Girltalk letur upp
/Silja Strøm
Í dag klokkan trý letur listaframsýningin, Girltalk upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Sum heitið bendir á er talan um eina eitt sindur øðrvísi framsýning við verkum hjá trimum dugnaligum listakvinnum, Randi Samsonsen, Silju Strøm og Hansinu Iversen. Gentuprát er eitt hugtak, sum hevur verið brúkt niðursetandi um samskiftið millum konufólk. Gentuprát hevur verið hildið at vera óseriøst uttan týdning ella dýpd - tað bera suss og møsn. Men sum allar gentur munu vita, er júst hetta prátið ofta viðkomandi.
Listaverkini á Girltalkframsýningini eru rættiliga ymisk, men øll eru merkt av einum serstøkum lættleika við lutfalsliga bjørtum litum. Framsýningin er barokk, tølandi og stuttlig. Ljósareytt er afturvendandi, ein litur, sum kveikir sera ymislig hugasambond. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu frá endurburðartíðini til hann innan rokokkostílin í 18.øld verður nógv brúktur sum litur á kjólum í dárandi kvinnumyndum. Ljósareytt halda vit vera ein serliga gentuligan lit, men tað var ikki fyrr enn 2.veraldarbardaga, at ljósareyði liturin varð tilskilaður konufólkaklæðum. Ljósareytt er ein serligur litur innan poppmentan, ið síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartum bilum og klæðum, men liturin hevur eisini eina daprari søgu. Nazistarnir brúktu ljósareyðar tríkantar til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Seinni brúktu samkyndir aktivistar ljósareyða tríkantin sum symbol í stríðnum fyri javnrætti. Ljósareytt verður somuleiðis brúkt sum feministiskur eyðkennislitur.
Randi Samsonsen brúkar ofta ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum til bæði tað søta og elskuliga við skálkaligum tilvísingum til kropp og kyn. Fleiri av hennara listaverkum eru bleyt og mjúk og umboða eina nýhugsan innan føroyska myndlist. Hennara standmyndir standa ikki, tær hanga á vegginum, meðan hennara myndir eru okkurt slag av seymaðum, hangandi relieffum. Tríggir málningar eftir Hansinu Iversen eru partar av gentuprátinum, tó at kompositiónirnar í sær sjálvum tykjast kvirrar. Hetta eru myndir, sum tú kanst blíva við at hyggja at, sjálvt um litirnir nýggju málningunum signalera lættleika og søtleika, er dýpd og dugni í teimum. Listakvinnan er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Listin hjá Silju Strøm er figurativ og abstrakt. Verkini sýnist sera estetisk, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi; verkini innihalda sosialmentanarligar og feministiskar hugsanir. Koloristiskt eru hesar myndirnar vakrar; tær eru næstan lekrar sum bomm, men eins og hini verkini á framsýningini eru hetta verk við søgum, sum áskoðarin kann blíva við at hyggja at, rannsaka og undrast um. Hjartaliga vælkomin til upplatingina!
Randi Samsonsen
Hansina Iversen