- Sunnudagin 1. mars 2020 kemur nýggj tónleikaútgáva á marknaðin. Tað er fløga við tónleiki eftir Sunleif Rasmussen. Fløgan eitur ANDALAG. Tað er tónleikabólkurin ALDUBÁRAN, ið framførir tónleikin. Solistur á fløguni er Jákup Lützen, ið leikar á viola.
Útgávan verður løgd fram á konsert á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn sunnudagin 1. mars kl. 15.00. Konsertin, og móttøkan eftir konsertina, er ókeypis. Øll eru vælkomin.
- Jákup Højgaard Lützen (f. 1988) er úr Havn. Hann byrjaði sum smádrongur at spæla violin. Seinni skifti hann til viola. Hann traðkaði sínar tónleikaligu barnaskógvar á Tórshavnar musikkskúla, og var Jákup ein av teim fyrstu, ið byrjaði á úrmælingaskeiðinum Musikkskúlamiðnámi í 2005. Síðani gekk leiðin á Kongaliga Danska Musikkonservatorium, har ið hann tók kandidatprógv í 2013 og seinni solistdebut í 2017. Jákup var frá 2013-15 limur í Gustav Mahler Jugendorchester, ið hann spældi við í kendastu konsertsalunum kring Evropu. Hann hevur eisini verið solistur við Føroya Symfoniorkestri.
Jákup starvast dagliga í orkestrinum Copenhagen Phil.
Verkið, ið Jákup Lützen spælir á fløguni ANDALAG, og á konsertini sunnudagin 1. mars, er ein Solo Sonata fyri viola, ið Sunleif Rasmussen skrivaði til endaligu debutkonsertina hjá Jákupi í 2017.
Hini verkini á konsertini eru tvær blásarakvartettir, Andalag nr. 5 og 7, eftir Sunleif Rasmussen.
Konsertin varir slakan tíma og er uttan steðg. Eftir konsertina er móttøka, har ið Aldubáran, forlagið Wilhelm Hansen og plátufelagið DACAPO eru vertir.
ALDUBÁRAN: Andrea Heindriksdóttir, floyta – Anna Klett, klarinett – Britta Cortabarria, fagott – Páll Sólstein, horn – Bernhardur Wilkinson, dirigentur – Jákup Lützen, viola.