyðum. Mitt á hvítu permuni og bakpermuni er eitt svart avlangt fýrkantað skap við strípum - tað kundi verið eitt portur, ein stólur, ein rist, og kanska er tað bara eitt rætthyrnt skap. Longu byrjanaryrkingin er merkt av hesum sama einfeldi og abstraktiónini, sum kyknar í óvæntaða skiftinum millum egið og sólina, tí tað er sólin, sum blundar, meðan egið telur fjaðrar á flogi. Og fleiri tílík dømi eru í bókini um yrkingar, sum eru so lættar og elegantar, at tær næstan upploysast meðan tú lesur, og ofta er tað okkurt óvæntað, sum setur gongd á upplivingarnar, t.d. eitt kavablak ella ein tanki, ið fær egið at hitna. Tað er tankin, sum telur allan vegin í gjøgnum eisini í einari perfektari yrking sum henni á síðu 17 um tankan, sum í degningini loysnar av pappírinum og fer inn í dagin at búnast í einum nýggjum skaldi. Fleiri tílíkar yrkingar eru, sum samantvinna skapan og tilveru í nýggja savninum, ið tó eisini fevnir um viðmerkingar til okkara tíð til dømis lyndið til skunda okkum til tess at koma skjótari fram enn hini fyri at fáa tíð til onga tíð at hava. Og so skuldi postgjald sambært eini yrking verið goldið av teimum, sum einki senda, tí soleiðis er tað; vit senda ikki hvørjum øðrum brøv longur og einsemið liggur sum ein særur tráður gjøgnum alla bókina, men regnið uggar og tað gera minnir eisini. Hetta afturlítandi bráið hómast inn í millum, tá yrkjaraegið hugsar aftur á morgunsangin í Kommunuskúlanum, og heldur tað vera fult so skilagott at roykja sigarettir sum at svíma í auluni framman fyri stóra verkinum hjá Williami Heinesen.
Fríggjadagin 10.mai 2019 læt ein framsýning upp í Listaskálanum við verkum hjá grafiska meistaranum Elinborg Lützen, sum vit øll kenna væl og virðiliga. Og tí kom plakatin á hurðini í Listasavninum, eitt sindur óvart á við litríka og als ikki svart-hvíta, sprækliga hananum, sum listakvinnan málaði við vatnlitum í 1988. Men tíbetur er framsýningin skipað við denti á tær svørt-hvítu prentmyndirnar, tí hetta er høvuðsverkið hjá listakvinnuni.
Á framsýning hjá Bárði Jákupsson
Í mai lótu tvær framsýningar hjá Bárði Jákupsson upp í Listahøllini og Steinprenti. Eg hevði eina merkiliga dejavukenslu, tá eg trein innar í Listahøllina, kanska var tað ljósið, veitslukenda ferniseringshuglagið í Listahøllini, sum fekk meg at minnast ta allarfyrstu upplatingina hjá Heystframsýningarbólkinum. Eg minnist so væl ta framsýningina og hvussu spennandi tað var. Eg var greið yvir, at nøkur ár eru liðin síðani tá, men Tróndur Patursson segði mær, at tað eru 14 ár síðani. Eg skjóti hervið upp, at skipað verður fyri 15 ára jubileumsframsýning í 2020
Bruno Mikael Eysturstein ALWAYS COMING HOME
Í mai hevði Bruno Mikael Eysturstein framsýning í Skjólinum í Havn. Eitt fínt og poetisk verk er myndað av einum bøkki á einum silvurfati við knívi og gaffil klárur at verða etin aftur við einum poetiskum teksti, so at tú kanst lesa og eta í senn. Á gólvinum liggja tveir bøkkar, sum eru umgirdir av battaríum fáa sostatt ein kritiskan, umhvørvispolitiskan vinkul. Í fotomyndunum snýr tað seg nokk so nógv um javnvág og spenning bæði myndevnisliga og í mátanum, myndirnar hanga niður úr loftinum og snara runt. Henda framsýningin tykist um somu tíð er einføld, avklárað men eisini samansett og inntonkt.
Trygvi Danielsen fekk ársins Ebbu-virðisløn, sum hann takkaði inniliga fyri m.a. við at peika á ein annan ungan yrkjara, Onnu Maluna Jógvansdóttir, sum eisini hevur virðislønina uppiborna. Í ár var tað so Trygvi og hann hevur sanniliga uppiborið virðislønina á 25.000 krónur m.a. fyri tað fína savnið, hann gav út. Tað er rithøvundafelagið ið ger av hvør skal fáa virðislønina, og tey grundgeva soleiðis fyri, at Trygvi Danielsen skuldi fáa hana: Trygvi hevur sum ungur høvundi sýnt serstakar ritgávur. Harumframt hevur hann við tónleiki sínum somuleiðis prógvað og víst í verki, at føroyska málið kann vera livandi og flótandi. At okkara mál ikki er stirvið og deytt, gamalt og slitið, men harafturímóti fult í nýggjari orku, orðingum, vendingum og møguleikum.
Ragnar Kjartansson Norðurlandahúsið
Í juni var Norðurlandahúsið karmur um eitt satt scoop av eini framsýning. Eg skrivaði m.a: ”Framsýningarheitið “Ragnar Kjartansson – Nøkur verk” ger lítið um seg um hugsað verður um, at tað fevnir um eina listarliga stórhending í Føroyum, hetta at ein heimskendur listamaður sum Ragnar Kjartansson hevur sína fyrstu listaframsýning í Føroyum. Nakað tað sama er galdandi fyri katalogið, hvørs innihald er av størri týdningi enn lítla støddin ber brá av. Katalogteksturin er bæði informativur og inspirerandi og framsýningin er yvirhøvur eitt satt scoop – alt takkað verið Norðurlandahúsinum og kuratorinum, Inger Smærup Sørensen. Tað er ikki á hvørjum degi, vit uppliva heimslist í Føroyum – heldur ikki íslendska heimslist”.
Randi Samsonsen
Millum tær heilt stóru listaupplivingarnar í ár, er listaframsýningin og bókmentatiltakið, sum forlagið Eksil skipaði fyri á G!Festivalinum saman við kuratorinum Ida Behnke undir heitinum ALWAYS COMING HOME. Fleiri ár eru liðin síðani tað á fyrsta sinni bar til at staðfesta, at list- og bókmentatiltakið hjá forlagnum Eksil á G!Festivalinum hevur ment seg til ein sjálvstøðugan festival í festivalinum og at tað er henda list- og bókmentapartin, sum eg og onnur raðfesta og gleða okkum til á G! Í ár var hesin parturin størri enn nakrantíð og byrjaði longu mikudagin í Norðurlandahúsinum og helt síðan fram á G! hósdag, fríggjadag og leygardag. Eg fekk hósdagin og fríggjadagin við og upplivdi ein væl eydnaðan festival við einum sera opnum og positivum evni um altíð at koma heim, ALWAYS COMING HOME. Luttakararnir vóru mangir og dugnaligir og høvdu góðar og hugvekjandi framløgur. Og framsýningin var framúr.
Í august hoyrdist, at Terji Rasmussen ætlaði at halda uppat á væl umtóktu barrini, Maggies í Nólsoy og hetta harmaðust mong um. Eg eri glað fyri, at eg náddi at uppliva eina konsert á Maggies áðrenn lykilin varð snaraður. Hetta var ein serlig konsert við Eivør Pálsdóttir solo uttan orkestur: ”Konsertin við Eivør í Maggies í gjárkvøldið var so framúrskarandi góð, at undirritaða hevur ilt við at finna út av akkurát hvørji superlativ hóska best til tess at lýsa risastóru tónleikaupplivingina í pinkalítla, hugnaliga caférúminum í Nólsoy við hønum og dunnum uttan fyri vindeyga, leskandi útsýninum á húsatekjur og oynna sum í fantastisku málningunum hjá Steffani Danielsen og tónleikafegnum menniskjum innandura. Bæði huglag og høli eru onkursvegna ópretentiøs í Maggies – hetta er bara ein lítil barr í Nólsoy that´s it – men tónleikastøðið fríggjakvøldið var eins og sýndi hugburðurin mótvegis tónleiki fullkomiliga professionellur. Ljóðið er sjáldsama gott og behagiligt á Maggies. - Og hvat er tað ikki praktfult at uppliva eina framførslu í einari barr, har tónleikurin av sonnum sleppur at eiga høvuðsleiklutin. Her er einki óneyðugt prát og fjas og fólk, sum fara upp at mala bæði fysiskt og á á telefonini. Nei, vit umleið fjøruti sálir, sum fríggjakvøldið 19.juli klokkan 20 áttu tey framíhjárættindini at vera stødd í Maggies, vóru at kalla øll somul samlað um tað, hetta tiltak snúi seg um; Eivør Pálsdóttir og hennara makaleysu musisku gávur… Mann má ikki banna í ummælum, men heilt erligt, Eivør – hvussu skulu vit seta orð á hatta eldgosi av eini framførslu? Hvussu skulu vit greina tær kenslur, sum eitt meistaraverk av einum sangi sum Falling free vekir í okkum? Vit falla frítt í kærleikanum í tónleikinum, sveima í tómari luft, drukna og verða sogin upp aftur av smáum luftbløðrum, ið samla seg í undurføgru røddini, ið kínir okkum sum áartutl og døgg”.
Ólavsøkuframsýningin var samanumtikið ikki øgiliga nógv verri ella betri enn so nógvar aðrar slíkar, hóast tilgongdin í ár hevur verið heldur øðrvísi enn onnur ár. Nevndin í Listafelagnum hevur boðið listafólkum, trýss ár og eldri at luttaka. Av teimum spurdu játtaðu 32 at luttaka og hesi hava so sjálvi valt tvey verk, sum nú hanga ella standa til framsýningar í Listasavni Føroya. Hugskotið at geva teimum eldru framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini tykist vera mótdráttur mótvegis rákinum á Ólavsøkuframsýningini, sum í fleiri ár hevur verið miðsavnað um tey ungu, eg hugsi tað kemst av, at kuratorarnir hava verið lutfalsliga ungir. Brennandi spurningurin er um tað er eitt gott hugskot at geva ávísum bólkum framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini og har haldi eg svarið má vera eitt avgjørt NEI! Sjálvt um fólkatalið kvinkar rætta vegin, so eru vit sjálvsagt alt ov fáment til at avmarka luttøkuna eftir aldri ella kyni. Ólavsøkuframsýningin er framvegis ein týdningarmikil listaframsýning, sum ógvuliga nógv síggja og tí skal hon framsýna tað besta, vit eiga. Tað sama tykist eisini Bárður Jákupsson halda. Hann hevur skrivað eina áhugaverda hugleiðing í faldaranum til ÓF, har hann setir framsýningina í listasøguligt høpi og har hann staðfestir, at uppgávan hjá Listafelagnum er broytt frá at skula lívga øllum spírum til at borga fyri góðsku.
Alda Mohr Eyðunardóttir
Í august frættist, at unga listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir er sloppin inn á Kunstakademiið í Keypmannahavn. Tað er fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju, sum er sloppin inn har. Nakað fyri ólavsøku hevði Alda sína fyrstu serframsýning í hølunum í Dr.Jacobsensgøtu í Havn har Skálabúðin helt til. Heitið Flakar tykist sipa til nakað stokkut og forgeingiliga, ið bæði bendir tankarnar á støðuna í heiminum í løtuni við okkara skroypiligu planet, sum líður av veðurlagsbroytingum og smeltandi innlandsísi, men sum eg eisini fati psykologiskt soleiðis, at listaverkini kunnu vera eitt slag av bjargingarflaka ella friðskjól hjá einstaklinginum. Fagurfrøðiliga hanga verkini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir og hølini so neyvt saman. at tú í støðum hevur tú ilt við at avgera hvat er hvat. Listakvinnan greiðir frá, at henni dámar væl ivan um hvat er hennara verk og hvat er partur av umvælingini og eg gevi henni rætt - tað er hugtakandi - eisini gjøgnumskygda klæðið, hon hevur hongt í rúminum, so at vit bara hóma byggióruddið aftanfyri, meðan eyðkenda svarta og hvíta trappan lýsir upp sum eitt ítøkiligt fortíðarligt monument aftast í rúminum. Forgeingiligleikin tykist vera eitt høvuðsevni í framsýningini eins og sum heild í ungu føroysku listini, ið miðsavnar seg um tað skroypiliga í tilveruni og í heiminum og um tey spor vit lata eftir okkum. Kenslur og tilfar verða tengd saman soleiðis, at verkini verða bæði tilfarslig og full av internum tilveruligum søgum. Stílurin er vistfrøðiligur við náttúrligum litum og einum forkærleika fyri ready mades og opnari pallseting, har allir lutir tykjast onkursvegna javnsettir. Á framsýningini í Skálabúðini eru t.d.praktisk amboð so sum uppvørpur, leidningar og forleingjarar javnsettir partar av framsýningini.
Hallgerður Hallgrímsdóttir
Í september læt fotoframsýningin, Less is north upp í Listasavni Føroya við fotomyndum hjá trimum norðurlendskum fotografum; Inga Joensen, Hallgerður Hallgrímsdóttir og Per Bak Jensen. Fotoframsýningar eru forkunnugar og nakað serligt. Tað er eisini áhugavert at síggja skyldskapin millum myndirnar hjá teimum trimum listafólkunum bæði tá tað snýr seg um myndevni, tí tey tómligu norðurlendsku landsløgini líkjast; ofta tykist náttúran rá og kørg. Eg hugsi, at fyriskiparar hava havt hetta í huga, tá tey hongdu myndirnar upp, tí verkini hjá listafólkunum hanga blandað á vegginum. Men tá tú hyggur eina løtu (og tað loysir seg helst best - tí hetta er av sonnum slow art), varnast tú munirnar millum listafólkini. Íslendska Hallgerður Hallgrímsdóttir er sjálvandi tann mest modernaða listakvinnan við avantgardumerkta tilfarinumvið fotomyndum prentaðum á og settum saman av fotokopipappíri, meðan vit kanska meira kenna Inga Joensen, sum minimalan realist, ið á ymiskan hátt leggur dent á tómleika og tómrúm í náttúruni. Fotomyndirnar hjá Per Bak Jensen eru tilfarsligar við nógvum nærmyndum av ymiskum tilfari og við denti á ymsar skuggar og ljós, sum hesi tilfar mynda. Hesar myndirnar lýsa hvat fotografi snýr seg um, nevniliga at steðga tíðini, og gerast rørandi lýsingar av øllum forgeingiligleika.
15.september var eitt forkunnugt og øðrvísi bókaútgávutiltak á Reinsarínum, sum forlagið Eksil skipaði fyri saman við Sinnisbata. Tað var bókin hjá Onnu Maluna Jógvansdóttir, Psykosudrotningin sigur frá – sum varð givin út. Hon er stór og myndprýdd við litføgrum myndum hjá henni sjálvari, sum hingu kring áskoðarnar. Hesar myndir síggjast eisini í bókini í frálíkum prenti við góðum pappíri. Rithøvundurin greiðir sjálv frá, at bókin snýr seg um tað at koma seg eftir eina psykosu: “Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førunum av psykosu, at tað er trauma, sum útloysir røddirnar, paranoia ella sjónshallusinasjónir. Men hetta vil psykiatriin ikki viðurkenna, hon metir, at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð, sum absolutt ikki gevur nakra meining, tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk. Tó er einasta viðgerðartilboð til fólk við psykosum oftast nógvur heilivágur, sosialførleikavenjing og kognitiv remediering. Hesi tilboð eru als ikki nøktandi, og við bókini vil eg vísa á, hvussu skaðiligt tað er fyri lekingina at taka heilivág. Heilivágurin gevur hjáárin og doyvir egið so nógv, at viðkomandi ikki kann arbeiða við sínum kenslum. Tá egið byrjar at fáa samband við kenslurnar, so kemur lekingin. Egið er rasandi inn á alt, sum er hent, og tá vreiðin fær loyvi at vísa seg, so hvørvur psykosan.”
Í september var løgtingsval og aftaná miklar telvingar og spekulatiónir endaði tað við, at vit fingu ein Miðflokkamann til mentamálaráðharra. Allur útvarpsdramatikkur, lágtrýst og hvirlur vóru einki afturímóti spontanu reaktiónini í mentanar-umhvørvinum um, at mentamálaráðharrin er Miðflokkamaður. Ein sonn tsunami av WTF og stúranum um at MMR nú skal gerast ministerium fyri etisk mál. Aja. Eg skrivaði: “Vit hava eina nýggja samgongu í Føroyum og hon eitur ABH, BAH! ella Fríggjadagtanntrettandasamgongan. Kert barn hevur mong nøvn, vita tit. Men samgongan er her, og hon er ikki, sum summi her vinstrumegin hegnið vilja halda, eitt óidentifiserað flúgvandi objekt ella eitt ekstraterrestrielt rúmdarskip, sum er lent mitt í okkara hugnaliga dunnugarði. Nei, hon er ein partur av dunnugarðinum, sum vit sjálvi hava valt skal hava ræði á hesum sama garði tey komandi fýra árini. Og hesi fólkini, sum vit hava givið mandat til at stýra, hava nú átikið sær at gera tað, tey hugsa er best fyri okkara samfelag. Tá tað er sagt, eri eg allíkavæl kedd um, at okkara politikkur er so mikið polariseraður, at eg í 4 ár ikki fari at føla meg serliga væl umboðaða á tingi sum tann progressivt hugsandi akademikara/Havnakonan, eg eri. Men annars fari eg sjálvandi at góðtaka politiskt grundaðar avgerðir og broytingar, um ikki tær koma inn á sjálvsagdar lutir, sum eru fastur og náttúrligur partur av okkum sum land, ið er partur av ríkisfelagsskapinum, ið er partur av Norðurlondum. Her virða vit mannarætt hjá øllum borgarum og her staðseta vit sendistovur eftir vinnuligum, samstarvsligum og diplomatiskum grundgevingum – ikki religiøsum. Eg helt faktist útsøgnina um sendistovuna í Jerusalem vera eina skemtisøgu inntil eg hoyrdi mentamálaráðharran, Jenis av Rana, siga tað í útvarpinum í morgun. Hvat hugsar hann fyri sær? Við at blanda okkum uppí miðeysturkonfliktina ger hann okkum til eitt bumbumál. Í samgonguskjalinum hjá nýggju samgonguni stendur annars ymiskt gott Har verður t.d. staðfest, at neyðugt er at styrkja mál- og mentanarundirvísingina hjá næmingum við fremmandum uppruna – gott at málsligir førleikar hjá innflytarum verða nevndir, tí har mangla vit ein skipaðan, almennan innsats. Tað er eisini gott, at kreativu lærugreinirnar verða nevndar og at Tjóðleikhús skal byggjast. Kom í gongd!! Eisini gott, at Fróðskaparsetrið verður nevnt og Musikkskúlin. Tað er somuleiðis sera positivt og nakað heilt nýtt, at hugvísindi verða nevnd í einum samgonguskjali – sjálvt um orðingin er eitt sindur øvuðgt “Rák uttanífrá gera tað neyðugt at styrkja tær hugvísindaligu lærugreinarnar.”. Tað er eisini gott við framleiðslu av føroyskum tilfari til børn og ung – so leingi sum hetta verður gjørt professionelt við røttum fakligum atliti. Á listaøkinum ljóðar tað gott við ætlanum um listaskúla og at styrkja kunning um m.a. list og at hildið verður fram við kravdum listprýði av almennum bygningum, men eisini her eru onkrar orðingar, sum ljóða eitt sindur hættisligar. T.d. skal skipanin viðvíkjandi mentanar- og listastuðli endurskoðast. Var mann ordiligur jubiloptimist kundi mann glett seg til eina endurskoðan, tí so hevði mann væntað sær eina hækkan av stuðulspuljuni, men onkursvegna hugsi eg ikki tað verður so. Eg vóni ikki, at hetta hevur við sær, at listafólkastuðulin, sum varð settur á stovn fyri tveimum árum síðani, verður tikin av. Vit hava arbeitt móti hesum máli í nógv harrans ár og er listafólkalønin grundleggjandi partur av eini neyðugari professionalisering av føroyska listaumhvørvinum. Vit mugu minnast til hvussu stóran týdning úrvalslistin hevur fyri okkara land. Á sama hátt er listaútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum av stórum týdningi fyri listina her á landi og vónandi fer ein endurskoðan av setrinum at føra við sær, at gongd kemur á myndlistapartin av listaútbúgvingini”.
Leygardagin 28.september andaðist Tita Vinther, listakvinna, ið hevur brotið slóð innan føroyska tekstillist. Seinast vit sóu hana umboðaða á framsýning var á Ólavsøkuframsýningini í ár - har hennara verk við seglskapum, vovnum úr menniskjahári, ið strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum - skaraðu framúr. Eitt tilfarsliga serstakt og vakurt verk, lætt og tungt við hópin av religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.
Úr ummæli í Weekendavisen - her um Cyrano/Olaf
Fleiri føroysk listafólk skaraðu framúr í brátt farna ári bæði heima og altjóða. Rannvá Kunoy hevði serframsýning hjá Nathalie Karg á Untitled í Miami Beach og Olaf Johannessen upplivdi aftur í ár at verða undirdýktur av rósum. Sum føroyingur hevur mann kanska hug at kanna sær ein lítlan part av heiðrinum, eftir sum Olaf Johannessen jú er føroyskur. Hesin landsmaður okkara er ikki júst óvanur við rós og heiður, hann er fleiri ferð heiðraður og fekk í fjør heiðursvirðisløn Reumerts, men nú ber av; hann verður beinleiðis hálovaður í ummælunum av leiklistarliga avrikinum í leikinum Cyrano de Bergerac, sum var leiktur á kongaliga teatrinum undir leikstjórn Kathrine Wiedemanns. Nógv rósandi orð vóru til bæði leikstjóra, scenograf og hinir luttakararnar, men Olaf Johannessen skaraði eftir øllum at døma framúr. Jacob S.Olsen er púra hugtikin av føroyska sjónleikaranum og skrivar: “Som den moderne skuespiller, Olaf Johannessen er, må han naturligvis fylde versene med psykologisk fornemmelse og nutidig følelsesfuldhed. Alt i skuespilleren arbejder sammen for at fange de kræfter, der strides i Cyrano i det øjeblik: Lykkefølelsen ved at lette sit blødende hjerte, længslen, sorgen over, at en anden skal høste de kys, der er belønningen for hans egne anstrengelser... Det er ikke alene en stor præstation. Flot og fejende i formatet, i forlængelse af en »gammeldags« teatertradition. Rollen lyses også op indefra, snarere end den illumineres udefra. Den er i det hele taget en stor skuespillers gribende gennemarbejdede, oratorisk og kropsligt overlegne indsats med fuld følelsesmæssig dækning fra start til den slutning, hvor den tragiske dimension for alvor folder sig ud: Først på vej ind i dødens tåger kan Cyrano afsløre sine sande følelser for Roxane.
Í oktober varð kunngjørt, at eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Í oktober hevði Sprotin eitt av sínum væl eydnaðu tiltøkum á Reinsarínum við Orðum & Tónum, sum hesa ferð varpaði ljós á tvær av teimum bókmentaligu stórhendingunum í ár, útgávuna av Jarðarferðini hjá Jóanesi Nielsen og av Terningum hjá Carl Jóhan Jensen. Fleiri aðrar bøkur komu út áðrenn jól – tær liggja í einum bunka, sum eg gleði meg at lesa.
Hansina Iversen - frá framsýningini Tað góða lívið
9.november opnaði Víngarðurin í Tróndargøtu 31 í Havn. Víngarðurin er bæði vínbarr og gallarí. Saman við góðum víni og mati fara tey vitjandi at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum. Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín – hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Tað er undirritaða, Kinna Poulsen, sum stendur fyri listini í Víngarðinum. Umframt vanliga virksemið verður ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín. Higartil hava verið listafólkasamrøður og upplestur m.a. Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen, var TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Eg oyggjar veit var heitið á eini framsýning, sum læt upp í desember í Víngarðinum. Landslagið er í ein ávísan mun myndevnisliga útgangsstøðið hjá Zachariasi Heinesen, men allíkavæl er tað ivasamt um hansara myndir eru so mikið naturalistiskar sum tær mangan verða fataðar. Stundum hevur tað virkað næstan margháttligt, tá áskoðarar kjakast um hesin og hasin málningurin hjá ZH man vera úr Bø ella úr Elduvík, tá tey í veruleikanum standa framman fyri einari nokk so abstraktari og geometriserandi kompositión, har tað topografiska hevur minni at siga enn litir og kompositión. Zacharias Heinesen er ein sannur meistari innan málningalistina. Ein grundleggjari, sum endurnýggjar seg. Í hansara nýggju myndum er ein serlig gylt glæma og ein spælandi kolorisma, sum fær allan myndaflatan at liva og lýsa. Marius Olsen telist somuleiðis millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Hansara landslagstulkingar sýnast um somu tíð greinandi, sansaligar og vakrar. Sum fotografur lýsti Ásmundur Poulsen heimlandið í stórbærum fotomyndum, ið ofta eru gjølliga komponeraðar. Á framsýningini í Víngarðinum er ein fotomynd, har føroyska landslagið gerst átøkt eini abstraktari mynd við tølandi skapum, sum sýnast trekkja seg fram og aftur í myndarúminum, alt eftir hvar áskoðarin fokuserar. Men so samlast myndevnið og vit varnast, at hetta eru svartir klettar og silvurlitt hav.
Í November herjaði sannur Hamletfepur og fleiri fingu einki atgongumerki til Hamlet og sostatt ongan linna. Hesin megnarleikur varð settur upp í Norðurlandahúsinum av tí visionera Búa Dam við fysikkinum hjá Kjartani Hansen við týðingini hjá Hans Tórgarð. Hin føroyski Hamletleikurin er ógvisligur, óhóvligur, ekstremur og margháttligur. Uppsetingin er djørv og genial og onkursvegna ógvuliga føroysk við einum næstan íslendskum sjálvsáliti, uppsetingin er eisini kantut, ekspressiv in your face og ikki so listafín, sum tú kundi væntað tær av einum Shakespeareleiki. Uppsetingin gongur heilt til kantin bæði so og so og tykist næstan smakleys til tíðir. Og takk fyri - tað er praktfult! Sjáldan - um nakrantíð - hevur Norðurlandahúsið sjálvt glógvað og glitrað, og havt so stóran leiklut sum nú í uppsetingini hjá Det Ferösche Compagnie (DFC). Tað er rætt, at gamli geniali teksturin hjá Shakespeare kundi klárað seg hvar sum helst, um hann varð framførdur í einum busskýli ella í einum tannlæknabíðirúmi. Gløgga týðingin hjá Hans Tórgarð gevur áskoðaranum eina heilt serliga uppliving av spillivandi máli, sum svingar og skjýtur við týdningum og hjátýdningum og sum situr heilt ófatiliga væl. Føroyska málið er hugtakandi, tá tað verður handfarið á slíkan hátt. At uppsetingin av Hamlet er so dynamisk sum hon er, at tú flutti teg í húsinum og ongantíð visti um okkurt hendi aftan fyri teg ella beint undir liðini á tær, var ørkymlandi men uppá tann góða mátan, haldi eg. Hetta, at vit fysiskt flyta okkum úr einum kirkjurúmi til eitt millumrúm til ein veitslusal ger nakað serligt við okkara móttøku av leikinum, sum mær dámar serstakliga væl, tí tað er merkt av sama kreativa opinleika sum ræður, tá børn spæla. Í eini tílíkari opnari støðu verða vit betri og meira kreativir móttakarar
Torbjørn Olsen: Karin
22.november læt Torbjørn Olsen upp framsýning í Steinprenti. Til hesa framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, ein mynd, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum
Bókadagar vóru í Norðurlandahúsinum og aftur í ár var hetta eitt vælumtókt mentanartiltak. Eitt hæddarpunkt sigst vera samrøðan millum Berg Djurhuus Hansen, bókmentafrøðing og Naja Maria Aidt, rithøvund. Hon hevur skrivað ómetaliga nógvar góðar tekstir, yrkingar og stuttsøgar, og tað fullkomiliga sundirknúsandi skaldsøguna Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage, ið snýr seg um sonin Carl, sum doyði brádliga fyri nøkrum árum síðani.
Í november frættist, at síðsta ritið er komið av Vencil. Vencil gjørdi mun, vit takka ritstjórunum báðum, Arnbirni Ólavsson Dalsgarð og Oddfríði Marna Rasmussen og høvundunum øllum. Í sambandi við endabrestin varð spurt eftir um mann hevði ein yndisvencil og tað havi eg; nr 1/2006 og Nr.3/2007 og kanska onkran aftrat. Mentanarritið, Varðin kom út beint fyri jól við sínum 86. riti, sum Dorit Hansen ritstjórnaði. Permumyndin er brot úr verki eftir Rannvá Kunoy. Undirritaða hevur skrivað grein um verkið hjá Rannvá Kunoy, AFTER HISTORY, sum hongur í Steinprenti. Verkið á permuni er eisini nýtt og hevur heitið VUCA. Heitið er sett saman av byrjanarbókstøvunum í ensku orðunum volatility, uncertainty, complexity og ambiguity, t.v.s. óstøðugleika, óvissu, torgreidni og fleirtýdni. Heitið stavar frá amerikanska herinum og er ætlað at lýsa fjøltáttaðu støðuna í heiminum eftir kalda kríggið. Tað eru eisini aðrir træðrir yvir um Atlantshavið í hesum Varðanum. Kjartan Klein (1918-2002) skrivaði í 1972 eina ferðafrásøgn um sín fyrsta túr til USA stutt eftir seinna heimsbardaga. Varðin hevur fingið loyvi at prenta frásøgnina. Tveir amerikanskir rithøvundar eru eisini umboðaðir í hesum ritinum. Turið Sigurðardóttir hevur týtt stuttsøgu eftir Ellen Litmann (f. 1973), sum flutti til USA sum barn saman við russisku foreldrum sínum, og Dorit Hansen hevur týtt nakrar yrkingar eftir amerikanska yrkjaran Mary Oliver (1935-2019).
Tóroddur Poulsen - mynd á Myndaódnini, sum er í løtuni í Steinprenti
Fríggjadagin 13.december læt Myndaódnin 2019 upp í Steinprenti við gløggi og framúrskarandi gávuprentum frá Steinbrá, sum Hansina Iversen hevur greitt úr hondum. Prentini vóru ómetaliga populer og hava nógv fólk verið í Steinprenti og valt sær eitt prent. Í Steinprenti fer Svend-Allan Sørensen at hava framsýning í januar - tað gleði eg meg til.
Svend-Allan Sørensen í Steinprenti
Framman fyri okkum liggur árið 2020. Árið byrjar við siðbundnu Nýggjárskonsertini hjá Føroya Symfoniorkestur, kóri og solistum. Hon verður 10. og 11.januar og er langt síðani útseld, men verður send beinleiðis í sjónvarpinum 11.januar. Umframt góðan klassiskan tónleik hjá Verdi, Puccini, Faure, Wagner, Carl Nielsen o.ø, sum eyðmerkir eina góða Nýggjárskonsert, so hevur symfoniorkestrið í ár tvey føroysk verk á skránni; eina fanfaru hjá Atla Petersen og ein tango hjá Ísak N. Jacobsen. Í Tangolagnum fáa fleir ljóðføri í orkestrinum høvi til at eina lítla solo, og sjálvandi er eingin Tango uttan eina góðan Accordionleikara. Tað er Anna Hüdepohl, tónleikalærari, sum er solistur á Accordion. Eingin Nýggjárskonsert uttan Kór Føroya Symfoniorkesturs og góðar sangsolistar, sum í ár eru Yekaterina Solovyova, sopran og Sergei Semishkur, tenor.
Vetrarjazzur verður dagarnar 26.januar til 1.februar við konsertum í Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Auluni í Finsen, Havnar Kirkju, Sirkus, Hvonn, Mikkeller, SMS, Blábar og Kringvarpi Føroya. Øll skráin kann lesast á facebook.com/vetrarjazz. Føroyska høvuðsnavnið í ár verður sjálvsagt legendariski, bólkurin Plúmm, sum er fløguaktuellur við væl svingandi útgávuni Catch og sum fer at bjóða eitt brak av eini konsert í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Vit sleppa at hoyra løgini av Catch, umframt fleiri av vælkendu hittunum hjá bólkinum. Vetrarjazz 2020 endar við stórfingnari konsert við Tórshavnar Big Bandi, har eitt úrval av sangunum, sum komu inn til sangkappingina, ið varð útskrivað fyrr í ár, verða framførdir, og vinnararnir verða kunngjørdir.
Eg vóni , at tjúguni fara at roynast okkum øllum væl og at okkara listafólk fáa bestu umstøður til at arbeiða við listini, sum hevur stóran týdning fyri okkum øll. Eg fari at ynskja mínum lesarum gott nýggjár og takka fyri fylgið í brátt farna ári.
Frá summarframsýning í Steinprenti
Randi Samsonsen sýnir fram í Listasavninum
/Sambært tíðindaskriv verða bundnu og hekklaðu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen framsýndar í forhøllini á Listasavni Føroya. Tað er at fegnast um - eisini, at forhøllin í Listasavninum verður brúkt til framsýning. Tað er eitt gott hugskot - tíverri stendur ikki hvussu leingi framsýningin verður hangandi. Tíðindaskrivið leggur annars stóran dent á ta siðbundnu føroysku bindimentanina, tað verður m.a. staðfest, at listakvinnan við sínum verkum varpar ljós á føroyska bindimentanina. Tað kann vera, men fyri okkum hevur tað størsta týdning, at Randi Samsonsen saman við øðrum listafólkum sum Jóhan Martin Christiansen og Jón Sonna Jensen er í ferð við at endurnýggja føroyska standmyndahevd. Eg gleði meg til ein av hesum fær høvið at skapa eina monumentala standmynd í almenna umhvørvinum, so at vit eisini her síggja, at tíðirnar eru broyttar og at vit ikki longur eru í 20.øld.
Í tíðindaskrivinum hjá Listasavninum stendur annars: Tógv kann brúkast til annað enn klæði - tógv kann nýtast til at gera standmyndir. Í listahøpi verða standmyndir ofta gjørdar úr hørðum tilfari sum marmor, gips ella bronsu, og ofta skulu líknandi standyndir ímynda kend menniskju. Bleytu standmyndirnar hjá Randi Samsonsen eru gjørdar úr ull - onkrar úr bummull, og aðrar úr hópframleiddum fleece og velourtilfari við kraftigum litum. Standmyndirnar kunnu vekja hugsanir um innvølir og yrkisgøgn. Aðrar um hendur og fingrar, ið binda. Hevur tú hugsað um, hvussu hendurnar síggja út, tá ið tú bindur? Hetta sær til tíðir púra abstrakt út - og tað er júst hetta, ið Randi Samsonsen hevur gjørt til bleytar standmyndir.
Opið er á Listasavninum:
Týsdag - sunnudag kl. 13.00 - 16.00
Mánadag ikki opið
Um jólini er savnið stongt 24., 25., 26. og 31. desembur, og eisini 1. januar
Myndaódnin 2019 - upplating
/Fríggjadagin 13.december læt Myndaódnin 2019 upp í Steinprenti við góðum gløggi og framúrskarandi gávuprentum frá Steinbrá, sum Hansina Iversen hevur greitt úr hondum á hesum sinni. Prentini fáast framvegis í Steinprenti - tað er bara at rinda limagjald á 500 krónur og kjósa sær eitt prent (tey kosta vanliga 1400 kr). Upplatingin var eins og á hvørjum ári rokmikil, tí talið av limum í Steinbrá er støðugt vaksandi og hetta er vorðin ein hugnalig traditión at drekka gløgg og kjakast um gávuprentini, hvat er best og hvat skal heim á veggin at hanga ella kanska í ein jólapakka. Eg seti nakrar myndir inn her frá Myndaódnini.
Myndaódn og gløgg list í Steinprenti
/Fríggjadagin 13.desember klokkan 16-18 brestur ódn á í Steinprenti - hetta er tó ikki tað destruktiva náttúrufyribrigdið, sum vit eru alt ov von við hesa ársins tíð. Talan er hinvegin um tann árliga kreativa myndastormin av eini framsýning, sum tekur samanum listaárið við verkum m.a. grafiskari list úr Steinprenti í ár.
Aftur í ár er nógv gott í at velja. Nýggjastu steinprentini hjá Claus Carstensen eru ógvislig bæði myndevnisliga og koloristiskt. Tey eru loddrøtt, appilsinreyð, grøn og svørt við einum plakat- og fanzine-kendum úttrykki, sum sýnist dekorativt og skitið um somu tíð. Loddrætti bygnaðurin við tveimum litum, sum eru prentaðir ísenn í einum sonevndum irisprenti, bera brá av øgiligum dynamikki sum eru prentini flogin ígjøgnum pressuna. Eisini myndevnini eru ógvislig av snerkjandi, etandi, starandi apum og verum, sum um somu tíð eru djóra- og menniskjakend.
Torbjørn Olsen hevði í november sína framúrskarandi og væl vitjaðu málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini hekk eittans prentmynd. Hetta er enn ein altartalva, sum Torbjørn hevur tulkað grafiskt í einum steinprenti, hendan er av undrinum í Emmaus, tá tann krossfesti Kristus vísir seg fyri tveimum av sínum lærusveinum. Tað tók Torbirni eina løtu at finna ta røttu koloristisku samansetingina, og á Myndaódnini verða nøkur av áhugaverdu royndarpentunum framsýnd, umframt nýggj prent eftir t.d. Kirstine Roepstorff, Trónd Patursson. Julie Sass, Bárð Oskarsson, Mie Mørkeberg, Fríðu Matras Brekku og Peter Callesen.
Við á framsýningini verða nakrar hugfarsligir og poetiskir vatnlitamálningar hjá the one and only Tóroddi Poulsen. Her eru eisini málningar hjá Rannvá Kunoy, sum júst hevur verið í Føroyum í sambandi við Kærleikskúluna, sum hon hevur prýtt í ár. Rannvá Kunoy er í ferð við eitt altjóða gjøgnumbrot innan myndlistina. Hennara verk gerast í alsamt størri mun partar av týdningarmiklum privatum søvnum, m.a. Saatchi í London. Hon verður framsýnd altjóða, men altso eisini í Havn. Ljós og gjøgnumskygni hava sum heild verið týdningarmiklir partar av hennara verkum, líka síðan hon byrjaði sum listakvinna. Seinastu árini hevur hon arbeitt við serligum litpigmentum, ið skifta lit eftir ljósinum í framsýningarrúminum og eftir hvar áskoðarin er staddur í mun til málningin. Hesir málningarnir, ið eru bygdir upp av nógvum tunnum løgum av máling, eru ómetaliga sansaligir, vakrir og nærverandi, samstundis sum teir sýnast holografiskir og at kalla futuristiskir í mátanum teir bróta eina grundtreyt hjá málarínum - at vera fikserað í tíð og rúmi.
Myndaódnin er síðst men ikki minst karmur um spildurnýggju prentini, sum Hansina Iversen hevur gjørt til Steinbrá, ið er felag fyri listaáhugað og stuðulsfelag hjá Steinprenti. Øll kunnu melda seg í felagið, tað kostar 500 krónur um árið og limagjaldið fer beinleiðis í rakstur av Steinprenti. Limirnir fáa eitt gávuprent um árið - Talan er um dygdarlist, sum kostar væl meira enn limagjaldið, skuldi ein ynskt sær at keypt tað uttan limaskap. Verkini hjá Hansinu eru í skrivandi stund ikki heilt turr, men til ber longu nú at staðfesta, at tað verður ikki lætt hjá limum at kjósa sær prentmynd í ár. Tær fýra kompositiónirnar hjá Hansinu Iversen eru ymiskar, men allar eru tær framúrskarandi – at síggja til fullar av einum hugtakandi blandi av sprækligum framfýsni og inntonktari tøgn, av litum, strukturum, rørslum, av flatleika og dýpd og eini kenslu av, at her hendir nakað.
Og rætt er, at tað hendir nakað innan fyri føroyska samtíðarlist. Far bara oman í Steinprent og hygg fríggjadagin! Øll eru hjartaliga vælkomin og hevur mann hug at melda seg í Steinbrá, ber tað væl til - mann fær gávuprent á standandi fót og gløgg afturvið!
Eg oyggjar veit...
/Nýggj listaframsýning í Víngarðinum
Eg oyggjar veit – soleiðis byrjar ein av okkara kendastu tjóðskaparyrkingum, sum eina tíð eisini átti heiðursplássið sum tjóðsangur og fyrsti sangur í Føroya Fólks Sangbók.
Eg oyggjar veit er eisini heitið á einari lítlari, fjálgari og ljósglitrandi listaframsýning, sum letur upp í Víngarðinum mitt í Havn leygardagin 14.desember klokkan 15-17. Við á framsýningini verða nýggj og eldri verk eftir Zacharias Heinesen, Marius Olsen og Ásmund Poulsen, sum á ymiskan hátt tulka Føroyar. Framsýningin verður tessvegna fjølbroytt við málningum, foto og grafiskum prentmyndum.
Áðurnevnda yrkingaregla hjá Fríðriki Petersen er sjálvsagt tjóðskaparliga motiverað og orðað av einum yrkjaraegi, sum kennir sítt heimland og tí veit hvussu tað tekur seg út í skiftandi árstíðum. Føroyska landslagið er sum kunnugt høvuðevnið í klassiskari føroyskari list og poesi, men tykist framvegis hava stóran týdning fyri føroyingar. Um hetta kemst av, at vit kompensera fyri landafrøðiligar og tjóðskaparligar minnilutakenslur ella vit i roynd og veru búgva í einum óvanliga vøkrum landi, har náttúran kennist nær allastaðni, er óvist. Eitt er tó vist og tað er, at landið er har í allari sínari dýrd í túsundtals myndum, sum vit í heilum taka við okkara fartelefonum og seta á sosialu miðlarnar.
Landslagið er í ein ávísan mun myndevnisliga útgangsstøðið hjá Zachariasi Heinesen, men allíkavæl er tað ivasamt um hansara myndir eru so mikið naturalistiskar sum tær mangan verða fataðar. Stundum hevur tað virkað næstan margháttligt, tá áskoðarar kjakast um hesin og hasin málningurin hjá ZH man vera úr Bø ella úr Elduvík, tá tey í veruleikanum standa framman fyri einari nokk so abstraktari og geometriserandi kompositión, har tað topografiska hevur minni at siga enn litir og kompositión. Zacharias Heinesen er ein sannur meistari innan málningalistina. Ein grundleggjari, sum endurnýggjar seg. Í hansara nýggju myndum er ein serlig gylt glæma og ein spælandi kolorisma, sum fær allan myndaflatan at liva og lýsa.
Marius Olsen telist somuleiðis millum okkara bestu listafólk og er ein av teimum heilt fáu, ið listarliga hevur halgað seg til grafikkin og sum burturav arbeiðir sum grafiskur listamaður. Tessvegna er hann tøkniliga serliga væl fyri at útinna sínar listarligu ætlanir. Hansara landslagstulkingar sýnast um somu tíð greinandi, sansaligar og vakrar.
Sum fotografur lýsti Ásmundur Poulsen heimlandið í stórbærum fotomyndum, ið ofta eru gjølliga komponeraðar. Á framsýningini í Víngarðinum er ein fotomynd, har føroyska landslagið gerst átøkt eini abstraktari mynd við tølandi skapum, sum sýnast trekkja seg fram og aftur í myndarúminum, alt eftir hvar áskoðarin fokuserar. Men so samlast myndevnið og vit varnast, at hetta eru svartir klettar og silvurlitt hav.
Eg oyggjar veit – Vit vita av hesum oyggjum og vit bera tær í okkara huga og tilvitsku og kenna tær aftur í listini bæði tá tær eru har og ikki.
Til upplatingina fæst heimagjørt gløgg afturvið listini. Øll eru hjartans vælkomin leygardagin 14. Desember klokkan 15-17 í Víngarðin í Tróndargøtu 31 í Havn.
Skaldsligt ljós í myrkri - Rithøvundavitjan í Víngarðinum
/Sunnudagin 8.desember klokkan 18 eru bókmentir á skrá í Víngarðinum. Tá fara tríggir rithøvundar, Sólrun Michelsen, Jóanes Nielsen og Carl Johan Jensen at lesa brot úr sínum spildurnýggju skaldsøgum.
Sólrun Michelsen fer í hugtakandi bók síni Ein táttur er silvur farin aftur í tíð fyri at lýsa lagnuna hjá eini kvinnu og hvussu ymiskar hendingar knýta saman grundarlagið í okkara tilveru. Sprotin skrivar um bókini: Ein genta tænir á einum garði, og bóndin neyðtekur hana. Hon verður við barn og vil ikki siga, hvør ið pápin er. Skaldsøgan hevur henda tilburð og lagnuna hjá hesari kvinnuni sum snúningsás. Bókin er á ongan hátt ævisøga, men fyrimyndin til kvinnuna, ið Sólrún lýsir við so stórum innlivingarevnum, er omma hennara.
Jóanes Nielsen hevur í fleiri ár verið á eini skaldsligari ferð, sum eisini tekur støði í eini afturlítandi slektslýsing. Tað vóru á sinni Brahmadellarnir og Bommhjarta og er nú bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai og endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Jarðarferðin er júst so undirhaldandi sum lýsingin av henni bendir á.
Terningar - søgur av tilvild er hugfarsliga heitið á nýggju bókini hjá Carl Johan Jensen. Skaldsøgan er partur av einum tríverki, har Sær – Ein fuglabók av gloymsku er tann fyrsta og ein kemur afturat. Bøkurnar hanga saman á tann hátt, at tær eru frá sama tíðarskeiði, men tað eru ymsir persónar í bókunum, sum eru skrivaðar upp ímóti hvørjari aðrari, sigur Carl Johan Jensen. Tann fyrra bókin snýr seg um at fylgja sínum útlongsli og finna heimaftur. Terningar snýr seg um ein persón, sum er føddur í føroyskum fjarðarbotni har hann verður verandi alt lívið.
Í myrkastu tíðini – og hon er jú rættiliga myrk her um leiðir – er ein tilík skaldslig løta neyðugt móteitur og ljós, sum neyvan verður verri av dagsins tilboði í Víngarðinum, sum er heimagjørd tomatsuppa við smørristaðum græskarkjarnum, súrróma og heimabakaðum breyði og eitt glas av Fleur de Gabbro afturvið.
Víngarðurin, Tróndargøta 31. Tórshavn. Rithøvundavitjan 8/12-2019 klokkan 18
Tóroddur fagnaður á fronskum
/“Tað er tí, hon ørkymlar okkum, at poesiin rørir lesaran” Soleiðis byrjar eitt sera áhugavert ummæli av nýggju fronsku útgávuni hjá Tóroddi Poulsen, Rocailles, sum Christel Pedersen og Sylvain Doerler týddu úr donskum og føroyskum og sum er givin út á Harpo & í 2019. Hon fæst fyri 22 evrur á netinum. Ummælið, sum stendur at lesa á fronsku poesiheimasíðini poezibao, er tætt skrivað bæði so og so, og kann lesast og sodnast fleiri ferð, tí tað er eins innihaldsliga komprimerað sum var tað ein yrking hjá Tóroddi sjálvum. Men tað, sum ummælarin, Marc Blanchett skrivar um tað tilfarsliga og um vertikalu rørsluna í yrkingunum, er serstakliga áhugavert og væl rakt, haldi eg. Eg komi sjálv inn á hetta í bók míni um yrkjaran og listamannin.
Um at lesa yrkingarnar hjá Tóroddi, skrivar Blanchett, at hetta krevur evni til at góðtaka fysiskar forskjótingar eins nógv í yrkingunum sum í ítøkiliga rúminum kring ein. Hetta, heldur hann, krevur stórt uppmerksemi og opinleika fyri staklutum í upplivingini. Blanchett skrivar nógv áhugavert og staðfestir m.a., at orginaliteturin hjá Tóroddi Poulsen ikki botnar í øllum tí løgna, sum annars gongur fyri seg innihaldsliga í yrkingunum, men í mátanum, sum rúmið verður upplivað av yrkjaraegnum í yrkingunum. Hetta er ein kroppur, sum roynir at fata tilveruna og sum í staðin fyri at lýsa upplivingarnar, letur tær henda. Sostatt eru yrkingarnar fullar av hendingum. Hetta er ómetaliga væl sæð, haldi eg. Ummælarin er sum heild sera positivur og skrivar m.a. at Rocailles eru yrkingar til hjartað og hjartaslátturin. Hjartaliga til lukku við ummælinum. Hetta samfegnast vit um alt meðan vit gleða okkum til komandi útgávur á føroyskum.
Franska ummælið kann lesast í síni heild her:
https://poezibao.typepad.com/poezibao/2019/11/note-de-lecture-t%c3%b3roddur-poulsen-rocailles-par-marc-blanchet.html
Í øllum steinum
býr eitt orð
sum heldur seg
vera ein steinur
(úr yrking á s.34 í Steinsetingar/ Stensætninger Edition After Hand 2008)
Jórun Dánialsdóttir Poulsen í Müllers Pakkhúsi
/"Nú og afturlítandi" er heitið á fjølbroyttari framsýning við nýggjum og eldri verkum eftir Jórunn Dánialsdóttir Poulsen. Framsýningin verður 5.-20. desember í teimum báðum ovaru hæddunum í Müllers Pakkhúsi í Havn. Fernisering verður hósdagin 5. desember kl. 17:00, har øll eru hjartaliga vælkomin.
EXIT Vencil
/Síðsta ritið er komið av Vencil, skilst - vit takka fyri dansin og ynskja teimum báðum ritstjórunum Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð og Oddfríði MarnaRasmussen blíðan byr. Her er tíðindaskrivið frá teimum:
20. og seinasta nummarið av Vencili er nú givið út. Tað koma ikki fleiri, og ritstjórarnir takka øllum, sum gjørdu tað møguligt at halda á við útgávuni so leingi.
Vencil 20. er eitt sindur minni í vavi enn teir seinastu hava verið, men innihaldið fevnir kortini bæði breitt og víða. Sum vanligt.
Vagnur Streymoy eigur fyrstu stuttsøguna, “Ísurin”, og honum á baki kemur stuttsøgan “Bundin” eftir debutantin Emilju Højgaard, sum vann stuttsøgukappingina á Glasi í 2018.
Síðan koma yrkingar eftir Jaime Manrique, Rabindranath Tagore, Oddfríð Marna Rasmussen og John Boyle O’Reilly.
Naja Marie Aidt, sum júst vitjaði árligu bókadagarnar, eigur síðan tvær stuttsøgur, “Torben og Maria” og “Sunnudagur”, áðrenn Vagnur Streymoy aftur hevur eina stuttsøgu, “Ein knívur, eitt glas og ein murtur”.
So kemur ein yrking eftir Beinir Bergsson, og eftir hana hevur Ludvík á Brekku eina stuttsøgu, sum nevnist “Speglingar”.
Oddfríður Marni Rasmussen hevur so aftur tvær yrkingar, og honum á baki koma fleiri týddar stuttsøgur, “Býtisbarnið” eftir Selmu Lagerlöf, “Sjálvtektarmaðurin” eftir John Steinbeck, og tríggjar hjá Aksel Sandemose: “Andlitið í ánni”, “Eydnuríkur barndómur” og “Minni frá øðrum døgum”.
Sólrún Michelsen hevur aftur hesa ferð eina stuttsøgu við, sum hevur heitið og snýr seg um “Skriving”, og Heðin M. Klein er eisini við aftur við við trimum yrkingum.
Næstseinasti teksturin er ein yrking hjá Georg Trakl, og seinasti teksturin í hesum seinasta nummarinum er eftirmælið “Tvøst, spik og tíkar” eftir Arnbjørn Ó. Dalsgarð.
Permuna hava ritstjórarnir gjørt. Hon hevur reyðbláa bakgrund og hevur eitt grønt exitskelti niðast høgrumegin, sum vísir vegin til neyðdyrnar. Lesarin finnur ivaleyst út, men hann kann altíð leita sær inn aftur at finna sær góðan lesnað í teimum 2250 síðunum við skaldskapi, sum komu út í Vencili Nr. 1/2006-Nr. 20/2019.
Fakta:
Tittul: Vencil – Tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum
Útgevari: Vencil & Bókadeild Føroya lærarafelags
Útgávutíðarskeið: Nr. 1/2006-Nr. 20/2019
Ritstjórar øll árini: Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð
Vetrarjazz 2020
/Farna leygarkvøld helt Havnar Jazzfelag 44 ára føðingardag, og í tí sambandi bleiv skráin til Vetrarjazz 2020 avdúkað. Sum altíð er skráin sera fjølbroytt við konsertum til allar áhuga- og aldursbólkar. Festivalurin byrjar sunnudagin 26. januar, við eini konsert har royndar stjørnur hitta ungar spírar. Musikkskúlamiðnám hevur luttikið á Vetrarjazz í fleiri ár nú við ymsum spennandi verkætlanum, og 2020 er onki undantak. Tey fara á pall í Auluni í Finsen sum fyrsti bólkur á øllum festivalinum. Eftir tey spælir bretskt/norski bólkurin Elt, sum telur m.a. tveir av allarfremstu jazztónleikarunum í Bretlandi: Saxofonistin Tom Challenger og Mercury-tilnevnda pianistin Kit Downes.
Føroyska høvuðsnavnið í ár er sjálvsagt legendariski, fløguaktuelli bólkurin Plúmm, sum fer at bjóða eitt brak av eini konsert í stóru høllini í Norðurlandahúsinum. Vit sleppa at hoyra løgini av Catch, sum nýggja útgávan eitur, umframt fleiri av vælkendu hittunum hjá bólkinum. Sermerkt fyri festivalin í ár er møguliga nógvu norsku tónleikararnir, ið vitja. Hetta stendst uttan iva av, at fleiri føroyskir tónleikarar hava sína yrkisleið í Noregi, og hava verið við til at spreiða vitanina um Føroya einasta jazz festival. Nevnast kunnu m.a. M.D.R.N. við Føroyska Jósefi Zachariassen, sum spæla hip-hop jazz, heimsviðurkendu Kjetil Mulelid Trio og Gunnar Halle/Espen Eriksen, sum spæla jazz-tulkingar av fólkatónum og sálmum.
Eisini vitja tónleikarar úr Danmark, Svøríki, Russlandi, Grønlandi og Estlandi. Síðstnevnda er sangarinnan Laura Põldvere, sum lættliga ferðast frá poppi til free jazz og sigst vera mest spælda sangarinna í Estiskum útvarpi. Hon umboðaði eisini Estland í Eurovision Song Contest í 2017, men á Vetrarjazz bjóðar hon uppá nakað heilt annað. Spurd hvørjum lokalum tónleikarum, hon vildi spæla saman við, svaraði hon “The crazier the better”. Føroyska umboðanin er eisini umfatandi við bæði kendum og nýggjari bólkum. Vit hoyra m.a. spildurnýggja bólkin KABO við Katrini á Borg á odda, Una Debess & the Tomcats, Yggdrasil og Yggdrasil Jr og mangt annað. Vetrarjazz 2020 endar við stórfingnari konsert við Tórshavnar Big Bandi, har eitt úrval av sangunum, sum komu inn til sangkappingina, sum varð útskrivað fyrr í ár, verða framførdir, og vinnararnir verða kunngjørdir. 23 konsertir eru á skránni á festivalinum á 10 ymsum konsertstøðum: Norðurlandahúsinum, Reinsarínum, Auluni í Finsen, Havnar Kirkju, Sirkus, Hvonn, Mikkeller, SMS, Blábar og Kringvarpi Føroya. Øll skráin kann lesast á facebook.com/vetrarjazz
Bókadagar í Norðurlandahúsinum
/Á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum er ymiskt spennandi á skrá. Nú klokkan hálvgun eitt setir Oddfríður M.Rasmussen Bókadagar, seinni verður Vencil- tiltak og samrøða millum Berg Djurhuus Hansen, bókmentafrøðing og Naja Maria Aidt, rithøvund. Hon hevur skrivað ómetaliga nógvar góðar tekstir, yrkingar og stuttsøgar, og tað fullkomiliga sundirknúsandi skaldsøguna Har døden taget noget fra dig så giv det tilbage, ið snýr seg um sonin Carl, sum doyði brádliga fyri nøkrum árum síðani. Hendan bókin er fragmentarisk og heilt einastandandi rørandi. Her er eitt áhugavert viðtal við høvundin: https://www.information.dk/mofo/naja-marie-aidt-sorgen-kaempe-fucking-monster-oedelaegger-alting Skráin á Bókadøgum er her: https://www.nlh.fo/media/3059/b%C3%B3kadagar-2019-prent.pdf
Torbjørn Olsen -upplating
/Í skrivandi stund er enn vernissage í Steinprenti, har hópin av fólki kom saman í dag fyri at síggja nýggju málningarnar og steinprentið hjá einum av okkara best umtólktu listamonnum, Torbjørn Olsen. Jan Andersson beyð vælkomin, eg helt eina lítla upplatingarrøðu og Drifa Hansen og Johanne Andersson spældu tvær vakrar kompositiónir. Her er røðan og nakrar myndir.
Steinprent 22.nov 2019
Góðu tit øll – góði Torbjørn.
Eg byrji hesa upplatingarrøðuna í London við einum brævi, sum varð skrivað har í mars í 1901. Tað er listamálarin, Claude Monet, sum skrivar til konu sína. Hann skrivar: “Mín kærasta, veðrið er eins ræðuligt her sum tað var í gjár í Giverny – oysregn, sum slær so hart móti vindeyganum, at eg næstan einki síggi yvirhøvur. Fyrimunurin er, at eg í slíkum veðri havi tíð at skriva til tín og ynski tær góðan bata. Eg eri púra oyðilagdur av hesum veðrinum...Sum eg segði tær, so ger veðrið, at eg má avmarka meg til nakrar skitsur, sum eg síðan kann brúka onkuntíð á atelierinum. At halda fram við at arbeiða á lørift er at kalla ómøguligt. Eg broyti, og ofta verða tey frægaru løriftini verri av tí. - Eingin fer nakrantíð at vita hvussu strævið tað var hjá mær at fáa so lítið burtur úr.. Seinni skrivar Monet: “Mín kærasta, eg eri fullkomiliga vónleysur og havi hug at leggja alt frá mær her sum eg standi - og fara út í kvøld frá bæði løriftum og máling. Eg veit ikki um hetta gongur yvir, men eg eri í ringum lag og troyttur av øllum. Kanska tú vildi sagt, at eg kom upp á skeivu síðuni á seingini í morgun. Hvussu er og ikki, so var eg uppi klokkan seks og ógvaðist av, at síggja tekjurnar fullar av kava. Eg vónaði, at kavin fór at smelta, meðan eg lat meg í, men tað sum hendi var, at tað gjørdist ræðuliga nógvur mjørki, so her er fullkomiliga myrkt, og eg mátti hava ljósið tendrað inntil hálvgum ellivu, tá hugsaði eg, at eg kundi arbeiða, men eg havi ikki vitað um so umskiftiligt veður og eg mátti arbeiða uppá tey fimtan løriftini í senn, legði tey niður og hugdi at teimum og tey vóru ongantíð sum eg ætlaði tey skuldu vera. Har vóru illa málað penslastrok, sum irriteraðu meg og gjørdu meg óðan, so at nú havi eg ikki hug at hyggja meir, tí eg føli, at hetta ringa lagið og kenslan av, at mínir málningar eru ræðuligir, kann úrslita í, at eg oyðileggi meira enn eg skapi...
Gott, at Claude Monet ikki var føroyingur ha? Tá hevði hann veruliga fingið okkurt at illneitast um viðvíkjandi veðri. Men orsøkirnar til, at eg byrji við Monet eru fleiri. Eitt er, at eg veit, at Torbjørn Olsen heldur ómetaliga nógv av Monet – ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum sum eisini hevði trupulleikar við sjónini frá hann var 65.
Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar – og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur?
Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hja Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina - tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt.
Til hesa framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum.
Her eru nógvir áhugaverdir málningar og eitt spildurnýtt steinprent, sum hevur verið spennandi at fylgja við í – onkuntíð pr telefon, tá eg havi ringt til Jan fyri at hoyra hvussu skilið var og hvussu tað gekk við prentarínum hjá Torbjørn. Og onkuntíð var svarið positivt og aðrar tíðir sera negativt - nei har stóð einki til, litirnir riggaðu yvirhøvur ikki, Torbjørn í kolkjallaranum og alt var meira og minni galið. Tá mátti eg brosa fyri mær sjálvari, tí eg kom í tankar um allar plágurnar og sjálvkritikkin hjá Claude Monet, ið júst sum Torbjørn var ein suverenur litmeistari.
Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti. Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompoairión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina – hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess. Hjartaliga til lukku góði Torbjørn. Takk!
Ein glaður listamaður
Tær báðar, Drifa Hansen og Johanne Andersson
Model á reyðari sofu
Nógv fólk
Ein málningur
Listamaðurin prátaði við fólk
Fólk í Steinprenti
Brotamynd
Brotamynd
Torbjørn Olsen í Steinprenti
/Listaframsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 22.nov. klokkan 16-18 er av tí ordiliga forkunnuga slagnum, nú liðin eru ár síðan ein av okkara dugnaligastu og best umtóktu málarum, Torbjørn Olsen sýndi fram spildurnýggjar málningar í Havnini, har hann arbeiðir og býr.
Arbeiðshátturin er kanska ikki nógv øðrvísi enn tann, vit kenna frá øðrum málarum, tí Torbjørn Olsen tekur støði í tí, hann sær. Hann sigur sjálvur, at hansara málningar eru treytaðir av, at hann hevur okkurt at mála eftir. Hetta merkir als ikki, at hann andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn Olsen málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn.
Til framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og bágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum málingastrokum.
Torbjørn Olsen er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressium fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann. Øll eru vælkomin til upplatingina í Steinprenti, har listamaðurin verður til staðar og har Drifa Hansen og Johanne Andersson fara at syngja og spæla.
Hamlet heilt til kantin
/Hetta var dagur í viku, sum forrestin var ein góð vika, ið m.a. veitti okkum eitt kritiskt og reflekterað sjónleikarummæli í Nón, har latið varð upp hjá okkum útvarpslurtarum fyri hugsanum um sjónleik, hvat leiklistin kann og skal. Og tá eg nú leygarmorgun siti og skrivi við hárinum í andarisi, eri eg als ikki ósamd við hesum ummæli, samstundis sum eg altso eri fullkomiliga heilt og aldeilis upp í loft av stórfingnu Hamletverkætlanini í Norðurlandahúsinum.
Hin føroyski Hamletleikurin er ógvisligur, óhóvligur, ekstremur og margháttligur. Uppsetingin er djørv og genial og onkursvegna ógvuliga føroysk við einum næstan íslendskum sjálvsáliti, uppsetingin er eisini kantut, ekspressiv in your face og ikki so listafín, sum tú kundi væntað tær av einum Shakespeareleiki. Uppsetingin gongur heilt til kantin bæði so og so og tykist næstan smakleys til tíðir. Og takk fyri - tað er praktfult!
Men lat meg nú fylgja hesum góða vananum, sum útmerkaða útvarpssendingin Pressan hevur sjósett, og vitna um mítt ógegni, tó at hetta kann gerast mær ein heldur langrøkjut siðvenja. Ógegni mítt er líka vítt sum tað er sítt, soleiðis sum tað er hjá mongum í okkara lítla landi. Eg kenni heilt nógv av luttakarunum í leikinum, sum m.a. er mannaður av einum parti av mínum kæra gamla væl syngjandi kóri, Tarira og av stóra humanistinum, okkara edeligasta presti (- og gamla starvsfelaga mínum), Hera Joensen, ið at byrja við heldur eina vakra og hugfarsliga jarðarferðarprædiku, sum setir huglagið og sum eisini setir tankar í gongd. Eg kenni somuleiðis tónaskaldið, Trónd Bogason, sum dugir væl at arbeiða við fleiri rúmum og sum fær nógv burtur úr konseptinum við partvíst at arbeiða digitalt við ljóðmyndum og analogt við einum kóri og einum klaver/orgulspælara. Samanumtikið kenni eg tey flestu í verkætlanini, eg fari ikki at nevna øll, men eg haldi, at øll gera tað gott - ikki minst Sámal Blak, sum er ein heilt einastandandi scenografur! Ein annar, sum ger tað gott, er Norðurlandahúsið - tað húsið havi eg havt eitt heitt og alskið forhold til, síðani eg av fyrstan tíð lærdi tað at kenna fyri 36 árum síðani.
Sjáldan - um nakrantíð - hevur húsið sjálvt glógvað og glitrað, og havt so stóran leiklut sum nú í uppsetingini hjá Det Ferösche Compagnie (DFC). Tað er rætt, at gamli geniali teksturin hjá Shakespeare kundi klárað seg hvar sum helst, um hann varð framførdur í einum busskýli ella í einum tannlæknabíðirúmi. Gløgga týðingin hjá Hans Tórgarð gevur áskoðaranum eina heilt serliga uppliving av spillivandi máli, sum svingar og skjýtur við týdningum og hjátýdningum og sum situr heilt ófatiliga væl. Føroyska málið er hugtakandi, tá tað verður handfarið á slíkan hátt.
Hamlet er kendasti leikurin hjá William Shakespeare og snýr seg um unga danska krúnprinsin, hann verður leiktur av orkumikla Kjartani Hansen, sum við leikbyrjan er komin heim at fylgja pápa sínum, Hamlet sála, sum í hamferð verður leiktur av Ega Dam ella tað haldi eg. Hann stendur ikki í leikskránni og hann tóktist av sonnum sera luftigur og spøkilsiskendur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Ungi Hamlet syrgir, men er samstundis eisini ovfarin og óður um, at einkjan, mamma hansara, Gertrud, sum verður leikt av teirri dugnaligu, tragiskt hendurvríggjandi Anniku Johannessen, giftir seg uppaftur við pápabeiggjanum Claudiusi beint eftir jarðarferðina. Sofía Nolsøe er Claudius, sum at byrja við er harður og maktgraður, men sum seinni, tá avdúkingin hóttir hansara tilveru, plágast av tí, hann hevur gjørt móti beiggja sínum. Hamlet verður ørkymlaður og hevur varhugan av, at okkurt er galið, og tá so hamurin av pápanum sigur honum, at hann varð myrdur av beiggja sínum, byrjar veruligi ørskapurin hjá Hamlet, løddur av hevndarhuga. Leikurin, sum nú á fyrsta sinni er framførdur í Føroyum, er ein tragedia, sum minnir um miðaldarsøgur, vit kenna t.d. úr kvæðum, har úrslitið av blóðhevndarrúsi jú er, at tey allarflestu liggja steindeyð at enda. Og sama er galdandi fyri Hamlet. Men har hevnd í sær sjálvum er nokk so einstreingjað og perspektivleys, er leikurin um Hamlet fullur av iva og opnum rivum, har ljós sleppur til í løtum fyri síðani at verða avkøvt aftur av hatri. Har eru serstakliga nógv evni, ið verða viðgjørd í leikinum um menniskjaligar relatiónir og okkara tilveru. Kærleikin millum Hamlet og Opheliu sleppur ikki at folda seg út, tí krúnprinsurin í sorgini og øðini um mammuna heldur, at allar kvinnur eru svikafullar og ótrúgvar. Ophelia verður leikt av Kristinu S.Ougaard við yndisligum ørskapi. Opheliusøgan er annars ein søga fyri seg í leikinum, sum mær ongantíð hevur dámt, tí eg haldi hon upphevjar ella romantiserar kvinnuofrið, ta ævigu jomfrúnna til at vera nakað vakurt. Eitt evni í leikinum, sum er áhugavert, snýr seg um listina og hvussu hon kann spegla okkara tilveru og siga okkum týdningarmiklar, illa lýddar sannleikar.
Hevur mann havt ta fragd ella forskrekkilsi at hava upplivað uppsetingar hjá DFC áður ella bara leikstjóran og listamannin, Búa Dam á palli, so verður mann kanska ikki bilsin av teimum velduga stóru armrørslunum og effektunum. Og eg hugsi, at fólk taka undir við stílinum alt eftir hvussu mann er sum menniskja. Tá eg t.d. síggi teir ikki serliga subtilu krossarnar uttanfyri Norðurlandahúsið og hoyri kirkjuklokkur kalla meg inn til leikbyrjan, byrjar protestanturin innan í mær alt fyri eitt at mótmæla, tí her skal altso eingin koma og suggestivt forføra meg við øllum møguligum vulgerum lótum. Men so er prædikan í byrjanini so gløgg og viðkomandi, at menniskju tykjast mær so fitt og jarðarferðin so universal, at tað bara riggar. Huglagið rakar meg í hvussu er, og eg reisi meg og fylgi við. Upplivingin av leikinum er sera dynamisk og eftir øllum at døma hevur tað ávirkan á upplivingina júst hvar ein er staddur í rúminum. Hetta funnu vit út av aftan á leikin, tá vit tosaðu um hvørjar senur okkum dámdi og hví. Eg fylgdist við starvsfelagum og vinkonum, harav fleiri høvdu sæð leikin fleiri ferð. Sjálv havi eg bara sæð uppsetingina eina ferð og eg hevði úr at gera við at hyggja, lurta og sansa alt tað nógva, sum gekk fyri seg, men eg haldi, at eg fekk nógv burturúr, sjálvt um eg verri enn so eri liðug at sodna tað. Eg varð hugtikin, spent, glað, rørd og í grundini eisini bilsin sum eg havi upplivað at vera fyrr í sambandi við shakespeareframførslur, tí hugsunarhátturin hjá honum í fleiri førum sýnist sera modernaður og av tí sama ómetaliga viðkomandi. Áhugaverda senan við gravaranum kundi t.d. gingið fyri seg í eini samtíðaryrking hjá t.d. Tóroddi Poulsen. At uppsetingin av Hamlet er so dynamisk sum hon er, at tú flutti teg í húsinum og ongantíð visti um okkurt hendi aftan fyri teg ella beint undir liðini á tær, var ørkymlandi men uppá tann góða mátan, haldi eg. Hetta, at vit fysiskt flyta okkum úr einum kirkjurúmi til eitt millumrúm til ein veitslusal ger nakað serligt við okkara móttøku av leikinum, sum mær dámar serstakliga væl, tí tað er merkt av sama kreativa opinleika sum ræður, tá børn spæla. Í eini tílíkari opnari støðu verða vit betri og meira kreativir móttakarar.
LUTTAKARAR
Hamlet: Kjartan Hansen
Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard
Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen
Gertrud: Annika Johannessen
Horatio: Búi Dam
Polonius: Hans Tórgarð
Laertes: Búi Rouch
Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen
Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen
Leikstjórn: Búi Dam
Týðing: Hans Tórgarð
Pallmynd og búnar: Sámal Blak
Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason
Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas
Ljósmynd: Súni Joensen
Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam
Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs
Hansina Iversen greiðir frá í Víngarðinum
/Sunnudagin 17.november klokkan 17 fer Hansina Iversen at greiða frá síni list í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Hetta verður fyrsta listatiltakið í Víngarðinum, sum er ein nýggj vínbarr og gallarí mitt í Havn.
Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari í føroyskari list. Hon er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Um vit hyggja at málninginum omanfyri, kunnu vit staðfesta, at hóast hann er lítil í vavi, er hann á tremur í litum og skapum (-fotomyndin vísir als ikki allar fasettir og litnuansur - hann sæst betri í veruleikanum). Hesin málningurin tykist mær sterkur, ótamdur og villur eins og ekspressivt skríggjandi parafrasurnar hjá Francis Bacon av pávamálninginum hjá Diego Velazquez. Her er okkurt púra ørt í málninginum, samstundis sum hann sýnist ógvuliga stýrdur, næstan inntonktur. Hvat hugsar listakvinnan sjálv um ein tílíkan málning. Hvussu fer listakvinnan fram? Hvar byrjar hon? Ger hon t.d. skitsur frammanundan?
Í intima framsýningarhølinum í Víngarðinum fer Hansina at greiða frá sínum málningum og mannagongdum við útgangsstøði í teimum málningunum, sum júst nú hanga til framsýningar har. Afturvið list og listapráti verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt til matna – t.d. serliga sunnudagslistatilboðið, sum er eitt gott glas av víni og ein vælkomponerað tomatsuppa við heimabakaðum breyði fyri 199 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
VÍN & LIST mitt í Havn
/Í gjár læt Víngarðurin upp og lítla hugnaliga vínbarrin í Tróndargøtu 31 var væl móttikin og tað sama má sigast um fyrstu framsýningina í Víngarðinum. Her er tíðindaskriv og myndir frá í gjár:
Víngarðurin liggur í Tróndargøtu 31 í Havn. Víngarðurin er ein hugnalig og eksklusiv vínbarr, har dentur verður lagdur á dygd bæði innan vín og mat - men eisini list. Saman við góðum víni og mati fara tey vitjandi at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum. Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín – hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Kinna Poulsen stendur fyri listini í Víngarðinum, og er somuleiðis royndur kuratorur og listmiðlari. Umframt vanliga virksemið er ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín.
Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen, er TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Nonfigurativi slóðari okkara, Hansina Iversen hevur málað eina røð av nýggjum málningum, ið eru um at bresta av litum og skapum. Hansina Iversen (1966) er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Hanni Bjartalíð (1968) hevur til framsýningina gjørt tvey hugtakandi verk, sum minna um hillar við ymislittum fløskuskapum. Hetta eru útskorin, málað refieff ið bæði eru myndandi og skulpturel. Sum vit áður hava sæð tað hjá hesum listamanninum, ið hevur havt stórar framsýningar bæði á Listasavninum og altjóða, so arbeiðir hann ofta serielt við myndevnum, sum við endurtøkuni tømast fyri sín vanliga realistiska týdning og gerast kensluborin og vøkur listaverk. Hanni Bjartalíð hevur eisini altíð verið hugtikin av boksum og teirra eginleikum at goyma og at vekja forvitni. Sum smádrongur fekk hann eitt seymiskrín við eini ørgrynnu av smáum rúmum, sum hann var ómetaliga glaður fyri. Hesin áhugin fyri rúmum og rúmdeiling er ógvuliga týðiligur í verkinum hjá Hanna Bjartalíð og í vøkru trærelieffunum er hann ítøkiliggjørdur. Poul Janus Ipsen (1936) er bæði málari og grafikari, men í grundini varð hann á sinni útbúgvin reklamuteknari. Ipsen hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – men um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið í myndini sum til dømis pappeskjan í teirri annars føgru lýsingini av fruktum, grønmeti og hoyggi. Okkurt lívsjáttandi treiskt er yvir vøkru kompositiónini av kyrrlutum, sum vaksa fram úr bølamyrkri í eini skræddari pappeskju. Ein dreymakend surrealisma merkir tey sonevndu tostatrøini hjá Tóroddi Poulsen (1957). Tóroddur er fjøllistamaður og tað er eins og myndandi listin og poesiin tvinnast saman í hansara list soleiðis, at poesiin er myndrík meðan myndlistin er poetisk og hetta er í øllum førum galdandi fyri tostatrøini – smakka bara uppá orðið tostatræ og hygg at myndini av einum urtapotti við víngløsum, ið tó, at tey venda allar vegir, ikki missa sínar gyltu reyðu dropar. Andreas Schulenburg (1975) er í sínum myndum á somu surrealistisku leið við lutum, sum eru lýst í ovurstødd eins og í eini dreymaverð.
UPPLATINGARTÍÐIR Í VÍNGARÐINUM
Hósdag kl.16-23
Fríggjadag og leygardag kl. 16-02
Sunnudag kl. 16-23
Nýggjar bøkur um deyða og myrkaspæl
/Hetta týskvøldið var eitt av teimum ordiliga góðu Orð&Tónatiltøkunum hjá forlagnum Sprotanum. Møguliga eitt sindur uppá tross bæði av tí, at tiltakið í roynd og veru skuldi vera síðsta hósdag og tí tað var upp í móti norðurlandavirðislønunum, ið bæði vórðu handaðar og norðurlendskt samvarpaðar í kvøld. Og um lagt verður aftrat, at tað er nokk so kalt í veðrinum og krím í hálsinum, so vóru tilsamans nokk so nógvar orsøkir til ikki at fara til bókamóttøku í kvøld. Men eg fór - tað eri eg glað fyri og tað sama munu øll hini mongu fólkini vera, sum høvdu leitað sær á Reinsaríið í kvøld.
Har var fult hús og lurtað varð við andakt eftir fyrst Jóanesi Nielsen, sum ofta ljóðar eitt sindur bitutur í byrjanini av viðtalum, men sum altíð foldar seg út sum vinsælan og frálíkan forteljara. Tað var Bergur Djurhuus Hansen, sum lyfti ta ikki heilt løttu uppgávuna at tosa um nýggju bókina hjá Jóanesi, Jarðarferðin, sum Bergur ikki hevur lisið av teirri orsøk, at bókin nústani er komin til landið. Men í og við, at Bergur er so væl orienteraður í ritverkinum hjá Jóanesi, sum hann er, eydnaðist tað at lata upp fyri ymiskum áhugaverdum vinklum í mun til bókina, sum snýr seg um ferðina úr Shanghai til Sumbiar og um vinalagið millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur. Og so snýr bókin seg eftir øllum at døma heilt nógv um deyðan. Eftir ætlan skuldi Jarðarferðin vera endin á eini trilogi, men sum skilst fáa vit eina bók aftrat í hesi røðini eftir sum Jóanes Nielsen ikki hevur skrivað seg lidnan enn um hetta evnið. Tekstbrotið, sum høvundurin las upp, var heilt ómetaliga væl skrivað og undirhaldandi við hesum fyri høvundan eyðkenda blandinum millum luftigar ovursjónir og so tað, sum er so nógv av hesi verð, at allir áhoyrarar síggja tað fyri sær í púrasta ítøkiligum skapi. Eg gleði meg at lesa hesa bókina og uppliva hugtakandi filmsliga huglagið í Sjónleikarhúsinum - tað minti meg um The Man from Another Place hjá David Lynch (men kanska var tað bara kulørta samansetingin av einum dvørgi og velourgardinum, sum gav mær hesa syrutu assosiatiónina). Framførslan hjá Martini Joensen var innilig og góð - løgini vóru ikki nýggj, men vóru væl vald, so at tey raktu sama djúpa eksistentiella grundtónan, sum klingaði í skaldskapinum, vit fingu presenteraðan á Reinsarínum.
Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen ljóðar somuleiðis áhugaverd. Høvundurin las tvey brot upp. Tað fyrra var byrjanin á bókini, sum eg havi hoyrt áður í ikki heilt sama líki, um høvuðspersónin Ísmael, ið tó at hann er uppkallaður eftir frásøgumanninum í stóru ferðaskaldsøguni Moby Dick, ikki flytur seg av fetanum alt sítt lív. Í Terningum er tað tilvildin, sum stýrir og so eisini mátin, sum hendingar verða endurgivnar. Tað ljóðar longu sum er hetta eitt sindur sum at skríma inn í myrkrið langt inn hagar sum menniskjað konstruerar sínar lygisøgur og kallar tær minnir og upplivingar. Og tað skiltist eisini á samrøðuni millum Berg D.Hansen og høvundan, at tað er tann vegin inn í menniskjans merkiligu myrkaspæl og ekkorúm, høvundin ferðast og at bókin er ein av-idyllisering av bygdahugnanum, sum vit kenna úr gomlum søgum. Lýsingin av stuttorðaða telegramminum, sum familjan hjá Ísmael fær frá systrini Ruth og av stívrendu móttøkuni av stuttorðaðu telegrammgleðiboðunum er ómetaliga væl skrivað. Tað rakar beint á - málið er sum musikkur og tú kennir alt ov væl tað beiska niðurlagið. - Hesar bøkurnar gleði eg meg at lesa!
Krákan er í litinum
/Foto: Magnus V.Andersson