Aftur í ár fegnast vit um latnar virðislønir, har listafólk og mentafólk verða heiðrað alment. Í ár gekk tað fyri seg í Sjónleikarhúsinum, tað var eftir fínu sjónvarssendingini at døma hugnaligt og riggaði, tó at tað var merkiliga mansdominerað tiltak - einastu konufólk á pallinum vóru kórsangarar í kórinum Sólarmagn. Tað tóktist heldur løgið. Men tað mest merkisverda og minst óvæntaða var religiøsi dámurin, sum merkti røðuna hjá mentamálráðharranum, Jenisi av Rana. Tað má hann um. Og hann kann fyri so vítt eisini upprætta serstakar virðislønir til alt møguligt kristiligt; Vakttornið fyri framúr littereran kvalitet og hugfarsligar tekningar til dømis og har er so mangt annað líknandi. Ein ministari hevur rúmar heimildir, men eigur at taka fyrivarni viðvíkjandi armslongdarregluni. Eg haldi, at tað er stórt spell, at tann serliga virðislønin var latin í staðin fyri virðisløn til okkara ungu listafólk, sum nú í átta ár hava átt ta einu av virðislønunum. Tey ungu hava sera stóran týdning fyri listarligu menningina í Føroyum - tað síggja vit á fyrvverandi virðislønarmóttakarum sum t.d. Trygvi Danielsen, Búi Rouch, Silja Strøm og Anna Malan Jógvansdóttir hava fingið.
Vit hava eina ørgrynnu av ungum listafólkum í løtuni, sum hava uppiborið eitt herðaklapp og ein fíggjarligan styrk. Í ár var eingin virðisløn til teirra. Sambært grein á in.fo hevur tann setta innstillingarnevndin givið Jenisi av Rana viðmæli til eisini at heiðra eitt ungt listafólk - vit vita ikki hvønn, men viðkomandi fær einki, tí mentamálaráðharrin gjørdi av at taka nevndina av ræði.
Móttakarar av virðislønum
Hanus G.Johansen fekk mentanarvirðisløn landsins við hesi grundgeving: "Úrmælingurin og originali trubadururin Hanus G. Johansen hevur gjøgnum eina hálva øld spælt seg inn í hjørtuni á flestu føroyingum. Hanus G. er framúr vísutulkari, viðurkendur og høgt í metum langt út um landoddarnar. Hann er partur av teirri ríku norðurlendsku og føroysku fólkatónleikasiðvenjuni og er ein vísutulkari á hægsta stigi. Hanus G. skapar við sínum tulkingum eitt serligt huglag, og hann rakar heilt inn í fólkasálina við sínum hjartanemandi og hugtakandi framførslum, sum tíðum eru yndisligar, tíðum daprar og dramatiskar. Tónleikurin og tulkingarnar hjá Hanusi G. hava ríkað føroyskt mentanarlív í ríkiligt mát. Tónleikastarv hansara hevur verið við til at bera skaldskapin hjá mongum av okkara mætastu yrkjarum víðari til komandi ættarlið. Til dømis yrkingar hjá Tummasi N. Djurhuus, Bernhardi Brim og Hans Jacobi Glerfoss og eisini hjá norska skaldinum Jakob Sande. Eina heilt serliga støðu hevur skaldskapurin hjá Poul F. fingið gjøgnum tulkingar Hanusar. Hanus G. hevur við sínum vísutulkingum havt alstóran týdning fyri mentanararvin og fyri at flyta hann víðari til ungu ættarliðini. Fyri meistarligu tulkingarnar, vísurnar og tónasmíðið verður Mentanarvirðisløn landsins 2019 latin Hanusi G. Johansen.” Mentanarvirðisløn landsins er uppá 150.000 krónur.
Heiðursgáva landsins 2019 verður latin Simma Arge Jacobsen við hesi grundgeving: “Simme Arge Jacobsen slóðaði fyri innan føroyskan popptónleik og var millum tey fremstu í strembanini eftir at seta orð og ljóð á føroyskan popptónleik – á føroyskum. Við løgunum hjá Simma og teimum fekk okkara samtíðar populertónleikur eitt hevdbundið orða- og tónalag, ið ikki var til frammanundan. Hesin tónleikur var við til at mynda tónleikaúrvalið í Útvarpi Føroya frá byrjan, og við eitt hevði ungdómurin fingið eina rødd, ið eisini hevur víst seg at hava staðið ímóti tíðarinnar tonn. Løgini hjá Simma og teimum eru partur av grundarlagnum í modernaðum føroyskum populertónleiki í tíðarskeiðinum eftir Seinna Veraldarbardaga. Vit kenna tey øll, og tey verða sungin í felagsskapi og veitslulagi. Simme hevur verið ein drívmegi í føroyska tónleikalívinum líka síðani fimtiárini. Hann hevur verið tónlistamaður og sangskrivari, hevur sett á stovn tónleikaklubba og tónleikafelag, og eisini læt hann í 1959 upp tónleikahandil, sum enn í dag er til undir sama navni, “Simme Musikkhús. Við handilsvirkseminum vísti Simme á, at tað ber til at gera tónleik og geva út á føroyskum, og við Simma gjørdist tónleikur eisini ein møguligur vinnuvegur. Simme hevur av sonnum gingið undan og hevur verið ein fyrimyndarligur stuðul og kveikjari í føroyska tónleikaumhvørvinum. Fyri slóðbrótandi tónleikastarvið verður Heiðursgáva landsins 2019 latin Simma Arge Jacobsen.” Heiðursgáva landsins er uppá 75.000 krónur.
Í staðin fyri virðisløn til eitt ungt listafólk hevur Jenis av Rana valt at lata forlagnum Leirkerinum eina serstaka virðisløn “Síðani 1982 hevur Leirkerið staðið fyri týdningarmiklum og mennandi starvi innan útgávu av andaligum tilfari: bókum, sálmum og bløðum. Brøðurnir Zacharias Zachariassen og Flóvin Tyril eru persónarnir aftan fyri Leirkerið. Bókaútgávurnar eru nógvar í tali, og dentur hevur alla tíðina verið lagdur á góðan og vakran málsligan búna. Í áratíggju hevur Leirkerið staðið fyri einum vælumtóktum bókaringi, og skipað hevur verið fyri einum stórum savni av talgildum sangum, sálmum og tónum. Menninir aftan fyri Leirkerið hava yrkt, týtt og skrivað sálmar, sangir og bøkur, bæði fyri børn og vaksin. Leirkerið hevur eisini skipað fyri einum vælvirkandi nethandli og hevur í mong ár staðið fyri blaðútgávu. Miðvísa og stillføra virksemið brøðranna handan Leirkerið hevur birt uppundir, lívgað og ríkað stóra og týðandi partin av føroysku mentanini, ið trívist í kirkjum og samkomum runt landið. Tað hevur verið ein týdningarmikil íblástur og eggjan hjá mongum, og innihaldið í rúgvismikla tilfarinum, íroknað granskingar, ið lagt er úr hondum teirra, stendur og verður standandi sum ein týðandi varði í føroyska bókmentaheiminum. Sum landsstýrismaður í mentamálum havi eg gjørt av at heiðra Forlagið Leirkerið við serstakari virðisløn sum eina tøkk fyri áhaldandi og mennandi arbeiðið innan útgávu av andaligum tilfari.” Serstaka virðislønin er uppá 50.000 krónur.