Girltalk - upplating

8BEC9EA1-A76F-4813-8C4D-B277440DC12D.jpeg

Í gjár læt listaframsýningin GIRLTALK upp í Víngarðinum í Havn og fitt av fólki trossaðu stormin og komu til upplatingina. Eg helt røðu:

Kendi bretski antropologurin og primatologurin, Jane Goodall sigur einastaðni, at tað í veruleikanum ikki skal nógv til áðrenn konufólk verða uppfatað sum trupul og at júst hetta er orsøkin til, at vit eru so nógvar tílíkar. Her sipar hon til ávísar vónir og krøv, sum samfelagið – tað er vit – seta einstaklinginum um hvussu vit skulu uppføra okkum. Allar møguligar meira og minni ósjónligar viðtøkur um hvat er rætt og hvat er skeivt og sum – um vit ikki yvirhalda tær – kunnu geva okkum eina støðu sum outsidearar. Sjálvt um vit í okkara priviligeraða parti av heiminum hava nátt nógv, verða konufólk framvegis fyri vanbýti, tá tað snýr seg um løn- og pensjónviðurskifti. Júst tað sama er í grundini galdandi fyri listafólk, sum ikki eiga part í slíkum, sum vit uppfata sum sjálvsagdar lutir í okkara samfelag; eftirløn, frítíðarløn osfr. Hetta og aðrar sannroyndir hoyra við uppí gentuprátið, sum er grundarlagið undir hesi framsýningini. Hon eitur Girltalk og verður at síggja í Víngarðinum í ein mánaða við verkum eftir tríggjar av okkara dygdargóðu listakvinnum, Randi Samsonsen, Silja Strøm og Hansina Iversen. Vit kenna hugtakið Gentuprát sum nakað, ið hevur verið brúkt í niðursetandi týdningi um samskiftið millum konufólk og sum pr automatikk er vorðið synonym fyri nakað óseriøst. Men vit vita eisini, at júst gentuprát kann vera viðkomandi og ein týdningarmikil partur av okkara sosiala undirstøði. Listaverkini á hesari framsýningini eru somuleiðis løtt og stuttlig samstundis sum tey í síni listarligu ætlan er ógvuliga álvarslig. Listin hjá Silju Strøm tykist ovurhonds estetisk og vøkur, men er samstundis sosial og demokratisk av lyndi. Hetta er blivið nokk so ljósareytt og tað eri eg glað fyri, tí hetta er ein litur við nógvum týdningum, assosiatiónum og møguleikum.  Við tað, at ljósareytt ikki er partur av tí sonevnda additiva litskemanum, har støði verður tikið í teimum trimum grundlitunum, reyðum, bláum og gulum, kann ljósareyði liturin fatast sum onkursvegna uttanfyristandandi og kanska sofistikeraður. Liturin hevur sína egnu mentanarsøgu, ið bæði fevnir um dárandi kvinnur í ljósareyðum kjóla í rokokotíðini og um lagnutunga tríkantaða merki, sum nazistarnir brúktu til at eyðmerkja samkyndar fangar í týningarlegum til tess at dehumanisera og eyðmýkja teir. Samkyndir aktivistar hava síðani tikið litin til sín og hava brúkt hann í stríðnum fyri javnrættindum. Vit kenna eisini litin frá poppmentanini, har hann síðani fimtiárini hevur verið samheiti við tað grunna og stuttliga lívið– við candyfloss, smartar bilar og pink ladies. Ljósareytt kann sipa til húð, kropp og kyn. Tað ger Randi Samsonsen, hon brúkar ljósareytt í sínum verkum við sera fjølbroyttum signalum, har hon spælir sær við litin og ymisk skap. Eitt ljósareytt verk hongur á vegginum, tað er hárut og skipað í tveimum hangandi kúluskapum, sum eru antropomorf og minna um menniskjansligar likamslutir. Hetta verkið er bæði fjálgt og stuttligt og púra øðrvísi enn tað, vit hava verið von við í føroyskari list. Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari innan føroyska list. Hennara koloristisku málningar eru um somu tíð meira einfaldir og meira kompleksir enn nakrantíð, summir eru monumentalar, einlittar kompositiónir við einum einstøkum skapi miðskeiðis, sum stendur og darrar í myndarúminum. Eisini Hansina arbeiðir við ljósareyða litinum í løtuni og tað er áhugavert at síggja hvussu hon brúkar litin í myndarúminum, har hann stundum letur upp og stundum letur aftur. Hesar tríggjar framsýnandi listakvinnurnar eru á hvønn sín hátt truplar. Tær gera ikki sum vit vænta. Listin hjá teimum líkist ikki altíð listini, sum vit kenna. Tit taka okkum á bóli. Takk fyri tað. Eg hopi nógv góð caféprát koma burturúr Girltalk her í Víngarðinum.

86698223_865393577245537_2413441251467591680_n.jpg
BBB27C3D-3988-474C-8B73-0694651354B4.jpeg
D4A008A7-499C-4548-AF99-22A2064A6B10.jpeg
05FCE6A9-6A5A-458A-8BEC-B1DC6B6BABB2.jpeg
CBAD3E53-31D3-4463-A1BC-48FA6B44A810.jpeg
525978F8-034D-4765-8E15-9F7F5FBBADAA.jpeg
4A6B38FC-8339-4359-BB95-F0EA44E38C52.jpeg
CA595027-CC7E-481B-9A7D-13BFBF908211.jpeg
83860656_118154569635141_7380963248784277504_n.jpg
86443173_536042993672676_5735442444531531776_n.jpg
silja.jpg
86384570_801128827035320_3576625829536333824_n.jpg
86395689_516197862630875_2932773312327057408_n.jpg
86263661_184455119545646_6980296963900047360_n.jpg
86283097_639911176777439_3500756228684906496_n.jpg
85225030_131500841422620_4594084413519691776_n.jpg