Nú er nú og núið er fullt av máttloysi og vón
/Fríggjadagin læt Várframsýningin upp í Listasavni Føroya. Tað var yvirhøvur ein ómetaliga løgin dagur fullur av ófrættakendum avlýsingum og átrokandi menniskjaligheit við einum útvarpaðum tíðindafundi, sum meira enn nakað váttaði teir djúpu veikleikar, sum eru okkum menniskjum í holdi bornir. Ein ministari, sum í útvarpinum royndi at ugga okkum við at greiða frá sínum egnu veikleikum. Tað var næstan ov menniskjaligt, men ikki nógv øðrvísi enn tíðindafundir, vit hava sæð úr øðrum londum, har alla handa serfrøðingar, yvirlæknar og ministarar minna á og ávara okkum um reinføri, ikki at klemma ella mussa ella taka í hondina á nøkrum og yvirhøvur at halda hendurnar frá andliti og munni. Hetta siga tey samstundis sum tey sjálvi øll sum ein nerta við andliti á sær sjálvum. Sum vit øll gera. Alla tíðina. Autoritetir eru ikki tað, autoritetir hava verið - we´re doomed hugsi eg við mær sjálvari við skotskari akksang, meðan eg standi sum sild í tunnu og andi niður í vínglasið í forhøllini í Listasavninum og fegnist um at eg hóast alt eri í somu tunnu sum øll hini og at hasin vemmiligi segregerandi setningurin, at sjúkan bara tekur tey gomlu yvir trýss og tey sjúku, tykist horvin. Í forhøllini í Listasavninum lurta vit eftir trimum røðum áðrenn vit sleppa at síggja Várframsýningina 2020. Sum er full av menniskjaligheit uppá gott og ónt og sum er full av søgu, men stýrir fullkomiliga uttan um sjálva kjarnuna í søguni um Várframsýningina, ta stóru konfliktina í føroysku yrkislistini, djúpa sárið, sum ikki enn er vorðið til eitt pínuleyst og hugfarsligt arr, fullt av søgum til komandi ættarlið. Várframsýningin fyllir 30 í ár og er skipað í ein søguligan part, ein sensureraðan part, umframt at limir í Myndlistafelagnum sýna fram. Tey hava sett sum treyt, at verkini eru smá fyri at fáa so nógv við sum gjørligt. Hetta gevur eina rúgvusmikla og óruddiliga framsýning við nógvum ferniseringsgestum. Í einari montru liggja søguligar greinar frá byrjanini, tá ætlanirnar við Várframsýningini vóru stórar og ambitiøsar. Einki av mínum egnu ummælum liggur í montruni, men tey eru kanska so ómontrulig full sum tey eru av vónbrotum um vandakósina hjá hesum, sum eg helt vera flaggskipið hjá føroysku yrkislistini. Men hesi ummæli eru skrivað fyrr í tíðini, tá eg enn helt, at Várframsýningin var á einum heilt øðrum støði enn Ólavsøkuframsýningin. Tað var tá eg helt, at Várframsýningin var pallurin hjá føroyskari yrkislist. Men tað var tá. Nú er nú og núið er fullt av máttloysi og vón og glottum, sum tú finnur um tú leitar.